May 7, 2024

Dødsbo eftir Inger Smærup Sørensen



Inger hevur arbeitt í Føroyum nøkur ár, vit arbeiddu saman í Hoydølum. Tá var tað list, sum Inger arbeiddi við.

Bókin hjá Inger minti meg nokso nógv um skaldsøguna Eden eftir Auður Avu Ólafsdóttur. Í báðum bókunum flytir ein kvinna til ein lítlan bý. Kvinnan er sera tilvitað um umhvørvið og fer at planta trø. Men sum sæst á heitunum og kanska á permunum báðum, er hugburðurin til støðuna í heiminum rættiliga ólíkur, og bøkurnar eru ikki so líkar , tá ið alt kemur til alt.


 Onnur perman vísir flogkykt í jarðlitum, hin eina paradisglansmynd.

Heitið Dødsbo sipar til, at høvuðspersónurin flytir inn í eini hús, har konan Elly, sum átti tey, er deyð, og hennara ting eru enn í húsinum. Men samstundis er hetta mynd av heiminum, av jørðini her vit búgva. Í einum deyðsbúgvi eru allir teir lutir, sum tann deyða átti, og kvinnan (sum ikki verður nevnd við navni) vísir okkum húsið og lutirnar, og hon brúkar tingini hjá Elly. Hon livir lívið hjá Elly umaftur, soleiðis sum tað kanska hevur verið, endurnýtsla á hægsta stigi. Í jarðardeyðsbúnum fara at liva flugur, mølur, eiturkoppar og sniglar. Tey fara at hugna sær í tómum húsum, og eiturkoppanótir fara at umkransa hús og lutir.

Skordýrini, tey smáu kyktini spæla stóran leiklut í bókini. Høvuðspersónurin sær tey og undrast, svevur saman við mottu og silvurfiskum. Hon drepur einki kykt, men sløkkir ljósið, so at tey ikki gera sjálvmorð. Kyktini verða viðfarin sum medskapningar og sostatt eisini samanborin við menniskju.

Hvis man ikke slukkede lyset, dræbte man møllene, hvis man ikke skruede ned for                                    varmen, dræbte man menneskene.  s. 123

Stílurin er hugbindandi. Stillur, tað hendir næstan einki, kvinnan, frásøgufólkið,  er ongantíð ill, kedd, ørg ella á gosi. Næstan eingin samrøða er í bókini, alt, sum sagt verður er sílað gjøgnum frásøgufólkið, men tankastreymurin hjá kvinnuni er fangandi. Hetta er ein skaldsøga, men hon kann lesast sum ein yrking, stílurin er lyriskur, og uppsetingin er eisini serstøk, sera stuttir kapitlar, sum eru næstan sum yrkingaørindi, stytsta kapitlið er eina reglu. Eitt sera sjónskt eyðkenni er endurtøkan, sum hevur ein tølandi virkning. Saman við endurtøkuni er detaljuríkidømi, sum vísir Ingersa listarliga eyga.

Mere end syvhundrede uafhængige eksperter talte om handling.Mere end syvhundrede                            uafhængige eksperter talte om sammenhængen mellem natur og klima. Mere end                                   syvhundrede uafhængige eksperter talte om social uretfærdighed. Mere end                                           syvhundrede uafhængige eksperter sagde, at problemet blev stadig mere komplekst,                                fordi der var......s. 138

Hetta brotið tykist vera um eina veðurlagsráðstevnu. Og broytingarnar í veðurlagnum. eru eitt høvuðsevni í bókini, 




Persónar . Umframt frásøgukvinnuna hitta vit Kammu og Nannu. Tær koma inn á gólvið, vilja inkludera hana í felagskapin í bygdini ella býnum. Og so síggja vit eisini fólkini, sum koma til plantudagin í skógini. Vit síggja eisini tað modernaða keðiliga lívið í bygdini, endurtøkurnar og tað óspennandi prátið. Men eg haldi, at ein ávísur tryggleiki er skrivaður inn í keðsemi. Kamma er prátingarsom, orkufull og finnur upp á alt møguligt. Hon fyrireikar ein plantudag, tá ið øll skula planta trø og hugna sær. Nanna er arkitektur, og vit fáa i nnlit í, hvusu tey hugsa um røktarheim, sum skal byggjast.  Kamma og Nanna eru sera ólíkar. Kamma er ráðarík og dugir væl at finna uppá, Nanna er undirbrotlig og ger, sum sagt verður.

