Nov 15, 2013

“Alt fer til Danmarkar fyrst”

untitled

Yvirskriftin er eitt sitat. Eg var á posthúsinum í gjár við einum brævi til Íslands, hugsaði, at tað var gott eg fór hósdag, tí at flogfarið fer til Íslands fríggjadag. So eg sigi við hana, fer tað so avstað í morgin? Hon svarar, also alt fer til Danmarkar fyrst. Haaa, sigi eg, hví? Eg veit ikki, sigur hon og hyggur yvir á grannan har við skivuna. Tað er líka skjótt, sigur hin, snubbut. Hví so snubbut? Kanska er hon móð, kanska fáa tær henda spurningin í heilum, kanska tvær ferðir áðrenn hvønn íslandsflúgvara? Tí Atlantsflog flýgur faktiskt til Íslands tvær ferðir um vikuna enn. Men tað er løgið, at tað skal vera skjótari at fara til Reykjavíkar um Keypmannahavn, men tað má vera eg, sum einki skilji. Men at flúgva við brævinum tveir tímar í landsuður og so aftur fleiri tímar norðureftir?

Margháttligt. Kanska eru so fá brøv til Íslands, at tað lønar seg ikki at lata tey í ein posa og føra tey vestur á flogvøllin sjálvi, einsamøll bara tvey brøv í einum stórum posa; so heldur stappa tey saman við øllum hinum glaðu brøvunum ein túr til Danmarkar fyrst? Okkurt við útbering? Ella er posthúsið á Óðinshædd at líkna við posthúsið á Sandi ella land(ikki piss, men bygdar)postboðið í Dali? Og tað ordiliga posthúsið er í Kph? Tað er kanska ikki lov at flyta post beinleiðis úr Føroyum til annað land?

Tað er nokk ikki, tí at tað er ikki pláss í íslandsflúgvaranum. Margháttligt

Nov 14, 2013

Skýming á Sunda bókasavni

Sunda bókasavn helt norðurlendsku bókasavnsvikuna við at bjóða til skýmingarløtu á bókasavninum. Á skránni var lesiringar og upplestur. Sólrun Michelsen las úr síni nýggju bók., og eg segði hetta, um mínar royndir við lesiringum:

Mín gamli (frá 2004) bókaklubbur eitur Bókastev....vit hava gott stev, tað merkir ikki, at vit altíð sklula vera samdar..men stevið er samrøðan, at allar taka orðið, at allar fáa sagt tað, tær ætla. Navnið er inspirerað av, at lesibólkurin er ein kvistur av einum dansifelag. Eg eri lærari í føroyskum og enskum, í báðum lærugreinum lesa vit skaldskap og greina og tulka og royna at skilja og gerast klókari. Tað var nokk tí, at eg var so heppin at verða biðin koma í henda bólk, tær hugsaðu, at eg skuldi vera leiðbeinari onkusvegna. Tað hevur nú verið hvørki so við leiðbeining, vit hava ein sera flatan leiðslustruktur, ongin formaður er, og ikki karakterir og protokoll. Vit hittast eina ferð um mánaðin og eta nátturða og práta uppá skift heima hjá hvørji aðrari. So bindiklubbalíkskapur er.
Hin bókaklubburin er á Býarbókasavninum, har havi eg bert verið einaferð. BBS hevur gjørt fleiri lesiringar (t.d. klassikarar, krimi, William Heinesen, tann góða bókin, norðurlendskar bøkur). Vit hittast eisini einaferð um mánaðin. Ein bókavørður av BBS er við í bólkinum, og hann læt okkkum nøkur góð ráð, hvussu bókafundirnir kundu vera...vit skula hava orðastýrara, vit skula hyggja at tema, persónslýsingum, bera saman við onnur verk osfr. 

Hvør er í bókaklubbum?

-          Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at tað eru flest konufólk í hesum lesiringum. Konufólk hevur frammanundan traditión fyri bindiklubbum, so tað er so líkatil.

-          Harafturat er meðalaldurin rættiliga høgur, hugsi eg. Tað er nokk so, at tá ið tú kemur upp í árini, so fært tú betri stundir at íðka egin áhugamál.

