Apr 20, 2022

Páskir 2022

 Eg fór til Dals langa fríggjadag, við mær komu Magna og Kristina. Tað var hugnaligt og fjálgt at koma inn í Putlhús. Tær settu seg at tekna. Tíverri vóru vit ov seinar til stikkbóltin í skúlatúninum tað kvøldið. Johild er so virkin í felagslívinum, og hon leggur myndir út, so vit fáa fylgt við. Deiligt. Og stikkbóltur varð spældur aftur , og tá vóru Putlhúsbørnini uppií.

tær mála páskaregg

 Leygardagin spældu Magna og Oddbjørg ein stóran part av   degnum, og tað bleiv eisini til eina vitjan á kaffihús á Mølini. Um   kvøldið var filmur og kips v. dypp á slránni. 


 Páskamorgun spurdi Kristina, er tað í dag vit skula í pen klæðir?   Og tá ið tær komu av loftinum, vóru tær so fínar og penar. Men   nú fór Magna í aktión, hon fekk Kristinu at leggja putlispæl,   meðan páskaharan gjørdi síni loyniting. Og píkasjey, tá ið   Kristina kom í køkin, vóru øll páskareggini burtur og bara ein   seðil um, at hon skuldi leita. Og so var eggjaveiða í gongd,   Magna er fínur pedagogur, tá ið hon tímir. 




eggjaveiða

Páskadagur er hátíðardagur, og í ár var eyka hátíðarligt, tí at barnadópur var í Dals kirkju. So festligt. Messudagur var, og tað var hent, at vit fingu skránna í hondina. Og so var tað barnið, og tavadenn bleiv Eyðbjørg, mín gamla vinkona, uppkallað, Eyðbjørg Hergeirsdóttir Nolsøe eitur gentan. Tað var frálíkt at síggja hesi ungu vøkru fólkini fylgja gomlum siðum og skikki í Dals kirkju. Sólfríð hevur lagt hesa myndina á FB, so eg vænti, hon hevur einki ímóti, at eg brúki hana.

Seinnapartin hátíðarhildu tey barnadópin í Eiriksgarði við einum góðum drekkamunni. Øll tey hjá Sjúrði og Eyðbjørg vóru til staðar. Eyðbjørg fortaldi mær, at nú eru ommubørnini 15 í tali, og hon er langomma. Stikk denn.


megin sterk er í tínum gula horni..

Ein stór uppliving er eftir at siga frá: 2. páskadag lokkaði Turið meg við sær og børnunum at ganga úr Húsavík til Skálavíkar. Vit gingu yvir heiðina, eftir vørðunum. Tað er ein lættur túrur, vit brúktu 5 korter, og eg gangi ikki skjótt. Í Skálavík vitjaðu vit minnisvarðan yvir sjólatnar, og ein undrast og virðing vekist í barmi at síggja hesi nøvn og hugsa um hesar lagnur. 11 menn sjólótust 24. feb. 1878 í Suðuroyarfirði.  Má hava verið ein dyggur smeitur fyri bygdina. 



Í Skálavík fóru vit á kaffihús. Har er so hugnaligt og flott, og so er tað eisini sum eitt museum.


Tað vóru tíðir !! :)











Apr 4, 2022

Kári konfirmeraður

Nú er Kári hjá Gudny, hjá Ingu Rósu fermdur. Vit fóru til Reykjavíkar um vikuskiftið at hátíðarhalda hendingina. 


Havi aldrin upplivað borgaraliga konfirmatión, so tað var spennandi. Vit hava ikki tað í Føroyum, tó at vit hava borgarliga hjúnavígslu. Í hinum norðanlondum er hetta eisini ein møguleiki. Í Íslandi hevur hetta verið í boði síðani 1989. Tað er felagið SIÐMENNT, sum stendur fyri hesi høgtíð og hesum skeiði. Tey leggja dent á 4 súlur í frálæruni: alheimurin, sjálvið, samfelagið og náttúran.


Tað vóru yvir sjeyti ungfólk, sum fingu prógv ella váttan í Hørpu 2. apríl. Har vóru nøkur tónleikainnsløg og tvær talur, og so gingu tey øll á rað út.

Kári sá fínur og stórur út í sínum nýggja bláa jakka.