Frásøgufólkið er eygleiðari, tekur notur. Sum oftast hómast ein speiskur tóni í tí hon hugsar.

Eg vil ikki siga, at vit hava eina dystopi her, hóast hon ljóðar uppgevnandi í støðum. Meira konstaterandi og faktuell. Tað verður konstaterað at enda í bókini, at tey planta trø, men tey skuldu vitað, at tað longu er ov seint. Og tá ið tey pakka lastbilin er stormur á veg. Stormurin kemur.

 Tey ráðandi verða bara kallað Styrelsen, atfinningarnar tann vegin eru undirspældar og fáa tess størri ávirkan. Í stýrinum brúka tey orð at útinna vald við. Ein máti er at nýta fá orð upp í saman, upp í saman, upp í saman. Og so verða styttingar brúktar, so fólk ikki veit , hvat málið snýr seg um. Les bara álitið PSKP, ella tað stendur í MRGT......Ymisk samfelagsfyribrigdi verða nevnd t.d. ellisheim, sum skula vera heimlig, men eisini eru eitt arbeiðspláss, ella urnuskógurin, har fólk vilja jarðast fyri at vera nær náttúruni...... grønvask verður eisini hartað, listamaðurin, sum koloniserar nattúruna við at mála hana og yrkja um hana, yrking hansara verður kallað "naturnassende", tað man vera eitt nýtt orð

Bókin er samfelagskristisk, feministisk , ein vistfrøðitekstur um endurnýtslu, lívmargfeldi, felagsskap, samband millum menniskju - og nógv annað.

Sera góð og sjáldsom bók.

Apr 29, 2024

High Tea í Oyndarfirði

Turið hevði biðið um borð, hetta var føðingardagsgáva til mín. Fyrst fekk eg biltúr, ein so frálíka vakur túrur henda fagra várdag. Tá ið vit komu til Oyndarfjarðar, vistu vit ikki, hvat hesi Víkhúsini vóru, men so sóu vit fleiri fólk fara inn í eitt hús, og so var funnið.


Henrietta við medaljun

   











Rundvísing var í hesum   valahúsum frá 1856.   Beinanvegin tá ið tú sært   árstalið, hugsar tú um   einahandilin. Jùst so, her   búði handilsmaðurin   Klæmint Høgnesen, sum   hevði verið í kongliga   handlium í Klaksvík í 10   ár.  Virksemið var sera stórt   við fiskaturking,   ullarvirking og binding og   sjálvandi handli. Og húsini   vóru flott og stór, men har   búði eisini nógv fólk, eini   30.          

Vígdis og NIklas



Vit byrjaðu í kjallaranum.
Tá ið vánaligt útróðrarveður var , høvdu útróðrarmenninir, sum søktu Norðhavið, hetta sum uppihaldsrúm. Vit fingu ein lítlan kopp av Colombine te. Síðani fóru vit heilt upp á loftið, og har fingu vit hvítt keisarate upp í koppin. Har uppi húsaðist arbeiðsfólkið , koyggjur og varmi og spískamar..
Húsini eru varðveitt í upprunaligum standi, og sum eg skilti er tað familjan, sum alla tíðina hevur hildið tey við líka. 
Síðani fóru vit longur niður og sóu kømur og stovur. Nógvir museumslutir eru settir til framsýningar. 