-          Í bókastevi kendust vit frá dansifelagnum (ikki allar tó), í hinum bókaklubbinum hjá mær, sum nú er farin í pausu, er ein ávísur fakbólkur sterkt umboðaður, tær kendust vist úr arbeiðinum. Tað serliga við BBS bólkinum er so, at har kennir tú ikki fólkini frammanundan (ofta gert tú tað kortini)

Hvussu velja vit bøkurnar?

-          Vit avgera frá ferð til ferð, hvat vit lesa, tó hava vit onkuntíð havt fleiri bøkur á skránni. Summar eru raskar at fylgja við, hvat kemur út, ella hvat fólk tosar um. Vit lósu t.d. Kim Leine (í des 12), eitt ár áðrenn hann fekk prísin!

-          Onkuntíð hevur ein í bólkinum lisið eina góða bók og fær so hinar at lesa hana eisini.

Hvat lesa vit?

-           Í Bókastevi hava vit lisið allarmest føroyskt, tá ið vit byrjaðu var ætlanin júst at lesa føroyskar bøkur. So í eini 6-7 ár lósu vit bara føroyskt, síðani hava vit lisið nógvar norðurlendskar bøkur og einstakar aðrar (Tolstoj, Oksanen, Amy Tan). Vit hava eisini sæð sjónleikir saman.

-          Í BBS ringinum hava vit jú ein bókavørð J, so eg hugsi at hann hevur fingurin á pulsinum, hava lisið ein úr Irak og nú lesa vit ein úr Etiopia...so fyri mitt viðkomandi koplementera báðir klubbarnir hvønn annan á perfektan hátt.

Hvussu ganga ‘fundirnir’ fyri seg?

-          Vit hittast eina ferð um mánaðin heima upp á skift, plaga at vera frá 6 til 9-10, so fáa vit nátturða og práta. Stundum er ein, sum frammanundan hevur lovað at leggja fram fyrst. Vit hyggja at bygging, persónslýsing, tema og myndamáli. Onkur er, sum hevur skrivað sær okkurt niður, sum hon ikki skilti, onkur hevur valt eitt gott sitat at luta við hinar. Onkur hevur funnið og tulkað myndamál.

-          Nú havi eg bara eina ferð verið á BBS, vit høvdu orðstýrara og byrjaðu við eini ‘rundu’. Síðani kom hvør við tí, sum hann ella hon helt vera áhugavert.

-          Óneyðugt er at siga, at um fundirnir skula eydnast, má fólkið hava lisið (uppá), akkurát sum í skúlanum. J

-          Munurin á tí ‘privata’ og á hinum meiri almenna er júst tað, privat prát sleppur eisini upp í part, tá ið tú situr heima hjá fólki...ivaleyst er tað bæði ein fyrimunur og ein vansi, ofta mega vit taka í nakkan á okkum sjálvum til at fáa bókina á breddan aftur. Men tað at lesa eina bók og uppliva eina bók kann eisini vera ein sera persónlig uppliving, bókin kann raka okkurt júst í tínum lívi , og tá kann eitt intimt forum hóska væl.-           

Hvat fær mann burturúr?

-          Ja, tú fært í lag at lesa bøkur. Hvussu ofta leggja vit ikki eina bók á náttborðið ella eina hill og ÆTLA okkum at lesa hana? Um tú nú skal lesa hana til ein ávísan dag, so fært tú tað gjørt...

-          Tú fært meiri burtur úr bókunum, tá ið tú hoyrir, hvat onnur hava fingið burturúr. Tú kanst eisini lesa ummæli ella lurta eftir ‘In mente’ . Vit gera ofta bæði og so kjakast vit eisini um ummæli. Og so skriva vit eisini ummæli, tey koma so á bloggin , viðhvørt langar, viðhvørt stuttar umrøður.

