Dec 1, 2021

Reykjavík november 2021



 Turið systir skuldi til Reykjavíkar í arbeiðsørindum, og eg slapp við. Tað var herligt at síggja Ingu Rósu og síggja Reykjavík. Um tað var kalt, tí at tað var tað, og regnaði illa í hálvanannan dag. 

Vit fóru á Listasavn Íslands niðri við tjørnina. Har vóru tvær sýningar í løtuni. Onnur æt "Halló rúmdin!" og hin  var ein sýning við ymsum klassiskum temum, náttúra, havið o.a. Atgongumerkið til savnið gav samstundis atgongd til trý onnur søvn, ein snildur máti at fáa fólk at vitja søvn. 




Vit fóru so eisini í savn Ásgríms Jónssonar, tað er í húsunum, har hann búði. Lítið savn og mest myndir av sagnaverum. Fleiri av listamonnunum hava stóran áhuga fyri sagnaheiminum. Ikki sørt, at okkurt minti um William.
Ein øgilig huldukona og maður á hestbaki. Minnir um "Seyðamannin á Sondum" í mínum huga.

Triðja savnið á ferðini var Savnahúsið. Tað er eitt stórt hús, fyrrverandi landsbókasavn. Har er savnað nógv av tí besta, íslendsk listafólk hava gjørt, m.a. nógv verk hjá áðurnevnda Ásgrími Jónssoni.



Anna Líndal (1957): Køkslív (1994)

Vit vóru so hepnar, at ein kunningi beyð sær til at koyra okkum ein túr. Vit fóru út á Reykjarnes, vóru í Krýsuvík, har aktivur jarðhiti sæst á yvirborði, sóu gosgrýtisánna frá eldgosinum í Nátthaga og skoðaðu útisavn í Grindavík og endaðu í Keflavík, har ið amerikanarar hava bygt eina heila bygd, sum nú verður brúkt av fólkinum har. Spennandi at síggja, hvussu land verður til, broytist og rembist.
Svarta gosgrýtisáin í Nátthaga vísir streymin úr gosopinum








Í Grindavík er eitt útisavn, rættiliga óhugnaligt, har vrak av burturgingnum bátum liggja. Eisini føroysk skip eru sokkin á Suðurlandinum.

Nov 3, 2021

PechaKucha


Ingigerð og eg mundu vera tær einastu hvíthærdu millum áskoðararnar, kanska onkur afturat. Eitt til tað ungt áskoðaralið í hesum sjáldsama, japanskt inspireraða forum til kreativ menniskju. Hetta er PK kvøld nummar 10 í Føroyum. PechaKucha er ein framløguháttur, eitt demokratiskt forum, øll eru vælkomin at leggja síni hjartamál fram. MEN tú fært bara 400 sekund, ella 20 myndir á 20 sekund, tað er 6 min. og 40 sekund. Eg havi skilt, at tey, sum byrjaðu hetta fyribrigdi, hildu, at fólk tosa for nógv og for leingi. Tú kanst siga tað, sum sigast skal, styttri og meira fokuserað, enn tú heldur. 

Tiltakið var í Norðurlandahúsinum, og 7 framløgur vóru á skránni.

Sannleikin vil út. Teitur greiddi frá skapanartilgongd, tá ið hann ger sangir. Myndirnar vóru tekningar hjá honum sjálvum. Myndir av ymsum uppfinnilsum t.d. ein reiggja, ein breyðristari, eitt talvborð. Hann gjørdi nógv burturúr, at tá ið tú deilir sangin, gevur øðrum hann at brúka, ger ein brúkiligan sang, tá hendir nakað gott. 1 + 1 = 3. Framløgan var sera persónlig og spennandi.

Huldur búgva okkara millum. Elin Michelsen tók okkum við í hulduheim. Huldufólk hava ongan frið í haganum longur, har fólk gongur og melur á øllum tindum. Men huldurnar eru ikki horvnar, tær hava funnið sær bústað aðrastaðni. Huldur hava fýra ymsar gávur: gula, bláa, lilla og reyða, hvør við sínum eginleikum. Elin gav okkum ein brellbita úr síni nýggju bók, til ung vaksin.

