Feb 23, 2026

Sorgin er eldri enn eg

 UPPHAV

Gunnvá er ættað úr Hesti, báðar ommurnar eru í leikinum, omman í Nýlendi og omman í Kova, t.e. báðar ommurnar hjá smágentuni Óluvu, sum vit hitta beinanvegin.

Óluva - omma Gunnvá - var 8 ár, tá ið vanlukkan var í Hesti í 1919, og hon misti pápam.

Óluva er í miðdepli í leikinum UPPHAV, sum leikbólkurin Tvazz v/ Gunnvá Zachariassen og Maritu Dalsgaard spældu í Hesti fríggjakvøldið 20.02 2026.

Leikurin er skiftivís frásøgn byggjandi á m.a. Hestsøgu og skiftivís dramtiserting av gerandisdegnum í Hesti. Áðrenn hendingina, tá ið pápin og Óluva fara tíðliga upp at hyggja út á hav, og eftir hendingina, tá ið mamma Óluvu arbeiðir so ómenniskjaliga hart, hon hevur tvey børn og sera lítið at liva av.


Tað er hugtakandi so væl Gunnvá fær manað sorgarleikin fram við so fáum hjálparmiðlum. Pallurin er sera einfaldur. Og sera hvítur. Ein so einfaldur pallur gevur leikara frælsi til at evna leikin, men samstundis alla ábyrgd av honum. Ein floti av pappírsbátum, hvít løk og tveir krakkar. Ljós og fotomyndir. Vit síggja mynd av 18 skúlabørnum. Gunnvá gav sær góðar stundir at vísa okkum myndina.  Av hesum átjan børnunum gjørdust trettan teirra faðirleys henda dagin í 1919. Teirra millum Óluva. 
Tað er eitt eyðkenni við Gunnváarleiki, at hon tosar seint og týðiliga.Og so dugir hon so sera væl at "gera røddir" . Tú ivast ongantíð í, hvør ið tosar: ein omma, menninir á støðni ella smágentan. 

Tá ið Óluva og systir hennara vaksa til, arbeiða tær eisini, arbeiða altíð. Fólk hjálpa einkjuni, men hon fer ofta svong í song. Krakkurin er leypurin, hon fer eftir torvi, hon fer niðaná, hon fer til fjals, mamman er í haganum - eftir torvi. tann sorgarfulli metaforikkurin stendur hárhvassur. 
Tveir bátar við 11 monnum gingu burtur. Eitt fýramannafar og eitt seksmannafar.  Á pallinum er eitt ílat við vatni, har á botninum liggja bátarnir og menninir, men eru kortini í góðum hondum.
--------------------------------------------------------------------------------------------


Kaldi dagurin í Hesti
Sjónleikarhúsið var fiskahúsið niðri á bryggjuni í Hesti, vit vóru ávarað um, at har var kalt. Túrurin av Gomlu rætt tekur fáar minuttir. Serstakliga hugnaligt var at síggja ein hóp av fyrrverandi starvsfeløgum við á ferðini. Eftir leikin fór eg at vitja Ansgar.








Feb 13, 2026

Møðgutúrur - Wien jan. 2026

 Tá ið eg fylti 75, fekk eg eina so frálíka gávu frá døtrunum - eina ferð við uppihaldi. Tað gjørdist ein møggutúrur til Wien, mínar døtur og teirra døtur.

kalt í Wien

Tað var spennandi at síggja Wien, keisaabýin. Hann var eisini keisaraflottur, stórir hvítir, dekoreraðir  bygningar og so sera breiðir vegir.  Vit búðu á Grand Ferdinand, sum er sera sentralt. Vit gingu til summi pláss, vit vildu vitja, og annars er bæði sporvognur og s-tok lætt atkomilig. 


í jólakjóla













Tað  er herligt soleiðis at vera saman við øllum mínum gentum, meðan tær taka sær eina fríløtu. Frida S. hevði keypt bilettir til eina konsert, tað var Vivaldi í Karlskirkjuni, ein sera góð løta. 



Vit vóru í trimum listasøvnum: Belvedere, Kunsthistorischer Museum og Albertina Museum. 

Belvedere er eitt slott, sum hevur verið listasavn líka síðani 1776. Har sóu vit fyrst og fremst Klimt, men eisini nógv annað.













Listasøguliga savnið er bygt til listasavn, men tað er sera ólíkt okkara streymlinjaða, hvíta listasavnið. Loft og trappurúm - alt er prýtt við málaðum verkum. Húsið var næstan flottari enn listin. Serstakliga caféin, har ið fólk stóðu í longum bíðirað at sleppa inn.





Albertina museum hevði eina sýning við Marinu Abramovic. Ein sera sjáldsom og ræðandi listakona. Hon brúkar sín egna kropp sum tilfar og útsøgn. Listasavnið var forboðið undir 16 ár, og tað skilji eg væl, nógv av verkunum vóru rættiliga óhugnalig.
















Men tær yngstu í ferðalagnum vórðu ikki heilt snýttar, tær skreiddu á skoytum í eini flottari íspark, breytin var skrýdd við ljósum, og tær eldru kundu sita á café og bíða - perfekt.













An der schønen blauen Donau

Turið helt, at vit kundu ikki fara úr Wien uttan at hava sæð Donau, so vit fóru við toki og sóu síðani ta vøkru Donau. Avgjørt eitt á listanum til næsta wienartúr, sum helst skal ver í lýggjari veðri. Tað var bítandi kalt hesar dagarnar.

Á heimvegnum fingu vit tíð at heilsa uppá Marius og familjuna.