Hon er 82 ár, fyllir 83 í apríl. Hvør skuldi trúð tí? Hon var í kvøldskúlanum og helt fyrilestur og vísti fram bæði tógv og liðug avrik, virkað úr ull og tógvi. Bæði broddi og samfingnum. Sumt so sterkt sum seglgarn . Seyðbond skuldu ikki vera úr svørtum, søgdu tey gomlu, um tú hevði bara svart, so noyddist tú í minsta lagi at hava nakað av hvítum í – tað hevði at gera við tey fornesku. So livandi og áhugað í evninum við sama lag eftir øll hesi ár. Nógvar søgur frá túrum kring landið og í øðrum londum. Tað hvíta turriklæðið á myndini er ikki bundið men knýtt.
Feb 15, 2011
Feb 14, 2011
Føroysktlærarar – 1845…2011
Í gjárkvøldið kom boð um, at rektararnir skula taka støðu til, hvussu danskt skal skipast í miðnámsskúlanum. Rektararnir???? Fyri at sleppa frá tí kjaki og kegli, sum annars er í øllum hesum máli? Ná, okkara rektari hevur verið so frægur, at hann hevur biðið faklærararnar um ráð. Eina ferð um árið hittast føroysktlærarar á miðnámsskúlum á fundi. Tað er lærugreinaráðgevin, í løtuni Sólvá Jónsdóttir, sum skipar fyri. Vit hittust í morgun í arbeiðarafelagshúsunum í Tjarnardeild. Kunning um námsætlanir og próvtalsstiga osfr. Vár í Ólavsstovu legði í stuttum fyrilestri fram nakrar niðurstøður úr síni Phd ritgerð. Nógvar avbjóðingar á mongum mótum, fáar loysnir. Langir ynskilistar og ongin at taka ímóti listanum. Fyrr var føroyskt hjálparfak hjá donskum, nú verður danskt hjálparfak hjá føroyskum, mangt umbroytist á mansins ævi.
Feb 11, 2011
Uppi hjá Onnu Mariu í gjárkvøldið
Bindiklubburin hevur verið rættiliga linligur í vetur, so tað var fínt, at Anna Maria trummaði okkum saman. Anna Maria segði okkum frá sínum túri saman við familjuni í Egyptalandi í jólaferiuni. Deiligt at fáa dagført sínar familjuupplýsingar, eg visti ikki, at Tóki er farin til skips.
Feb 9, 2011
Camino í Heilafelagnum
Cafékvøld í Heilafelagnum, har er altíð deiligt at koma. Stuttligt at síggja øll. Og herligt at uppliva Camino aftur, fór ordiliga at leingjat út á vegin aftur, á fjallagøtuna, tíðliga um morgunin, áðrenn sólin kemur upp, morgunroðin heilsar tær. Ryggsekkurin fast at bakinum, lotið móti andlitinum; beinini finna stevið, ikki drekka morgunkaffi beinanveg, ganga fyrst ein tímas tíð, so mikið betur smakkar, tá ið tú fært pausu. Hevði viljað havt tey øll við, tey í Heilafelagnum at upplivað túrin; ikki tí, tey ferðast sjálv í heilum, hesar myndirnar eru frá teirra seinastu uttanlandsferð, tey vóru í Suðurjyllandi. Eg havi myndirnar av Facebookprofilinum hjá Heilafelagnum.
Feb 7, 2011
Vikuskifti á vetri
Fríggjakvøldið var eg niðri hjá Mads og Anne Lisu til cubanskt inspirerað kvøld. Super hugnaligt, deiligt at síggja fólk einaferð aftur. Leygardag fyrrapart fóru vit til Gjáar, vit tríggjar. Vit koyrdu um Eiði, tí vit vildu kann, hvussu har var at koyra, um vit nú skuldu fara tann vegin leygarkvøldið, tá ið vit skuldu í dans á Eiði. Tað var nokso ringt sýni í ælunum, men annars var ok , væl grivið. Turið gjørdi lekran døgurða, Asfinn hugdi inn. Vit fóru út at vála og vóru í trimum húsum, tveimum ólidnum og so inni hjá Hans Edvardi og Marin Elisabeth og gratuleraðu tey. Sera spennandi verkætlan hjá Klæmint á neystaloftinum og hjá Dan inni í bønum. Um kvøldið fóru so vit til Eiðis sum gestir hjá dansifelagnum á Látrinum. Stak góður dansur og gott lag. Vit koyrdu til Gjáar aftur eftir eiðisvegnum. Hittu fólk, eitt nú Elsu, sum var í Funningi nú nakrar dagar. Deiligt veður at koyra suður í dag. Vit fóru beina leið út til Lív sum bjóðaði døgurða, so matliga sæð hevur tað verið eitt fínt vikuskifti. Á ja, eg gloymdi at siga, at vit fingu smurt breyð á Eiði….ótrúliga væl smakkandi turt kjøt.
Feb 3, 2011
Hav tú ein góðan guddøøø !
Hatta løgna orðið í yvirskriftini er eitt avbrigdi av gudsdoy, og máliskan er okkurt, eg hoyrdi ofta fyrr, sum eina milda illbøn. Men hetta rennur mær altíð í huga, tá ið onkur sigur við meg “hav ein góðan dag”, eg fái hug at siga, hav sjálv ein góðan guddøø. Í dag fór eg inn í ein handil, og krambakvinnan heilsaði mær við “vælkomin”, hon segði vælkomin og ikki góðan dag! Løgið, tá ið eg fór avstað, segði hon so “hav ein góðan dag” ella “framhaldandi góðan dag”, ikki farvæl. Far væl er jú júst tað sama sum hatta umsetta klombrið. At fara væl er at hava tað gott, hava eydnu við tí tú gert og ikki enda í onkrum óhappi, also: at hava ein góðan dag. Nei, góðan dag og farvæl eru so gamalslig orð, lat okkum fáa okkurt nýtt umsett…..
Feb 2, 2011
Turið bloggar, leinki er her á síðuni


Havi sitið og lisið bloggin hjá Turið hjá Marnu. Hon dugir væl at skriva, stuttligt og frískt. Hon og drongurin hava verið Rom, so tað er ein ferðafrásøgn við myndum. Ein dagin var eg ein túr eftir gøtuni niðan fyri Handilsskúlan, tað var óluksáligt, sum har lá nógv rusk. Hvussu man tann gøtan fara at síggja út, eftir at miðnámsskúli er bygdur har. Tá verða túsund ungfólk at ganga har og mala.