Jan 13, 2012

Opið bræv til mentanarnevndina í Tórshavnar býráð.

 

Góða nevnd,

Húsdýragarður, t.d á Glaðsheyggi ella Millum Horna, ella í Hoyvík- kettur Kat, hønur, kúgv, seyðurSort får, gæs, dunnur, hundur  Skildpadde, kaninir Kanin Summi av dýrunum kunna kelast, og børnini sleppa at geva teimum at eta Pizza. Málbólkur 3-10 ár. Nýtið Húsdýragarðin í Reykjavík sum fyrimynd. Tað kann kosta eitt sindur inn, og so kann mann keypa árskort, og barnafamiljur fáa avsláttur.

Kann býráðið seta krøv til handilsmiðstøðir? Krevjið av SMS og Miðlon, at spælipláss verður gjørt, so at børnini skula ikki dragast gjøgnum allar handlarnar, men kunna fáa eina stuttliga løtu, antin einsamøll ella saman við vaksnum.

Innandura spælipláss t.d. í Restorffs bryggaríi – kann innrættast í fleiri deildum, spælipláss til 1-3 ára gomul; skreiðibreyt og kúlubað til 3-8 ár; ein deild við telduspølum, bobbspæli; borðtennis

Uttandura spælipláss t.d- á Tinghúsvøllinum, ella rundanum talarastólin, eina reiggju, og eitt klatristativ.

Býarbókasavnið er fínt, har kunna øll fara inn at seta seg eina løtu.

Sjósavnið er genialt. Skoytutjaldið er fínt. Svimjihøllin er genial, men nokso køld til tey smáu.Paraply

Jan 11, 2012

Árið ið fór - mai

Á eg gleði meg til mai! Mai í fjør var konfirmasjónsmánaður, ein drongur í DK og ein í Belgia. HVør fittari enn annar. 2011.05.23 Konfirmatiónir 009

2011.05.23 Konfirmatiónir 032

2011.05.23 Konfirmatiónir 045

2011.05.23 Konfirmatiónir 059

2011.05.23 Konfirmatiónir 069

2011.05.23 Konfirmatiónir 350

2011.05.23 Konfirmatiónir 356

2011.05.23 Konfirmatiónir 377

2011.05.23 Konfirmatiónir 386

2011.05.23 Konfirmatiónir 438

Jan 10, 2012

Danskur loyalitetur

Sjúrður Skaale helt, at Danmark MÁ vera meiri loyalt mótvegis ES, nú ið tey hava formansskapin…hetta var akkurát øvut av tí Leyvan segði. Hann helt, at nú hevði DK betri møguleikar at hjálpa Føroyum. Sjálvandi er tað lættari at vera illoyal mótvegis Føroyum, hvør vil vera óvinur við Merkel? men tað vistu vit nokk. Hetta er ein sak ímillum ES og Føroyar, sigur ráðharrin, ja uttanríkissak…eh , uttanríkismál eru tey yvirtikin? Sami vavsturin av ábyrgdarflótta og ábyrgdarfløkju sum vanligt. Ná, tað er sikkurt einki stuttligt at vera Sjúrður, hann er partur av stjórnini, og hann hevur roynt og roynt. Edmund líktist sær sjálvum, væl nøgdur og tað sum eingilsmenn kalla ‘smug’. Men bíða nú Leo er í Danmark og hátíðarheldur kongshúsið, kanska hann kann teska okkurt í oyrað á Margretu. Tað verður ball alt vikuskiftið. Herligt, hvat man Leo fara í? og kjólin hjá frúuni?? Vit vita at KLJ er so innarlaga í tí evninum. Smiley Smiley

Jan 9, 2012

Árið ið fór – apríl

Harragud, sum tað er stutt síðani, og nú er skjótt apríl aftur. Magna bleiv doypt í apríl, og hon fyllir eitt í mars, ádú ádú. Eg gleði meg til bamsukakuna.

Weekend 019

Gleði meg, til Inga Rósa kemur aftur.

AM gravkúgv 005

páskir11 017IMG_5852

Og Borgarhjørt, sum fór so alt ov skjótt.