Lívið er ein ferð. Og tað ræður um at vera til staðar. Edvard Nyholm Debess hevði ferðafrágreiðing frá gonguferðum í Pyrneunum.

Tann næsta framløgan var tikin av netinum og var ein frágreiðing um, hvussu tú gert eina PK framløgu. Aftaná kundu vit so kanna, um framløgurnar fylgdu hesum góðu ráðum um: evni, bygging, myndir, hugburð, venjing.

Slowfood. Breyðvirkið hevði framløgu um súrdeiggj, um fermentering, um at tað tekur tíð at baka ordiligt breyð, eins og tað tekur tíð at ræsa fisk og kjøt, sum í stóran mun er blivið ídnaðargjørt og hópframleiðsla, so at vit bara skula leggja matin í pottin ella mikroovnin.Tær halda tó, at okkara tíð hevur eitt nýtt rák, sum ynskir sær meira tíð til matgerð, dyrking og njóting. 

Tann torføra samtalan. Abbi og eg er ein barnabók, sum roynir at greiða børnum frá demensi. Dánjalsa framløga var sera persónlig, og fleiri av myndunum vóru av pápa hansara Gunnari. Dánjal fortaldi, at tvær aðrar bøkur koma seinni, onnur um OCD og hin um kropsfatan, og hann vísti eisini eina mynd úr hvørjari teirra. 

NIMB fólkini. Gudny Vang arbeiðir við umhvørvismálum í alivinnuni og brennir fyri at hjálpa umhvørvinum. Not in my neighbourhood fólkini vilja gjarna, at tiltøk verða framd, men bara ikki í teirra egna garði, teirra bygd ella teirra haga. Gudny greiddi frá ráðstevnum, frá tí sum longu er gjørt og tí, sum er eftir at gera. Okkurt er gjørt í Føroyum, ikki alt sá kolasvart út.

Oct 31, 2021

Ein eyka tíma

 Hugsi eg fari at brúka mín eyka tíma at skriva ein blogg. Eri so pettandi ørg og arig inn á KORONU. Nú hildu vit, at slottið var vunnið, og so sita vit aftur í lortinum! Hvussu verður  nú við at ferðast ? Jólaferðin?  Skuldi í veitslu í Dali, nei avlýst! 

Mannin í ómakaðum hosum í Sjónleikarhúsinum, stuttligur leikur, skemt av tí lætta slagnum. So segði kvinnan, sum tey høvdu viðtal við í "Lyst" seinast, suðuroyingar elska skemtileikir. Tað sama siga tey í Klaksvík. Høgni Joensen var herligur, sum hasin maðurin, sum einki mintist. Púrasta skralltómt andlitsbrá. Og allar damurnar vóru so herligar Nora, Karin og Oddvá, hvør við sínari persónligheit, mær dámdi so serstakliga væl Noru í hasi tvístøðu at vilja hava mannin, men ikki vilja gera nakað ólógligt. Fekk so væl fram, at hon var í iva, hvussu best var at gera. Nú fáa vit at síggja, hvussu amatørarnir - ella eg veit ikki um yrkisleikarar eru har -  á Tjóðpallinum fara at sleppa frá Jóanes Nielsen leikinum. Hann man ikki vera skemtileikur, ella ikki bara, hugsi eg. 

Men caféirnar í Havn hava opið, enn sum er. Tað er ein troyst. Var á Umami við fyrrverandi starvsfeløgum og á Kaspari við skeiðsfeløgum. So vælgerandi at síggja fólk og práta við fólk.


 Og hesin síðsti mánaðurin fyri adventina plagar at fúka avstað. Gott at hava gott í væntu. Startskotið er hindberja-og appelsinte. Jólakalendarin sær út sum ein yvirvaksin fjarstýring.








