Nov 10, 2019

Hendingaríkt vikuskifti

Fríggjadagin fór eg í Kongshøll at lurta eftir Erlingi Isholm, tá ið hann hevði sína doktaraverju. Vit eru heppin at hava fingið ein so fínan fyrilestrarsal í Havn. Ritgerðin hjá Erlingi er um leiklutin hjá amtmonnum í moderniseringini í Føroyum. Hann legði fram eina nýggja søgufatan, kann ein siga, eina fatan sum er ikki nationalistisk, grovt sagt: alt er ikki lort, sum danir hava gjørt í Føroyum. Sera áhugavert og væl fyriskipað.
Erling við opponentum og vegleiðarum
 


Fyrr í vikuni var eitt seinnapartsseminar um Hamlet. Har vóru tríggir innbodnir fyrilesarar. Ein tosaði um, hví og hvussu leikurin Hamlet hevur fingið so stóra útbreiðslu um allan heim -  All the world is a stage. Ein tosaði um Shakespeare leikir sum amboð í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum. Tey stytta og tillaga leikir (Reduce, rewrite and recycle), tey spæla teir uttandura í parkini Yosomite, har vørðirnir, sum eisini stundum spæla við - hava fingið boð um, at gestirnir skula ikki upplýsast um "Global warming". Tann triðji fyrilesturin æt Hamlet and the Histories of Emotions.

Aftaná vóru samrøður við týðara og tónsetara, Hans Torgarð og Trónd Bogason.




Marianna Norðoy hevur fingið nýggj høli til sítt gallarí, Galerie Focus, tey eru í Dr. Jacobsensgøtu. Fyrsta framsýningin er við verkum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke. Samstarv hevur verið við Krabbameinsfelagið um hesa sýning, við tað at Anne Marie hevur gingið til listterapi hjá teimum.

 


Palle Gregoriussen og Anne Marie Gøricke

So fór eg beina leið í Frelsunnarherin, har tey høvdu bókarframløgu. Óli Jacobsen hevur skrivað eina bók um Njál. Deiligt at síggja Elisabeth og Njál. Elisabeth hevði onkra stuttliga søgu um seg og Njál á Grønlandsveg 19.

 

Fríggjakvøldið fór eg í Norðurlandahúsið til HAMLET. Tað var eitt stórt upplivilsi. Uppsetingin er sera kreativ og original. Kjartan spælir Hamlet so serstakliga væl, hansara orkufylta og órógvandi kenslulív fylti tey stóru rúm. Pallurin ella húsið sjálvt spældi sína rollu væl, tað var undirhaldandi at knappliga síggja hamin uttanfyri ella uppi í einum stiga. Nú skal eg ikki avdúka meira, men alt húsið er tikið í nýtslu.
Byrjanin er genial, áskoðararnir føla seg rættiliga heima, tiknir upp í spælið frá fyrsta bríksli. 

Og nú er leygardagur, og Herbert hevur verið í First Lego league kapping á Argjahamri, so ótrúliga stuttligt at síggja so nógv hugagóð børn.





Og í Tróndargøtu er Víngarðurin, ein hugnalig vínbarr, latin upp. Har er vín og tapas og listaframsýning. So hugnaligt og gott fyri sálina. Og vikuskiftið er ikki av enn!



Nov 1, 2019

Ver tú eftir Jonathan Branfman

Ungu Føroyar hava givið eina nýggja bók út! Bókin eitur Ver tú eftir amerikanaran Jonathan Branfman við tekningum hjá Julie Benbassat og er um kynsfatan og samleika.
Bókarframløga var í Paname í gjár. Útgevarin Turið Sigurðardóttir og týðarin Julia Rutt Petersen søgdu frá arbeiðinum við bókini, og Sonja Jógvansdóttir greiddi frá sínum tonkum í samband við bókina.