IMG_0842

Olna er altíð glað.páskir11 020

Jan 8, 2012

AT BLOGGA

Tá ið tú bloggar, so er tað fyri at kommunikera, ella? Er tað bara fyri at skriva, so kundi tú bara lagt tað í eina mappu á telduni. Bloggar eru so ymiskir. Listabloggurin er um list av ymsum slag, ummæli og lýsingar. Tær skriva so væl, og Kinna hevur so stuttligar skeivar vinklar. BIRK er nokso nógv um miðlar, men eisini dagbókarlík blogginnsløg, og hann hevur nógvar myndir. TURIÐ BLOGGAR er sera persónligur, stuttliga skrivaðar viðmerkingar til ymiskt í gerandisdegum, málið er sera persónligt og ofta rættiliga frítt við illbønum og fremmandum orðum mitt innann í tekstinum, henni dámar orðaspæl og hennara sjónleikagávur síggjast aftur.


images3


Mín egni bloggur var í fyrstani mest ein dagbók við familjumyndum og familjuupplýsingum. Síðani havi havt eg onkrar viðmerkingar til dagsins politikk og umrøðu av bókum, sum eg havi lisið. Tað er stuttligt at fylgja við, hvussu nógv eru inni á blogginum hvønn dag. Nú er eingin trygd fyri,, at viðkomandi las bloggin, um hon læt hann upp. Hagtølini telja eisini, um ein persónur, eitt nú eg sjál eri inni fleiri ferðir images5 sama dag. Men tað er eitt løgið samband ímillum teg og tínar lesarar, hvør situr í Russlandi og lesur bloggin? ella í Amerika? Tað sæst eisini á hagtølum, hvar í verðini lesarar eru. Og hetta við móttakara spælir so eina rollu, hvat skalt tú skriva , so at tú fært lesaratølini upp? Og tað hóast tú ikki fært pengar fyri lesaratøl. Um tú skrivar okkurt provokerandi, so fer lesaraskarin upp, og sjálvandi, um tú leggur eitt leinki á FB, so fer lesaratalið upp. Ikki tí, at fólk hava leitað eftir mær, men tí at tey duttu um leinkið.


BLOGGUR verður ikki nógv granskaður í undirvísingarhøpi, men frymlar nýttir til yrkistekst eiga at kunna brúkast. Tó skula hesar serligu umstøður sum internetið veitir takast við.


Hetta vóru hugleiðingar í regni ein sunnumorgun.

Jan 6, 2012

"Hulda Garborg - Nasjonal strateg" eftir Arnhild Skre





Havi altíð hoyrt um Huldu Garborg og hennara arbeiði við at læra norðmenn at dansa og kvøða.
Men henda bókin, sum er 600 síður á nýnorskum, lærdi meg nógv annað um Huldu Garborg (1862-1934). Bókin er ein ævisøga, sum fylgir Huldu frá hon varð fødd og vaks upp sum einasta barn í Hamar, sum hevði fráskild foreldur, og til hon doyr gott sjeytiára gomul sum ein av fremstu mentanarpersónunum í Noreg. Høvundurin Arnhild Skre ger sera nógv burtur úr tíð og umhvørvi, sum Hulda ferðaðist í, vit fáa m.a. langar frágreiðingar um bókmentarák og rithøvundar í Týsklandi og sjálvandi politikk í Noreg.
Hjúnabandið millum Huldu Garborg og rithøvundin Arne Garborg verður eisini lýst allan vegin, Hulda stóð á mangan hátt í skugganum av Garborg, hon upplivdi ferð eftir ferð, at fólk hildu, at hann hevði skrivað hennara bøkur og greinir. Men hann var henni eisini dyggur stuðul, altíð nýtti hon hann sum málsligan og bókmetaliga ráðgeva, tá ið hon skrivaði. Han var nokso serur, hevði radikalar meiningar, livdi fyri seg sjálvan í eini smáttu, orkaði ikki fyri soninum, eg má siga, mær dámdi hann einki serligt. Men Hulda elskaði hann, hevði hann sum sína lærdu fyrimynd.
Sjálv var Hulda mestsum sjálvlærd, byggjandi á grudtvigskan lærdóm úr ungdóminum. Hon royndi alt lívið at læra seg meir, lærdi seg týskt og franskt, vitjaði nógv lond m.a. Baskaralandið í Spania. Hennara yndisrithøvundar og fyrimyndir vóru Rousseau, Nietzsche og Turginiev. Byrjar at skriva mmæli, umsetir úr týskum, skrivar síðani bæði skaldsøgur og sjónleikir.
Hulda var ‘málmaður’ um ein háls alt sítt lív. Sjálv var hon vaksin upp í bókmálsøki, men hon sá landsmál, sum tey kallaðu tað, sum tað gamla, rætta norska málið, sum bar norskan samleika osfr. Tað er altíð spennandi at lesa um norska málstríðið og sjálvandi nokso syrgiligt. Tey hava havt sera harðar dystir og djúpar gravir millum partarnar. Í tjakinum verður entá talað um tvær tjóðir, tvey ymisk fløgg, tvey ymisk mál, tvey ymisk sjónleikarhús osfr. Ein stóran part av sínum vaksna lívi brúkti Hulda til at ferðast runt í Bygdanoreg, og vit fáa eisini innlit í tann stóra mun , sum er millum áskoðanir í Kristiania og á bygd. Paralellirnir til føroysk viðurskifti eru alla tíðina - meiri og minni sjónskir.