Oct 27, 2021

Erika Fatland: Markið

 Tann føroyska útgávan er 609 talmerktar síður. Lesiringurin tók hana í tveimum umførum. Fáar bókarvinkur vóru til seinna fundin um "Markið", eitt herviligt krím ger um seg, og so er sjálvandi korona eisini at hugsa um. Ein tanki sníkir seg inn um, at kanska bókin var ikki væl vald? Kanska er hon ov long, ov tung ella ov pakkað. Kortini hevur hesin lesiringurin lisið nógv ymisk sløg av bókum, fiktión, yrkisbøkur, ævisøgu. 


Allar, sum vóru til staðar í dag, hildu at bókin er góð. Mann fær sera nógv at vita, bæði um søgu og landalæru.

Í øllum hesum grannalondum skrivar Erika bæði um teir ráðandi og um fólkið. Nógv tey flestu eru stýrd av einaræðisharrum, og fólki hevur lítið og einki frælsi eftir okkara alin. Fólkini, hon hittir, eru oftast blíð og fyrikomandi, í nógvum førum tora ella vilja tey einki siga um stýri og politikk, og nógv vilja vera dulnevnd. Hon hevur tolk og vegvísara har, tað er neyðugt. Trygdaratgerðir og hernaðareftirlit á landamørkum verður lýst í æsir, og vit halda, at tað er sera djarvt av henni at fara alla hesa leið einsamøll. Kríggj og herseting er afturvendandi tema, russarar hava kríggjast fram við øllum sínum ovurhonds langa marki.

Tá ið hon kemur til Evropa, er bókin áhugaverdari at lesa, støð við kenna, og kríggj og ósemjur vit kenna.

Takk fyri góðar løtur

Stórur partur av fundinum í dag varð brúktur til orð. Pauli Nielsen hevur týtt bókina, og eg segði, at eg helt týðingin var góð. Vit høvdu longu avtalað at taka orð fram, sum vit snávaðu um ella undraðust á.  Og nú vísir tað seg, at bókin er "tung" at lesa, at orðavalið er óneyðuga fornt, at bókin er kemiskt reinsað fyri fremmandorð, at bókin er darvað av "setursføroyskum", at nógv av orðavalinum hjá Paula er "ager". Tað var stuttligt at hoyra og síggja, hvussu nógv "orð" hava at siga, hvussu nógv løg eru í orðavali.

Eg hefti meg við nøkur orð, har eg var samd við atfinningunum: sleingiskjúrt, hvat er tað? Aldrin hoyrt orðið, og tað ljóðar sum eitt sera løgið skjúrt. Og at kalla klaver ljómborð er rættiliga søkt, má eg siga, ella at brúka rennistólur um lyftu.

Í øðrum førum var eg púra ósamd við atfinnaran, tí at orð sum aldingarðurin hjá Stalin um tey lond, sum hann brúkti til spískamar, haldi eg vera sera fínt, og orðini gøllhalda, ríkja, gryvja, riva fyri eygum, agi osfr. eru fín.

Men nær er ein bók tung at lesa? Er tað tá ið tú einki veitst um evnið, og frágreiðingarnar eru ikki nøktandi, er tað tá ið orð eru, tú ikki skilur, nøkur fá orð ella nógv orð? 

Sera áhugavert kjak stóðst av teimum orðasøvnum, sum tær høvdu tikið við úr bókini. 

Hetta var mín síðsti fundur í lesiringinum fyribils, tað hevur verið sera hugnaligt g áhugavert.

Oct 16, 2021

Tað er nú vit skula liva, tað er nú vit eiga tíð

 Nú er aftur nógv á skránni, nú ið skeið og klubbar byrja aftur. Heystferian er júst farin aftur um við sínum heystfagnað fyri børnini. Kristina og Glóð og eg fóru beinanvegin mánamorgun í Listaskálan. Tey vóru væl fyrireikað, har var tilfar, borð og stólar í verkstaðnum og tvær so fittar damur at hjálpa børnunum. Vit sótu ein tímas tíð, og so fóru vit sjálvandi eisini í Bládýpi hjá Tróndi, tað er altíð flott.





