Dec 12, 2012

..søtt og beiskt er bland mær lutast…

Nú eru stundir at gleða seg, tí jólini nærkast í hvørjum…í Føroyum. Eg haldi, at skúlin hjá okkum er blivin nógv meiri jólaligur tey seinnu árini, ljósperur í vindeygum, jólatræ í gongini í atventini. Í dag var ein góður dagur, Lucia gonga var frá morgunstundini, og í fyrrapartssteðginum var sangur á ‘torginum’, og tey sungu so ótrúliga vakurt.
015
017018021024025
Seinni varð dagurin meiri álvarsdæmdur. Fór saman við Vitusi og Turið at fylgja Mariu í Søldarfirði til gravar, meðan nógv, sera nógv onnur fóru til Kollafjarðar at fylgja Hjørdis. Tað var sera nógv fólk í Glyvra kirkju, eisini nógvir dalbingar, og tað andaði av hátíð og hugna í tí vakra vetrarveðrinum.  Ervið var í Sjócaféini.
031034036
Glyvra kirkja er vakurt útbygd, hasir neystalíku  tilbygningarnir rigga væl. Og so haldi eg, tey eru eitt pinkalítið sindur katólsk á Glyvrum, har var bæði ein jólkrubba og ein stóru staki, har kirkjufólkið kann tendra eitt ljós og biðja eina bøn fyri sínum farnu. Og í forkirkjuni var framsýning við myndum hjá Astrid Andreassen. Vakurt.

Dec 10, 2012

Mánadagur 10. desember

Nothing tastes so good as skinny feels, hetta er mantrað hjá Turið. Samanberingin millum, hvussu okkurt smakkar, og hvussu okkurt kennist er stuttlig og krevur eina lítla krúllu á tankan. Merkir tað ikki bara, at tú nýtur sjokalátuna ella kakuna í fá sekund, men tína útsjónd og kropsligu vælveru skalt tú njóta alt lívið.

78,8 er vektin nú ….málið er undir 70

des.2009 009

Dec 9, 2012

Atventsløta í Eiriksgøtu

Í desember kompensera vit fyri alt árið. Sum Brian segði: í desember má mann hava yvirskot av orku, penum og kenslum, um ein skal klára mánaðin. Í dag var deiligt í Eiriksgøtu – hygga øll, sum komu…eisini fleiri, sum høvdu verið út í gjárkvøldið, høvdu brotið seg úr seingini og bustað dustið úr eygunum, lata seg í tað svartasta svarta og ‘med den vuns’ vóru tey her saman við børnum og ommu-,abbadiddum. Bloggurin sendir samhugafjarrit til Hósvíkar, har eitt forfall var.
014
Turið hevði tikið familjuminni við, hon las upp fyri okkum eitt bræv frá mammu til ommuna, skrivað á háskúlanum 1915, tá hevur mamma verið 7. Og tvey brøv frá Lív, send frá Gjógv í 1950, tá ið hon og Turið vóru stationeraðar har norðuri.
brav
024027
Børnini gjørdu jóladekoratiónir, Lív Rósa gav mammu síni og ommu síni hvør sína.
020007
Búi og Magna spæla.
037041
Oldies but goodies.
043
The Black Brigade.
018
Hugsavna seg.022029

Dec 7, 2012

SUMMARSKÚLI 2013

Tað er mær ein stór gleði at boða frá at summarskúli verður aftur í juli 2013. Summarskúli er skúli til føroysk børn, sum búgva uttanlands. Hann er eina viku, vit hava hann á Føroya fólkaháskúla 22-26. juli 2013.
Undirvísing er fyrrapartar, og útferð ella annað virksemi er seinnapartar.
Skúlin hevur áður verið hildin í 07 , 08 og 09.
Myndin er tikin fyrsta árið , vit høvdu summarskúla.

