Vit vóru í Viborg 15-19 juni, vit gistu á Danhostel, sum var fínt, men nakað langt frá sentrum. Tó var leiðin inn hagar vøkur fram við vatninum. Tað er løgið, at einki herbergi er í Viborg, eitt var afturlatið, og eitt var ikki upplatið enn, men tað verður gott, tá ið tað kemur.
Fyrsta stoppið í Viborg var Søndermarkskirkjan, har hongur hervegsteppið, eitt stórt broderað veggjateppi við motivum av hervegnum. Kirkjan er rund, altarprýðið er ein jarnskulpturur av klótuni.
Vit vóru í Viborg kunsthal, framsýningin var við Sergei Sviatchenko og Andreas Emenius.
Vit vóru á bókasavninum, Skovgaard museum, til gudstænastu í Svartbrøðrakirkjuni og til gospelkonsert í dómkirkjuni. Vit spákaðu í digterparken og sigldu ein túr við Margethu I á vatninum. Síðstu náttina gistu vit á BandB í Mogensgade. Vit sótu á eini gongubreytarcafé 15. juni, og sóu skrúðgongu.
Valdemarsdagur og stevnan Snapsetinget 2017 í Viborg.
Tað vóru ellivu kór við til konserina úr: Esbjerg,Tirstrup-Varde,Lemvig, Vildbjerg,Kolding, Klitmøller, Silkeborg (3), Ikast, Haderup. Kórleiðarin var Lydiah Wairimu.
Stórt spell, at bilar sleppa at parkera so nær við dómkirkjuna, tað oyðileggur útsýnið eitt sindur.
Joakim Skovgaard
Eitt pop up mentanarhús var í Viborg, í gomlum býráðshúsi. Har var livandi installatión, ein modell stóð við byrðu, fleiri sótu og teknaðu hana.
Kristina Thomsen var niðri við tjørnina í Viborg, har var eitt stórt tiltak fyri børn, hon var við í einari jarnaldarbygd.
Seinasta kvøldið, seinastu gestir á Pavarotti, hann var móður og vildi sleppa til hús.
Túrurin av, hvør flýgur í sína ætt: Keflavík, Vágar, Zaventem
Jul 8, 2017
Hervegurin (4)
12. juni gingu vit bara einar 14-16 kilometrar. Inga Rósa bjóðaði morgunbreyð. Henda dagin gingu vit á vegjaðaranum allan dagin, t.e. súkklurutuni á hervegnum. Vit gistu í Thorning, sum á mangan hátt var eitt tað mest spennandi staðið. Herbergið er í gomlum skúla, nógv rúm en suite.
Uttan fyri bygdarsavnið í Thorning stendur Jyden, hann sær bæði stórur og seigur út.
Altartalvan í Thorning kirkju er eftir Sven Havsten Mikkelsen.
Turið fekk jólaljós í eyguni, tá ið hon sá eina ta fyrstu týsku barnabókina á savninum., Deutsche Kinderfreund, Berlin 1858. Í hesum øki vóru nógvir týskir arbeiðarar, kolonisterne.
Á vegnum sóu vit Grathe kirke og Grathe sten, sum er til minnis um ein dyst millum danskar kongar, sum Valdemar stóri vann.
Í Thorning var Sten Steensen Blicher prestur í 7 ár, ein bringumynd av honum stendur við fornminnissavnið, Blicheregnens museum.

13. juni gistu vit í Skelhøje foramlingshus, og 14. juni høvdu vit eina stutta dagsleið, so vit gjørdu ein avstingara til Dollerup kirke, og ein til Hald ruin, eitt gamalt bispafort. Um trúbótarleitið varð bispur tikin og fongslaður í sínum egna torni. Frálíka vakurt at gnaga í Dollerup bakker og fram við Hald sø.
Longu klokkan 15.45 vóru vit við Hald hovedgård, eitt fínt herbergi við øllum tí neyðuga. Og her sóu vit fyri eina ferð skyld aðrar vallarar. Sól var henda seinnapart. so vit sótu uttanfyri og nutu tað. Hald hovedgård hevur eina framsýning i einum stórum fjósi um økið har - søguliga og geologiskt. Har er ein sokallaður natúrskúli.
Jul 6, 2017
Hervegurin 2017 (3)
9. juni gingu vit eitt sindur styttri, so vit funnu okkum annað gististað enn herbergi. Vit gistu á Bryrup camping. Sera vakur túrur fram við vøtnum gjøgnum skóg.
Tá ið vit vóru komnar til hús, kom glopraregn, so tað var fínt, at smáttan var opin innan. Um morgunin 10. juni var Inga Rósa hjá bakaranum, áðrenn hinar høvdu fingið eygu. Og so var føðingardagsmorgunmatur. Tann 10. fóru vit so fróar til gongu ímoti Them, men vit lærdu, at fyri tað um adressan er Them, so er staðið kanska heilt aðrastaðni. Í Them søgdu tey, at Møllegårdens hytter vóru í Sepstrup, vit vóru hepnar, at ein ung kona í nýggjum stórum bili vildi koyra okkum hagar . Vit høvdu eina smáttu við koyggjum, og tað serliga her var, at køkurin var ein útikøkur.
Útikøkurin í Sepstrup. Góð gisting, men vertskonan var eitt sindur snubbut, helt eg.
Tann 11. juni gingu vit aftur ein alt ov langan tein, Vit komu til Kragelund kl. 17. Herbergið er í einum fjósi, sum hevur hoyrt til ein gamlan prestagarð, stórur sovisalur, nýtt got vesi og góður køk ur, Keypsan er beint yvirav.
| Bryrup camping |

