Sep 17, 2010

At droyma

Hvørjum landi er mann í tá ið mann droymir? At vakna kann vera so gott , tá ið tú droymir okkur ræðuliga ræðandi. Men at vakna í verðini, tá ið tú vart í sjeynda himli í dreymi, tað er so deprimerandi. Soleiðis var hjá mær í morgun. Eg droymdi, at eg fór oman á Vaglið ella har á leið at hitta Hans Marius, hann búði á Sjómansheiminum, var har til upptrening ella okkurt. So hetta var eftir, at hann varð sjúkur. So sá eg, hvussu nógv hann temp3 005 var batnaður, rørsla var komin aftur í armin og beinið, og hann vísti mær, at nú kundi hann aftur lyfta og flyta. Hann hevði onkrar plankar ella plátur har, sum hann fór at leggja upp í ein bil. So glað havi eg ikki verið í lívinum, eg hoppaði og dansaði, og vit fevndust og kystust. Summir dreymar eru bara so realistiskir, har eru ljóð, litir, luktur og alt. Tá ið eg vaknaði, var eg sera vónsvikin, mátti liggja eina góða løtu og greiða fløkjuna, hvat var nú og hvat var tá.

Ja eg havi tað betri, men tey svørtu holini eru ikki burtur.

Sep 15, 2010

At binda

Tá ið tú bindur eitt plagg til onkran, so er tað ein rættiliga intim gerð, ella kann vera. Alla tíðina - í nógvar tímar, hugsar tú um henda persónin, hvussu viðkomandi fer at rigga, um henni/honum fer at dáma plaggið, um hann/hon verður glað/ur fyri plaggið. Í nógvum førum ein kærleiksgerð. So mikið djypri niðurtúrurin, um plaggið als ikki riggar, sum tað skal, tað strammar, hylkir og gálvar. binda 002

Sep 14, 2010

..gomul kona í inniskóm.

Er Havnin ein gomul kona í inniskóm, sum tað stendur í yrkingini hjá Jóanesi Nielsen? Hvat eyðkennir eina slíka? Er tað hugni, nossligt fyriklæði og angi av vaflum? Ella er hon avgomul, giktplágað og eru inniskógvarnir skeivir og slitnir og hava feittblettir? Havnin í dag var hugnalig, gott veður og nøkur fólk í býnum.  70 % av hasum HH jakkunum hjá Thomas Dam, óluksáliga bíligt…men tíbetur keypti eg ikki ein HH jakka.

IMG_1908 IMG_1899 IMG_1901 IMG_1902 IMG_1903 IMG_1904 IMG_1905 IMG_1907

Sep 5, 2010

Gangi gøtan tær á møti

Vikuskiftið 4-5 sept. var skipað fyri pílagrímsferð á Sandoynni. Vit gingu úr Skopun til Skálavíkar, og úr Skálavík aftur til Skopunar. Á vegnum vitjaðu vit kirkjur og prestur hevði andakt og vit sungu sálmar. M.a ein heilt nýtýddan. Randi Meitil segði eisini frá ymsum á leiðini. Tíverri kom mj'ørki á okkum, so at ferðin gjørdist ikki heilt eftir skránni, men sum prestur segði, lívið gongur ikki altíð, sum vit ætlaðu.

Vit gistu í Kelduni í Skálavík, og Laura serveraði ein fantastiskan bíbilskan døgurða fyri okkum.

Ganfi gøtan tær á møti

veri lotið svali vinur tín

vermi sólin eymliga tín kinn

væti milda regnið tína jørð

inntil vit hittast

haldi Gud tær

haldi tær í síni hond.

pílgrímsferð 103 pílgrímsferð 135 pílgrímsferð 100 pílgrímsferð 102 pílgrímsferð 104 pílgrímsferð 105 pílgrímsferð 106 pílgrímsferð 109 pílgrímsferð 110 pílgrímsferð 112 pílgrímsferð 114 pílgrímsferð 115 pílgrímsferð 116 pílgrímsferð 117 pílgrímsferð 119 pílgrímsferð 120 pílgrímsferð 121 pílgrímsferð 122 pílgrímsferð 123 pílgrímsferð 124 pílgrímsferð 125 pílgrímsferð 130 pílgrímsferð 131 pílgrímsferð 132 pílgrímsferð 133 pílgrímsferð 134 pílgrímsferð 097 pílgrímsferð 050 pílgrímsferð 051 pílgrímsferð 058 pílgrímsferð 062 pílgrímsferð 063 pílgrímsferð 067 pílgrímsferð 073 pílgrímsferð 075 pílgrímsferð 078 pílgrímsferð 082 pílgrímsferð 083 pílgrímsferð 091 pílgrímsferð 095