Bókin brýtur upp úr nýggjum. Hesi viðurskifti viðvíkjandi kynssamleika hava verið og eru fyri ein part tabu í okkara samfelag. Men menningin hevur gjørt, at nú verður tosað nakað um slík viðurskifti, ikki minst vegna PRIDE gongurnar. Men enn verður ikki tosað við børn ella um børn á hesum palli. Tað er hetta, sum bókin ger, hon vendir sær til børn og ung - og sjálvandi teirra foreldur. Bókin er ein handbók, tú kanst sláa upp í henni og læra mangt um teg sjálva/-n og tína kynsfatan. Týðingin brýtur upp úr nýggjum. Sum Julia segði, so eru okkara orð um kyn ofta niðrandi og ófantalig, so tað var ein avbjóðing at brúka neutralt mál.

Turið, Julia, Sonja

fitt av fólki var komið at lýða á

Mest fangandi var røðan hjá Sonju, hon var persónlig, stuttlig og rørandi. Sonja hevði verið í blaðgoymsluni og lisið gomul tíðindi. Tað er hugaligt, at vit eru komin longur enn í 1988, men ræðandi, at tað eru bara gott tretivu ár síðani børnini í Fuglafirði ikki sluppu at læra um AIDS og HIV, tí tað var ónærisligt. Sonja helt, at tað hevði gjørt stóran mun, um ein slík bók hevði verið tøk, tá ið hon var barn og ung.

Oct 20, 2019

Cyrano de Bergerac

Vit í bókaklubbunum (bæði Bókastevi og Tilhaldsringinum) hildu, at ein vikuskiftistúrur til Keypmannahavnar at síggja Olaf Johannesen sum Cyrano hevði verið fínt.
Eg heitti á Annu at biðja um bilettir og hotell. Hon er so køn í hasum universinum!

Vit vóru 9 konur í hópinum og 10 til leikin.
Vit komu fríggjadag og kekkaðu inn í Borgargøtu á Wakeup. Um kvøldið ótu vit á Vita í St. Kongensgade.


Leikurin var í Skuespilhuset, so tað var so passaligt at spáka hagar. Undan leikinum fingu vit okkum "teatermenu" á Café Ofeliu, og nú var Marita komin upp í hópin.

Deiligt luksuslív í stórbýnum, hvat er tað ikki stórt at hava slíkan møguleika!

DAGBÓKIN 20 ár

Nú eru 20 ár síðani, allir føroyingar høvdu høvi at skriva dagbók til framtíðina. So eru bara 80 ár eftir, til skjølini vérða atkomilig fyri øllum.Vit vóru nøkur, sum tóku stig til at biðja allar føroyingar skriva dagbók 20. oktober 1999.



Fleiri enn 1100 fólk tóku lut í hesum dagbókatiltaki .  Stuttligt hevði verið at sæð okkurt av tí fólkt skirvaðu tá.

Sep 26, 2019

Møðgutúrur 3. KRACOW í PÓLLANDI. AUSCHWITZ

Møðgutúrur er ein túrur fyri møður og døtur. Vit vóru fimm við hesa ferð.
Hesin túrur var upprunaliga keyptur hjá We Travel, tá ið teir so fóru á heysin og tóku pengarnar við sær í dýpi, noyddust vit at keypa nýggjan ferðaseðil.
Vit vóru burtur frá fríggjadegi til mánadag.
Lisa, Frida, Turið, Sólrun
Leygardagin fóru vit busstúr til Auschwitz, Frida hevði bílagt túrin, annars høvdu vit ikki fingið pláss. Túrurin var 7 tímar í alt. Vit høvdu ferðaleiðara á staðnum. Har SKAL man brúka teirra ferðaleiðarar, og bólkurin skal ikki vera størri enn 30 fólk. Alt var sera væl skipað. Tey hava fangaleguna sum ferðamál, men eisini sum ein minningarstað ella kirkjugarð. Vit vóru mint á , at hetta var ein minnisstaður og summa staðni var ikki loyvt at taka myndir. Sera rørandi at vera á staðnum, sum tú hevur hoyrt so nógv um og sæð so nógvar ræðuligar myndir av.



Dupult ravmagnsgirðing.

 "Brickblock".

