Jun 18, 2020

Heilsan úr Reykjavík 2


Guðny hevur stutt síðani fingið sær ein jeppaling. Hon og Kári komu útferð við okkum til Hveragerðis. Vit ætlaðu at fara at svimja, men har var stongt. Vit vóru á listaframsýning við modernaðari list, og so vóru vit eisini inni eina staðni og ótu. Kári hevði sítt nýggja el-drivna rennihjól við. Vit komu fram við 17. juni haldinum í Hveragerði. Men svimja skuldu vit, so vit fóru til Selfoss, og har var ein herligur svimjihylur, Kristina var imponerað, at har vóru 3 skreiðibreytir. Hon royndi allar.

 
eitt litfagurt spæliland í Hveragerði


Føðingardagsbarnuð 18.juni 2020. Saman við Kára.

Kristina og eg fóru at keypa morgunbreyð til føðingardagsbarnið. Vit vóru ernar at vit funnu Bjørns bakerí. Tá ið vit komu heim hevði IR longu pakkað pakkarnar upp, sum vit høvdu lagt á borðið. Men í dag var tað húsdýragrðurin. Vit tóku bussin hagar.


Kristina gevur geitini gras, og Kristina eygleiðir kópin, sum ger síni kynstur. Í húsdýragarðinum er eisini familjugarðurin. Tað er eitt lítið TIVOLI. Og har var Kristina sum fiskur í vatni. Hon var í falltorninum, koyrdi bil og sigldi bát.
krassjibilar
Falltornið



Og í kvøld vóru vit so úti og hildu ein føðingardagsdøgurða. Vit vóru í Sushi Social. Stak góður matur. Kristina fekk sær sushi, vit IR fingu okkum kjøt og Guðny og Kári ótu sushi.





Vit endaðu kvøldið á eini sjáldsmari sýning á Granda. Tey sýna krúss, sum eru prentað til serlig høvi ella til fyritøkur. Og nøkur, sum listafólk hava gjørt til hesa sýning. Ein vinkona Guðny hevur hesa sýning um hendur.

Fótsoppur

600 krúss íalt.

Jun 17, 2020

Reykjavík við fyrsta flogfari

Kristina og eg skuldu fara til Íslands ein túr í apríl, men hann bleiv av ongum. So tá ið Atlantsflog boðaði, at tey fóru til Íslands 15. juni, so smekkaðu vit til. Vit fóru vestur við AUTO, og tað fyrsta var at keypa sær munnbind.
Vesturi á flogvøllinum bar til at keypa í handlinum, men ikki í kaffistovuni. So vit keyptu bara okkurt smávegis at hava við. Tað er ikki loyvt at roykja á flogvøllinum, tað er nú einki nýtt soleiðis. Men eitt stórt uppslag vísir, at tað ER lov, tí tað stendur , at brot á roykiforboðið er fínasta slag. Soleiðis kann stavseting ogf mállæra vera av størsta og álvarligasta týdningi.
Men nú eru vit í Reykjavík , heima hjá INgu Rósu, og vit hava verið og svomið tvær ferðir og biltúr og spælt og sagt søgur.
So herligt

Jun 1, 2020

Ferðast til fernisering í Føroyum 2020

Magna og eg fóru suður á Tvøroyri við Smyrli. Ein fernisering skuldi vera í SALTI á Tvøroyri, ein happening við Guðrið Poulsen og Rannvá Mortensen. Installatiónir, gamlir og nýggir lutir, lívsins ringrás og okkara æviga samband við vatnið og saltið.


Stuttligt at hitta Maud


Fagrasta summarveður hvítusunnudag . Vit Turið S, Glóð og eg fóru norð til Elduvíkar at vitja Turið og Hall og børnini, sum eru har í leigaðum húsi. Elduvík er ein perla, sum vit ikki hoyra um so ofta, ella ikki so ofta sum Gjógv. Áin rennur gjøgnum bygdina, vítt um, tjøld og húsvognar. Børn í ánni. Eitt flott pláss er gjørt við beinkjum og steinseting, vit hugsaðu tað er kanska gjørt til standmyndina av marmenli, tá ið hon kemur, so spennandi. Húsini vóru so frálík, hitapottur á pallinum, grill og gott pláss inni eisini. Kann viðmælast.

