Dec 3, 2021

Reykjavík november 21 (2)

 Í Reykjavík er sera livandi sjónleikalív. Hesa vikuna vit vóru, sóu vit tríggjar leikir: Rauða kápan, Vertu úlfur og Ásta. Allar á Tjóðleikhúsinum, sum hevur fleiri pallar: Stóra sviðið, KJALLARAN og KASSAN.

 Reyði frakkin var á pallinum í kjallaranum. Tað var ein dagssýning. Vit sótu við kaféborð rundan um ein pall, og vit fingu væl kryddaða tomatsúpan. Tveir leikarar ein ung og ein um miðjan aldur, í sama slag frakka. Stuttlig sýning, men eisini við sínum álvara. Tær høvdu avtalað at hittast at skifta um frakka, tí at tær høvdu av óvart tikið skeivan frakka heim við ein annan dag. Tær kennast ikki, men so vísir tað seg, at tær hava okkurt í felag, at tær fáa prátað um týdningarmikil mál, at tann yngra er eitt skilafólk - hóast hon er smurd, roykir, er í hotpants osfr.





Vertu úlfur er um ein maniodepressivan mann. Bjørn Thors er einsamallur á pallinum, og tað er ein kraftprestasjón. Serstakliga maniska síðan verður útpenslað. "Sýningin tekur okkum á eina skítsvaka ferð tvørtur um vandamikil hugans dýpi, í ein heim við kaos og ræðslu og heim aftur." Verkið byggir á royndir høvundsins, Heðins Unnsteinssonar.


Tann triðji leikurin var "Ásta". Ein leikur um lívsøgu Ástu Sigurðardóttur.  (1930-1971). Gávurík kvinna, undangongukvinna - men misskilt og misnýtt. Serstakliga góð mynd av bohemelívi í Reykjavík. Málarar og yrkjarar, brennivín og sex. Ásta fekk 5 børn, og setningurin "Ekki fara!" verður eitt leiðimotiv í leikinum, men teir fara, ein skal til Danmarkar á Kunstakademiið, annar skal okkurt annað. Men Ásta situr eftir við børnunum. 

Herligt við leikhúsferð til Reykjavíkar. Skráin (1921-22)  hjá Tjóðleikhúsinum er sera fjølbroytt og umfatandi. Heimasíða teirra vísir, hvat er á skrá og selur atgongumerki. Atlantsflog flýgur....JESS.




No comments:

Post a Comment