Sep 29, 2012

POE morðini




Var eitt sindur skeptisk, hvussu kundi sjónleikarhúsið gerast óhugnaligt? Eitt so heimligt og deiligt stað? Men leikurin var góður, kanska ikki beint óhugnaligur, men undirhaldandi og snildisligur. Hjálmar spældi serstakliga væl, og Jàkup Dahl var eisini góður, og eg má nevna kettuna, hon smýgur sær inn til mannin, hon lygnir við eygunum, og tá ið hon missir annað eygað, verður tað bara burtur uttan meiri roks. Og pallurin var fantastiska originalur, at mála pallin sum eitt sjónleikarhús er herliga øvugt, mann plagar jú at royna at gera pallin til okkurt annað enn eitt sjónleikarhús.
Menniskjans svørtu og sjúku síður útstillaðar, og deyðin sleppur at hava síðsta orðið….júst sum í veruleikanum.

Sep 28, 2012

Vísindavøka

Havi verið á vísindavøku í dag. Fyrst fór eg í morgun at hyggja at básum, hoyrdi tvær framløgur, eina um sáðgóðsku hjá føroyskum monnum og eina um geologi og seismikktøkni. Sum tað var ein lívgandi uppliving at síggja alt virksemi, sum er í Føroyum. Og fitt av fólki var eisini.  Stórt tillukku Annika, nú ert tú nakað moyr eftir at hava stýrt hesum stóra tiltaki í tveir dagar.

030054039033042

So fór eg aftur oman á Skálatrøð klokkan 4, tá vóru tey úr Hoydølum komin at gera royndir, har vóru Brynjálvur, Jógvan Dahl og Henrietta. Rektarin á Fróð setti vøkuna, og Annika Sølvará skar vísindakøkuna. Lív var har saman við Lív Rósu og Shahin og Elly við Baltasari. Hugnaligt at síggja tey.

059060062065

Kl. 19 fór eg aftur oman, tá var Bjørn Kunoy á skránni við framløgu um, hvørjar reglur eru galdandi tá ið lond eru ósamd um undirgrund og mørk. Og síðani var kvøldseta á skránni. Tíverri var okkurt tøkniligt brek, sum gjørdi , at ORKUinstallatiónin varð seinkað, so eg fór til hús.

Sep 26, 2012

Fúl orð – torir tú at siga mogga?

Hetta er ein viðmerking til kjakið seinastu tíðina um fúl orð. Orðið fúlur (enskt ‘foul’) verður ikki nógv brúkt í dag, fyrr var ofta at hoyra millum børnini: “Oys tú ert fúlur!” og tað var netupp um slíkt orðaval og eisini um ljótar gerðir. At gera ‘ljótt’ er eisini ein máliska. ‘Hava tit nortið við í morgun?* er ein onnur. Tað hevði verið stuttligt at gjørt eitt orðasavn við øllum, sum vit siga um kynslív og kynslimir. Men at kalla dildo ‘eykalim’, sum eg sá á FB, tað haldi eg vera sera skemtiligt og bara skemt. Tey á tjóðpallinum gjørdu eitt savn um kvinnukynsgøgn í samband við leikin ‘Ginusøgur’, tær valdu orðið gina.
a96908_a561_10-pure-art
Eg haldi at kjakið er um so nógv ymiskt viðvíkjandi máli. Vit hava ymsan stíl, tvey kyn, ymiskan kynsligan hug OG ymsar aldursbólkar, í øllum hesum førum finnast ivaleyst bæði vøkur-poetisk-ónærislig og klinisk orð, men at líkasum taka orðini hjá teimum ungu og gera tey til tað kliniska undirvísingarmálið, haldi eg er púra burturvið. Ungdómurin hevur sítt egna mál og sítt egna samskifti, eg hugsi tey vilja helst vera okkkara uppíblanding fyriuttan. Tað er at undirmeta tey ungu at siga, at tey skilja ikki, vita ikki og fáa ikki tosað.
imagesCA3F3Z8N
Sjálvandi skal undirvísingartilfarið í seksuallæru dagførast, tað skal alt undirvísingartilfar. Tað ber eisini  til at hava ung sum ráðgevar í ritstjórn, og sjálvandi skal málið vera greitt og skilligt, og sjálvandi skula orð, sum eru niðrandi á einhvønn hátt, lúkast burtur.
Orðini, sum hava verið søgd at vera gomul, røst, láturlig og grov eru bara orð. Tað er hugburðurin hjá teimum sum siga orðini, sum telur. Nógv dømi eru um, at orð eru so misbrúkt, at tey mega tveitast burtur (t.d. brekað), hóast tey eru góð orð. Her í Føroyum eru vit so liberal, at tað ber til at gera orð sjálv/ur, um tú fært fólk at brúka orðið, so er tað eitt orð.
imagesCADMSSQP
Øll mál hava orð, sum ikki verða brúkt nógv, og sum helst ikki skula brúkast, tí tey eru so ljót, at taka grafitti orð at brúka til neutral orð er eisini burturvið. Vit hava brúk fyri ljótum orðum og grovum, men vit hava eisini brúk fyri neutralum orðum, sum vit kunna siga alment, og har er tað NÁM hevur sína stóru avbjóðing.
Kanska hetta er ikki ein so stórur trupulleiki, sum ein fekk varhugan av í kjakinum.