Seinnapartin gekk leiðin til Eiðis, til fernisering hjá Sigrun Gunnarsdóttur. Nógv fólk vóru samankomin í góðveðrinum. Avmarkað tal av fólki í senn, servering uttanfyri. So sera væl fyriskipað. Teir eyðkendu Sigrun málningarnir gingu sum heitt breyð.

 Framsýningin var í atelierinum hjá Sigrun, Tordur helt skil á, at tilmæli vórðu fylgd.


2. hvítusunnudag fór eg til Fuglafjarðar við Jórunn og Jóan Paula. Jórunn hevði fernisering í Ribarhúsi. Ein so sera hugnaligur dagur. Fitt av fólki, og koddar og myndir vóru væl umtóktFrits Johannesen helt eina so avbera vakra talu fyri Jórunn.

Tá ið framsýningin læt aftur fyri í dag, fóru vit á Muntra at eta. Og síðani vórðu vit boðin til kaffi hjá Sigurð Simonsen, har ið vit nutu góðan blíðskap.
hondbroderað á svart vadmal






May 26, 2020

Melodramatiskur romantikkur

Tá ið eg las enskt í Keypmannahavn í síni tíð, lósu vit allar "teir stóru", har ímillum var Thomas Hardy (1840 - 1928)
"Far away from the Madding Crowd" ella á donskum Fjernt fra verdens vrimmel er ein søga um Bathsebu, sum hevur ein bóndagarð, hon er so øgiliga vøkur og hevur fleiri tilbiðjarar, minnir eitt sindur um okkara Barbaru.
Sjálvandi ræðuliga gamalsligt kvinnusýni fyri tað mesta, tó at Bathseba roynist sum góður bóndi, tá ið hon stýrir sínum garði sjálv.

Tann góði hirðin við fylginum. Seyðurin er ótrúliga síðullaður.
 Hendingar fara fram á bygd í Onglandi, mest á einum garði, har Basheba stýrir og nógv arbeiðsfólk arbeiða. Nógvar vakrar náttúrulýsingar úr Suðuronglandi. Vakur romantiskur endi, sum letur tann erliga, sterka seyðamannin við tí myndaríka navninum Gabriel Oak giftast við Bathsebu. Hinir báðir fríggjararnir eru báðir burturbeindir, annar situr í fongsli, tí at hann skjeyt hin. Eitt sindur dickenskar lýsingar av veitslu- og pubblívi, eins og nøvnini eisini eru karakteriserandi, sum hjá Dickens. Stættasamfelagið er sjónskt, ognarmenn mótvegis teimum ognarleysu húskøllunum. 


Hetta eintakið varð útgivið  í 1943 á Haase & Søns Forlag. Stuttligt at lesa hesa gomlu donsku týðingina. Bókin er eitt arvastykki, komin av ovastalofti. Turið kom við henni og gav mær. Tað sjáldsama er, at bæði Turið og Bergljót eru nevndar á fremstu síðu.  Turið (Jacobsen, systkinabarn ommu) hevur givið Bergljótmostur bókina, somuleiðis sum Turið hevur givið mær bókina. Hon er væl brúkt, umvæld við brúnum klistribandi.

May 18, 2020

Auður Ava Ólafsdóttir: Ungfrú Ísland

Bókin er um eina unga gentu av bygd, sum kemur til Reykjavíkar í 1960unum. Dreymurin er at skriva, hon elskar at skriva. Meðan hon arbeiðir, hevur hon ikki tíð at skriva, so hon skrivar um náttina. Í Reykjavík býr hon hjá einum drongi, einum vini, sum er samkyndur. Hon hevur eina vinkonu, sum er gift og hevur fleiri børn. Og seinni flytur hon saman við einum skaldi, "skaldið" kallar hon hann, men tað vísir seg, at hann hevur ikki tað, sum skal til.

