Jul 21, 2012

Øll saman í Vranov, Kekkia

Tad vil siga øll uttan Bergur. Fantastiskt í kvøld, 14 til bords í Vranov í Kekkia. Aftaná matin foru børnini at svimja í hylinum í kjallaranum. Og vit vaksnu fá okkum kaffi vid avec og bomm sjálvandi .
Familjurnar komu í hvør sínum bili, vit leigadu ein í Prag, vit gistu eina nátt í Keypmannahavn.
Sólrun og Lars komu úr Danmark via Kroatia, FS og MIchel komu úr Belgia via Oyes í Frankaríki., tey gistu eina nátt í Frankfurt.
IMG_6017[1]
IMG_6018[1]
IMG_6020[1]
IMG_6022[1]

Jul 19, 2012

At pakka kuffertið

Tað er ein kunstur at pakka kuffertið. Troyttandi at hava pakkað alt ov nógv, og eisini keðiligt at hava ov lítið. Summi rulla øll klæðini til pylsur, so at tey skula ikki rukkast.

Reyðar lissur til Emil og fløgan við søguni hjá Edvard Fuglø. Bókina um Prag, north face sandalirnar í einum plastikkposa.…skal eg taka ta morreyðu við? Nei, for sørin, tað man ikki vera neyðugt…ella? kanska um kvøldið, um vit sita uttanfyri.  Vit vera ein dag í Kph., áðrenn vit flúgva víðari, skula vit so hava stivlar og regnklæði við?

020

021

Svimjidrakt…á harrajemini, har er hylur í húsinum,  eg eigi tríggjar – allar fleiri nummur ov lítlar. Man ikki fara at pynta meg í Prag…skal eg ikki bara vera hjá børnunum, tað er so hugnaligt. Sólkeppin, gloym ikki hann. Lýsihylki og brufen….

Gleði meg at síggja Karlsbrúnna, til súkklutúr og til dýragarð við børnunum. Nei halt kipp, eg fari at leggja meg, pyjamasrutan í morgin.

Jul 18, 2012

Tveir dagar í Dali

Herbert fór inn í Rununa at spæla, har vóru Elin og børnini. Og vit fóru út at súkkla, reiggja og hoppa trampolin. Inga Rósa var við har suðuri, so vit vóru tvær um tvey børn. Magna lærdi seg at renna á traktori.
016

024

030

037

045

071

104

110

Jul 16, 2012

Um eg vítt um verøld fór..

Var við Gjógv nú ein dagin, koyrdi eftir oynni og eisini norður á eiðisvegin. Sólin skein so fagurliga, vøtnini skygdu blá, og havið var sum stoytt við klettin. Eingir bilar vóru á vegnum, eg hugsaði, hvar eru øll ferðafólkini? Við Gjógv stákaðust tey til eitt ættargildi, sum skuldi vera. Inga Rósa sat so hugagóð og bant í Hoygarðinum. Vit spákaðu ein túr yvir til Sofus Debes. Havi leitað eftir børkubónda í Gotlandi, og nú veksur ein her í Eiriksgøtu. Tað meini eg, um eg vítt í verøld fór,…. tosa um at fara yvir um ánna eftir vatni. Sólin skein við sama lag, tá ið eg kom suður aftur um kvøldið, eg tók nakrar myndir  av Havnini m.a. av Eiriksgøtu 16.
Vit fingu okkum ein kaffimunn, ein stórur lastbilur kom framvið, tað var so, at hann rúmtist á vegnum!


032
033
034
040
041

IMG_5839[1]

Jul 14, 2012

14. juli. Franskur tjóðardagur

Fyri einum ári síðani sá eg fýrverk í Sezanne í Fraklandi. Í ár fóru eg og Magna til móttøku hjá franska konslinum í Føroyum. Samkoman var í Hornahúsunum, tað er aðru ferð, at slík móttøka er, fyrru ferð var hon í Fuglafirði. Konsulin bjóðaði vín, keks og ost, canapé og fransbreyð v. laksi Sera smakkgott og stílfult.
001
002
005
006
007
009
010
013
Hitt trílitta prýddi húsini, og børnini vóru uttanfyri í tí góða veðrinum.

Samkomukveikjari

Seinnapartin hoyrdi eg eitt viðtal við ein mann við titlinum samkomukveikjari, hann greiddi frá hvat tað var, og spurdur segði hann , at tað er tað sama sum trúboðari, men honum dámdi betur samkomukveikjari. Hmm, er hitt heitið ov kontroversielt, vil hann ikki fornerma fólk, ella vil hann ikki heisa reint flagg. Seinni í samrøðuni segði hann, at hann er eisini grafikari og ‘kallar’ seg grafikara – nokk heldur enn trúboðara. Men tað er kortini heilt hvør sítt. Landið, sum hann arbeiðir í er Italia. Italienarar vóru ivaleyst trúgvandi langt undan føroyingum, og pávin býr har, og kortini fara føroyingar at kveikja samkomur.
Eg undrist.

Jul 12, 2012

Gotlendsk náttúra

Í Gotlandi eru nógvir stórir bóndagarðar og nógvir oyðigarðar. Tann serligi gotlendski seyðurin er allastaðni at síggja – tó altíð innistikaður.

Gotland 2012 261

Skógarvøkstur er nógvur og vegjaðarin er ein litføgur blómublonda. Gotland er kent fyri síni 33 sløg av orkidé ella børkubónda. Tíverri sóu vit ikki ein børkubónda, uttan á postkortum, og tað tykist mær løgið, vit skimaðust allatíðina, meðan vit súkklaðu og gingu eisini onkran túr til at leita eftir honum. Nógvar blómur eru tær somu sum okkara, men størri t.d. skøra og børkuvísa.

Gotland 2012 105

Gotland 2012 108

Gotland 2012 150

Gotland 2012 178

Gotland 2012 208

Gotland 2012 269

Nógv óluksáliga flott trø og nógv dømi um, at viður trýtur ikki, m.a. so øgiliga fín hegn av greinum og kvistum, sum eru samanbundin við plantum, hvør við einum toppi, sum so við tíðini gerst brúnur. Sera dekorativt. 

 

Gotland 2012 241

Stoltleiki svia, huldur í grasi.

Gotland 2012 255

Inga Rósa juli12 655

Ein stór kona, bóndi, greiddi okkum frá ‘gutamålet’, sum nú er ikki til longur, hon segði , at eyga æt ‘auga’ og ein ‘ein’, tað ljóðaði so heimkunnugt.

Gotland 2012 287

Gotland 2012 310

Gigastór hundalond.Inga Rósa juli12 657

Inga Rósa juli12 659

Sandstrond er í støðum og sandsteinsmyndir (rauker), sum síggja ævintýrligar út, nakað sum okkara klettar. Eitt, sum vit høvdu at finnast at, var skeltingin. Tað var ikki altíð so gangandi greitt, hvønn veg tú skuldi fara. Vit hugsaðu, at kanska tað var bannað at hava ov mong skelti, tí tað lýtir náttúruna. Súkklubreytin, gotlandsleden, er ikki ‘rein’ súkklubreyt í øllum støðum, men saman við bilveg í nógvum førum. Tó var eisini góð súkklubreyt á summum teinum.

Gotland 2012 151

Gotland 2012 157