-          Persónliga havi eg fingið nógv burturúr at lesa saman við vaksnum fólki, nógvar av bókunum havi eg lisið saman við næmingum gjøgnum árini, og tað er ikki tað sama. Bæði vera tulkingarnar meiri fjølbroyttar og konteksturin ella referensuramman er ein heilt onnur. At lesa Gráglómur saman við sjúkrasystur ella lærara, sum hevur við børn at gera, ella Í havsins hjarta  saman við einum persóni, sum plagdi at vitja hoydalsfamiljuna uppi á Hálsi..tað er ikki tað sama.

-          BBS – viðvíkjandi fremmandum bókm. er tað mest upplagda svarið, at tú fært víðkað tín sjónarring,  fært eitt nýtt perspektiv á slíkt tú hoyrir í tíðindunum.

Endi. At lesa bøkur er at kunna seg við onnur menniskju ónd og góð, at kunna seg við menniskjaligar relatiónir og viðurskifti í samfelagnum/heiminum.

Nov 13, 2013

Hvør er handa Lisensia?

Meinar tú Licentia Poetica? Hon er yrkjarans loyvi, skaldsins undantaksloyvi. Poetic License ella Artistic License er, at listafólk kunna loyva sær at bróta veruleikans reglur, mállærureglur, setningsbygging ella annað.

graekaris_grashovd

Barnasangir eru ein gott amboð til at læra børn mál, um tú syngur sangin og trallar og dansar hann, so festast orðini betur, og nógvar sangir duga børnini uttanat, um so málburðurin er góður í sanginum, so hevur tú fingið tvær flugur ella fleiri.

Summir sangir eru illa rættlisnir, summir nýta Lisensiu við vilja, aðrir av óvart. Ein vending sum “slaturin gongur, hann tímir ikki longur” í sanginum “Kenna tit Rasmus” hevur gjørt, at orðið slatur hevur skift kyn, so gott sum. Vit hava sungið hatta so ofta, at tað er torført at góðtaka, at slatur er eitt hvørkikynsorð, eg sigi ikki at tað er ein vanlukka, sangurin er góður og setur futt í mang ball.

Í tí frálíka sanginum “Grækaris Grashøvd” verður sungin henda vending “hann hugsaði hansara heila til mold”, men teir meina “sín heila”, villan er úr enskum, sum ofta nýtir ognarfornavn, tá ið vit nýta afturbent fornavn ‘sín’ –> ‘he turned his brain into mud’. Í sama sangi verður sungið “á høvdinum hjá Grækaris Grashøvd”, hetta eigur at vera á høvdinum á GG’. Á føroyskum nýta vit ofta fyrisetingina á, tá ið talan er um likamslutir, armurin á mær, hondin á mær, høvdið á mær, tungan í mær, eyguni í mær, oyruni á mær osfr.

Nov 8, 2013

Tausen farin

Soleiðis kallaðu vit Svenning Tausen í realskúlanum í Hoydølum í 60unum, nógvir lærarar vórðu kallaðir eftirnavn og summir bæði – aldrin bara fornavn. Hann hevur verið ungur tá, bara 28 ár. Hann var eisini eitt sindur smæðin, royndi at halda i oyrini á okkum, men var samstundis láturmildur, so at ofta endaði tað við, at hann smíltist í staðin fyri at harta.

Vit høvdu hann í rokning, og roknibókin var sjálvandi á donskum, og í henni vóru “setningar” ella reglur at læra seg uttanat (sum t.d. faktorernes orden er ligegyldig), hesar setningar týddi Tausen til føroyskt og ornaði okkum at skriva niður og læra okkum á føroyskum. Vit lærdu sostatt líka nógv føroyskt sum rokning hjá honum.

Eg seti her tvær myndir, sum Birgir Kruse hevur tikið av Tausen:

1388680_10151980382797270_457440686_n1459025_10151980382022270_1936110246_n

Eg minnist so væl, tá ið Tausen bleiv forelskaður, hann át altíð døgurða í kantinuni á kostdeildini, og har var Amy. So spurdu vit, um døgurðin smakkaði væl…hm, hm, og so søgdu vit, at tað sást á búkinum, at hann var væl við  kokkin, vit argaðu hann, og hann rodnaði, men tað var alt í blíðum.

