Eg tók nógvar hundrað myndir í Fraklandi, so nú seti eg nakrar úrvaldar her til blogsins lesarar at njóta. Har er vakurt í Champagne, vínakrar í hvørji brekku og aðrir akrar við m. a . sólblóma, hear yvirvaksnu sólirnar, sum snara høvdinum móti sólini allan dagin. Bygdirnar har eru eisini í onkrum felagsskapi sum letur upp til 5 blómur fyri vakrastu bygd. So bygdaráðini kýta seg at fríðka um.
Jul 19, 2011
Jul 15, 2011
Súkklutúr til Paris
Teinurin er uml. 120 km., so vit valdu at súkkla tveir dagar. Fyrra dagin var rutan Oyes, Montmirail, Rebais, Aulnoy, og seinna dagin Aulnoy, Clayes Souilly, Paris. Tann fyrra dagin kl. 10 kom himmalsins ódnarveður, torusláttur og oysregn/heglingur og vindur. Vit blivu sjálvandi at kroppi, ´men tíbetur vardi hetta ikki so leingi.
Klárar ar fara avstað í Oyes.
Um kvøldið gistu vit á bed and breakfast hjá eium hjúnum í Aulnoy. Tey eita Isabelle og Christoph (http://www1.iha.com/Guest-house-bed-and-breakfast/France/Paris-ile-de-france/Seine-and-marne/Aulnoy/Charming-mill/MOULIN-DU-RU_51282_1.htm&x=.yilvotok2198H9_ghk4Ru8MFm) , hann hevur italska mammu og franskan pápa og hon er haðani á leiðini. Tey vóru sera fitt og blíð. Tey hava eini stór hús, sum eru eini gomul mylluhús, sum tey hava sett í stand. Vit ótu døgurða saman við teimum, fimm rættir: 1. innbakaðar courgetteblómur, 2. grønar bønir í marinadu við leyki og hvítleyki, 3. høsnarunga og epli við sós, 4. ost (vit vóru í brie øki) 5. loyping við berjasós. Góður bóndakostur, og alt var franskt og nógv var frá teimum sjálvum. Osturin var framleiddur á næsta garði.
Her eru vit avmyndaðar, ðarenn vit fara avstað annan morgunin.
Maðurin í húsinum er súkklari, so hann fór at seta eina rutu saman til okkara, so vit skuldu vera vísar í at finna Canal de l’Ource, sum gongu langa leið og heilt til París. Vit høvdu eisini hoyrt Lars tosað um hesa góðu veit. Men vit funnu hana so ikki so beinanvegin, men til endans. Har var fínt og friðarligt at súkkla. Veðrið helt sær so dánt, sirm við hvørt, ikki sól. Men tá ið vit stóðu framman fyri Notre Dame, tá kom sólin fram, so tað var sum tað skuldi. Síðani tóku vit tokið aftur til Epernay og fingu eisini við fýrverkið í Sezanne, sum var hildið um midnáttina, tá ið tjóðardagur Fraklands rann upp.
Á ferd
Á veg til Føroyar! Gráur morgun í Kbh. Deiligt vedur kortini, her á Hotel Bethel er fínt, godur morgunmatur og gód song.
Bloggi, tá id eg komi heim, tá skal eg siga frá súkklitúrinum til París.
Jul 11, 2011
Sunnukvøld
Í kvøld sita allar og blogga, so nú ber til at hyggja at Fridu Sofíusa og Turiðsa bloggi eftir uppdateringum. Í dag hava vit verið á loppumarknað. Vit fóru eisini oman á Marne áarbakkan, hart sóu vit eina svanafamilju.. Vit koyra alla tíðina gjøgnum hesar stóru vínakrarnar. So vakurt landlag, brekkurnar avtaktar við vínrunnum. Nú er sniglatíð, Louis kom inn við hesum og spurdi, um vit høvdu hug at kóka hann…Tá ið ein løt5a er, royni eg meg við Isager bordum og heimalitaðum tógvi (úr kvøldskúlanum).
Jul 9, 2011
Rural France


Jul 7, 2011
Epernay - høvuðstaður í Champagne
Jul 6, 2011
Mikukvold i Oyes

I dag voru vit oll i Provins; vit voru i trimum bilum. Eg sat millum Herbert og Magnu i teirra leigada bili. Vit foru til eina sirkus-sjonleikasyning. Midaldarspal, riddarar, sum vistu sini kynstur a hestbaki, og sum baedust moti ti onda Torvark. Provins er midaldarbyur innan fyri tjukkar murar. Nu fai eg ikki flutt myndir av minum myndatoli, ti teldan henda vil ikki. Eg royni at seta eina mynd av heimasiduni hja sjonleikafolkunum.