Síðani fóru við í Flóruna, tað er kaffihús í Grasagarðinum hjá Reykjavíkar borg, har Marentza hevði gjørt klárt við góðbitum og kaffi. Og um kvøldið bjóðaðu Inga Rósa og Gudny okkum súpan til nátturða. Kári fekk nógvar gávur (bæði pengar og annað) 

Stuttligt at síggja Leyvoy og Alain

Markus helt eina pena talu fyri Kára
fermingarbarnið



Alda og Markus







Inga Rósa er okkara miðstøð og borg í Reykjavík. Her kannar hon, hvar bilurin blívur av.

Skólavørðustígur 




Mar 25, 2022

Føroya fólkaháskúli

Tað er ikki fyrstu ferð eg eri á skeiði á háskúlanum. Men tað er fyrstu ferð, eg eri saman við ommudøtrunum - og Turið HJ var eisini við.




Tað var skeið í fólkadansi, og Sharon og Kristjan skipaðu fyri. Á háskúlanum var ábyrgdarhavari Hedvig og Súsanna. Eg havi altíð havt hávirðing fyri Blak-Weiss hjúnunum fyri teirra musikalitet, teirra ágrýtni og kreativitet, og tað havi eg enn. Skeiðið var sera væl skipað, øll sleppa upp í part, øll verða hoyrd. 

 


Vit lærdu 15 dansir og dansispøl. Nógv av spølunum vóru slík, sum Sharon spældi í skúlagarðinum sum barn. Ja, hvør minnist ikki, bro, bro brille ella vi rejser til Jerusalem. 

Og háskúlin er eitt perfekt stað til slíkt internatskeið, góður matur, flott umhvørvi. Hedvig, Súsanna og Marjun vóru eisini við av fullum huga.

ommupausa undir vegginum




Mar 18, 2022

Ráðstevna um eldraøkið

 Ráðstevnan var 15. mars 2022 í Norðurlandahúsinum.

Skráin var frá 10 til 16, pakkað við áhugaverdum innleggum.

Landsstýrismaðurin setti stevnuna, og Óluva Zachariassen var orðstýrari.

Fyrsti røðari var Julianna Klett, hon greiddi frá eldraráðsarbeiði um landið. Tað er fimm eldraráð í landinum, hvørt við 5 limum og varalimum. Ætlingin er, at eldraráðini skula vera bindilið ímillum myndugleikarnar og brúkaran. Øll fólk yvir 60 ár hava valrætt til eldraráð. Summi teirra ráða yvir vissari upphædd, onnur ikki. Samskifti er soleiðis, at 4 fundir eru um árið millum eldraráð, býráð og heilsuverk. Av málum, sum arbeitt hevur verið við, nevndi Julianna: Bussleið, bussskýli, vitjanartænastu. Í Havn verður arbeitt við at fáa lyftu í Tilhaldið, hon verður eftir ætlan sett uttan á bygningin norðanfyri.

Doyði á bíðilistanum
Næst á skránni var Margreta í Buð. Hon tosaði um eina eftirmeting av eldralógini frá 01.01.2015, tá ið lógin kom, varð ásett, at hon skuldi eftirmetast. Hon hevði spurt rætta viðkomandi , hví røktarheim og búfólk høvdu ikki verið boðin við til at eftirmeta. Svarið var: ja, also, tí at meiningin var at meta um, um lógin virkaði....what???!!!! Síðani fór Margreta ígjøgnum ymsu økini: Heimahjálp, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjoing, visitatorskipan...og ja tað var ikki so hugaligar guleiðingar. Bíðilistar her og der, og Margreta hevði verið og fylgt mongum á bíðilistanum til gravar. Og...kanska verður tú noydd at flyta fyri at kunna búgva heima sum longst ??!!  Margreta bleiv fagnað við lógvabrestum.

Okkara egna ábyrgd
Nú kom Marjun Poulsen, fysioterapeutur og Msc í heilsuvísindum....dygdarmennari í Havn. Marjun legði stóran dent á, at í framtíðini fáa tey gomlu størri og størri ábyrgd av síni egnu heilsu og vælferð, tað verður ikki so, at tá ið ein fyllir 67, so spyr ein, hvat fái eg nú frá kommununi?  Tænasturnar verða meira tengdar at tøkni. Borgarar seta seg ov seint í samband við myndugleikarnar at biðja um hjálp, hjálpartól kunna lætta nógv um í gerandisdegnum.