Hulda Garborg og Amalie Skram vóru vinkonur, báðar giftar við rithøvundum. Kvinnusak er eisini eitt evni, sum ævisøgan ger fitt burturúr. Hulda var ikki feministur, men hon var fortalari fyri stórum broytingum í húsarhaldi, sum kvinnan skuldi standa fyri. Hon var eisini fortalari fyri, at korsett skuldi leggjast burtur; náttúran skuldi fáa meiri rásarúm. Siðalagsstríðið var eisini ein rættiliga sárur partur av kjakevnunum í Huldusa nærumhvørvi, Arne Garborg var sera heitur fyri liberalum parløgum, liberalum ástarlívi, og so sjálvandi verður Hulda við barn, tann liberali maðurin giftist við henni, men Hulda kendi seg eitt sindur, sum dotna millum tveir stólar. Tað vísti seg so eisini seinni, at Garborg hevði dyrkað frítt parlag eftir at tey vóru gift, men tað tók Hulda í stívan arm.Spennandi er at lesa um túrin hjá Huldu til Føroyar í 1902. Men hetta verður alt ov lant til ein blogg, so eg endi her. Fult av myndum eru í bókini. Bókina fekk eg í jólagavu frá míni góðu vinkonu í Noreg , Gudlaug. Hon er av bygd og tosar bygdamál og skrivar nýnorskt

Jan 5, 2012

She who must be obeyed

Hann hevur blóðsmakk í munninum. Hann roynir at fáa hann burtur við at fáa sær ein munn av øli afturat, men tað vil líkasum ikki eydnast. ..

Niklas hevði verið so tryggur í kvøld, í kvøld fór hann at klára tað. Hann var komin í barrina fyri einum korteri síðani , tríggir menn stóðu við barrina við hvør sínari øl. Hann hevði brett sær á og biðið um eina øl. Hann ætlaði at hava okkurt sum ein og ein hálvan tíma fyri seg sjálvan í kvøld. HON sat í stovuni og hugdi at degi og viku, tá ið hann fór so spakuliga um dyrnar. Og aftaná kom ein krimi, sum hon plagdi at elska, so tað skuldi givið hálvanannan tíma. At koma út undir luftina, hann bretti sær á og andaði djúpt inn, so fór Niklas hond í lumma ígjøgnum bygdina. ....Menninir práta undir liðini á honum, hann hoyrir hvat teir siga. Nú práta teir um streymslit og banna inná SEV. Ja, ja øll bygdin hevði ligið svørt, stutt eftir at Dagur og vika byrjaði. Niklas hjá Pena smakkar sær á ølina, letur renna niður í hálsin, áhh so vælsignað! Knappliga er hann um at seta ølið í hálsin, Dagur og vika! Streymslit! Ja, men tað merkti jú at........hann hoyrir úthurðina ganga aftanfyri seg , og kaldur gjóstur fer honum eftir bakinum, og nú hendir alt í senn, tað gerst rúmsátt uttan um hann, menninir flyta seg fram við barrdiskinum, og barrvørðurin sigur ‘síggjast’ og smoyggir sær út í køkin, tað myrknar inni, ein skuggi ella er tað SEV, sum svíkir?

Marin Malena fyllir duraopið, og tað eru bara tvey fet yvir til barrdiskin, tað seinasta hann mintist var blóðsmakkurin í munninum.

 

 

Árið ið fór – mars

gantesa hjá Anne Lise 031

Shahin 40 og Hanni Bjartalíð 018

vikuskifti í Herlev 024