Sep 26, 2021

Summarið av

 Tað var eitt so serstakliga veðurgott summar, og nú vit skriva 26. sept. er regnið komið. Ikki nógv ferðing í ár, vit sóu tó familjuna úr Amerika í august, og Sólrun var heima ein svipp. Heystið er ein hugnalig tíð, og serstakliga í ár, nú ið vit endiliga sleppa til samkomur av ymsum slag. 

Herligt at síggja gamlar vinir til hugnaligan døgurða. Elma er eitt menniskja, sum tú verður glað av at práta við, positiv og skjót til látur.

Jórunn, Elma og Sólveig

Framsýningar og framførslur av ymsum slag hoyra heystinum og vetrinum til, eina slíka hevði fjøllistamaðurin Heiðrikur í Listaskálanum. Áhugavert, krevur nakað av áskoðaranum. Mær dámar best tey óhugnaligu videoløgini.
vit rigga væl
Síðani var tað sjálvandi TikkTokkAntikk sýningin hjá seniorbólkinum í Sjónleikarhúsinum. Tað var so herligt at vera við. Vit spældu bara tríggjar ferðir, men tað var fult hús. Anna Olsen er eitt natúrtalent. 






Anna og Hilmar syngja pensionistavísuna; Karin heldur í togunum; Karin, Anna, Oddvá, Nora, Tórði, Pól og Gunnhild. Ikki at gloyma Súsannu Tórgarð, sum setti saman.



Í Perluni í Havn gongur mangt fyri seg. Eg var við børnunum til eina framsýning við vísindagandi. Maðurin var skemtari og gyklari. Alt á enskum, sum ikki var trupult fyri tey yvir 8-10 ára aldur.

Herbert og magna buðu seg fram sum sjálvbodnir hjálparar. herbert fryktar fyri at fáa hasa gulu vætuna í ballónini niður yvir seg. Og Magna hjálpir honum við einum einhyrningi, sum vil so illa spýggja.

Seinasta tiltakið eg havi verið til er vísindavøkan. Hoyrdi 2 1/2 fyrilestur. Um køstaflugur í Koltri, um vandan við Keto kuri og um haturstalu og demokrati... sera áhugavert....





Tað stuttligasta var at  síggja Jákup Sverra og at síggja, hvussu fegin tey eru, sum arbeiða har, at tey hava eitt so frálíkt skip.


Aug 29, 2021

Útferð við Reyða krossi

 Sjálvboðin í Reyðakrossi vóru boðin útferð vestur í Vágar. Vit fóru í tveimum stórum bussum úr Stiðjagøtu. Skráin var fín, upplýsandi og áhugaverd. Fyrst á skránni var heilsan og felagssangur í Sørvági, har Hiddenfjord bjóðaði vælkomin. Síðani var túrur við Jósupi út til aliringarnar á Sørvágsfirði og út til Tindhólm. Veðrið var av tí allarbesta, so tað var ein deiligur túrur.


Umborð á Jòsupi fingu vit frágreiðing um alingina og um fóðurskipanina. Vit sigldu eisini millum land og drangarnar.


Síðani bjóðaði Hiddenfjord eina tvíflís og kaffi, og vit hoyrdu og sóu eina framløgu um framleiðsluna, transport og annað. Sera áhugavert.



Nú var tíð at fara á krígssavnið, vit vóru nakað forsinkað í mun til ætlanina, so summi sleptu sær til Havnar nú, vit onnur fóru til Gásadals at fáa okkum kaffi og gularótakaku.

Savnið hevur fingið betri pláss nú, men enn er umvælingararbeiði í gongd, so tað verður nokk enn betri.
Ein fín útferð, takk fyri.


 

Aug 22, 2021

Summar 2021 (2)

 Summartónar er eitt einastandandi tiltak, víðfevnt, óprententiøst men kvalitetur. Eg var í Fríðrikskirkjuni og hoyrdi Aldubáruna spæla. Serstakliga var ein frumframførsla áhugaverd, tað var eitt elektróniskt stykki. Ein eykavinningur við konsertunum er, at tú fært høvi at síggja kirkjurúmini aftur, so vøkur og hábærslig.



Síðani var eg í Mariukirkjuni og lurtaði eftir Nataliu Florez kvartettini, ein danskur bólkur, sum hevði fingið Rógva á Rógvi at spæla við. Aftur eitt flott kirkjurúm, litfagurt og vinarligt.



Bókastev hevði fund í Leirvík hesa ferð. Bókin var Markið hjá Eriku Fatland. Osla er tikin úr leikum sum vertur, hennara legendarisku frikadellur og góður látur. Og so ikki at gloyma: vit vóru  saman við Stumman og hugdu at víkingagrevstrinum á Toftanesi og Bønhústoft. 




