May 16, 2010

Buen Camino 11







BYGDIR OG BEINKIR
Her á leidini er tad vid bygdunum sum í Foroyum og adrastadni, tar bara ana. Í gjárkvoldid gistu vit í eini slíkari hávdeydari bygd, Redecilla. Nidurrapad hús, brotin vindeygu, brotnar lúkur, okkurt nýtt hús treydugt so, eitt herbergi til pílagrímar - og ein veldig stásilig kirkja! Mann hugsar, hvussu kunna 50 ella 100 fólk halda eina so fína kirkju? Vit hugdu inn í kirkjuna í Redecilla, har luktadi sera nógv av fukti og ómegd, tey eiga ein dýrabaran doypifunt frá midold, hann stod innan fyri glas. Í kirkjuni gingu nakrar gamlar konur og pyntadu vid blómum, blómur vórdu setta á hvonn stólavanga og á oll altar. Ivaleyst til okkurt veitsluhald, várveitsla - tey hava frí eina heila viku, tí at Maria kom av fjallinum hesa tídina á árinum (?) Bara eitt er val hildid og nýístandgjort - tad er Jákupsvegurin :). Ígjognum hvorja bygd - val settur vid gulum ella ljosareydum steinum og vid jákupsskeljum antin stoyptum í betong ella sett sum relieff í vegin. Jákupsvegurin er á listanum hjá UNESCO fyri vardveitingarverdar mentanarligar skattir, so hann má haldast, tey fáa kanska eiisni pengaligt ískoyti til tad frá ST. Stutt var millum bygdirnar í morgun - Viloria, Belorado, Tosantos, Villambistia, Epinosa og seinast Villafranca, har vit gista í kvold. Í nógvum bygdum eru beinkir, sum ein troyttur pílagrímur kann hvíla seg 'a. Pussigt, sum teir eru merktir, summir til Circula catolica og adrir til kommununa, tad er sum um, at tey kappast , hvorja ferd kirkjan setur ein, setur kommunan ein. Nú eru vínakrarnir avloystir av adrari grodi, mann hugsar, hvussu man her hava verid fyri 50 ella 100 árum sídani, tá arbeiddu fólkini í bygdunum á okrunum, nú eru bara stór, mega stór bruk, og eigarin býr nokk ikki í bygdini, kanska ikki í landinum. Og einki arbeidi er í bygdunum. Herbergid er tad einasta sum er opid og so kanska ein barr, sum eisini er bygdahandil vid teimum allarneydugastu tingunum.
Í morgun fóru vit frá húsum kl. 7, góvu okkum ikki stundir at eta morgunmat, tugdu bara eitt 2x1x2 cm ostapetti í part og eitt mini drekkijogurt, gingu 15 km. adrenn vit ótu morgunmat. Tad var rekord, 5 km úm tíman, men tad er bara onkuntíd at tad gongur so. Tilsaman í dag millum 26 og 27 km.
myndatekstur: 1)vit í Villafranca í kvold, ádrenn vit fóru at fáa okkum dogurda á hotellinum her. 2)Burgos landslutabonkur 3) circulo catolico bonkur 4) vit í Redecilla í gjárkvoldid 5)kirkja 6) albergue (herbergi) sar ógvuliga ramponerad út.

May 15, 2010

Buen Camino 10



Nú eru vit komnar til eina bygd, sum eitur Redecilla, her er góð ferðaskrivstova við interneti.
Í dag gingu vit ígjøgnum San Domingo, har var várveitsla fyri gróðri. Vit sóu ein polist, sum segði seg duga eitt sindur av enskum, men tað var vist sára lítið.
Myndatekstur: 1) Vegurin fevni teg! (May the way embrace you!) 2) Smádreingir pyntaðir til eina kirkjuliga várveitslu, har var bæði fýrverk og hornorkestur.
Í dag gingið uml. 26 km.

May 14, 2010

Buen Camino 9



GISTA HJÁ PRESTI

Tað finnast trý sløg av herbergum á camino. 1) Privat herbergi. Ymisk til dygdar og í dýrara endanum. 2) Kommunal herbergi. Tey eru vist undir eftirliti og halda ein ávísan standar, tó at tey eru ymisk. Tey eru bílig. 3) Sóknarherbergi ella kirkjulig. Tey eru ókeypis (vit hava bera roynt eitt) og krevja bert eina gávu.

