Dec 11, 2013

12. desember–Tentakluss og Frænir

Frænir elskaði banan, og Tentakluss sat og hugdi, meðan Frænir át.

IMG_6366

Tá ið tað var av, segði Tentakluss, skula vit nú fara úr at skreiða? Eg troysti mær ikki út í kavan, segði Frænir, kunna vit ikki spæla inni? OK segði Tentakluss, hvat vilt tú spæla? Eg elski at spæla sjónleik, segði Frænir. Soooo, segði Tentakluss, tað havi eg ongantíð spælt. Eg kann vísa tær, segði Frænarormur. Og so fóru báðir at leita eftir klæðum og lutum at brúka í einum sjónleiki.

Hygga eg, hygga eg! rópti Frænarormur.

049 (4)

Og tentakluss hevði funnið einar dukkubuksur, men hann fekk ikki brókina upp um sína hyldligu rumpu, á hetta var einki stuttligt!

053 (2)

Hygg eg, hygg eg! rópti Frænir, sum nú var farin bæði í kjólar og sjál.

052 (2)

Men nú rópti Tentakluss, hygg eg, hygg eg! og hann var í gullkappa og perlubandi.

054 (2)

Aftaná spældu teir holu, og vóru allarbestu vinir.

056 (2)

No comments:

Post a Comment