Mar 8, 2022

Tað er einaferð um árið....

Í dag er 8. mars, so tað er sera hóskandi at seta eina frágreiðing um eitt stuttligt kvinnukvøld. 

Bowling er ikki ordiliga eg. Kortini bowli eg eina ferð um árið. Vit eru 24 konur, sum bowla á teimum seks bowlibreytunum á Hálsi. Aftaná eta vit døgurða saman í eini lítlari hugnaligari stovu í Havn. Hvørt ár er ein vinnari - hon er so ársins keyla. 

Í ár var gott veður, so vit spákaðu av Hálsi oman í býin. Tað er tíðliga á kvøldi, um hálvgun átta, so fólk halda tað vera løgið, at konurnar eru so mælskar. Men gott lag á øllum. Onkrar máttu seta upp á vegnum at læna vesi, men allar komu fram til endan.

Móttøkan var góð, og maturin var heilt framúr. Huglagið láturmilt og harðmælt. 




Kappingarleiðarin fekk orðið, og sum vant var tað tær við sálrfrøðiligum innliti, sum vóru á odda. Hugsi tær hava okkurt serligt sálarvápn, sum ger tær førar fyri at medda og kasta beint í mál. Kappingarleiðarin hevði gjørt eitt gott arbeiði, og tíbetur dugir hon bæði at rokna brøk og prosent. Tí onkur breyt hevði fyrst tvær konur, síðani tríggjar, og onkur hevði kastað kúlu fyri aðra, og tað sigur seg sjálvt, um tit bara eru tvær á breytini, so sleppa tit at kasta dupult so ofta í teir tveir tímarnar. Men kappingarleiðarin hevði eina snildisliga útrokning við prosent, brøk og meðaltali, so at alt fór rættvíst fram, og vinnarin var......trummurulla...........Sigrun.  Ja tríggjar eita Sigrun í hópinum, fleiri eita Bergljót og ja vit vilja vera ónevndar.

Ein kona spurdi sín aldrandi mann, góði hvar vilt tú at eg tekni teg til Tjarnargarð, Lágargarð ella??? Nei, góða, so vil eg heldur í Klubbagarðin.

Nógvar góðar søgur, og nógvir góðir tankar eru til teirra, sum vit hava mist. Festligar kvinnur, sum ikki longur eru í hesari verð.

Ein veitslurøðari - er hon nevnd so er hon kend - legði okkum eina við at liva í nú'inum. Sanniliga, eingin veit hvør evstan grevur. Og hon segði eisini, at tað kundi verið fínt at hitst onkuntíð ímillum bowlingtúrar, ja at trena bowling. Ja, ella drekka kaffi, hugsi eg, sum sagt: bowling er ikki akkurát eg.



No comments:

Post a Comment