Nógvir, nógvir blokkar.

 Legan Auschwitz varð løgd sera sentralt í Evropa. Bygdirnar har í kring vóru tømdar fyri fólk, so at "arbeiðið" kundi fara fram ósæð.

Hjálpartól hjá brekaðum.











Vit vóru eisini í Birkenau, tað er bara fimm minuttir at koyra. Birkenau var ein nógv størri lega, og tað var bygt sum útruddingarlega við allari útgerð til at gassa og brenna. Har er tað tokskinnararnir ganga beint inn í leguna, sum ofta sæst í filmum.

Kraców er ein vakur býur. Vit sóu Mariu dómkirkjuna og fóru til Schindlersa verksmiðju, tíverrri sluppu vit ikki inn har, tí alt var uppselt. So vóru vit við ánna Vistula í sólskininum. Tað besta er at sleppa at vera saman við mínum elskaðu gentum.




Sep 19, 2019

Vit , Føroya fólk eftir Bjørk Mariu Kunoy

Fyrsti spurningur, vit settu okkum í lesibólkinum í gjár var, hví ummæli næstan altíð eru so positiv.  Vit vóru samdar um, at bara CJJ og onkuntíð Jógvan Isaksen, hevur havt atfinningarsom ummæli. Men so er tað hitt: er tað neyðugt at sápla fólk soleiðis niður, at tey aldrin taka penn í hond aftur? Eingin hevur mær vitandi ummælt bókina Vit, Føroya fólk eftir Bjørk Kunoy. Man tað vera tí, at hon er so vánalig? Og ummæli eru pr. definitión positiv?


Bókin er um grundlógararbeiði í Føroyum, um fullveldissamráðingar og um politisku støðuna í Føroyum í um aldarskiftið.
Sera nógv í bókini líkist tí, sum veruliga hevur verið í Føroyum: aftursvarið frá danskarunum er so tað sama, men tað er tað jú enn. Rossahandlar í tinginum, hald lagt á føroysk skip, marknaðarstøðan mótvegis Russlandi, flokkarnir eru teir føroysku flokkarnir, men hava onnur nøvn, t.d. Víðsjón, Ríkisflokkurin osfr.

TEKSTASLAG: Onkur í bólkinum helt, at tað var sum at lesa Dimmalætting. Teksturin er fokuseraður upp á politikkin, og søgan er heilt skúgvað til síðis. Í grundini er eingin søga, meira ein ritgerð um fullveldislandsstýrið og samráðingarnar.

MÁL: Bókin er útkomin  á egnum forlag, sum heilt eyðsæð ikki hevur lagt dent á rættlestur. Villur av ymsum slag eru gjøgnum alla bókina, bæði  fallvillur: kína seg > sær  (66), aftanfyri honum>hann (50), Kári sat við sínum> sítt skrivaraborð (172), geva honum eina> ein frammaná (47)  og misskilt orð og skeivt brúktar máliskur ella idiom: ein rópan nísti úr skrivstovuni (86)handlarnir stóðu í ljósum loga (s.105), hann hugdi fjarskotin at henni (194), hetta kemur bart á løgmann (171), fingu hald á ein av monnunum (52) og orðaflokkaklutur ábreiðslandi, ábreiðsla er navnorð ikki sagnorð.

 Onkur í bólkinum helt, at málið var frískligt, tí tað er gerandismál, tað er rætt, at nógv orð, sum vanliga verða kalla "talumál" ella danisma eru í tekstinum: rastleys, febrilsk, og onkur kundi kanska kallað málið kreativt, har ið eg sigi "skeivt". Eg haldi, at tað er ein forðing, tá ið tú lesur, at rena seg í villur og skeivt brúktar máliskur.

