Nov 4, 2012

Familjudagur í HF

Í gjár vóru Herbert og Magna og eg á Stórheyggi til familjudag. Har var nógv fólk, kendi bert hendinga ommu. Fínt tiltak, Herbert rann runt og royndi hetta ymiska.

 

020030031032

Magna fann eina skreiðibreyt, russja sigur hon, tað var eitt springbretti, sum vit kallaðu tað. Hon og Herbert høvdu tað herligt, og so fingu vit frukt og vatn. Størsta avbjóðingin var at ganga oman og heim aftur í hálku. Á vegnum heim fóru vit í venjingarlundina hjá býráðnum.

038

Men tað besta var , at mamma kom heim mitt í øllum, vit høvdu ikki væntað hana fyrr enn í dag.

050

Nov 2, 2012

Dukka mín er blá

Í dag hoyrdi eg, ‘Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku’ í útvarpinum. Tað var í eini tónleikasending, og eg hoyrdi fyrst okkurt um eitt tónaskald og so ein danskan tittul um ein lítlan fugl, hefti meg einki við tað, men so kom ‘Lítla Elsa fekk…..’ tað er so løgið, at lagið ikki hoyrir til sangin, at lagið hevur eitt annað lív onkra aðra staðni enn við barnasengur í Føroyum. Sum tá ið vit gingu og válaðu tætt við Sagrada Familia kirkjuna í Barcelona og hoyrdu….dei dei Leið meg einaferð enn út á dekkið…tað var eisini ein serstøk uppliving, tú hevði hug at spyrja tónleikaran: oys hevur tú verið í Føroyum, ella dugir tú eisini Eg sjólívið valdi…

Men dukkan er blá, og hárið er gult, og í gjárkvøldið fekk hon gular buksur og reyðan vest. Hon fær nógv klemm frá Magnu.

021024027

Oct 31, 2012

Frida fer á flog

Nú er vikuskiftið av. Tað bleiv til eina ferð kaffimunn í Baresso, ein morgunmat í Hvonn, ein bindiklubb hjá Kitty, jóladøgurða í gjárkvøldið og sjopping í Havn + Hvonn við kyndilskonum.003

Nú gleða tey seg í Belgia at fáa hana heim aftur.

IMG_1907[1]

Frida Sofía kom ikki tómhent, eg fekk jólagávu, flogbilett sum skal brúkast á páskum.

001

019

Kitty hevði ein herligan bindiklubb í sínum nýggju húsum. Tað er ikki ofta, at tú fært serverað ddv smoothie í bindiklubbi, men Kitty dugir bara hatta har.

Og vit hátíðarhildu eisini Baltasar, sum er eitt heilt ár nú, Elly og Shahin bjóðaðu brunsj í Tórsbyrgi. Her er føðingardagsbarnið við ommu síni.

036

Oct 29, 2012

Mánamorgun 29.10.12

Now we’re talking! Ímorgun á 81,8. Tað eru ca. 7 kg. í alt. Kanska nýggjar buksur í næstu viku. Yeah!

image

Oct 27, 2012

Býráðsval í Havn - Veljið Marju

Marja Gjógvará bjóðar seg fram til býráðsvalið í Havn, hon stillar upp á tjóðveldislistanum. Og um tú vilt gera tær sjálvari/-um og býnum eina tænastu velur tú Marju. Hon hevur hjartað á røttum stað, brennur fyri teim menniskjaligu virðunum. Sjálv arbeiðir hon í heilsugeiranum, so hon hevur innlit í sosial mál. Og so er hon so pen eisini Smiley

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

VEL MARJU - VEL MARJU

 

Oct 26, 2012

Happing – light

Har situr tú so friðarlig við tínum vigaða høsnarunga og tínum 300 gr. av grønum. viðmerkingarnar eru ikki illa meintar: er hatta garnatálg ? segði ein, og tann næsti: etur tú hvítunýru ? tá má eg siga, vaks bitin í munninum á mær Smiley. Men(n), tvætla, eg muni teimum tað aftur.

041

Ja, okey, sum myndin vísir, var tað ikki so kreativur matpakki. Men(n) líkist tað hvítunýra ?