Dec 29, 2018

Jólini 2018, í Oyes í Fraklandi

Vit eu sekstan, tá ið øll eru. Og í ár vóru vit øl samlað hjá Fridu Sofíu og Michel í Oyes.

Myndin er tikin jólaaftan í tí gamla fjósinum, sum tey kalla "poolhouse". Tann gamla krubban sæst enn, so jólaligt.
Vit eru so traditionell ella heimføðislig, at vit - hóast vit vóru langt burtur frá dunnusiðum - høvdu dunnusteik, heimagjørt reyðkál, brúnkað epli osfr. til døgurða. Nú ið eg hyggi at mínum fleiri enn 600 myndum, síggi eg, at vit eta næstan alla tíðina :) Men tá sita fólk jú still, so tú fært tikið mynd av teimum. Tá ið vit høvdu etið, fóru vit at treða dansin um jólatræið. Vit kvóðu mest um nissur og greyt, og so nøkur ørindi úr Sigmundskvæði, sum børnini hava havt fyri í vetur, og nøkur úr Flóvanum, sum Lisa dugir, ja og so skipaði Herbert Øskudólg. Sera gott fyri sodningina, áðrenn vit fingu okkum omaná.
brøður
 Oyes er ein bygd í Champagne, so jólahaldið byrjaði við einum dropa av sjampanju, og Michel fekk gongd í grillina, meðan Hallur gjørdi ein jólatræsfót, síðani pyntaðu børnini træið, og FS bakaði holukakur og hitaði gløgg. Tollaksmessudag vóru vit á jólamarknað í Reims.


Jólamarknaðurin var á kirkjuplássinum
Jólaaftan kom skoratjógvið á borðið. Og til vegetarar og onnur var fiskur og smør, ella sum hjá Kristinu smør við einum sindri av fiski aftuvið :)


Kristina 4 ár
Magna dugir modellstøðu, og Kristina ger sum Magna. Báðar farnar í jólaklæði.
Hetta verður ov langt, eg goymi mær bara restina til ein annan blogg.

Magna 7 ár


brøður
kakuhús


Louis ílatin, åååå kenni jakkan!

Madeleine sæst høgrumegin millum beinini á FS


Dec 17, 2018

3. sunnudagur í advent

Tá ið tey koma at lata adventspakka upp sunnumorgun, hugsi eg, ein sovorðnan kalendara skuldi man havt alt árið. Í dag fóru vit at spæla matador, tíverri er spælið gamalt og manglar fleiri gøtur og skipafeløg. Men spælið goymir nógvar góðar løtur.


Tað var stuttligt at eygleiða tey. Spælið var einaferð fyrimynd til eitt føroyskt Matador. Vaglið var tann dýrasta gøtan og hon var parað við Niels Finsensgøtu. Eitt slíkt spæl er sera læruríkt, læra gøturnar, lesa spyrjikortini, rokna út bøtur og leigu. Hvør minnist ikki Vimmelskaftet ella Bernstorfsvej ella "Gå i fængsel, ryk direkte i fængsel, selv om De passerer START indkasserer De ikki 4000 kr."

Vaglið og Niels Finsensgøta


Men vit fingu okkum eisini pannukakur, Kristina fekk fatur á sukrinum, og hon hevði sleikipinnin til at smyrja sukrið útum við.
Kanska ein mánaðarkalendara? Triðja sunnumorgun  í hvørjum mánað?

Dec 15, 2018

Advent 2018

Tað er so nógv spennandi at fara til í adventini. Tónleikur og list, jólasøla og gløgg. Seinasti skeiðsdagur fyri jól er farin, so ein hevur stundir at uppliva hesa fyrireikingartíðina við øllum sonsum. Franskt skeiðið hjá Alice er nú av, og píkasjey nú fer Atlantsflog at flúgva til París, upplagt at fara námsferð eitt vikuskifti.
Tout le monde a le cours francais

Tey sum hava børn í skúlaaldri hava nógv at gera í jólamánaðinum, konsertir og jólahugni annanhvønn dag. Vit vóru í NLH til Lusiukonsert. 

Ein lítil listaframsýning er í Smiðjuni í hesum døgum. Tað eru Durita Dam og dóttirin Ragnhild, sum vísa fram. Durita hevur málningar og Ragnhild smúkkur at selja. 
eftir Duritu Dam


Durita saman við døtrum og ommudóttur.

stuttligt at gera jólaprýði

Hilmar Jan og Robert lótu undirhaldið í tilhaldsveitsluni.
Tilhaldið í Tórsgøtu hevði jólaborðhald í Dansifrøi, tað vóru næstan 200 fólk. Maturin var frá Oddvør, og hon svíkur ikki. Vín og øl var í prísinum.
Uttan fyri løgtingið í dag 14. des. 2018
Tilelvingin til hetta mótmælistiltak er tann unga gentan  í  Stokhólmi, sum er í verkfalli hvønn fríggjadag fyri at vakja tingmenninar í Svøríki. Hesi ungu royna at vakja okkara tingfólk, so at klótan eisini verður til at búgva á, tá ið teirra børn og barnabørn vaksa upp. Eg var ein túr inni í tinginum, og tað var ikki stuttligt, tingmenn sótu ófriðarligir, sótu og svaraðu til, meðan røðari røddi. Tað var sum um, einki varð tikið í álvara. Ein forsamling av eldri harrum, sum halda seg vita nóg mikið við avmarkaðum sjónarringi. Nei, lat okkum fáa tey ungu inn á ting, og helvt um helvt kvinnur og menn. Tær høvdu skjótt fingið skil á!

