Nov 13, 2010

Jesus Christ Superstar


Var í NLH í gjárkvøldið. Ein góð uppliving. Jesus sang sum ein eingil, og einglarnir sungu eisini væl. Judas var sera sannførandi sum tann desperati skuldarbundni, illa svikni svíkjarin. Realistisk framførsla við sjálvmorði og morði. Ikki til smábørn. Pilatus imponeraði...tey vóru fantastisk!Myndin er úr Dimmu via Facebook.

Nov 9, 2010

Elin – diddan hjá Sheidu og Firouzi

Var inn á gólvið undir Fjallið í dag. Elin var uppi akkurát, so elskulig og vøkur.

Elin 005 Elin 001 Elin 002 Elin 003 Elin 004

Nov 7, 2010

Framsýning í Norðurlandahúsinum.






Jóhanna av Steinum hevur skipað fyri eini framsýning av verkum hjá gjáarkonuni Katrinu Mariu Hansen frá Gjógv og sínum egnu bundnu pløggum. Sera nógv fólk var til fernisering og fyrilestur.

Fríða í Eirksgøtu

Dalur – Dal – Dali -Dals

Petur Martin reinsar gásarungar, Hans Magni og Hansina draga hoyggj. Á Sandi taka tey upp epli, og Sanna bindur jólagávur. Diddan hjá Vinnie er bara so yndislig. Hyggið sjálvi! Hatta merkiliga grøna og gráa er ein troyggja, sum Sunneva Elisabeth bindur.

heystferia 2010 053 heystferia 2010 007 heystferia 2010 012 heystferia 2010 015 heystferia 2010 022 heystferia 2010 025 heystferia 2010 028 heystferia 2010 032 heystferia 2010 035 heystferia 2010 036 heystferia 2010 037 heystferia 2010 043 heystferia 2010 044 heystferia 2010 048 heystferia 2010 049 heystferia 2010 051

Oct 29, 2010

vøkur ramma um rammurnar

Síðst í oktober


Í morgun var so kølmyrkt, tá ið eg fór upp, eg helt, at klokkan mátti vera skeiv, mátti vera steðgað í gjárkvøldið ella okkurt. Klokkan í køkinum var eisini yvir 7, um nú tað var sabotaga? Eg út í vindeygað at hyggja, alt var myrkt, kanska var klokkan 2 ella 3 um náttina. Hugsa tær, um eg fór niðan í skúlan kl. 3 um morgunin, tað hevði verið pínligt og sera troyttandi, fá tær eitt lív, høvdu tey sagt. Tja, útvarpið, har mundi eg fáa rætta samanhangin at vita... útvarpið spældi tónleik, men tað ger tað altíð nátt og dag.... so. Men tað var also morgun. Tað er tað , at onkuntíð vakni eg mitt í øllum, tá ið tað als ikki er uppfaringartíð. Men tað er ikki myrkt inni, bæði ljós og litir, millum annað Vegghamar, sum er komin í stovuna nú.