Jul 5, 2017
Hervegurin 2017 (2)
Vit gingu lant 8. juni. Tað var sera vakurt at ganga, men so haldi eg vit viltust eitt sindur, tí síðsti parturin av leiðini var á einum koyriveg. Vit gistu í einum sum kallast Hærvejens ferie. Har var ikki eitt menniskja, men gott at koma inn, stórur sovisalur, og so bar til at keypa sær mat úr eini frystiboks, tú legði bara pengarnar í ein kassa.
Jul 4, 2017
Hervegurin 2017 (1)
Hervegurin í Jyllandi er í støðum 4000 ára gamal, siga tey. Hann hevur verið brúktur til allan flutning í gomlum døgum. Hervegurin er ikki ein vegur, men upprunnaliga 3-4 vegir, sum gingu gjøgnum Jylland. Hann verður viðhvørt kallaður oksavegur ella tarvavegur, á týskum er navnið Ochsenweg. Men tað er í nýggjari tíð, at herbergi eru sett á stovn fram við vegnum til pílagrímar og annað gongufólk. Í 2005 stovnaðu tey felagið Forenede herberger, og í 2014 læt tann nýggi gonguvegurin upp við 12 herbergum.
Nú eru 7 ár síðani vit vóru okkara pílagrímsferð til Santiago de Compostella. Hesa ferð gingu vit í Jyllandi. Danmark. Eg haldi vit allar føldu, at vit vóru 7 ár eldri.
Okkara gongutúrur hesa ferð var 6. -20. juni 2017. Vit gistu á hesum støðum: Jellinge, Kollemorten, Nr. Snede, Bryrup Camping, Sepstrup, Kragelund, Thorning, Skelhøje, Hald hovedgård, og Viborg.
Vit hittust í Billund, hagar vit flugu úr Føroyum og Íslandi. Fyrst tóku vit ein bil fyri at koma á hervegin, eftir at hava spurt okkum fyri og gingið ein umveg vóru vit ávegis.
At hava okkara fyrstu gisting í kongernes Jelling var perfekt. Gistingin var í einum gomlum fjósi, og morgunin eftir vóru vit og sóu Jellingasteinarnar og kirkjuna og so var eitt nýtt savn eisini.
7. juni regnaði næstan allan dagin, stundum grov æl. Gistingin í Kollemorten var í einari smáttu við 4 koyggjum, og so var eitt hús við køki og matsali.