Høvuðstema er at skriva, skaldskapur og inspiratión. Trongdin at skriva. Bókin er full av tilsipingum til bøkur og tekstir. Stuttligt hjá teimum, sum fata tilsipingarnar. Eitt tema er viðferðin, tey samkyndu fáa, og hvussu tey pínast, til tey rýma úr Íslandi. Kvinnusak er eisini eitt tema, víst í tí fongsulslívi. sum vinkonan livir. Inni í eini lítlari íbúð við fleiri børnum, hon vil eisini skriva, men má fjala sítt skrivihefti fyri manninum.




Havi áður lisið Arr hjá hesum høvundi, og eg má siga, at mær dámdi ta bókina betur, hon hevði líkasum meira upp á hjarta, men hendan er eisini góð. Hon skrivar stak væl, einfalt, men gerandisligir tilburðir og lutir fáa lív og týdning. Og so hetta um, at allir íslendingar skriva og allir lesa bøkur, henda sjálvforsterkandi mytan, sum tú eisini fært varhugan av, um tú gloppar RÚV á sjónvarpinum. Sá eina sending um Dávid frá Fagraskógi, yrkingar  settar í senu og lisnar meistarliga, var ein gomul sending, men Dávid verður ikki gamal.  Og kanska er tað ikki ein myta, kanska lesa allir íslendingar yrkingar um kvøldið, táið tey koma heim úr arbeiði, ella tá ið børnini eru løgd og friður er.

Hvar blivu yrkingarnar av, sum útvarpið hevði á skránni hvønn dag kl. 12 ? Tað skuldu tey tikið upp atur sum ein fastan tátt, og sjónvarpið, aldrin hoyrist eitt orð um bókmentir, yrkingar ella søgur. Einki um bøkur yvirhøvur.


May 9, 2020

Av øllum teim snekkjum

Ætlanin var at halda veitslu í juni mánað, men veitslan er avlýst. Eg ætlaði, at hesin sangur skuldi vera í sangheftinum, men korona hevur forpurrað tað.


Bowling 2020
Lag: Av øllum tei snekkjum
1
Av øllum teim snekkjum eg nevna tær kann,
Ein tykist mær yndislig føgur,
Tann kvinnan er fljóðið í Føroyum eg fann
Sín svanasong nú hon kvøður.
2
Tær reisingar rundaðu stoltar at sjá,
Og hekkan sást aftantil dúva,
Hon leikti og vildi  í dansin at gá,
Ja, bæði sum ung og sum frúva.
3
Í ungdómsins árum hon var sum ein ódn,
Á skrivstovu, virki og skúla,
Hon arbeiddi, spældi og passaði børn
Og firnaðist ikki tað fúla.
4
Hon sá teirra gleði , hon sá teirra neyð,
Hon elskaði við teir at spæla,
 Men Gud náði piltin, sum fyri henni leyg,
  Um hann skula vit einki tala.
5
Nú hevur hon livað sín sælasta dag,
Í liðunum  knakar og brakar,
Við krithvítum høvdi hon haltar avstað,
Og alt fleiri  ganga nú stakar.
6
Men eitt sinn um árið hon uggar seg enn,
Tá facebook man boða at bowla,
Hon bobbar sær hárið og bustar sær tenn,
Og finnur sín penasta kjóla.
7
Hon stevnir á Hálsin við stríð og við knoss’ ,
Við vinkonum,  gellum og frellum,
Og brillur og hoyritól, alt upp á pláss,
Og gætur hon ei gevur dellum.
8
Og tá  av og á er eitt hendinga strike,
Og  keylurnar falla sum flugur,
Hon ernast av nýggjum til spæl og til leik,
Tí enn er í konuni dugur!

Tójlgreb


Apr 5, 2020

Ben Elton: Two Brothers

Bókin er um tvíburðarnar Otto og Paul, sum vaksa upp í jødiskari familju í Berlin í 20unum. Tað er bara tað, at teir eru ikki ordiliga tvíburðir, og bara annar er jødi. Hetta er bara ein av mongum samleikaspurningum í bókini, sum er sum eitt putlispæl við fýra brikkum, sum kunna venda ymsar vegir. Jødi, ikki jødi, genta, drongur, rík, fátæk, kommunistur.   Bókin fevnir um tíðina frá 1920 til eftir kríggið.