Tøkni, sjálvboðið arbeiði, størri heim
Eyðun Christiansen hevði framløgu um starvfólkatrot og møguligar loysnir. Uppskot til loysnir kundu verið: Tøkniligar loysnir (tólmenni), sjálvboðið arbeiði, størri heim. Í Føroyum hava vit røktarheim, men ikki røktaríbúðir, ikki tað millumliðið, sum fólk kunna brúka millum sítt egna heim og røktarheimið.

Persónliga dámdi mær ikki so væl hasar tríggjar loysnirnar, kanska fáa ein robott sum heimahjálp? og hvør verður sjálvboðin, uttan míni egnu børn ella barnabørn? Og eitt størri heim, størri enn hvat enn Boðanesheimið? So verður tað ikki heimligt. Vónandi verða eldraíbúðir á skránni í størri mun enn nú.

Og sera apropos kom Allan Skaalum frá Bústøðum og greiddi frá, hvat tey hava bygt, og hvat tey fara at byggja. Hann ger samanbering millum at eiga sín bústað, at leiga sín bústað og at hava lutaíbúð, fyrimunir og vansar. Síðani var sagt nakað um, hvat tað kostar at hava býli, og enn eina ferð staðfest, at vit hava ikki tað sum danskarar kalla "boligsikring" í Føroyum.


Eg bleiv eitt sindur óð

Næst á skránni var ein skemtitáttur v. Súsannu Torgarð, og hon rakar plett hvørja ferð v. Bjarna Lisberg á klaverinum. Hon er ein eldri dama, sum bleiv óð, ill og súr, og drap teir, sum komu upp á tvørs. Makaburt og sera stuttligt. Væl fagnað við lógvabrestum.


Einki quick fix
Mary Antonsen og Bingerð H.Fossagil umboða tey arbeiðsfólk, sum alt snýr seg um: heilsuhjálparar og heilsurøktarar. Uppskot um skattalætta og uppskot um at stytt útbúgvingina til 4 mðr, fingu kaldliga móttøku. At gera eina discount útgávu av útbúgvingini hjálpir als ikki, her finnast ikki quick fix, er bert løtuviningur.  Uppskotið frá fakfeløgunum er løn undir útbúgving, sjálvandi.
Bingerð
Mary




 
Hol í høvdi
Ingeborg Winther var næst á palli. Orðstýrarin helt, at hon hevði verið saknað, og tað var gott at síggja og hoyra hana aftur.
Eldralógin frá 1.jan 2015 ásetir at eftir skal vera. Men hvør hevur eftirlit?? Kommunurnar hava eftirlit við sær sjálvum!! Tað er óhoyrt. Ingeborg nevndi, hvørji krøv ein eigur at seta røkt av eldri, bæði til likams og sálar. Hevði eitt uppskot um at seta samstarvsráð, so at búfólk og avvarðandi verða tikin við í avgerðir.
Niðurstøðan var, at eldralógin varð skundað ígjøgnum, og at hon treingir til at verða endurskoðað. 

Mar 11, 2022

Sjálvboðin í Reyða krossi Føroya


Reyði krossur hevur bláar bingjur standandi ymsa staðni í landinum. Hvørja viku verða bingjurnar tømdar. Tann stóri Reyðakross bilurin leggur frá landi í Stiðjagøtu, og sjálvboðin fara til verka og tøma bingjurnar. So verður bilurin tømdur, og posarnir fingnir inn í skiljihølið. Og eitt hold tømir tær 11 bingjurnar, sum standa í Stiðjagøtu.



Í skiljihølinum er eitt stór borð, og skiljararnir standa rundan um borðið. Posarnir verða tømdir, og klæði og skógvar verða skild sundur í: tað sum skal seljast í handlinum, tað sum skal sendast til Týsklands og tað, sum einki nyttar og skal burtur. Fólk flest lata okkum rein og góð klæði, summi eru strokin og samanløgd, og klár at selja. Men summi sópa bara hillarnar heima við hús og lata gott og vánaligt hvørt um annað, skrødd klæði og leikur og handkløð og gardinur. Men tað er so okkara arbeiði at skilja ímillum shit og kanel. 
Eitt skiljihold

Skiljiholdini eru fleiri, hvønn dag í vikuni verður eitt hvørt arbeiði gjørt av sjálvbodnum. Vit hava tørn eina ferð um mánaðin. 
Týsklandsklæðini verða so aftur løgd í posar og borin út í eina ovurstóra bingju í túninum, og tá ið hon er full, fer hon við fraktskipi av landinum. Í Týsklandi verða klæðini skild eftir tilfari, síðani verða tey malin í eini stórari kvørn. Tey verða endurnýtt sum t.d. bjálvingartilfar.