Prestur talaði um ‘orðið’ í dag í kirkjuni, og valla kundi betri passaga verið funnin til Tausen. Hann var góður við føroyskt og var altíð við tí góða orðinum. Amy og Tausen arbeiddu bæði við týðing og bókaútgávu, og í dag hoyrdu vit í kirkjuni ein sang, sum Amy hevur yrkt til mannin – sera rørandi kærleiksváttan.

tausen

Í dag var gott veður at fylgja líkið, og ein stór mannfjøld fylgdi Tausen til gravar.

Nov 6, 2013

Tann fimti maðurin eftir Jógvan Isaksen

Eg havi als ikki lisið allar bøkurnar hjá Jógvani, men nakrar. Minnist tá ið tann fyrsta kom út, hvussu forkunnugt tað var. Eg haldi ikki, at hendan er góð. Alt fylgir somu uppskrift, at Hannes er skiftur út við William Hammer ger ikki stóran mun. Aftur er gátan fjald í krígsárunum, og aftur er tað ein reiðari, sum er brotsmaður. William hevur eins og Hannes ósemjur við løgregluna, men eisini vinir har. Persónslýsingarnar eru ónuanseraðar, serbiski vágbingurin og tann framliga Gunnleyg, sum skeldast alla tíðina. Og hasi bæði morðini, Alvilda og Fløskan, verður eingin saksøktur fyri tey ? William lovar tí doyggjandi Grækarisi við Lund, at einki skal koma út….hann kann ikki gera við tað, at pápin var nazistur, okey, men hann hevur dripið tvey fólk…. Ná alt verður uppklárað.

untitled

 

Rættiliga løgið og ósannførandi, at politimeistarin fer í song við William Hammer, fyrsta hon sær hann.  Serdeilis ósannførandi.

Tað tykist, sum høvundurin kanska hevur verið so leingi burtur nú, at hann er farin eitt sindur av málinum, orðingar sum ‘hann lá á song’ (218), ‘hann legði eyguni aftur’ (192) og ‘ikki hissini løgið’ (204) ljóða ikki sum vanligt føroyskt.

Men rætt skal vera rætt, eg tosaði við ein ungan mann, sum sá, at eg sat og las hesa bókina, og hann segði, at hann hevði lisið hana, og hon var virkuliga góð, so….

Nov 4, 2013

APROPOS mállæra

På dansk dannes genitiv ved at endelsen –s føjes til substantivets grundform: Peters bil.

New York 316Engelsk: A bottle of beer. På dansk står de to substantiver oftest lige efter hinanden uden præposition: en flaske øl.

Hesar omanfyri nevndu leiðbeiningar standa í mállæruni, sum summir flokkar í miðnámsskúla nýta. Bókin eitur misvísandi The Grammmar, tí tað ljóðar, sum hon er ensk, men hon er donsk. Sum tað sæst av dømunum er bókin undirvísing í donskum, samstundis sum  hon lærir teg enskt. Sjálvandi tí hon er ætlað donskum ungdómi.

Sum kunnugt siga vit á føroyskum ein fløska av øli ella ein ølfløska, so tað er at leita eftir trupulleikum at terpa júst hetta, meðan annað, sum á føroyskum líkist frá, kanska als ikki verður nevnt.

Tí er tað fínt, at mállæran Lær tegt enskt er at fáa í bókhandlum og at Klípið, sum er mállæruvenjingar, sum hóska til hennara, er útafturkomið.

Nov 2, 2013

Bókatíðindi

Hebridurnar 036

Klípið, mállæruvenjingar til miðnámsskúla (framhaldsdeild), er uppafturprentað. Eg hugsaði tað hevði verið stuttligt at gjørt eina samvirkna teldubók, men tað er ikki komið á skrá enn, men nú er so óneyðugt at kopiera Klípið, tí tað er at fáa aftur Smiley Myndin omanfyri er morgunmatur á Benbecula í Ytru Hebridunum í B and B hjá Annie Maclean og tann næsta er staðarnavn á gæliskum.

Hebridurnar 041

Og myndirnar niðanfyri eru tiknar í Ellis Island Immigration Museum, New York.

New York 254

New York 252