Dec 6, 2018

Bókastev í advent

Tað passar soleiðis, at tað er ofta mítt tørn at leggja hús til bókastevið hesa tíðina, og tað er so serstakliga hugnaligt, tí at alt jólapyntið lýsir upp í stovuni, har vit fara "innar, um enn hon er trong..." og taveitdenn, at vit hoyrdu "ein stillan song"...okey hann var kanska ikki so stillur. Seinasta bókin í bókarárinum var Liebhaverne hjá Onnu B.Ragde, nei eg má siga, at nú er soðið blivið nakað tunt hjá henni, har manglaðu bollar, ella sum onkur sigur: langt var millum snapsirnar. Vit ótu eina oksagrýtu frá Rose Poulsen í Ljósá. Forrætturin var ein laksarósa. Og rósan Rose fær okkara besta viðmæli.

Rósa Rose

Ongar myndir eru av bókastevskonum hesa ferð, tíverri, men eg kann heilsa og siga, at tær síggja brandgott út, Bergljót var í bláari troyggju úr jólsøluna á Nabb. Osla hevði eina blusu við elegantum detaljum í erva.


Ásvør og Rose

Kakan var frá veitaranum "next door", tað er eitt so serstakliga gott privat firma.
 Eg gleði meg longu til okkara næsta dans saman við Herbjørg Wassmo, hon er ikki keðilig. Og nú er eisini stund at gleða seg til ta spildurnýggju "Ikki fyrr enn tá" eftir Oddfríð M. Rasmussen.


Dec 4, 2018

Advent

Í dag var sangurin hjá Tilhaldinum í Hoyvíkar kirkju, bæði Marjun og Theodor vóru har. Tað var ein deilig løta, stuttligt at síggja og syngja vísuna hjá Axel Tórgarð um vísmenninar. Sera nógv fólk vóru samankomin.

holukøkur og kaffi og mandarinir í kirkjukjallaranum
 Hetta er ein góður mánaður, serliga nú ið vit hava so gott veður, og serliga nú í morgunskeiðið er av, so eg havi frí um morgnarnar. Genturnar vóru og hjálptu mær at pynta "jólahurðina".



 Gangi mær ein túr í gamla bókhandil av og á, vóni, at onkur verður fegin jólaaftan.

Og so skal eg hava gestir í kvøld


Herbert syngur í NLH

Vit vóru við Gjógv ein túr

Dec 3, 2018

Keypmannahavnarskái 2

Ikki nógv slík eftir har á leið.

Ein film sá eg afturat, tað var The Wife við Glen Close. Sama tema sum í Colette, hjúnini hava arbeitt saman, hon hevur skrivað og hann hevur masserað føtur hennara og gjørt te. Og so fær hann Nobelprís! Tá er ovboðið hjá konuni, hon vil skiljast. Eins og Coletta fer hon seinni ivaleyst at skriva undir sínum egna navni.

So løgið at fara í bio mitt á degi, tað er ljóst, tá ið tú kemur út aftur. Eg fór á café á Koltorginum og sat hat eina løtu. Síðani fór eg á Charlottenborg. Har vóru tríggjar framsýningar í løtuni. BIG - ja hin sum er ráðgevi á Glasi - vísti har fram sítt samstarv við listafólk, tá ið hann teknar bygningar. Fotomyndir og arkitekttekningar av summum av hansara bygningum bæði í DK og útlandinum. Hann skal tekna eitt stadion og eitt tjóðarsavn í Grønlandi, modell var á framsýningini. Fleiri sjónvarpsskíggjar vóru upphongdir við manninum sjálvum, sum greiddi frá sínum arbeiði á enskum.
Veit ikki ordiliga, hvar hetta verkið hoyrdi heima, Dannebrog rakt niður, og grønlendska flaggið hekklað av tónum, halfn'half

 Myndin niðanfyri er av eini installatión hjá BIG til ein film hjá Lars von Trier, eitt hús bygt av líkum, óruddið á gólvinum eru pitsapakkar. Har var aldursmark at sleppa inn.
The House that Jack Built
Ein framsýning var ein stór videoinstallatión um, dálking og náttúruoyðing í Grikkalandi, har fólk eru byrja at gera uppreistur ímóti námsvinnu. Listarfólkið eitur Angela Melitopoulus f. 1961.
Triðja sýningin var ein polsk, hon eitur Alicija Kwade, hana helt eg vera sera áhugaverda. Hon kannar ymsar síður av náttúru, tíð og rúmi. Sýningin hjá henni eitur Out of Ousia, ousia er grikskt og merkir veran ella essensur.
Hesir ringarnir eru mynd av einum ringi, hon hevur endurskapt ta rás, sum ringurin ferðaðist og til hann lá stillur.
Hetta er eitt ljóðverk, hátalararnir stóðu og larmaðu so illa. So las eg, at tað var ljóðið frá hasum ringinum, sum liggur á gólvinum, tá ið hann snaraði, til hann datt og lá stillur.