Dec 31, 2021

Árið ið fór 2021


2021 , annað Koronuár, var merkt av ferðum í Føroyum. Herligar ferðir saman við familjuni. Og vit høvdu eisini gestir ein part av árinum. Árið var eisini merkt av KETO, helt eina serliga matskrá frá sept. 20 til sept.21, misti gott og væl 30 kg.

Januar

Frida Sofía var í Føroyum nakað inn í januar, Louis var her og skuldi fara suður á Eftirskúla.  Eitt kvøld hittust nøkur okkara til døgurða á Suðuroyavegnum.

Februar
Fastalávint er stór høgtíð her í húsinum, tí at Turið er so røsk og ambitiøs í grýlulandi.
Men nú er tað tíbetur vorðið so, at hvørt ár fer eitt av børnunum í grýlubúna frá í fjør. 


Kópakonan og einoygdi Tórur á áttabeinta Sleipnir var ein
coup de force hjá Turið-















Var ein túr í Dali saman við Hendriki, vit vitjaðu verkstaðið hjá Bødvari




Bókarfundur á Suðuroyavegnum

Mars



FS aftur í Føroyum, túr til Mikladals.

Apríl



Ingibjørg helt stóran føðingardag (90) í Starvfelags húsinum.



Madeleine var í skúlanum á Fløtum várið 2021


Mai
Hjørdis helt rundan føðingardag fyri familju og vinum. 

Vit fóru suður at vitja Louis á Eftirskúlanum. Vit gistu í Øravík og gjørdu útferðir.

Øravík
Sólrun og Lars vóru ei svipptúr í Føroyum.














Juni

Í juni fóru eg og Turið systir ein túr til Fugloyar at vitja gamlar gøtur og gomul minni.
Ein túr yvir á Kirkju
Vitjað Mikkjal Petur


Norð um Múlan

Juli
Ein Mykinestúrur er ikki at forsmáa, so eg var glað við boði, tá ið lítla Turið beyð mær við. Vit fóru út við tyrlu og heim aftur við bát. 
Joanne og eg

Hetta var áðrenn lundalandið leyp





August

Vit hava troðið dansin í Bókastevið, túrurin til Leirvíkar er altíð serstakur. Hesa ferð hevði Osla fingið Stumman Hansen at siga frá. Og vit vóru í Mikladali og sóu leikin um Kópakonuna hjá Eyð Matras.






Stóra Turið helt stóran føðingardag í summar, sera stórur partur av familjuni nýtti høvið at hittast.


Shahin og Eina

Sigri og Chik

Føðingardagsbarnið og Lív






















Forkunnugir døgurðagestir

September 
Seniorbólkurin í Sjónleikarhúsinum hevði sína fyrstu sýning av Tik-tok-antikk kvøldsetuni. Tað var stuttligt at vera við í hesum tiltakinum.
Karin, Anna, Oddvá, Nora, Tórði, Pól, Gunnhild

Oktober

Fáa matin til hús, í Bakkakjallaranum. Turið, Sólrun, Símun og Herbert









November

Í november fóru eg og Turið systir ein túr til Reykjavíkar.

Desember

Jólini vórðu hildin í Suðursvøríki. Vit vóru 17 fólk. Fyrst var eg nakrar dagar í KBH. saman við Lisu. Síðani eina viku hjá Sólrun og Lasrs í Hishult. SOOO deilig jól saman við øllum.








'



Dec 13, 2021

Reykjavík november 21 (3)

Guðny hjá IR var í Reykjavík ein svipp, og vit heilsaðu upp á Kára.
 Men Reykjavík er eisini annað enn málningalist og sjónleikur, t.d. matur og menniskju. Eitt kvøld ótu vit døgurða á Fiskfelaginum. Har eita rættirnir eftir ymsum londum. Til dessert fekk eg Kuba, Turið fekk Brasilia og I.R fekk sær Ísland. Ein dag fingu vit okkum salat í Hressingarskálanum, ein avgomul café á Aðalstræti.
Kuba


Brasilia


Ísland

Vit vitjaðu barndómsvinkonuna Siggu, sum býr mitt í býnum.


Dec 3, 2021

Reykjavík november 21 (2)

 Í Reykjavík er sera livandi sjónleikalív. Hesa vikuna vit vóru, sóu vit tríggjar leikir: Rauða kápan, Vertu úlfur og Ásta. Allar á Tjóðleikhúsinum, sum hevur fleiri pallar: Stóra sviðið, KJALLARAN og KASSAN.

