Jan 14, 2011

Píl niður

Henda myndin hjá Edward Fuglø hongur á Føroya læraraskúla. Hon fekk meg at hugsa um Camino, men við øvugtum fortekni, tí at pílurin, sum skal vísa veg, og sum “eigur at vera” gulur, vísir beint niður í sínum dapurleika, niðurboygdar konur fjaldar í svart, og aftanfyri ein mansformur, aftanfyri pílin.  Tíverri eru myndirnar av myndini sera vánaligar, bæði við blitsi og ongum blitsi.

 

IMG_4212 IMG_4208 IMG_4211

Jan 11, 2011

Skomm at siga frá..

Skomm at siga frá, hugsi eg ofta, at tað er gott, at míni børn og ommubørn búgva ikki í Føroyum, tí her fær mann ikki ordiliga skúlagongd, pengarnir verða býttir so smátt til so nógvar smáar skúlar, at einki er í part. Undirvísingin er líka fyri øll, býtt og klók , løt og arbeiðsom, alt eitt miðalmál, sum ongan ella fá rakar. Trý minisjúkrahús, sum skula býta ímillum sín, so at einki verður í part. Tunlar, sum kortini ikki kunna brúkast, um mann hevur bløðrubruna. Eg las eina grein hjá Jóanesi Dalsgaard og Ingibjørg á FB, eg haldi, tey hava grein í sínum máli.

Men so aftur hin veg, eg vildi ynskt, at tey búðu í Føroyum.

Jan 10, 2011

Tey gomlu halda skansan

Hittust allar fýra undir Ryggi há IR, hon bjóðaði íslendskan bógv.

Vity báðar Turið vóru á Glyvrum og fylgdu Bergfinni til gravar. Fantastiskt veður, sólin sá á tann kritahvíta kavan. Hittu skyldfólk og gjáarfólk.IMG_4191 IMG_4190

IMG_4200 IMG_4193 IMG_4196 IMG_4198

Jan 9, 2011

Professor Turið

Bók um Jákup doktara

”Jacob Jakobsen in Shetland and the Faroes” er nýggj bók, sum er útkomin um Jákup doktara. Bókin er 278 síður og kostar 225 krónur.
Bók er útkomin við greinum og ritgerðum, sum byggja á og viðgera rannsóknirnar hjá tí viðgitna føroyska mál- og bókmentagranskaranum, Jákupi doktara (1864-1918). Bókin snýr seg serliga um tann føroyska og hetlendska partin av hansara gransking.
Høvuðsevnini eru málfrøði, staðanavnafrøði og rannsóknir av skaldskapi av manna munni og aðrari fólksligar mentan. Aftast í bókini er bókfrøðiligt yvirlit yvir skrivligu avrik Jákups.
Bókin er á enskum máli.
Fyrsta greinin greiðir frá ævisøgu Jákups doktara, og tann seinasta kannar ta ríku hugmyndafrøðiligu merkingarskapanina, sum spratt av verki hansara og ávirkanina, sum hon hevur havt og framvegis hevur.
Tey, ið hava skrivað, eru føroyingar, hetlendingar og granskarar úr flestu Norðurlondum, Skotlandi og øðrum pørtum av Bretlandi, Írlandi og USA.
Ritgerðirnar hava uppruna í fyrilestrum, sum høvundarnir hildu á føroysk-hetlendskari ráðstevnu í Hetlandi í 2006 um lív og verk Jákups doktara. Ráðstevnan varð hildin við støði í avtalu um samstarv millum millum Føroyar og Hetland, sum Føroya landsstýri og Shetland Islands Council gjørdu sínámillum í 2003.
Ritstjórar eru Brian Smith, stjóri á Skjalasavni Hetlands, Lerwick og Turið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.
Útgevarar eru Ágóðagrunnur Hetlands (Shetland Amenity Trust) og Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskapur stendur fyri søluni av bókini, sum er 278 síður og kostar 225 krónur.
Myndin er av Turið Sigurðardóttir.

Segði nakar nýggjárslyfti?

Lisa 001 Lisa 002

Jan 6, 2011

Ein góð persónlig jólagáva

Lisa gav ommu síni eitt skrín, og í skríninum var ein kalendari fyri januar 2011, fyri hvønn dag fær omma eina heilsan frá Lisu. Summar á føroyskum, aðrar á donskum ella enskum. Ein sera original og hjartanemandi gáva, sum tit síggja hevur Lisa dekorerað skrínið bæði innan og uttan. Góða allarbesta Lisa, takk fyri!

jól 2010 376

Lisa 005 Lisa 003 jól 2010 184 jól 2010 191

Jan 5, 2011

Ull er Føroya gull

Í gjárkvøldið var eg til spinning. Tað er beista ringt, havi roynt ein fótarokk, og nú var handsnælda á skránni. Tráðurin var so ófantaligur, at tað verður ikki bindandi við honum. Summar duga ordiliga væl at fáa tráðin so fínan og javnan. Týsdagin var eg á kirkjugarðinum, hyasintirnar hava tað nakað kalt har úti.

spinna 025  spinna 004 spinna 015 spinna 016 spinna 018 spinna 019 spinna 024

spinna 002