Apr 4, 2014

NAINA fríggjadag

Á NAINU veit mann, at tað er fríggjadagur, tá ið tær bjóða kakao við róma og nýbakaðar bolla, ein fínur máti at byrja vikuskifti. Altíð gott at gera sær dagamun!

001

Tað er helst beint, at ein skal ikki fara at klænka seg beint tá ið ein skal restituera seg, góð vísindalig umbering Smile

Búfólkini  á NAINU eru sera glað um at vera her, takksom at tað ber til at fáa so góða eftirviðgerð. Javnan fær starvsfólkið heilsanir, sum vísa júst tað. Hesa vøkru og leskiligu páskakurvina hava tær fingið frá Óluvu, sum er so sera glað fyri tíðina á Hvíldarheiminum. Vit síggja leiðaran Ásu, hon takkar hjartalaiga fyri kurvina og heilsanina!

005

Apr 3, 2014

NAINA

Tvær ferðir um vikuna í 4 vikur eri eg boðin á knæholdið á LS. Venjingar, á briks og á gólvi. Tvær ferðir um vikuna skal eg skunda mær at eta døgurða, droppa dessertina og taka taksa út á LS. Tað er ópraktiskt, sjálvandi taka vit bil saman , um vit eru fleiri, og vit fáa vinir og kunningar at koyra okkum – men ópraktiskt er tað.

006

Summi nýta so Havnar fysioterapi í staðin, tí hon er beint við, men ein kona segði mær, at hon mátti taka bil haðani og til Nainu, so…

Men nú kemur mítt poeng, her í kjallaranum er eitt fínt høli, í løtuni standa stovumøblar har, og teppi liggur á gólvinum; hárfríðkan og fótarøkt nýta hølið.

002

Har hevði verið fínt at havt venjing, ein súkkla stendur longu har niðri. Bara útvega nakrar briksir, rimar og nakrar rullufjalir, elastikk, gongugrind os.fr. So kom fysiterapeuturin niðan nakrar ferðir um vikuna. Hvussu smart hevði tað ikki verið? Hárfríðkan og fótarøkt høvdu rúmast eisini, annars er venjingin kanska fult so umráðandi sum hárið.

Annars er at siga, at venjingin í dag og í fyrradagin gekk so stak væl, boyggja og toyggja, tað er lívið. Eisini fínt at taka buss niðanaftur, millum børn og onnur frísk fólk.

Og Ása ornar at minka pínuheilivágin, so tað verður spennandi at vita, hvussu ein morfinleysur gerandisdagur sær út, og so tók hon nakrar av stiftunum út.

P1010130

Mar 31, 2014

KNÆSINS ÆVINTÝR

Fimm ferðir um dagin ringir klokkan okkum saman, kl. 8.30, 12, 14, 18 og 21. So fara hurðarnar upp og tey koma haltandi, tey flestu á fýra beinum. og so fara vit til borðs. Maturin – serliga døgurðin – er fínur, í dag fingu vit til dømis kjálkar, so yberleskiligt! og budingssúpan omaná.

A myndini síggja vit eina smílandi Sunnrid við skipsklokkuna

011

Nú gongur ikki alt altíð eftir einum tráð, onkrar sniðgøtur eru, t.d. roði á húðini rundan um sárið…assj! hvat fryktar ein mest fyri í samband við skurðviðgerð, ja! púra rætt, kokkum, ikki teimum sum kóka kjálkar, men stafylokokkum, meningikokkum og hospitalsbakterum sum heild. Men nú eti eg dicillin so hugagóð.

005

Tussj listaverkið er eftir Heina H, eg fekk ein túr út á LS fríggjadagin, og har teknaði hann rundan um brunan. So, nú skal eg ikki yvirdríva túrar og trening, meðan hetta er á skránni.