Dec 5, 2012

Ljós á vetrardegi

11 x er tann 2. s, sum eg havi í enskum. Vit lesa í løtuni Arthur Miller: The Crucible. Tey flestur eru væl við, stemningurin er góður, og nógv peika upp og vilja sleppa at siga sína meining.
026Eindri, Magnus, Gunnar, Rúni N, Lávus, Rúni D, Tóraldur, Mourits, Hans, Sudarat, Sanna, Sunnvá, Annika, Anna, Elsa Anna, Kristianna, Bergljót, Birita, Anja, Sunniva, Eyðvør, Rósa, Kristina
 
 
Í dag var ein serligur dagur, tí at vit høvdu gjørt av, at vit skuldu pynta til jólar. Øll høvdu okkurt við, og eisni teir dreingirnir, sum kanska hildu, at hetta var nakað fjasut, eisini teir endaðu heilt uppi undir loftinum við hjørtum og kúlum. Gunnar var DJ, og fakliga relevantir  jólatónar ljómaðu úr telduni.
005009012020023
Og sum tað sæst á myndini, eru tey sera kreativ, Sunnvá var í spraymode, Elsa Anna klipti hjørtu og stjørnur, samarbeiðið var eisini fyrimyndarligt. Leggið serstakliga merki til kúlurnar, sum hanga á grønutalvu við stórum hvítum sloyfum.
006014021025
Jú vissuliga er ljós at hóma á myrkum vetrardegi Smiley

Dec 4, 2012

Týsmorgun 4. des.

79,4

Ikki so galið, sum eg hevði stúrt fyri!

Sjeytalið er tíbetur ikki farið um sýn.

Dec 3, 2012

Ferðabloggur 5

 

Leygarkvøldið ótu eg og Lisa og Símun á RizRaz, eina rúgvu av grønum og lítið kjøt. So heim í Heibergsgade at hugna okkum framman fyri tí nýggja sjónvarpsskíggjanum.

Sunnumorgun drukku vit øll morgunddrekka saman uttan Bergur, og so fóru vit út at ganga. Nyhavn í jólaklæðum, eitt følv, grann og angi av gøtukøki – tað var bara sum bílagt! Vit gingu fram við sjónum, tað var beista kalt, so vit fóru ikki heilt út til havfrúnna.

Aarhhus 019 Aarhhus 017

Á heimvegnum drukku vit kaffi í Baresso. Tá ið vit komu heim fingu vit danskan morgunmat frá Lars, og nú var bergur eisini við. Og har rey ddv skráin :( , breyð, breyð , livurpostei, øl og snaps aftur við sildini..á nei á nei. Men í dag er mánadagur, og eg havi ikki vektina við. So hesa vikuna má dómadagurin verða týsadag, og eg stúri!

So fór Lisa til arbeiðis, og Sólrun og eg fóru til sjónleikin Fanny og Alexander.

 

Bergmansa filmur riggar væl sum sjónleikur, og tað var stuttligt at síggja summar av sjónvarpsstjørnum á palli – Sofie Gråbøl, Bodil Jørgensen. Ghita Nørby var gamla frú Ekdahl, og hon var brillant og slapp at siga allar teir vísu sentensirnar. Hjúnaband og familja eru temu í leikinum, kvinnuleinkjur og religión. Ein traditionell og haldbar metafora er leikurin í leikinum við sínum rollum og rímum, tey hjá Ekdahl eru jú sjónleikarar og spæla sín leiklur alla tíðina, og tað gera vit øll. Sum vera man, var tann gamla mín identifikatiónspersónur, hon var omman, sum hevði sæð alt fyrr, soleiðis var hennara maður eisini, men hon hevði verið sterk, so hon er sóður stuðul hjá sonarkonunum. Menninir, synir gomlu frú Ekdahl eru veikir, láturligir og eitt sindur fittir. Sum pallurin var flottur, sjónleikarhúsið er eisini heilt nýtt, rekvisiitir komu siglandi inn eftir skinnarum í gólvinum og upp úr gólvinum. Eitt, sum eg serliga varnaðist, var litsymbolikkurin, pallur og klæði vóru symbolskt litt, eitt nú tann grái liturin í bispagarðinum, sum var næstan fysiskt pínufullur.

Aarhhus 054 Aarhhus 029 Aarhhus 034 Aarhhus 049

So var aftur Baresso á skránni, hesa ferð á Trianglen, tí har arbeiðir Lisa, so hon serveraði te fyri okkum.

Keypmannahavn í jólakava.