Tá ið klæðini eru skild í: kvinnur, menn, børn, taskur o.a. og skógvar, fara handilsfólkini til verka, tær kanna klæðini umaftur og taka tað besta til "Klædnahjálpina", heingja út í handilin, vaska, strúka og hyggja eftir, at alt er í lagi. Skógvar verða eftirhugdir og bustaðir. Hvørja viku skal handilin verða klárur til leygardag. Tær hava eisini eyga fyri at pynta dukkur og fylgja árstíð og høgtíð. Í handlinum er ein barnadeild og ein vaksin deild.




Handilin er opin leygardagar 10-15, har eru 5-7 fólk og arbeiða, handilin er gott ískoyti til Reyða kross hjálpararbeiðið.




Mar 8, 2022

Tað er einaferð um árið....

Í dag er 8. mars, so tað er sera hóskandi at seta eina frágreiðing um eitt stuttligt kvinnukvøld. 

Bowling er ikki ordiliga eg. Kortini bowli eg eina ferð um árið. Vit eru 24 konur, sum bowla á teimum seks bowlibreytunum á Hálsi. Aftaná eta vit døgurða saman í eini lítlari hugnaligari stovu í Havn. Hvørt ár er ein vinnari - hon er so ársins keyla. 

Í ár var gott veður, so vit spákaðu av Hálsi oman í býin. Tað er tíðliga á kvøldi, um hálvgun átta, so fólk halda tað vera løgið, at konurnar eru so mælskar. Men gott lag á øllum. Onkrar máttu seta upp á vegnum at læna vesi, men allar komu fram til endan.

Móttøkan var góð, og maturin var heilt framúr. Huglagið láturmilt og harðmælt. 




Kappingarleiðarin fekk orðið, og sum vant var tað tær við sálrfrøðiligum innliti, sum vóru á odda. Hugsi tær hava okkurt serligt sálarvápn, sum ger tær førar fyri at medda og kasta beint í mál. Kappingarleiðarin hevði gjørt eitt gott arbeiði, og tíbetur dugir hon bæði at rokna brøk og prosent. Tí onkur breyt hevði fyrst tvær konur, síðani tríggjar, og onkur hevði kastað kúlu fyri aðra, og tað sigur seg sjálvt, um tit bara eru tvær á breytini, so sleppa tit at kasta dupult so ofta í teir tveir tímarnar. Men kappingarleiðarin hevði eina snildisliga útrokning við prosent, brøk og meðaltali, so at alt fór rættvíst fram, og vinnarin var......trummurulla...........Sigrun.  Ja tríggjar eita Sigrun í hópinum, fleiri eita Bergljót og ja vit vilja vera ónevndar.

Ein kona spurdi sín aldrandi mann, góði hvar vilt tú at eg tekni teg til Tjarnargarð, Lágargarð ella??? Nei, góða, so vil eg heldur í Klubbagarðin.

Nógvar góðar søgur, og nógvir góðir tankar eru til teirra, sum vit hava mist. Festligar kvinnur, sum ikki longur eru í hesari verð.

Ein veitslurøðari - er hon nevnd so er hon kend - legði okkum eina við at liva í nú'inum. Sanniliga, eingin veit hvør evstan grevur. Og hon segði eisini, at tað kundi verið fínt at hitst onkuntíð ímillum bowlingtúrar, ja at trena bowling. Ja, ella drekka kaffi, hugsi eg, sum sagt: bowling er ikki akkurát eg.



Feb 8, 2022

Tá ið ravnarnir verða hvítir


Blomsterdalen eftir Niviaq Korneliussen

Hon fekk Norðurlandaráðsins virðisløn í 2021.

Niviaq brúkar í stóran mun egnar royndir í síni bók um gentuna, sum er høvuðspersónur í Blomsterdalen. Gentuna, sum er samkynd, sum fer til Danmarkar at lesa, sum kennir seg einsamalla og sum er ill við alt og øll.