FORMUR:  Hvørt kapittul byrjar við einum sitati, 26 ymiskir rithøvundar eru siteraðir, mest tjóðskaparromantikarar, men eisini t.d. Eivør og Randi Ward. Onkur helt, at tað var fitt og rørandi. Onkur onnur helt, at tað bleiv ov mikið av tí góða.
Sera nógvir persónar verða førdir fram á pall, men tað fylgir akkurát sum eingin søga við, teir eru mestsum klistraðir uppá, skjótt at missa tráðin, meðan tú lesur.  Teir hvørva aftur og kunna so daga uppundan aftur seinni. Sera leys kompositión og vánaligur heildardámur. Pørini og tríkantarnir í bókini eru ikki nóg áhugaverd at bera alla søguna. Persónarnir eru ikki livandi.
Uppsetingin í kapitlar við mánaðaryvirskrift minnir eitt sindur um eina ritgerð eisini. Bókin fevnir um 3/4 ár, frá september til mai, vit fáa einki árstal at vita, og høvundurin hevur valt at káma tíðarfatanina við t.d. at seta Skálafjarðartunnilin inn.

METING
Ikki allar í bólkinum hildu, at bókin var vánalig. Onkur helt, at tað var gott, at ymisk viðkomandi tabuevni verða tikin upp, t.d. er forkvinnan í Høgra gift við eini kvinnu, og spurningurin um fosturtøku er eisini við. Annars er boðskapurin kanska at lýsa, at føroyingar saktans kunna standa saman, og bókin peikar frameftir til næstu fólkaatkvøðu.
Grundlógararbeiðið er áhugavert evni, men sum skaldsøga er bókin ikki góð, hildu tær flestu.



Sep 8, 2019

Hátún


Serstakt at uppliva fyrstu konsertina í tí nýggja musikkskúlanum í Havn! Hetta var ein konsert, sum skuldi royndarkoyra høllina. Sera ymiskt tilfar var á skránni, ein akustiskur partur og ein elektróniskur partur. Frásøgumaður var Ólavur Jacobsen. Og so gjørdu tey ljóðroyndir áðrenn hvønn part.


Tað vóru bæði kór og solistar og strúkarar og blásarar.

kvartettin Aldubáran

Johannes Andreassen, flyglið er eitt av trimum, sum er keypt til Føroya. Tvey eru í Musikkskúlanum og tað triðja í Finsen. Flyglini eru gáva frá góðum fólki.



Kamarkór og Paula, Eyð og Edith. Tey sungu ein Negro spiritual. "Didn't Jesus save Daniel". Sera hugtakandi. 

Dávur Magnussen. Dávur var heima saman við tveimum starvsbrøðrum úr Royal Scottish National Orchestra. Hann er gamal næmingur á Musikkskúlanum. Hann var sera fegin um teir góðu karmar Musikkskúlin nú hevur, sum ikki standa aftanfyri karmar í øllum heimsin londum , har hann hevur verið og spælt. Dávur Juul Magnussen arbeiðir fyri at fáa samstarv millum Scotland og Musikkskúlan.

Dánjal á Neystabø og Ziska spældu eina ljóðkollasju, men frammanundan blivu veggirnir fjaldir við teppi og luft blást í bjølgar undir loftinum at taka eftirklangin. Tað var ivaleyst av klangi eftir kortini. Sera eksperimenterandi verk "Hjartarúm" var um Frúutrøð, Skansastovu og tann nýggja skúlan. Tríggir strúkarar vóru eisini við í "Hjartarúmi". Teit báðir Neystabø og Ziska høvdu eisini eitt verk í steðginum, tað var á parkeringarplássinum og æt, "Stykki fyri tveir bilar", sera nýskapandi.


Funktion. "Another girl"

Vit fingu onga skrá, so ein part av nøvnunum havi eg gloymt, men hesir báðir royndu eisini ljóðgóðskuna við lít. Tú hevði meira brúk fyri hoyrivernd her, enn tá ið vit blivu biðin um at halda fyri oyruni, tá ið ljóðroyndir við ýlitóna vórðu gjørdar. Myndirnar eru tiknar við sumi frá sessinum har eg sat, so góðskan er hareftir. Og, ja stólarnir eru fínir, men nakrir sentimetrar afturat til beinini hevði gjørt undurverk.


Manskórið