Sep 8, 2012

Opið bræv til Tórshavnar býráð

Til rætta viðkomandi.
Hvat skal til fyri at tit gera gonguteigar, er tað mongdin av ferðslu, talið av fólki til gongu ella hvat?023
025
031
Mín fyrispurningur er um krossin Grønlandsvegur Jákup Nolsøesgøta uttan fyri tann gula handilin. Har er nógv ferðsla, har búgva nógv fólk, eisini børn. Vegirnir eru breiðir, si tað tekur eina løtu at koma yvirum, serliga hjá smáum beinum og giktarunnum. Tann guli handilin lýsir lokkandi á horninum, vit fara okkara leygardagstúr at keypa ís, og vegurin er sum eitt hav at krússa hjá Magnu og Herbert. Tíbetur vóru ikki nógvir bilar í morgun.  Her mangla gonguteigar!!!!

Sep 6, 2012

Lisa 17

Lisa fylti 17 í august, nústani havi eg fingið í lag at keypa henni gávu. Men nú fær hon ein heiðursblogg við myndum av sær sjálvari.dd 003 Lisa er ein upptikin ung dama, hon gongur í studentaskúla til at taka IB prógv í Birkerød. Hon arbeiðir í Baresso, og hon arbeiðir onkra aðrastaðni eisini, og hon hevur áhuga fyri politikki.
DSC05320
DSC_0041

Turid-1028
DSC05340
                                                                                                                                          prag 041
Góða Lisa , eg sendi gávuna í morgin!

Ballur, bilar og bóltur….bull….!!!!

Hvør eigur hasar ballingarnar? Hví skula teir verða parkeraðir har? Teir taka nokso nógv  av tí lítla plássinum, sum er. Á, hann hevur leigað økið ? Eisini til depot?  Á eg skilji, men hvør fær leiguna? Landið, friðingarnevndin ella hvør? Hvussu langan sáttmála hevur hann? Og hvussu nógv kostar tað at leiga fløtuna? Hvør veit?

Næmingarnir spæla rundbólt saman við Adrianu.

002

Sep 4, 2012

Eldhugaðir lærarar

Tá ið skúlaárið byrjar í Hoydølum, plaga vit at hava innleiðsludagar fyri fyrstaflokk. Ofta havi eg hugsað: sum okkara ungdómur dugir væl og er kreativur! Í ár skal bloggurin heiðra lærararnar: sum lærararnir eru kreativir og eldhugaðir, og teir arbeiða ‘above and beyond duty’ (hatta var til Anniku). Hugsa sær til at hava yvir 300 næmingar – vit hava 13 fyrstuflokkar – í Norðurlandahúsinum og fáa øll at arbeiða, lurta og spæla sjónleik! Og eisini at seta aðrar lærarar til relevantar og stuttligar uppgávur. Og arbeiðið verður gjørt við einum smíli, eisini eftir 7 tímar í NLH við øllum hesum ungu.

037

059

060

Annika, Birgit, Christian, Joan og Vár vóru í fyrireikingarbólkinum, sum hevði hugvísindaliga partin av innleiðsluni fyri 1.s um hendur. Eg var ikki í Norðurlandahúsinum í  allan dag, men eg upplivdi Hoydalar symfoniorkestur, tá tað spældi “Dukka mín er blá”. Eitt sera stuttligt hugskot. Hvør flokkur umboðaði eitt ljóðføri: messingablásarar, tvørfloytur, violinir, kontrabassir, slagskálir, xylofon, rytmuegg, harpa, trumma. Tey høvdu arbeitt við sanginum og funnið ein máta at VERA ljóðføri, summi høvdu evnað lutir til úr pappíri, nógv høvdu rørslu sum part av framførsluni, og ein flokkur brúkti persónar til ljóðføri, annarhvør var kontrabassur, sum ein annar spældi uppá. Sangurin bleiv spældur ígjøgnum bæði við einum flokki/ljóðføri og við øllum. Forbiðið stuttligt.

Og síðani upplivdi eg ta stóru spurnarkappingina. Spurningarnir vóru um søgu, stavseting, andnevni, fremmandorð á føroyskum, og so hin har tú fært tríggjar frágreiðingar um eitt løgið orð, tvær órættar og eina rætta. Eg havi sjálv gjørt frágreiðingarnar, men Hans var so sannførandi, at eg hevði valt hansara órøttu, um tað var eg í boksini! Smiley

Trettan bólkar, trettan boksir:

048

Aug 31, 2012

Herbert og Magna

 

Tá ið Herbert var lítil hevði mamma hansara ein blogg, hvørja ferð hann rørdi seg, tóku tey eina mynd, og so tóku tey video. Nú er bæði foreldrini upptikin av arbeiði, bloggurin er tagnaður, og ímeðan er Magna blivin hálvtannað ár. Magna elskar skógvar, hon fær langa tí at ganga við at rudda skógvar, passa skógvar og bera fólkinum í húsinum skógvarnar, sum hoyra til tað fólkið. 004

006

 

Herbert er fýra ár dugir at súkkla, hann elskar bilar og bakugan figurar. Teknifilmar og barnaløtan eru eisini herlig. Omman tekur myndir alla tíðina og eisini video við hvørt.008

014

Aug 30, 2012

Laura tannáringur

Orðið fyri teenager á føroyskum ljóðar, sum tað hevur okkurt við tenn at gera, okkurt við at mann sær aldurin á tonnunum, áringarnar. Men nú er Laura trettan, oyjúddanar also! Og hon býr í Føroyum´, spennandi hvussu hennara argjalív fer at vera. Føðingardagurin varð hildin á Norðasta horni, og høvi beyðst at heilsa upp á familjuna. Báðar vinkurnar eru í nýggjari troyggju.
012
015
017
019
021
022
024
025
026
Baltasar hatta lítla sprellið reisir seg longu upp. Bergljót var heima og ferðaðist.
027

Aug 28, 2012

Óbrúktar talentir!

IMG_1532

Tað er sárt at hugsa sær, hvørjir ótroyttir møguleikar eru farnir aftur við borðinum! Hugsa sær, um ein gentufótbóltsflokkur var í Havn í 1956! Vit høvdu havt olympiskar leikarar, vit høvdu langt síðani havt fingið viðurkenning og sparkað undir merkinum. Tað sæst týðiliga á fótstøðuni og bólttakinum, at her er talan um exceptionelt hegni. Allur kropsburðurin vísir fullkomna hugsavnan um bóltin! Sum støðan var í føroyska fólkaskúlanum, har ítróttarhugað fólk hava verið noydd at lisið føroyskt, søgu, danskt, landalæru og nógvar aðrar greinar, var einki annað at gera hjá hesum fótbóltstalentið at fara aðrar leiðir og endaði hon sum professari í bókmentum – ongi steyp og eingi laurber ella olympiskt gull til hennara!