Tá ið vit um kvøldið okkara 9. gongudag komu til húsa í Logroño, var ikki rúm fyri okkum í herberginum ( tí kommunala), so vit fóru til tað næsta, har sótu 4 ungfólk og bíðaðu á trappuni. Á slagnum fýra læt prestur hurðina upp. Hann var findarblíður og beyð okkum vælkomnum.. Vit gingu upp gjøgnum nógvar trappur aftaná PADRE. Uppkomin í eina gong fingu vit ein lítlan fyrilestur á sponskum um húsið og kirkjuna.. Prestur dugdi sera lítið av enskum, so ein ungur pílagrímur , sum er úr Grikkalandi, segði okkum, hvat hann hevði sagt, har var brúsa, køkur og so fr. So vísti hann okkum inn í sovisalin, og halgatrý og hálvgun fýra, har vóru bara tunnar madrassur á gólvinum, men so segði padre okkurt um, at tey við "problemas" kundu koma við honum. So báknaði hann okkum at koma við sær. Eg skilti sum frá leið at okkara problem var, at vit eru so gamlar, seinni um kvøldið kom ein tilkomin afturat og slapp at liggja í song.
Nú spurdi prestur, um vit vildu hava døgurða í kvøld, eg spurdi tá hvat tað kostaði. Hann hugdi við eygum so stórum sum tekoppar at mær og segði: Eg bjóði tær døgurða...eh? eh? og tú spyrt hvat tað kostar? eh? eh ? Hetta er mítt heim og eg bjóði tær at eta við mær....eg skundaði mær at siga Gracias, gracias!! Tað vísti seg nú, at vit fingu døgurða og morgunmat frá herberginum, og tað kostaði bara at vit skuldu í kirkju ----tvær ferð. Fyrst undan døgurðanum til gudstænastu og so tá ið vit høvdu etið til eina bønarstund bara fyri pílagrímum... og so eina gávu í "DONATIVO" ein stór kista við ongum lási...fín gisting, men okkum dámar best tey kommunalu...

Buen Camino 8




myndatekstur :
1. For hun er saa ung og saa yndig ser hun ud.
2. madrassur á kirkjuherbergi í Logroña (men vit gomlu fingu song)
3. Stovan í herberginum í Ventosa.

May 11, 2010

Buen Camino 7

Camino er - sum úthaldsítróttur - ein máti at fáa roynt teg, tín persónligheit verdur avdúkad, títt tol, hjálpsemi, uppfinningarsemi, sparni, noegdsemi og ótol og ó---alt hitt. Tú verdur eydmjúk, so hvort sum holdid spekist og tú varnast, hvussu lítid kroppurin í grundini tolir, ein blodra á fótin ella ein full blodra.... og tú ert fyri ongum. Hugmód m¡a v'ikja....
Nokk av filosofi fyri fyrst, tad er vist ikki pílagrímsaktigt at sita á internetinum kvold um kvold og svassa.

Tann mest pílagrímsaktiga í so máta má vera Inga Rósa, hon springur avstad, tá id vit koma til ein bý at keypa jogurt til pausuna, hon bjódar sar til at vaska sokkarnar og at lata teg úr sokkunum, tá id tú situr púra deyd um kvoeldid og at bera tann tyngsta sekkin. Men hon er eisini so ung :)
Tad ber ikki til at uploada myndir so tad má ver aeina adra ferd.

May 10, 2010

Buen Camino 6




Í dag er ein mánaður síðani Hans Marius fór til gravar, og í morgun tá ið eg fór í hansara sólhatt úr Slettestrand, føldi eg , at sorgin er við í ferðini, kropslig pína og møði mátti dvína eitt bil fyri sálarpínu. Men dagurin í dag hevur verið góður. Í dag var ikki regn, vit gingu gjøgnum vínakrar og olivenlundir, ikki so grúiliga høgt, bara passaligt. Tíverri hevur Turið fingið eina stóra bløðru á hælin. Eg hopi tað javnar seg.
Myndatekstur: 'utsýni á camino - tær eta matpakka í Lorca

May 9, 2010

Buen Camino 5




...forda tú mar fjandans pínu og díki...sálmareglurnar fáa í dag nýggja dýpd, tá id vit vada gjoegnum d¡iki vid nógvari pínu. Fyrra partin var regn, tó ikki so nógv sum hin dagin, seinnapartin var betri vedur. Vit hava gingid millum 19 ogh 20 kilometrar, eru nú í Puenta de la Reina. Hetta herbergid er ikki so gott sum fleiri av hinum, tey taka pengar fyri alt, og koekurin er illa innrattadur. Í 790 metra hadd sóu vit hetta listaverkid úr jarni, tad er eitt fylgi av pílagrímum vid upppakningi. Á vegnum moettu vit einum fittum spanióla, sum tók myndina av oellum trimum.