Í stovunum var nógv gamalt innbúgv, húsini hava prestakamar. 
Sonurin í húsinum Julius, sum var apotekari, gjørdist Føroya fyrsti filmsmakari, og fleiri tól hjá honum eru á framsýningini í stovuni.
Dóttirin í Húsinum Henrietta, sum var kend í føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn, fekk á ellisárum kongsins medalju. Hon varð handað henni í Oyndarfirði, einaferð kongur kom framvið.

Sera forvitnislig vitjan í Oyndafirði. Haðani var omma við Gjógv. Hon hevur kanska upplivað henda handilin og hesi fólkini í sínum barna- og ungdómsdøgum







Bæði Julius og konan høvdu koyrikort so tíðiga í tíðini.

Nú er ikki at gloyma drekkað. Fransbreyðsnittur og nógvar smáar søtar kakur. Alt heimagjørt. Og afturvið var Harlekin te og HC Andersen te.







skones við lemon curd
sarah bernard
kokostoppar
croissant
muffins
mousse







Apr 22, 2024

Herman Lars Spånberg Løkke Rasmussen

 Í dag varð drongurin hjá Bergi og Simone doyptur.  Nokso fitt av familju og vinum vóru í  Hornbæk kirkju. Prestur talaði um dópin sum eina gávu, men gávan er ikki so nógv verd, um hon ikki verður pakkað upp. Foreldur, ommur og abbar og onnur skula hjálpa barninum at pakka hesa gávu upp.

Símun bar Herman Lars 

Ein sera rørandi løta, vakrir sálmar. Faddrar vóru Símun, Lisa, beiggi Simone Nicklas og ein vinkona hennara.



Herman við foreldrum og faddrum

Aftaná vóru vit boðin til eina máltíð og samveru á Kronborg. Eg neyt at síggja tey trý hjá Sólrun og Lars og báðar langommusynirnar.

Louise, Símun, Bergur, Simone, Lisa, Nichlas




omman og Marius


Bergur helt talu fyri Simone og soninum, og Lars
segði nøkur vælvald orð við navnan. Stuttligt at síggja,
at súreplið er dottið niður beint við træið.










omman og Herman











Apr 14, 2024

70 ár og nakað væl afturat

 

Ein bloggur til tess at drýggja mær ta gleði og tann hita, sum eg føldi hetta kvøldið. 


Innbjóðingin, sum bleiv løgd á FB


Nú hevur 70 ára dagurin verið. Hann varð hildin í Broncks saman við 100 gestum. Eg fekk so nógvar heilsanir og góðynski. Eg eri takksom og rørd. Vit fingu mat frá Hansu Johannesen: føroyskan platt, neytakjøt og rabarbutriflu. 

tvøst, spik, epli, ræst, rót, fiskur, turt+breyð

Barrin var opin, Turið hevði gjørt eina barrmenu, og tey ungu passaðu barrina. Turið hevði gjørt sangheftið, og Mads og stórhúsbrøðurnir Jónleif og Símun Erik skipaðu fyri sanginum. Alt var sera væl fyrireikað uttan eitt: eg hevði ikki biðið professionellan fotograf, men Sólrun tók myndir við apparatinum hjá Turið og Halli.

Dalbingar vóru væl mannaðir, og teir settu dám á veitsluna, hvat kann vera betri enn eitt bygdarball í Havn?  Tunnilin ger stóra nyttu í so máta.










Kristina skipaði Nykurs vísu, tá ið vit høvdu etið. Kristina hjálpi mær eisini at pynta borðini við temanum: sagnir og ævintýr . Borðini vóru: Tangokettan, Vakurleikin og beistið, Kópakonan, Wall E, Tornarósa, Snjóhvíta, Rainbow Dash, Smølfarnir, Frozen, Friar Tuck, Mumi, Reyðhetta.

