Mar 13, 2011
Mar 10, 2011
lampur og koddar…
Havi verið inn á gólvið hjá Jóannesi og Marjun og so inni hjá Jórunn. Húsini á Grønlandsvegnum eru blivin so flott, og tað sæst so væl, at hetta eru listarlig fólk ið hava innrættað. Ljósakrúnur og einglar og jólamanstrúnan, og loftsviður av klædninginum á løgtingshúsinum, tað stóra skuffuinnbúgvið er úr handlinum hjá Sam Olsen. Í gongini stendur eitt træ, sum fall í ódnini í 1988. Eingin tilvild, kelað fyri hvørjum stakluti. Og uppi hjá Jórunn, har veksur nøgdin av koddum og húgvum, og tað er ikki so dýrt at keypa.
Mar 9, 2011
Hjá Anne Lise
Vit munna vera blivnar nakað gamlar og ússaligar ella keðiligar, tvær komu á gantesufund, so vóru vit tríggjar. Fýra góvu avboð…aja, so fer verðin við øllum. Myndin á bróstinum uppi yvir mær og Jórunn er eitt linoleumsprent hjá Jens Frederiksen. Eitt satt prýði er skóskápið í durinum. Tú beinleiðis følir tangorytmurnar, tá ið tú sært teir fínt svingaðu formarnar, høga hælin og opna tá.
Mar 8, 2011
Mar 6, 2011
Rudda forsíðuna!!!
Fimti mars var ein minniligur dagur. Tá kom diddan hjá Turið og Halli og Herbert í heimin, er tað ikki bara fantastiskt? Soleiðis gongur heimsin hjól, summi fara út úr tíðini, seta punktum ein ávísan dag og eitt klokkuslag, og onnur gera sína entré, draga andan fyrstu ferð sjálv, sjúkrasystirin hyggur at klokkuni, nú! nú byrjar hennara lív, hennara tíð innan í tíðini. Hon kom í gjárkvøldið. Vigar næstan 6 pund og er 49 cm. long. Og eg havi tikið eina mynd av Facebook, har er hon til almenna skoðan.
Mar 5, 2011
LOPPUR OG GRÝLUR
SO er tað í dag, at loppurnar gera um seg í Hoydølum – í fimleikarhøllini kl. 12-18.
Tað var i gjár, at grýlurnar gjørdu um seg,.
Mar 4, 2011
Loppumarknaður!!
Hetta er ein reklama!!
Loppumarknaður verður í morgin leygardagin í fimleikarhøll studentaskúlans. Nógvir góðir lutir.

