Mar 16, 2012

Frí úr barnagarðinum

Herbert og omma eru heima í dag, seinni fara vit til Gjáar ein túr, men fyrst mega vit keypa eitt køliskáp til Hoygarðin.

Vit hava spælt gamaldags spøl og lagt eitt gamaldags putlispæl, myndin á putlispælinum er av Louis og Emil, so lesa vit pixibøkur og byggja hús av bókum.Men úti er vátaslettingur, tað er nú ikki so óvavligt í mars. Tað sum grør í mars, tekur príl í sín ars, sigur eitt gamalt orð. Men nei nei, nú ið líður á dagin havi  eg mist mótið. landsverk sigur, at hálka er væntandi á Gjáarskarði. Vit skreiða í Havn og byggja ein ísbjarnagarð.

2012.02.23 025

2012.02.23 041 2012.02.23 027 2012.02.23 032 2012.02.23 040

Mar 14, 2012

Tornakrúna

Hvønn fríggjadag í føstu kl. 3 seinnapart verður Krists tornakrúna víst fram í Notre Dame í París, hon er gjørd av bambus men umvavd við gulli. Sjúti tornir í alt á tí 21 cm. víðu krúnuni, frásagnir ganga heilt aftur í 4. øld um hesa krúnu, og hon hevur verið í varðveitslu í Notre Dame í mangar øldir. Ætli mær at fara í kirkju í Notre Dame fríggjadagin fyri páskir, so fái eg kanska at síggja Krists tornakrúnu. Hon er megagomul.

arton339-72752

Mar 12, 2012

Alt í einum er tað vár!

Á FB skriva øll um várkenslur og tjøldur, genturnar hjá Dorthe hátíðarhildu henda dagin við at fara úr jakkanum, tí at tað var vár – ikki tí at tað var heitt. Vælkomin inn í mína stovu her í horninum!

005

009

010

015

016

020

Mar 9, 2012

LORTUR

Opið bræv til Tórshavnar býráð.

Bloggur er fínur til at fáa luft fyri ymsum, sum eingin vil hoyra ella lesa, internetið er ein gáva til tey, sum vilja av við frustasjónir. Sjálvandi við ábyrgd undir lógini um bakbit. Havi ringt mangar ferðir til Býráðið.

011

Síðani tit vóru seinast og gróvu her á leið og skiftu rør og brunnar og rist, hava vit verið plágað av kloakkroyki. Lortaroykurin er ringastur á vesturætt. Okkurt er ikki rætt, kanska tær gomlu dimensiónirnar hóska ikki til ovurveðri, sum nú altíð er, so at rørini svølgja ikki, sum tey skula. Kanska onkur bend, knø ella lás eru skeivt skrúvað saman.

013

Roykurin fer um øll húsini, ein søtligur , ónærisligur , vamlisligur luktur, sum megnar at dríva døgurðaroykin ella roykin av nýbakaðum breyði burtur. Hvussu við heilsunevndini? Kanska tað er betri at skriva til hennara enn til teknisku nevnd? Seinast, tá ið eg slapp ikki til dyrnar uttan í klovstivlum, sendi eg ein meyl til Heðin, hann svaraði beinanvegin. Men tað kann ikki vera meiningin í einum so stórum og nevndarríkum býráð sum okkara. Hoyrast !

010

Mar 8, 2012

8 Memory Lane, 1979 Havn

Tað var 5 ella 6 mars 1979, at Marner Simonsen gynekologur á Landssjúkrahúsinum, kom skundiga inn á stovu 4 á føðigongini. Hann spurdi meg, um eg hevði nakran serligan dato eg fegin vildi opererast, nú íð keisaraskurðurin var ein avtalað og ikki akutt viðgerð. Eg segði so 8. mars, ná segði hann er tað onkur abbi, sum fyllir tá, kanska á Skarði? Nei, segði eg, tá er kvinnudagur. Asssj, ríð og renn við tykkara møsni og kvinnudegi! segði Marner, snaraði á tí góða beininum, og burtur var hann. Tað var so 8. mars, at Frida Sofía kom í verðina, og vit vóru glað! Hans Marius fór niðan í Hoydalar, har hildu tey kvinnudag í samkomuhøllini. Og so fortaldi hann øllum vinfólkunum, at hann var blivin pápi. Tað mundi vera einastu ferð, at Hans Marius hátíðarhelt kvinnudagin, gerandisdagar mundi hann vera meiri samdur við Marneri. Hon fekk navnið Frida Sofía eftir ommuni í Dali, ofta bleiv hon bara rópt FS, og Turið gjørdi henni sítt egna navn Bía, sum var praktiskt, tí so virkaði tað eisini sum bíða! Tá ið FS var fødd, vóru vit akkurát flutt ínn í Eiriksgøtu, ovurfegin at hava fingið hús.

Góða Bía, vit ynskja tær tillukku og alt tað besta. Tú býrt nokso langt burturi, men tú ert í Evropa hóast alt. Myndirnar eru av geymanum, sum Sólrun gav mær í jólagávu:

PICT0710

PICT0129

29

PICT0814

PICT0711

Mar 7, 2012

Aftur kavi

Eg hevði ætlað at skift dekkini, men eg má heldur bíða ein mánað. Tað er deiligt at fáa te o g vaflur, tá ið tú kemur heim úr skúla seinnapartin við tvweimum børnum upp á sleip. Og Turið hevur bakað rugbreyð í dag. Fancy that!  Kanska vit kunna fara at skreiða hjá stóru Turið í morgin.001

Um kvøldið leggur mann klæði saman og smyr matpakkar, og so fer mann í song. Góða nátt. Í morgin fari eg at finna okkurt ordiliga spennandi og kontroversielt at blogga um!002

Rugbreyðið verður nokk uppi, áðrenn vit fáa tíð at leggja tað í frystiboksina, tað smakkar so mikið væl.003

Mar 6, 2012

Nú minnist eg!

Nú minnist eg, hvussu tað var at hava smá børn. Tey mega vakjast, og um tey eru ikki fullsvøvnt er tað einki stuttligt. Matpakkar skula smyrjast, og skiftiklæði vera klár. Mótmæli um litin á glasinum og borðiskinum og litin á mjólkapakkanum skula takast í størsta álvara, annars er tað bara ringast fyri teg sjálva. .. Men tá ið so Herbert situr og greiðir frá Pápaleysa í kvøld, tí hann hevur hoyrt hana í barnagarðinum og Magna situr og spælir klovn við sínum babymaisstongum, tá verði eg heit um hjartað. ... Er ikki nóg mikið regn nú fyri fyrst? Kæri Tórur gudur, fær onkra staðni har sum turkur er, kom so aftur nakrar dagar, tá ið bøurin skal grønka.