Sunnudagin var andakt her, Ívar iversewn spældi undir, og vit sungu nakrar sálmar, ein maður innaneftir hevði ein andakt – tað var um mat (eisini), um manna í oyðinørk og um Jesus sum æviga mettandi føði.

010

Fólk støkka inn á gólvið, eg eri takksom fyri LS, fyri NAINU og fyri tey fólkini, sum støkka inn á gólvið. Ásvør hevur hentað mær páskaliljur og Inga Rósa heldur meg við ‘sunnum slikki’.

003

Bleiv eitt sindur kedd, tá ið byrjandi bruni vísti seg, men hetta man fara at laga seg, det greier seg I sjøen. Nógv minni pínu nú, væl passað og alt. Lesi Halvbroren, hon er ‘biðið góð.

P1010122

Var ein stuttan túr fyrrapartin.

P1010120P1010121

Mar 30, 2014

Børn á vári

Vit høvdu avrátt, at eg skuldi fara við at hyggja at framsýningini hjá Havnar Fimleikafelag. Tað bar til, tey bæði vóru í fyrru helvt av skránni, so eg sat bara í knappar tveir tímar. Sum har vóru nógv fitt børn! Og nógvar ommur og abbar og foreldur.

Tað var ikki lætt at fáa tey í skotmál, men hesar myndirnar av teimum bóltandi rút eru góðar.

173174

139

Hygg hvussu yndisliga hon setir tánna í gólvið, mín lilla-ljósareyða Magna!140

Tey komu at vitja meg við ísi, Herbert, sum veit, at omma elskar tyggigummi, lovaði ommu sína tyggigummiklovnaísanøs, so hann skundaði sær at eta rundanum nøsina. Tey síggja eitt sindur hálvkøld út, spell at Herbert onga ullinta troyggju eigur Winking smile

 120

Mar 29, 2014

Salka Valka eftir Halldór Laxnes

 

images

Bókin er skrivað í tveimum pørtum í 1931 og 1932, vóru savnaðar undir einum í 1951
Hon snýr seg um Sølku Vølku, ið kemur til eina bygd saman við mammu síni, har tær búsetast og verða fyri lívið.
Bókin er ein socialrealistisk roman, ið kann minna um Martin Andersen Nexø (Ditte Menneskebarn), Martin Joensen og Nordal Grieg (Ung må verden endnu blive).
Alt fólkið er fátækt, eitt arbeiðspláss er í bygdini, og tað er fiskaarbeiði hjá handilsmanninum Bogesen. Eingin peningur er millum fólk, í staðin fyri løn kann keypast vøra og annað um Bogesen metir tað vera rætt og rímiligt. Á tann hátt kann hann vísa sína náði til hin einstaka. Sjálvur býr hann í stásiligum húsum, familjan ferðast javnan til Danmarkar, har tey sigast at eiga eitt slott. Men tað verður av fólkunum í teirra smáttum mett at vera bæði rætt og rímiligt.

Føðingard.5jan14 --Bókastev 27 mars14 022
Salka og Mamman flyta inn í Mararbúð, saman við Steintóri og hansara froeldrum. Mamman fer inn í Frelsunarherin har hon heldur seg finna sálarfrið. Mamman heldur seg eisini til Steintór, og vónar at giftast við honum, men hann hevur meira áhuga fyri Sølku. Mamman verður uppá vegin, og vil giftast, men Steintór neyðtekur Sølku og stingur av.
Salka gongur egnar leiðir, klæðir seg í langar buksur og posatroyggju til forargilsi fyri hini í bygdini. Ein dygdarkona tosar við hana um hetta, Salka sigur, at lítlibeiggi hennara er sjúkur, men konan letst ikki um vón. Beiggin doyr, Steintór kemur aftur, søgan endurtekur seg, Hann sigur seg vilja giftast mammuni, men er áhugaður í Sølku, mamman tekur lívið av sær.
í Seinna parti er verkfall, socialisman ella komunisman er komin til bygdar, Arnaldur er komin aftur tilbygdina, fullur av ideologiskum ideum um eitt kollektiv , og dreymin um sameinda samfelagið, Bogesen er farin á heysin, stillar upp til val.
Steintór kemur aftur til bygdina ríkur nú, verkfallið verður av,,alt endar sum fyrr.

