
Feb 8, 2012
Feb 7, 2012
Ein ótrúlig søga
Eg gekk túr, gekk í mínum egnu tonkum. So kom eg á eitt pláss við so ótrúliga vøkrum útsýni, tað var tætt við Havnina, á hoyvíkarleiðini. Eg var í einum túni, nú kemur ein maður til mín og býður mær inn. Tað er ein ungur myrkhærdur maður, ókliptur, nokso tjúkkur. Jú eg vil gjarna hava eitt glas av vatni. Inni er øgiliga óruddiligt, eg spyrji, um hann selur antikvitetir, ja sigur hann, men skjótt varnist eg, at alt húsið er soleiðis – sum ein antikvitetshandil. Ná, vit seta okkum í eina antikka sofu. So við og við fái eg eina kenslu av, at hesin maðurin er ikki heilt sum hann skal, hann tosar svart, og hann leggur ann uppá meg, sjálvt um eg kundi verið omma hansara, hann sigur mær, at hann er 22 ár. Nú hoyri eg eina barnarødd og vendi mær við, har er ein smágenta eini 6 ár, hon er kløn og kritahvít, eg vendi mær ímóti manninum á sofuni, men hann er ikki har. Tá ið eg síggi hina bleiku smágentuna veit eg, at hetta er ein afturgonga. Eg havi ikki verið so sperd í lívinum, reisi meg upp og skal fara. Á veg út møti eg gentuni aftur, tað er sama genta, men nú er hon eini 14 ár. Nú er maðurin aftur har og vil forða mær at fara, eg eri nú sannførd um, at tað er hann sum hevur dripið hesa gentuna, sum gongur aftur. Eg sigi honum, at eg má fara, hann rættir hondina út: 100 krónur sigur hann, eg fari í lumman eftir 100 krónum, tí eg vil bara burtur. So sigur hann “eisini urið”…..tá vaknaði eg.
Feb 6, 2012
Nýggir næmingar krevja nýggjar lærarar
Zapparagenatión, curling børn – tey hava mong nøvn. Tey hava eisini foreldur, foreldrini eru fødd uml. 1968, vaksin upp við, at alt skal bera til, og tú kanst fáa stuðul til alt, eisini til góðan karakter og góða útbúgving. So far so good, men tað er tá ið tú skalt hava alt hetta og IKKI gera nakað arbeiði sjálv, og tá ið tú skalt hava sama rætt og vald og annað sum lærarin, tað er tá ketan slitnar. Lærarin eitur lærari, tí at hon skal LÆRA næmingarnar, ikki vera teirra javnlíki. Vit hava sæð og síggja hvønn dag dømi um, at næmingar hava so stórt sjálvsálit og slíka turkatrúgv upp á seg sjálv og síni foreldur, at lærarin verður óneyðugur - við kærum og klagum (sum ofta fáa viðhald) seta tey sínar egnu reglur. Virðing og disiplin eru tveir býir í Russlandi, har eingin býr. Bæði millum foreldur og næmingar. Sjálvandi skal eitt lærarafólk arbeið so, at tað hevur virðing uppiborna.
Feb 5, 2012
Verkfalsfundur
Pedagogfelagið hevur gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, við plakatum og faldarum og eini góðari fundarskrá. Eg hoyrdi ikki alt, men eg hoyrdi forkvinnuna, hon helt eina greiða røðu, sum greiddi frá málinum. Næsti maður á pallin var Johan í Kollafirði. Tað undraði meg, at hann brúkti næstan alla talutíðina til at seta kílar ímillum pedagogar og lærarar, eg haldi ikki tað er so snilt at finna sær mótstøðumenn millum aðrar pedagogar, tá ið mótstøðan í fíggjarmálaráðnum er kjarnin í málinum. Johan sang eisini tveir sangir. Onnur vóru eisini á pallinum, m.a. Rigmor Dam, sum sló á nakrar feministiskar streingir. Krúllan, sum manglar í sáttmálanum er vorðið eitt sýmbol, sum tað sæst á myndini. Lisa í Dali sang eisini tveir sangir.
Rættiliga nógv fólk var á Vaglinum, fleiri fakfelagsleiðarar, Heðin Mortensen og aðrir býráðslimir vóru eisini at síggja.
Feb 4, 2012
Jóhannes mammubeiggi
Stjórnin á háskúlanum hevur tikið eitt tak. Tey skipa fyri fyrilestrakvøldum um undangongumenn. Tann fyrsti var um Jóhannes av Skarði. Trý fólk hildu ein stuttan fyrilestur um ymsar tættir í Jóhannesar virki, Johan H. W. Poulsen, Jógvan Ravnsfjall og Turið Sigurðardóttir: málmannin, granskaran og týðaran. Góður máti at gera tað uppá, so gott hjá áhoyraranum at lurta eftir ymsum helsur enn eftir einum longum. Fitt av fólki var samankomið, eisini hóast Norrøna felagið hevði eitt tiltak í NLH sama kvøld.
Eitt kvøld verður aftur hildið 27. feb., tá verður høvuðspersónurin Jóannes Rasmussen (Mús) og triðja kvøldið verður 19. mars, tá heldur Hans Holm fyrilestur um ANC, felagsskapin hjá Nelson Mandela í Suðurafrika.
Feb 2, 2012
Frostlist og installatión á Suðuroyarveg
Hugtakandi listaverk, sum kuldakongurin hevur gjørt í nátt. Íslagið var so eiturtunt, at skavarin fekk ikki fatur. Tað er sum stór bløð ella trøllakampar.
Hetta listaverkið er meiri jarðbundið, flott og funktionelt.
Feb 1, 2012
Vognur–bilur. Vøkur ervasjón.
Rossavognur ella hestavognur, dukkuvognur og viðfestisvognur. Men prsónbilur, lastbilur, sjúkrabilur. Og, ja eg veit, hýruvognur. Kortini helt eg hetta skeltið vera løgið vesturi á flogvøllinum, ljóðar sum ein vognur við ongum motori, kanska til at draga.
Sum tað var vakurt at síggja oyggjarnar “rætt sum systrar, ja allar lið um lið” norðureftir, sá heilt norður til Fugloyar.
