Jan 5, 2019

ARR eftir Auður Avu Ólafsdóttur

Bókin "Arr" vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018. Nú havi eg lisið hana tvær ferðir, fyrru ferð á donskum og seinnu ferð á íslendskum. Auður Ava Ólafsdóttir er fødd í 1958 og hevur skrivað 7 skaldsøgur.
Ein sera lágmælt, hugsanarsom, grípandi frásøgn um lívsvirði. Ikki um stórar, ógvusligar ella søguligar hendingar, men um gerandisligar hendingar og samskifti millum menniskju. Tær ógvusligu krígshendingarnar og kenslurnar eru sum ein undirstreymur, sum vit fáa

Eins og Ove í bókini hjá Fredrik Backmann ("Ein maður sum eitur Ove") ætlar høvuðspersónurin Jónas at beina fyri sær. Hann heldur, hann hevur livað nóg leingi, upplivað nóg mikið, og at eingin fer at sakna hann, um hann ikki finst. Men praktiskir spurningar stinga seg upp, tá ið tú ætlar at forkoma tær. Og Jónas er fram um alt ein praktiskur maður. Humor hómast handan hesa hóttandi ætlan.


Myndamálið er sera lætt fatiligt og gerandisligt.
Søgan flytir seg úr tí friðarliga væl skipaða Íslandi til Miðevropa, til eitt land, sum hevur verið herjað av kríggi. Borgarakríggi, sum merkir bæði land og fólk. Arrini eru sjónsk í býnum, á fólkunum og í fólkunum. Arr eru so ymisk, summi kanska borin við gleði og stoltleika onnur við skomm. Ferðin úr Íslandi setir Jónasa lív og trupulleikar í eitt perspektiv, sum Jónas ikki hevur gáað um.
Ein borur prýðir permuna á bókini, og borimaskinan hjá Jónasi spælir stóra rollu í søguni, eins og skrúvur, máling, flísar og annað. Eg hugsi bara (á sexistiskan hátt), tað er flott av eini konu at vita so nógv um amboð og umvælingar.

Sera góð bók.


No comments:

Post a Comment