Temu:
Hvørjum tilfari tú ert úr sæst í vandans stund, ert tú feik, sjálvsøkin, djørv, bangin, sterk, veik.
Samleiki ella arvur og/ella umhvørvi

Persónar:
Persónarnir eru Stengel húskið og teirra børn, Paul og Otto og teirra vinfólk Dagmar og Silke.
Harra Stengel er Jazzmusikari, hann er eitt lívstykki, tjenar ikki nógv, men elskar sína familju og  elskar tónleik og list. Beint áðrenn hann tók lívið av sær, stríddi hann seg til Munchen á listaframsýning. Hitler læt vísa tey verk, sum  vóru ótýsk, sum vóru dekadent og spilt og jødiskt ávirkað. Wolfgang Stengel slapp at njóta teir stóru meistararnar. Tað lívliga, liberala umhvørvið í Berlin í 20unum verður væl lýst bæði upp á gott og ilt.
Frú Stengel, Frieda er lækni og arbeiðir á eini læknamiðstøð. Hon er ein eingil í menniskjalíki, altíð klár at hjálpa. Tað gevur at býta, tá ið nazistanir í 30unum avmarka frælsi hjá jødum, tá má hon broyta sítt virksemi. Men hon steðgar aldrin, flytir í eitt minni stað, flytir síðani klinikkina heim til sín sjálvs. Og heima í íbúðini hevur hon eisini heimleys og fátæk búgvandi, tá ið nazistarnir tveita børn av einum barnaheimi upp í ein lastbil, biður hon teir lova sær við, so at hon fær uggað børnini.



Leygardagsklubbin. Tey fýra børnini eru saman leygardagar, tey lova hvørt øðrum ævigan trúskap. Børnini umboða týskt, jødiskt, rík, fátæk.
Otto: er bráður, skjótur við nevanum, góður boksari. Hann finnur útav sum hálvvaksin, at hann er ikki jødi. Tað er eftir at Hitler er farin rættiliga at gera umseg. Hann VIL vera jødi, men stórur fyrimunur er at ikki vera jødi, bæði fyri hann sjálvan og hansara kæru. Otto fer á nazi skúla. Endar í Englandi undir navninum Paul.
Paul: er tann intelektuelli tvíburðurin, hann klárar seg væl í skúlanum og skal eftir ætlan til Englands at studera. Men Dagmar kemur í vegin. Hann er jødi, men fer í týska herin undir navninum Otto, doyr á eysturmótinum.
Dagmar er ríkmansdóttir, pápin eigur stórt varuhús á Kurfurstendamm. Hon klárar seg altíð, hon brúkar tey fólk, sum hon er saman við. Hon letst vera russisk arbeiðskona hjá Silke og Paul. Tá ið bókin endar er hon aftur risin upp sum ríkmaður í Berlin.
Silke  er kommunistur, dóttir eina fátæka arbeiðskonu. Hon er forelskað í Otto, men giftir seg við Paul fyri at hjálpa.


Frásøguháttur:
Partur av bókini hendir í London 1956, tá fáa vit søguna sagda av Stone, og ikki fyrr enn á síðu 365 (bókin er 600 síður) fáa vit at vita, hvør av tvíburðunum hann er, tá hava vit gitt fyrst annan og so hin.
Hin parturin verður sagdur við ymsum sjónarhornum,  frásøgufólkið er til skiftis innan í øllum høvuðspersónunum. So við og við verður lagnan hjá hesi familjuni rullað út fyri okkum. Í støðum eru ræðuleikar og sansaleysur harðskapur nágreiniliga lýstir. Kríggið út um heimin er ikki við í søguni, tað er Berlin, sum er søgustaðurin fyrst og fremst.

Sera góð. Serstakliga putlispælstílurin er spennandi. Tað andstyggiliga og ræðandi í undankrígstíðini verður lýst, men fólkini eru so dámlig, at tú klárar alt saman við teimum.