Óluva Klettskarð helt eina fína talu um tey fólk, sum høvdu búð á Skarði. Hon tók støði í sínum egna abba, Karl Klettskarð, sum var 10, tá ið vanlukkan hendi og í gomlum skjølum, sum lýsa farnar tíðir.
Tað var hugaligt at síggja, at vit vóru sera nógv úr húsunum “Har niðri” , sum høvdu leitað okkum til Skarðs í dag, Sanna og Símun hjá Elsumostur komu við tyrluni, Hjørdis hjá Sannu og Hans Pauli og børnini høvdu verið á Skarði frá degnum fyri. Meduna hjá Valdemar og Turið hjá Ragnu vóru eisini. Og frá okkara grein Brian og Alda og Sigurð.
Sera nógv fólk nýttu høvið at fara til Skarðs, nógv kennir tú úr ymsum samanhangi, t.d. Bergljót og Turið, Karin Kjølbro og Vilhelmina – í broddi fylkingar.
Heimferðin var sestøk, øll gingu á træðri oman á helluna, og tað er ikki bara at siga tað, tí har er eingin lending, bara hamrar, tríggir hamrar at koma um. Men har vóru sterkar hjálpandi hendur allan vegin. So vóru bátar, sum siglu í pendulfart, men teir tóku ikki so nógv fólk hvørja ferð, so tað bleiv nakað av bíðitíð, og fólk kólnaðu. Summi gingu aftur til Haraldsunds ella Haraldsundar, sum tey siga.
Ein minniligur dagur.
Heima í fínustovu hjá okkum lá 'seinasti lunnur á Skarði', tá ið eg var barn. Eitt maðketið døkt træpetti uml. 25-30 cm. til longdar, eg hugsaði, um tey veruliga hildu, at træpettið var pent? Men so søgdu tey, hatta er 'síðsti lunnur á Skarði'. Eg fati nú, at tað hevur verið sera kensluborið hjá mammu. Lunnarnir, sum bóru bátarnar, sum bóru menninar......