 Reyði frakkin var á pallinum í kjallaranum. Tað var ein dagssýning. Vit sótu við kaféborð rundan um ein pall, og vit fingu væl kryddaða tomatsúpan. Tveir leikarar ein ung og ein um miðjan aldur, í sama slag frakka. Stuttlig sýning, men eisini við sínum álvara. Tær høvdu avtalað at hittast at skifta um frakka, tí at tær høvdu av óvart tikið skeivan frakka heim við ein annan dag. Tær kennast ikki, men so vísir tað seg, at tær hava okkurt í felag, at tær fáa prátað um týdningarmikil mál, at tann yngra er eitt skilafólk - hóast hon er smurd, roykir, er í hotpants osfr.





Vertu úlfur er um ein maniodepressivan mann. Bjørn Thors er einsamallur á pallinum, og tað er ein kraftprestasjón. Serstakliga maniska síðan verður útpenslað. "Sýningin tekur okkum á eina skítsvaka ferð tvørtur um vandamikil hugans dýpi, í ein heim við kaos og ræðslu og heim aftur." Verkið byggir á royndir høvundsins, Heðins Unnsteinssonar.


Tann triðji leikurin var "Ásta". Ein leikur um lívsøgu Ástu Sigurðardóttur.  (1930-1971). Gávurík kvinna, undangongukvinna - men misskilt og misnýtt. Serstakliga góð mynd av bohemelívi í Reykjavík. Málarar og yrkjarar, brennivín og sex. Ásta fekk 5 børn, og setningurin "Ekki fara!" verður eitt leiðimotiv í leikinum, men teir fara, ein skal til Danmarkar á Kunstakademiið, annar skal okkurt annað. Men Ásta situr eftir við børnunum. 

Herligt við leikhúsferð til Reykjavíkar. Skráin (1921-22)  hjá Tjóðleikhúsinum er sera fjølbroytt og umfatandi. Heimasíða teirra vísir, hvat er á skrá og selur atgongumerki. Atlantsflog flýgur....JESS.




Dec 1, 2021

Reykjavík november 2021



 Turið systir skuldi til Reykjavíkar í arbeiðsørindum, og eg slapp við. Tað var herligt at síggja Ingu Rósu og síggja Reykjavík. Um tað var kalt, tí at tað var tað, og regnaði illa í hálvanannan dag. 

Vit fóru á Listasavn Íslands niðri við tjørnina. Har vóru tvær sýningar í løtuni. Onnur æt "Halló rúmdin!" og hin  var ein sýning við ymsum klassiskum temum, náttúra, havið o.a. Atgongumerkið til savnið gav samstundis atgongd til trý onnur søvn, ein snildur máti at fáa fólk at vitja søvn. 




Vit fóru so eisini í savn Ásgríms Jónssonar, tað er í húsunum, har hann búði. Lítið savn og mest myndir av sagnaverum. Fleiri av listamonnunum hava stóran áhuga fyri sagnaheiminum. Ikki sørt, at okkurt minti um William.
Ein øgilig huldukona og maður á hestbaki. Minnir um "Seyðamannin á Sondum" í mínum huga.

Triðja savnið á ferðini var Savnahúsið. Tað er eitt stórt hús, fyrrverandi landsbókasavn. Har er savnað nógv av tí besta, íslendsk listafólk hava gjørt, m.a. nógv verk hjá áðurnevnda Ásgrími Jónssoni.



Anna Líndal (1957): Køkslív (1994)

Vit vóru so hepnar, at ein kunningi beyð sær til at koyra okkum ein túr. Vit fóru út á Reykjarnes, vóru í Krýsuvík, har aktivur jarðhiti sæst á yvirborði, sóu gosgrýtisánna frá eldgosinum í Nátthaga og skoðaðu útisavn í Grindavík og endaðu í Keflavík, har ið amerikanarar hava bygt eina heila bygd, sum nú verður brúkt av fólkinum har. Spennandi at síggja, hvussu land verður til, broytist og rembist.
Svarta gosgrýtisáin í Nátthaga vísir streymin úr gosopinum








Í Grindavík er eitt útisavn, rættiliga óhugnaligt, har vrak av burturgingnum bátum liggja. Eisini føroysk skip eru sokkin á Suðurlandinum.