Nov 20, 2011

“..…má følna gras í dali.”

Mær dámar so væl deknagudstænastu, tað er nógv meiri erligt og reiðiligt, deknur lesur ein lestur, sum onkur hevur skrivað ella umsett. Tá prestur fer á prædikustólin ert tú nógv meiri prísgivin hansara ella hennara persónligu sym- og antipati. Og so eru teir í hasum svarta kjólanum….´

Kirkjan í Dali er stutt síðani málað innan og uttan, hon hevur bláar stólavangar og gráar veggir. Gólvrennarin er gráur og vínreyður. Lampurnar, sum eg enn eina ferð havi fotograferað eru út Skopunar kirkju, komu til Dals, tá ið Skopun fekk ravmagn, men áðrenn tað høvdu tær verið í løgtingshúsunum.

023

020

Jóanes í Stórhúsi, deknur024

025

Vilhelmina Larsen , urguleikari026

Nov 17, 2011

Daprir dagar

So óhugnalig tíðindi berast í øllum miðlum. Føroyar hava alla mína tíð verið versðsins tryggasta stað at búgva í, tað eru tær kanska enn. Langt er tíbetur millum drápsmálini. Men tað er ræðuligt at vita sær, at slíkt hendir so nær. Nógv hevur verið skrivað um, hvussu miðlarnir hava handfarið tíðindini. Samstundis ella beint frammanundan var á FB eitt leinki til eina grein um bloggarar, sum var eitt aftursvar til eina damu, ein journalist. Hon helt, at bloggarar gera stóran skaða, við sínum óprofessionella máta at skriva uppá. Hon helt, at journalistar skuldu sleppa at skriva tíðindi og annað í frið fyri hesum privatu anarkistisku bloggarunum. Tí jpurnalistar gera researrch, tað gera bloggarar ikki. Eg skilji ikki, hví hon ræðist bloggarar. Um journalistar - sum hon - gera arbeiðið so nógv betur, so tíma fólk eisini betur at lesa hana enn meg. Kapping ishsannheid? Men teir professionellu journalistarnir kláraðu seg ikki so væl í áðurnevnda máli, ígussjer. Eisini um sama mundið, sá eg eitt leinki hjá Kinnu – listinblog, at Erhard Jacobsen gramdi seg um, ella kanska ikki gramdi seg beinleiðis, men segði, at nú visti mann ikki, hvar mann skuldi finna ummæli o.t., tí tey eru slødd út um bloggar og netsíður. Eg meini tað.

Men verðin er av lagi, ella veðri. Tað er so heitt sum um summarið, fuglarnir syngja uttanfyri, har sum eingin fuglasangur eigur at vera. Inn um gluggan hoyrdust eisini í dag barnarøddir, tað skula gudarnir vita, at tað er langt ímillum, at børn hoyrast uttanfyri – og tað er so bara um summarið. Men nú eru vit síðst í novenber.stari

Nov 14, 2011

Dansispøl

Andrea Opielka hevur gjørt eina doktararitgerð um dansispøl. Yvir 20 dansispøl hevur hon funnið. Bókin er týdd úr týskum til danskt og bleiv løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Eivind Veyhe legði bókina við kvæðauppskriftum hjá Jóanesi í Króki fram, ein filologisk útgáva.  Ein herlig løta, Leikum fagurt av Sandi og dansifelagið í Nólsoy vóru har og settu dáma á við dansispølum, sandingar vístu Spenna upp á spora og nólsoyingar vístu Nema nema..tað var ordiliga góður stemningur. Aftaná varð Fruntatáttur havdur, og Helga Hermansen skipaði, tá fór nógv fólk uppí. Nógv fólk var komikð saman at lýða á, eg hitti m.a. Povl Skårup fyrrverandi lærara í Hoydølum, hann sæst á myndini saman við Eivindi.  Tað má eg siga, Fróðskapur hevði rakt væl við hasi framløguni. Eg hoyrdi seinni frá onkrum, at restin av bókadegnum var hvørki so. Tamt og keðiligt. 005

018

026

027

028

033

035

 

038

Føðingardagar

Olna fylti 65 og  Simona helt 12 ára føðingardag um vikuskiftið. So familjan sást fyrst úti í Kálvagerði og so aftur úti á Norðasta horni. 013

015

019

021

026

 

045027

Nov 12, 2011

Fakligur hugnafundur ella hugnaligur fakfundur

003Vit vóru 8 enskt lærarar, sum hittust úti á Argjum hjá Jóanesi og Elisabeth. Wau, húsini eru so stór og flott, avindsjúk? Nei, tey hava børn og kríatúr og bát og what have you…Stovan hevur so gott útsýni, at tað er sum at vera á hægstu fjøllum ella úti í fjørðinum, alt sæst. Tey vóru blíð, vit fingu pastarætt og salat og dessert.  Tað fakliga snúði seg um, hvørjar bøkur vit eru í ferð við, stevnuna, sum Sóleyð hevur uprættað, avskriving av netinum …the usual. Peik og Haraldur vóru við ein part av kvøldinum og sleppa her á bloggin. Vónbjørt var farin, áðrenn myndatólið varð tikið fram.

 

008

009

012016

Nov 11, 2011

11.11.11. kl. 11.11.11

Ein stuttlig dagfesting. Eg sat við telduna og rættaði enskar stílar hjá 3. s. Tey hava skrivað um trý av teimum mest kontroversiellu evnunum yvirhøvur. Abort, euthanasi og deyðarevsing. Tey duga so væl at skriva, sjálvandi eru hesi evni  nógv umrødd á internetinum, so har fáa tey góða hjálp, mest sum ov. Ná, men øll hava tosað so nógv um at taka eina mynd í dag, eg hoyri, at á venjingarskúlanum fóru øll út, og tey blivu avmyndað úr einum krana ú erva. Eg tók eina mynd út ígjøgnum vindeyga á loftinum henda gráa novemberdag og ikki tann vegin, sum eg altíð taki, men005 eystureftir.

Nov 9, 2011

Havnarfólk

Var inni hjá eini gamlari konu í Havn í dag, hon fyllir 90 næstu ferð. Ørindini vóru at hyggja at eini mynd hjá Kristini í Geil. Myndin hevur sína søgu, hon er ikki ein málningur ordiliga. Hon varð málað til eina framsýniong av føroyskum lutum einaferð, sum eitt slag av kulissu. Maður mína vertskonu fann hana samanrullaða onkustaðni og fór til Harald Eirikstoft at fáa hann at ramma hana inn, og har hevur hon hingið síðani. Motivið er Toftavatn. Hugnaligt inni í einum gomlum heimi mitt í býnum í Havn, møblarnir, ljósastakarnir og myndirnar, og blíðskapurin ikki at gloyma. Vit minnast væl, tá ið prentsmiðja var í kjallaranum, vit plagdu at bidda strimlar har. Vit fingu heimabakaða marmorkaku aftur við kaffinum. Myndirnar eru tíverri ikki so góðar, ikki við blitsi og ei heldur við ongum blitsi. Og so gloymdi eg at sláa datomerkingina fyri.008 - Kopi

010 - Kopi015 - Kopi

017 - Kopi

021 - Kopi

023 - Kopi