Kristina saman við pápabeiggjanum Brandi

Tornarósa 

Bróðir Tuck

Rainbow Dash

Vakurleikin og beistið

Tangokettan

  
Olaf

Snjóhvíta

Wall E




































Kópakonan

frú Mumi og lítla Mý








Eg bleiv ríkiliga lønt við gávum. Talur vóru eisini : Turið S, Frida S, Lars, Eva, Hjørdis,  Birgit, Jórunn, Sonja, Símun Erik.












Tríggjar nýyrktar sangir fekk eg eisini, frá Gantesu (Jóan Paula), Sólrun og Jónleifi. Breið semja var um, at tann hjá Jònleifi bar prísin. Lagið er eisini so fangandi ("Men hvat skal eg gera, hon mín nú vil vera...."  )


"Hvar enn eg fari, er Bergljót av Skarði,
gongur runt og hugnar sær,
og smílist ímóti mær."


So sera fangandi, royn bara og syng sjálv/ur!










Takk bindiklubbur, lesiklubbur, kaffiklubbur, dalbingar og familja.

Familja var komin úr Belgia, Danmark og Íslandi. Stórfingin fagnaður!




Chloé, Louis, Frida S.

Herman Lars, Lars

Michel, Kristina, Magna

Hallur, Herbert, Emil

Lars, Nicklas,Brandur, Bergur


Madeleine, Frida

Inga Rósa og Turið


Apr 5, 2024

eg hvessi mær knívin



Ungu Føroyar høvdu eitt útgávutiltak í Sirkus í gjárkvøldið. Høvið var, at nýtt yrkingasavn er komið. Rithøvundurin er Nansý Sunadóttir. 

Turið Sigurðardóttir

Turið beyð fólki vælmonum vegna forlagið Ungu Føroyar hava ofta givið debutbøkur út, tað er gott hjá ungum høvundum at fáa eina roynda hjálpandi hond í tilgongdini.

Tað er hugnaligt í teimum skýmligu, sprøklutu hølunum niðri hjá Jóan Jakku, skógvahandlinum. Eg minnist, hvussu har sá út, har var so flott, fleiri hæddir av skóm, men ongar yrkingar og absalutt einki øl.

Fitt av fólki var komið at frætta um savnið  - eg hvessi mær knívin, eg komi heim.

Framløgan var skipað sum ein samrøða millum Sannu Dahl og Paulu Gaard og Nansý. 



Høvuðsmyndin, sum eisini er í heitinum, er knívurin, hin hvassi. Knívseggin, knívsoddurin. Áhugavert var at hoyra høvundin siga, at hon hevði roynt at lýsa hesa ræðandi, tabufongdu gerð , sum er sjálvskaði, og sum ikki er umrødd í føroyskum bókmentum higartil, vakurt. So løgið hugsaði eg, hvat er vakurt við at skera í seg sjálva, men er tað ikki júst listafólksins uppgáva at lýsa tað fjalda, tað ljóta, so at vit skilja tað? Skøvur eftir lærinum og skøvur á skøvninginum, og tað vakra er uppreisturin, tað vakra er, at orðini endiliga sleppa út, tey bróta sær veg, tað vakra er linnin. 

Aðrar myndir í savninum eru tað ljósareyða kamarið, gentukamarið, og Paula kom inn á líkskap við Marjun S. Kjelnæs, sum hevur skriva ein leik um gentukamarið. Múrurin, hvørs fyrsti steinur varð lagdur í ungdóminum, verður hægri og hægri, og tað krevur eitt ódnartak at lova ljósinum inn. Likamslutir, tann kropsliga avmarkingin . Bæði myndir, sum vit hava sæð fyrr og meira originalar myndir. 

Yrkingasavnið er eitt lágmælt mótmæli, lágmælt men treiskt. Hóast egið kennir seg brotið og uppetið og einsemi valdar, so er ein linni at fáa, ein vón.

So væl eydnað samkoma við dugnaligum ungum kvinnum.