Jun 20, 2012

Listaverk við sjóvarmálan

Var ein stuttan túr í Dali í gjár. Henda klótan og hesin bulurin hava kanska vaksið í Noreg ella Svøríki, hava so verið eina langa ferð eftir havinum, kanska ein túr á Norðpólin fyrst og síðani til Dals. Ein listarlig tilgongd er farin fram og fer enn fram….so leingi nakað er eftir.

012

013

014

Jun 18, 2012

Modernað ævintýr

014

Aaron Corcos (12 ár) – sum eg eri ommusystir at – hevur gjørt eina kreativa verkætlan í skúlanum. Turið fekk sendandi hesa bók, sum eitur  ‘What Really Happened at Grandma’s House’. Tað vísir seg í rættarmálinum ímóti úlvinum, at Reyðhetta verður ákærd fyri sjálv at ætla at drepa ommu sína, tí hon fekk so lítla jólagávu frá henni.

017

Hon ætlaði at geva henni eina eitraða muffin. Dómarin er úr ævintýrinum Øskufíu. Sum tað hóskar í einum nýmótans ævintýri spæla fjølmiðlarnir eina stóra rollu.

019“We’re live from Grandma’s house.”  Og so er spurningurin at enda: Var dómurin rættvísur?

016

Jun 17, 2012

Krabbar og kombikk

Herbert hevur verið á kombikk og krabbaveiðu. Sólardagar í fjøruni. Hallur dugir so væl at fanga krabbar, teir verða sleptir aftur á sjógv, tí teir ‘búgva har’. 002

 

018

019

020

023

IMAG0389

Jun 16, 2012

Hin løgni tilburðurin við hundinum á náttartíð

Børn við autismu liva í síni egnu verð, tað hava vit ofta hoyrt. Ja, men hvussu sær tann verðin út? Hvussu sær heimurin út gjøgnum teirra eygu? Hví eru tey so treisk? Ella hví seta tey seg at skríggja ella duka høvdið í veggin? Henda bókin er um Christopher, hann er 15 ár og ikki sum hini. Sera góð bók, so sjáldsamt sjónarhorn, allan vegin ígjøgnum bókina síggja vit hendingar og fólk við Christophersa eygum. Hann sær fólkini rundan um seg (okkum) og avdúkar ymiskt í okkara atburði og talu.
003
In July 2009, Haddon stated on his blog that "curious incident is not a book about asperger’s....if anything it’s a novel about difference, about being an outsider, about seeing the world in a surprising and revealing way. the book is not specifically about any specific disorder" and that he is not an expert on autism spectrum disorder or Asperger's (av netinum)
004

Jun 14, 2012

Próvtøka á Føroya læraraskúla

Havi verið próvdómari hjá 2.L tveir dagar. Næmingarnir hava skrivað eina bókmentauppgávu, gjørt eina undirvísingarætlan – lærarahefti og næmingahefti. Frálíkt arbeiði hjá teimum. Bókmentaverk sum Divina Comedia, Skuggabaldur, Hildegard og høvundar sum Stephen King og Martin Andersen Nexø og  ikki at gloyma kvæði. Sera fjølbroytt úrval.
Rebekka og Eydis høvdu skrivað um  “Liget i skoven” eftir Stephen King, munnliga framløgan var um tað ævisøguliga aspektið av skaldsøguni og um bókina/filmin Carrie.001
Heri Olsen og Magnus Mørkøre Johannesen  høvdu viðgjørt Dantesa guddómligu komediu og framløgan var um gudsfatan hjá Thomas Acquinas og høviskan kærleika.002
Framløgan hjá Henriettu A Jacobsen var um føroysk náttúrukvæði við denti á alheimsfatan - kosmologi, teologi og antropologi, sum rúmar himmalskum, jarðiskum og niðanjarðiskum verum.003
Hanna kann saktans vera glað um sínar næmingar.005
Framløgan hjá Kenneth Nygaard kallaðist “Hvør er yndisblóma plantufrøðingsins”. Hanna og eg fingu hvør sína hagasólju. Plantufrøðingurin er Fríðrikur í Skuggabalduri, og hagasóljan er Abba, og Hálvdan er eisini ein hagasólja. Framløgan var um “hagasóljubørn”, um at tey hava brúk fyri fólki, medmenniskjum at spegla sær í til at kunna mennast og læra og hava sjálvsálit. Sera áhugaverd framløga.
006
og til næmingaheftið var ein faldari á føroyskum og donskum við greinigarhugtøkunum uppsettum við litføgrum tekningum og symbolum. Akkurát slíkt, sum næmingar hava brúk fyri.
007
008

Jun 13, 2012

LOUIS fyllir 11

Fyri 11 árum síðani í Amsterdam, og hygg nú sjeikurin við sínum kunsti og hundakunstum.Frankaríki 2012 486
Frankaríki 2012 538

Frankaríki 2012 581
Frankaríki 2012 599

Jun 11, 2012

Takk fyri kubbarnar!

Eg fekk eitt bræv úr Noregi, ja eg skrivi Noreg soleiðis, eg minnist fyrstu ferð eg sá tað mishátta Norra. Tað var uttan á bókini hjá Hanusi og Helenu Ferðaminni úr Norra. Eg trúði ikki mínum egnu eygum, síðani hevur eisini Suðuroyggin skift navn til okkurt ómakaleysari. Ná, tað var hatta brævið, eg fekk einar kubbar í føðingardagsgávu, tað er norskt hondarbeiði, teir eru úr bummull, fínir summarkubbar.
9. juni 12 011
9. juni 12 013
Ja, teir eru kanska ikki beint hondbundnir, tað hugsi eg ikki, men vakrir.