Og Turið fylti 75 nú ein dagin, og hon hevði alla familjuna til bronsj. Leyvoy var heima v. familju so tað var festligt. Familjuskansin í Leivsgøtu stendur enn, sera stuttligt at síggja tey smáu. Langabbabørn hjá Elspu og Búgva. Tá ið vit komu stóðu hesir báðir sjeikarnir fyri okkum... eg meini tað!! ein smeltandi sjón!
Eli Sigurð og Aaron












Tríggjar framsýningar havi eg sæð nú um dagarnar, Eir í Ólavsstovu, Jórunn Dánjaldóttur í Williamsstovu og í dag vovnar myndir í Spinnarínum í Klaksvík. So herligt at síggja gamlar kenningar, sum hava sítt heim í Listaskálanum og so onnur verk. 

TEMA : NORNUR











Aug 7, 2021

Summar 2021

 Eitt so herligt summar við liggjandi góðveðri. Men í ár hava ikki nógvir gestir verið á Suðuroyavegnum. Vit hava ferðast í Føroyum og upplivað føroyska mentan. Tað er so nógv at fara til og uppliva í Føroyum, at ongum nýtist at keða seg. Ólavsøkan var fín, eg slapp í klæðini fyrstu ferð í 20 ár, børnini vóru glað, eg hevði ein at fara á listaframsýning við og bleiv boðin til buffet á Hotel Føroyum. 


Studentarnir frá 1970 høvdu 51 ára jubitúr, ætlanin var at hava ball í fjør, men tað varð av ongum. Vit gingu túr, hugdu eftir urtagørðum og prátaðu. Ein deiligur seinnapartur. Takk tit, sum trummaðu okkum saman. Vit vóru ikki nógv, men verða fleiri næstu ferð.


Helgi,Zacharias, Kári P,Sigga,Sólrun,Birgit, Turið,Finnur

Vit hittust í Steinatúni. Helgi í Brekkunum beyð okkum at síggja sín vakra urtagarð, og hann vísti okkum friðarflaggið, sum missiónin brúkti umborð á skipi.







Helgi greiddi frá, at teir gomlu laðaðu altíð soleiðis, at tann pena slætta síðan á garðinum vendi ímóti grannanum, hetta er tann slætta síðan.

Síðani eru summartónar, Pride koyring, Kópakonuleikur, sálmasangur í Klaksvík og ikki minst listaframsýningar og "Bart út" sýning.

Havi verið saman við bókaklubbi í Mikladali, við Turið systur til Pride og við Jórunn og Annu Mariu til ferniseringar og skemt.

vm:Turið klár at fara inn á Skálafjørðin

hm: Eyð Matras og Magni Husgaard frá Kópakonuni.



Vit høvdu eina mentanarliga heildaruppliving 6.aug., Jórunn og Anna Maria og eg. Fyrst fóru vit í Listaskálan, har Alda Eyðunsdóttir hevði fernisering. So stuttligt at síggja tað unga ættarliðið av listarfólkum. Sýningin eitur Saknur, "eg sakni allatíðina alt", sera hugvekjandi. Síðani fóru vit í Williamsstovu, har Eir hevur eina framsýning. Ikki øll verkini eru nýggj, men tær glógvandi, grógvandi dámurnar eru deiligar. Síðani gekk leiðin í Vágsbotn, har vit sótu eina løtu, til tíð var at fara á Geisa at eta. mettar og væl settar fóru vit síðani í Reinsaríið til "Bart út". Stuttligt at uppliva, at eisini hetta slag av framførslu er í Havn á føroyskum. Tey vóru øll herlig, men Astrið Gullborgardóttir skaraði framúr við síni livandi "single eingi børn" frásøgn.

Bergljót M, Osla, Turið, Ásvør, Bergljót S

















Tvær ungar dámur hava framsýning í Smiðjuni, áhugavert, fleiri óunniligar myndir.


Eir greiddi frá myndunum omanfyri: í grundini er hatta sama kona, á fyrru myndini er hon kleppað niður við beriposum í sínum gráa gerandisdegi, á seinnu myndini hevur hon gjørt seg leysa, beriposarnir eru tveittir upp í loft og hava skift lit. Ein so festlig og lívsjáttandi mynd.
Og so eitt sindur av reklamu fyri Jórunn, 13. august er tað hennara tørn at hava fernisering í Williamsstovu, tað verða bæði myndir og koddar á framsýningini.