Jun 2, 2017
Várskeiðið 2017 liðugt
Og nú 3. juni standa tey her, seytjan teirra hava fullført skeiðið, og tað er ikki so stórt fráfall.
Vit hava lisið tekstir, terpað mállæru og verið útferðir.
I morgun fingu 25 næmingar váttan fyri hetta skeiðið í føroyskum máli og bókmentum, ein flokkur hjá mær og ein hjá Guðrun Eysturlíð. Ein so stak hugnalig løta, har næmingarnir sungu og hildu røðu. Familjan var komin at heiðra tey, og øll vóru glað. Bergunn Kass umboðaði Býráðið og hon helt eina góða røðu um integratión, sum vendi sær til okkum øll.
Jenny De Jesus Johansen, Miðvági, helt í morgun hesa røðu á endasamkomu í Tórshavnar kvøldskúla:
Føroyskt, lívsins lei∂ í Føroyum
Ta∂ er eitt sera kent or∂atak at eingin ma∂ur er ein oyggj, men uttan máli∂, er man drukna∂ur í sjónum uttan nakra oyggj yvirhøvur. Mál er eitt samkriftistól, i∂ man brúkar til skilja hvønn annan og seg sjálvan.
Sum Wittgenstein sigur, “Marki∂ á mínum máli er marki∂ av mínari ver∂”. At koma til Føroyar sum fremmandafólk, er sum at koma til eina heilt a∂ra ver∂, har man tekur sín egna tjóskaparliga samleika, sína mentan og sítt mál vi∂ sær. Vit høvdu móti∂ til at pakka okkara kuffert og fer∂ast inn í ókenda framtí∂, út um okkara landamørk og føla okkum heima vi∂ nýggjari byrjan.
Vit vistu frá byrjanini av, at mál er okkara effektiva tól til at fáa eitt lív, sum líkist tí vit høvdu í okkara heimlandi. Kvøldskúlin er sum sendur av himli, fyri at ví∂ka okkara málsligu førleikar, sum fara útum okkara øki av tungunmáli. Tað kann brúkast sum ein luppur, fyri at vísa Føroyar frá okkara perspektivi. Vit máttu læra okkum føroysku mentanina, listina, tónleikin, lógirnar, søguna og virðini. Eg minnist klárt, hvussu Bergljót umrøddi lektiónirnar á føroyskum, hon vísti okkum fleiri mátar og vegir at skilja mállæruna uppá, og vit
lósu nógvan tekst herímillum Oliver Twist. Hon lærdi okkum at minnast tøl við at spæla gekk í stovuni við hennara spennandi vinningum. So í okkara klassa eru vit sameindir litir úr nógvum tjóðum, sum samskifta í
fleiri samrøðum. Vit sóu eisini orð ígjøgnum bíløt, skemti∂ hjá Bergljót hjálpti okkum at skilja týdningin í hesum fremmanda máli. Fyri at krydda málundirvísingina, fekk hon okkum at gera ymiskt, at syngja og dansa og soleiðis betur at brúka okkara vit og skil. Hon hjálpti okkara máloyra, við eisini at fortelja tíðindi, um hvat føroyingar dáma at fáast við.
Heimaarbeiðið, sum hon gav okkum, bleiv eitt ógvuliga áhugavert kjakevni saman við okkara ektamonnum, okkara verfólki og við okkara nærumhvørvi, sum vit ráðførdu okkum við, meðan vit gjørdu uppgávurnar. At gera heimaarbeiði hjálpti okkum at byggja upp harmonisk sambond við okkara føroysku familjur . Eg minnist einaferð, eg fór til eina veitslu saman við Gege, har eg bað um hjálp frá manni hennara, og tað var so upplyftandi, at flest øll í veitsluni komu uppí kjakið.

Kvøldskúlin kavaði saman við okkum niður í føroyska samfelagið við okkara útferðum, sum vóru so spennandi. Tann fyrsta útferðin var til Løgtingið, sum søguliga kann førast aftur til stutt eftir norska landnámið í Føroyum um ár 800. Vit vóru takksom fyri Johnhard Klettheyggj frá Løgtingsskrivstovuni sum greiddi okkum frá, hvussu ernir føroyingar eru, um longu søguna hjá Løgtinginum. Hann greiddi eisini frá, hvussu løgtingið virkar, og hvussu limirnir verða valdir.
Í Mentan og List vísti skúlin okkum kendar standmyndir og málningar av føroyingum sum Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir og nógv onnur. Men tað, sum vit dámdu einamest, var Bládýpið, har vit sóu okkum sjálvi frá øllum síðum gjøgnum frálíku glaslistina.

Føroyar eru kendar fyri fiskiskap, so lærarin fór við okkum
til sjósavnið í Tórshavn, har vit sóu ymiskar sjóskapningar og lærdi okkum
Kvøldskúlin er sjálvandi tætt knýttur at Fróðskaparsetri, og vit vór∂u introduseraði til tey ymsu skeiðini, sum tað bjóðar fram. Vit fingu eisini høvi at vitja høvuðsbókasavnið í Tórshavn, har vit vóru so hepnar, at koma at kenna ein av navnfromu høvundundunum í landinum, Willian Heinesen. Vit vóru so fegin fyri at møta dekaninum í Máli og Bókmentum, Turið Sigurðardóttir. Hon tók gestablíð ímóti okkum og vísti okkum ymsar kendar bøkur, skrivaðar á føroyskum, donskum og enskum, sum verða lisnar í Føroyum í dag.
Vit hava bara takkarorð til skúlan, sum gav okkum atongd til føroyska hugsan, høvundaverk, tónleik, politikk, tíðindi, undirvísing og nógv annað. Hann bókstaviliga og myndaliga gjørdi okkum fremmandu til limir í hesum landi.
Vit komu higar við einum guddómligum endamáli at vit vildu taka undir við og verða partur av at ríka landið í øllum lutum. Við tí tit hava givið okkum málsliga, vóna vit, at verða gevandi limir av Føroya landi. Vit vita, at tað er torført at fara frá okkara móðurlandi, men grundin til, at vit eru her, er verd at liva fyri, og vit kunnu syngja, sum Jasmin prinsesan í Disney filminum Aladdin, "Ein heilt nýggjur heimur, tað er her vit vilja vera, eitt undurfult stað fyri teg og meg!”
TAKK FYRI OG MÁ GUD SIGNA OKKUM ØLL.
Subscribe to:
Comments (Atom)