Sep 25, 2012

Marie Krøyer

Tað var Bergljót M, sum bílegði mær bilett, annars er óvist, um eg hevði fingið upp í lag at farið, hon tók allan lesiringin við sær Smiley
Havnar bio var fullsett, tá ið Bárður bjóðaði vælkomin. Í lýsingini stóð, at Bárður fór at hava fyrilestur um listakvinnuna. Tað var ikki. Men kortini fekk hann upp í lag at geva Krøyer viðhald í, at Marie vist ikki mundi hava nakrar serligar listagávur.
Eg visti ikki, at ein slík lagna búði aftanfyri allar málningarnar, sum vit altíð síggja hjá Krøyer. Hvítur sandur, hvítir kjólar, festligir føðingardagar og hundurin. Krøyer var heimskendur og væl fagnaður víða um, men tað var ein prísur fyri viðrákið, og hann rindaði Marie. Birgitte Hjort Sørensen spældi Marie stak væl og Søren Sætter-Lassen spældi eisini sína óunniligu rollu væl.
image3simage2simages
Ein svakur maður, sum hóreiggjar sær innanveggja, men dugir so væl at krógva tað millum fólk, tá er hann so blíður og týður. Onkusvegna ljóðar hetta so kent. Krøyer var sjúkur maður og fór sera illa við konu og barni, hvørja ferð tørnini komu. M.a. kravdi hann, at dóttirin skuldi spæla rolluna sum hundur, tað var ein sera grípandi sena.
Løgið, nú hava vit akkurát lisið Annu Kareninu, og so líkar teirra lagnur! Forelska seg í einum øðrum, muga fara frá barni, útstoyttar sum svíkjarar – tó sterkar kvinnur. Og løgið eisini, at forfilmurin undan Mariu Krøyer var júst Anna Karenina.

Sep 24, 2012

Mánamorgun – 3 vikur farnar

image

86,8 - Nú hevur Turið gjørt eina so fína strikumynd, farstrikan vísir gongdina.

At lætna 600 gr. í eina viku, tað er ikki hugaligt. Og so havi eg enntá bæði gingið og súkklað í síðstu viku Trist smiley, men sjálvandi tað gongur tann rætta vegin. Vit súkklaðu norður í Kaldbaksbotn leygardagin, tað var longri enn vit hildu - og so skal mann heim aftur eisini!

113

DDV ætlanin sigur 30 min. av rørslu um dagin, tað er ikki nógv, men halt munn ikki, sum tað er tvørligt, tá ið tað regnar, og bilurin stendur í túninum! Ná, vit hoyrast!

Sep 22, 2012

75 ár–føðingardagshald

Føðingardagshaldið var leygaradagin 22. sept. Á bókasavni skúlans var framsýning av avrikum hjá lærarum á skúlanum - fyrrverandi og núverandi. Kirsten og Hanne høvdu funnið bøkurnar fram og gjørt ein lista við titlum, og hann er imponerandi.

Framsýningar vóru, sum lærugreinir skipaðu fyri: enskt, spamskt, franskt, søga, samfelagsvísindi og geografi høvdu tilfar og lurit liggjandi frammi. Í evnafrøði kókaðu næmingar bomm, og í alisfrøði gjørdu tey eina roynd um ferð.
027
Eins og tá vit fyltu 70 var stovan hjá sponskum og fronskum tann flottasta, café og tapas og litir og tónleikur.
016
019
047
054

Í enskum høvdu tey býtt stovuna  í eitt indiskt horn eitt australsk borð og so bretskt sjálvandi, har var eisini onkur munnbiti at fáa og Sharon bjóðaði indiskt snakk, so fín í indiskum klæðum.
021023
Klokkan tvey høvdu vit samkomu í samkomuhøllini, har Bjørn Kalsø og onnur ynsktu skúlanum tillukku og eitt sangkór sang ein sang úr AUDITION:
067078

Sep 21, 2012

75 ár

Skúlin í Hoydølum er nú 75 ár, og í morgin leygardag verður opið hús frá kl. 12.

Vælkomin í Hoydalar, at síggja tann legendariska skúlan, sum hevur fostrað so nógvar yrkjarar, lærarar, granskarar, loysingamenn, sambandsmenn, ekstremar høgramenn (ongin nevndur) og ekstremar vinstravendar (ongin nevndur), sum varð bygdur til undir 300 næmingar og nú hýsir yvir 700 næmingum. Um tú ætlar at hava bil við, skal tú koma kl. 11, tí annars er fult á P-plássi, grótkasti og veg og túni. Gleð teg at síggja somu stovur og somu vesi sum í 60unum, kranar og rulluhaldarar eru antikkir nú.
Síggjast!!
027  AND WE HAVE A WINNER!