Týsdagin var Reyða kross dagur og mikudagin.
Óli og Hendrik

Mads og eg


Hósdagin fóru Kristina, Lisa og eg út á Sjósavnið. Og ja vit eru so heppin, at Lisa er komin í heystferiu til okkara. Í sjósavninum eru uppgávur og skattaveiða. Og uttanfyri kann mann geva krabbum at eta.
Og heima er hugnaligt, tá ið vindurin leikar í uttanfyri.

havi mín egna privatfrisør







Týsdagin var eg í Tilhaldinum til morgunsang, Óli Vang var við klaverið. Upplyftandi løta.

Bergljót, Mergreta, Elisabeth og Randi



Katrina, vinkona og Lisa hjá Sólrun


Og hvat er tað ikki herligt at fáa gestir av og á!! Mammusa, ommusa!!





Oct 8, 2021

Heystið komið

Sólrun og Símun komu heim at fara á fjall. Símun var á fjalli í Sáttarenni, og tey komu bæði suður til Dals at hjálpa til. So sera kærkomið, og so hugnaligt at vera fleiri. Turið lærir hini, hetta er sum lærlingaundirvísing. Bæði Símun og Herbert kláraðu seg væl í ár. Skjótt vera teir komnir á lagið. Fantastiskt sum omma at uppliva, at børnini verða vaksin og mennast.

Herbert skrúvar trillibøruna saman

Vitusa partur liggur ikki eftir

master class




Krovini komin upp at hanga, blóðmørur gjørdur, og fingið feska súpan hinumegin bróstið. 

Og nú verður heystferia og heystfagnaður.

Sep 26, 2021

Summarið av

 Tað var eitt so serstakliga veðurgott summar, og nú vit skriva 26. sept. er regnið komið. Ikki nógv ferðing í ár, vit sóu tó familjuna úr Amerika í august, og Sólrun var heima ein svipp. Heystið er ein hugnalig tíð, og serstakliga í ár, nú ið vit endiliga sleppa til samkomur av ymsum slag. 

Herligt at síggja gamlar vinir til hugnaligan døgurða. Elma er eitt menniskja, sum tú verður glað av at práta við, positiv og skjót til látur.

Jórunn, Elma og Sólveig

Framsýningar og framførslur av ymsum slag hoyra heystinum og vetrinum til, eina slíka hevði fjøllistamaðurin Heiðrikur í Listaskálanum. Áhugavert, krevur nakað av áskoðaranum. Mær dámar best tey óhugnaligu videoløgini.
vit rigga væl
Síðani var tað sjálvandi TikkTokkAntikk sýningin hjá seniorbólkinum í Sjónleikarhúsinum. Tað var so herligt at vera við. Vit spældu bara tríggjar ferðir, men tað var fult hús. Anna Olsen er eitt natúrtalent. 






Anna og Hilmar syngja pensionistavísuna; Karin heldur í togunum; Karin, Anna, Oddvá, Nora, Tórði, Pól og Gunnhild. Ikki at gloyma Súsannu Tórgarð, sum setti saman.



Í Perluni í Havn gongur mangt fyri seg. Eg var við børnunum til eina framsýning við vísindagandi. Maðurin var skemtari og gyklari. Alt á enskum, sum ikki var trupult fyri tey yvir 8-10 ára aldur.

Herbert og magna buðu seg fram sum sjálvbodnir hjálparar. herbert fryktar fyri at fáa hasa gulu vætuna í ballónini niður yvir seg. Og Magna hjálpir honum við einum einhyrningi, sum vil so illa spýggja.

Seinasta tiltakið eg havi verið til er vísindavøkan. Hoyrdi 2 1/2 fyrilestur. Um køstaflugur í Koltri, um vandan við Keto kuri og um haturstalu og demokrati... sera áhugavert....





Tað stuttligasta var at  síggja Jákup Sverra og at síggja, hvussu fegin tey eru, sum arbeiða har, at tey hava eitt so frálíkt skip.