Oct 31, 2021

Ein eyka tíma

 Hugsi eg fari at brúka mín eyka tíma at skriva ein blogg. Eri so pettandi ørg og arig inn á KORONU. Nú hildu vit, at slottið var vunnið, og so sita vit aftur í lortinum! Hvussu verður  nú við at ferðast ? Jólaferðin?  Skuldi í veitslu í Dali, nei avlýst! 

Mannin í ómakaðum hosum í Sjónleikarhúsinum, stuttligur leikur, skemt av tí lætta slagnum. So segði kvinnan, sum tey høvdu viðtal við í "Lyst" seinast, suðuroyingar elska skemtileikir. Tað sama siga tey í Klaksvík. Høgni Joensen var herligur, sum hasin maðurin, sum einki mintist. Púrasta skralltómt andlitsbrá. Og allar damurnar vóru so herligar Nora, Karin og Oddvá, hvør við sínari persónligheit, mær dámdi so serstakliga væl Noru í hasi tvístøðu at vilja hava mannin, men ikki vilja gera nakað ólógligt. Fekk so væl fram, at hon var í iva, hvussu best var at gera. Nú fáa vit at síggja, hvussu amatørarnir - ella eg veit ikki um yrkisleikarar eru har -  á Tjóðpallinum fara at sleppa frá Jóanes Nielsen leikinum. Hann man ikki vera skemtileikur, ella ikki bara, hugsi eg. 

Men caféirnar í Havn hava opið, enn sum er. Tað er ein troyst. Var á Umami við fyrrverandi starvsfeløgum og á Kaspari við skeiðsfeløgum. So vælgerandi at síggja fólk og práta við fólk.


 Og hesin síðsti mánaðurin fyri adventina plagar at fúka avstað. Gott at hava gott í væntu. Startskotið er hindberja-og appelsinte. Jólakalendarin sær út sum ein yvirvaksin fjarstýring.








No comments:

Post a Comment