Høvuðspersónurin hevur einki navn í bókini, og navnloysið er partur av persónslýsingini. Hon følir seg ikki heima nakra staðni, ikki í Grønlandi ikki í Danmark. Sjónarhornið er Hennara allan vegin, nógv onnur fólk eru í søguni, men vit síggja tey bara gjøgnum Hana. Hennara egna familja og Maliina, gentan hjá henni, og hennara familja. Tað er merkisvert, at øll fólkini tykjast vinarlig og blíð og fitt. Tey liva púra normal familjulív at vísa seg. Tey eru góð við Hana, og eg hugsi um, hví Hon hevur tað so ringt, tá ið øll eru so góð við hana og vilja hjálpa Henni. Hon er misnøgd við alt og øll, hon hevur spurningar, sum eingin fær svarað. Heilt frá smágentu er hon misnøgd og í andsøgn við sítt umhvørvi.  Sum tannáringur missir hon ommu sína, og tað koppar henni nærri eggini.

Ana, omman er hennara eitt og alt. Ein fyrimynd, eitt friðskjól, tá ið tað er trupult at vera heima, har systirin fær fær allan áhuga og kærleika hjá mammuni. Tað er omman, sum sigur henni frá holuni, har ið hon og Amutsivit hava sínar stillu góðu stundir. 

Ein týdningarmikil viðspælari er Facebook. Hon og Maliina samskifta tann vegin, og eisini mammam brúkar FB. Henda kenslan er sera væl lýst, tá ið tú bíðar eftir einum boðum á messenger, tú sært, at onkur er virkin á netinum, men viðkomandi sendir tær kortini einki lívstekn. Onkuntíð tveitir hon telefonina frá sær so kedd og ill er hon, sum um telefontólið sjálvt skal revsast. Hennara síðstu boð eru kortini á pappíri, hon skrivar á ein lepa, at hon vil jarðast í Blómudalinum og leggur lepan í mappuna....mundu tey eftirlíka henni? 

Sum frá líður og sjálvmorðstemað verður meiri og meiri sjónskt, skilur lesarin, at tað er júst tað, sum manglar í báðum familjunum: at tey tosa um sjálvmorðið, ikki kalla tað vanlukku ella annað. Hon granskar fyribrigdið, Hon og Maliina royna at finna útav, hví Guðrun tók lívið av sær, men tær geva upp. Hon vísir til Grønlands statistikk, og hon hugsar, nær sjálvmorðsbylgjan rakti Grønland. Tað var ikki soleiðis fyrr, tað byrjar í kolonitíðini. Annars er ikki mikið av beinleiðis atfinningum ímóti tí danska valdinum í Grønlandi, tó at tað hómast. 

Annað tema í bókini er seksualitetur. Bókin er sera bersøgin í frásøgn um tað erotiska spælið millum kvinnur. Hon og Maliina eru sera forelskaðar og sera aktivar kynsliga. Tá ið Hon var barn var hon happað og samkyndi vinur Hennara Amutsivit eisini. Hon roynir at hjálpa honum, men hann tekur lívið av sær. Og vit hava Seier, sum eisini eitur Sabina, eisini ein ólukkuligur persónur.

Bókin er søgd í tíðarrøð við afturlitum, og høvuðspersónurin er eitt ungt vaksið menniskja. Sjáldsamt er, at kapitlini eri í nummarøð skeivan veg. Sostatt endar bókin við nummar eitt. Havi ikki lisið bókina, men lurtað eftir henni á telefonini. Upplesarin dugir grønlendskt, so at staðarnøvn og ávisir setningar á grønlendskum koma til sín rætt. Upplesarin dugir eisini at syngja bæði á grønlendskum og enskum.  

Frásøgnin er rættiliga prosaisk, og málið er gerandisligt, studum rættiliga grovt ella ónærisligt. Ikki nógv myndamál men okkurt í søguni (ravnar, hundar, kirkjugarðurin, fjøllini í Tasilaq) fær eykatýdning. Yvirskriftin sipar til eitt, sum omma hennara segði. Tá ið ravnarnir verða hvítir, tað vil siga ongantíð

Bygdin Tasilaq við kirkjugarðinum í Blómudalinum fær stóran týdning fyri Hana. Hon vil jarðast har, tí at har hevur hon upplivað vakurleika og kærleika. 
Hon lesur í Aarhus, og har upplivir hon einsemi, longsil og rasismu.

Alt í alt, ein sera døpur bók, men kanska góð at læra av.