Føðingard.5jan14 --Bókastev 27 mars14 020
Bókin lýsir fleiri ideologiir, kristindómur, kapitalisman komunisman við nógvum háfloygdum ideum um hvussu samfelagið skal skipast, men eingin megnar tað, fólkið treingir allarmest: at fáa mat í munnin og yvirliva sum sjálvstøðugar verur. Ígjøgnum allan henda kamp megnar Salka Valka at vera óbroytt. (skrivað hevur Brynhild )

Bókin var tung at koma ígjøgnum, helt onkur, turrisligt at lesa um eina kollvelting s, sum ongantíð kom. Bókin tykist gamaldags, nú ið kommunisman er fallin, men hon er ikki keðilig.

Bókin er ein tíðarmynd, hon lýsir djúpt fátækdømi, sum vit ikki kunna ímynda okkum.

Mar 27, 2014

Hotell Naina

Á Nainu búgva eini 20-30 fólk. Øll skula koma fyri seg – tey flestu eftir skurðviðgerð. Her eru fólk úr øllum landinum, tey flestu eldri borgarar.

Naina er eitt so sjáldsamt hús, tey hava varðveitt tað upprunaliga húsið og bygt afturat.  0g møblar og innrætting er sera vakurt og komfotabult.P1010004P1010007

Tvær ferðir um vikuna er venjing á Landssjúkrahúsinum, eitt sokallað knæhold, eg og Ásbjørn fóru út, tóku buss niðan aftur. Taksa út og niðan verður 160 kr. Summi fara so í Havnar fysioterapi, sum er beint við, og gjalda sína helvt av ti, og tað kemur út uppá tað sama.

P1010015P1010023

Og so er tað túrarnir í viðarlundini, tað er so vælgerandi, ein morgun sum í morgun er heilsubót.

P1010029

 

P1010032

Høkjuherur í hásól.

Mar 25, 2014

Aliringur byrjar við O

44_10152753677384896_1908667019_n[1]

Ja, tað segði Herbert, 5 ár, aliringar byrja við O….Hann hevur ongantíð hugt eftir OLYMPISKU LEIKUNUM, teir eru 4. hvørt ár, so eitt barn sum skal læra at stava fer trúliga als ikki at síggja teir. Ella sæð TEIR OLYMPISKU RINGARNAR (ringur byrjar við R). Men hann sær ofta aliringar. O er eisini OMMA, ella ORMUR ella ORMURIN LANGI, nei…góða ikki siga tað: ….talvan er umsett, ella talvan er ein talva hjá SYSTIME, sum nú er blivið alfa og omega hjá okkum, og so var sjálvandi einki Ý í originalinum? Í stavingarbók fyrr var ÝL orðið hjá Ý, fínt, eins og ÓÐ fyri Ó.

 

Hvussu smart er at hava aliringar sum mynd fyri O ?1979744_10152753677384896_1908667019_n[1]

untitledimagesZGKG0KHT

Olympiada er langt burtur, og hon er fjórða hvørt ár. Omman er kanska nærri, og ormar eisini. Barnið skal kenna seg aftur, vit tosa um smábørn, sum enn kalla Havn Føroyar, tá ið tey skula aftur til Havnar úr t.d. Suðuroy.

OLYMPIADA er eisini sera langt burtur í framburði 1) orðið hevur ‘y’, úttalað y 2) orðið hevur trýst á fjórða stavilsi, á føroyskum er vanliga trýst á fyrsta stavilsi 3) orðið hevur langt ‘a’ – sum á føroyskum annars er ‘ea’. So….ja hví velja hatta orðið?? Er OL forrestin eitt orð?