Mar 15, 2015

Kvøldskúlin - ein kulur skúli

Einaferð havi eg verið á skeiði í bókbinding, einaferð í møblapolstring og einaferð í spinning.

image

008

Hvørja ferð havi eg kent meg væl og hugnað mær. Nú eri eg so byrjað sum lærarafólk á kvøldskúlanum, og eg skilji, at frálíka samkoman fríggjakvøldið fyri starvsfólk á skúlanum er tann fyrsta av sínum slag. Tað var sera hugnaligt og væl fyriskipað. Og nokso festligt at vera blivin kollega aftur við Bozenu og Henriettu – ja og mong mong onnur.

Fyrst var fyrilestur um Kierkegaard, og eg má siga, at Jógvan Hansen hevur pedagogisk evni. Tað var als ikki turrisligt, men spennandi. Endiliga fekk eg sett Kierkegaard í eitt horn í heilanum. Havi ofta ætlað mær at lisið hann, men also also tað er tungt. Men  fyrilesarin segði, at tað var best at byrja við onkrum løttum sum “Enten-eller”, men eg vildi ikki siga, at tað also var júst tann bókin , sum eg hevði roynt at byrjað við.

Maturin var heilt fantastiskur, lekkur buffet við kjøti og eplum og salati, og omaná var heimagjørdur ísur við frukt – og ikki at gloyma avec.

10987358_10205087036948313_2809320526255569620_n

Stjórin tók ímóti í durunum, og hann segði eisini farvæl, tá ið vit fóru.

Annars má eg taka undir við Arna Thorsteinsson, sum reisti seg upp og rósti fyrisitingini á skúlanum. So fyrikomandi og hjálpsom sum tey altíð eru, skuldu tey verið fyrimynd hjá mongum skúla og kontóri í Havn.

043044

Mar 12, 2015

Morgunflokkurin 14-15 liðugur

0ad35932-853f-4228-bc6c-b7d461d85a23

Penny, James, Winda, Marie, Yoyo, Inger, Bergljót, Eyðbjørg,

Khirvie, Delia, Pannida, Waritsara, Hilda, Marika,

Lina, Manilyn, Sasichon, Natasha, Siriporn

Samkoma var í Reinsarínum, tað var ordiliga stuttligt og festligt. Eg má siga, eg eri errin av næmingunum, so røsk tey hava verið. Ein stórur partur hevur møtt 100 % av tímunum, gjørt heimaarbeiði hvønn dag og havt gleðilyndi og áræði við í skúla hvønn dag. Tey eru, sum vera man, fegin, at hava fingið eina skeiðsváttan. Vónandi byggja tey øll á tað grundarlag, sum er lagt, hetta er sjálvsagt bara ein byrjan.

Skráin fyri samkomuna var góð og passalig. Uni Debess sang og spældi, mmmmaaa hann er góður also!

10547449_954376037906324_2399106292641733880_n

1907575_954378377906090_7988795972928009541_n

Jógvan Sørin handaði teimum skeiðsváttan, og myndir vórðu tiknar. Winda og Jógvan S.

Av talum vóru Bjørn Kalsø og Heðin Mortensen (hon er á heimasíðuni hjá býnum) og ikki at gloyma Manilyn, longst til høgru á myndini niðanfyri, sum helt eina talu á perfektum føroyskum, eina persónliga talu, eina takkartalu. Jú eg kann vera glað og errin!

11054279_899024266784431_880779705293291680_n

Marie. Penny, Sasichon, Manilyn, Eyðbjørg

10628467_954376334572961_2551845693374432259_n - Copy11020226_954375871239674_7571859075788780848_n - Copy

Natasha, Yoyo, Sasichon, Delia, Winda, Yoyo, Lina

11061687_954376474572947_904582258681627304_n

Yoyo, Winda, Sasichon, James og Khirvie

11050744_954376427906285_4471809811316107462_n

Waritsara, Yoyo, Bergljót

11052511_954376381239623_147841085322042860_n

Inger, Yoyo, Eyðbjørg

Sjálv heilsaði eg upp á tey avvarðandi og minti tey á at tosa føroyskt heima. Deiligt at síggja foreldur, hjúnafelagar og verforeldur hjá næmingunum.

Skúlin bjóðaði deiligt kaffi og munnbitar afturvið.

Ikki frítt fyri at vera nakað sorgblítt, tað hevur verið intenst, ein deilg tíð við deiligum menniskjum.

Mar 2, 2015

LOPPUR á háskúlanum

Ein hugnaligur dagur á háskúlanum leygardagin, eg veit ikki, hvussu nógv tey fingu burturúr, men hugnaligt var tað! Mann sá nógv fólk, og nógvar loppur. Tað er sjálvandi spell, at játtanin hjá háskúlanum ikki røkkur til termostatar á radiatorarnar, men játtandi at tey hugsa alternativt og gera okkurt sjálvi.

P1050982

Umhugsi at gerast professionellur klunsari nú ið pensiónstilveran kemur. Ferðast kanska bygd úr bygd við einum barnavogni við lutum at selja….

P1050985

Handan bókin fremst í myndini er ikki seld enn, so kanska tit keypa hana, tá ið Fjálvi fer at hava marknað. Hon er eitt sindur serstøk, eg meini hvussu nógvar upprunaskrivaðar bøkur eru á føroyskum við erotiskum innihaldi, í hesum skuggatíðum.

Feb 23, 2015

Á fornminnissavninum

Stuttligt at sleppa at vísa fremmandafólki okkara fremstu fornminni. Serstakliga eri eg errin av føroyskum bátasmíði. Regin Debes er savnslærari á Fornminnissavninum, vit fingu ein rundtúr at síggja ymsikt, m.a. bátarnar og kirkjubøstólarnar. Tjóðsavnið er flott, framsýningarnar umfata nú eisini náttúrugripasavnið. Har vóru vit ikki og hugdu, eg veit ikki, um tað er so snilt, er tað ikki øgiliga nógv at hava saman, og so nógv ymiskt? Ná, tað man fakfólkið vita best.

004005

Kálvur flettur í bjølg…..til kík.007009

Hann føroyingum fylgdi í túsund ár….

Feb 18, 2015

Summarskúlin 2015

 

Hvussu var tað nú í fjør, á ja vit gjørdu dukkusjónleik, gjørdu figurarnar sjálvi, vit runnu orðarenning. Gleði meg altíð til summarskúlan á háskúlanum.

P1020934P1020978

 

P1020988 

Hendan lýsingin er í dag á FB vanganum hjá SUMMARSKÚLANUM.  

Nú er klárt at melda til Summarskúlan 2015. Ein spennandi og lærurík vika 20.-24. juli fyri føroysk børn 5-12 ár búsitandi uttanlands. Útferð til Gjáar, svimjing, ríðing og føroyskt, føroyskt, føroyskt smile emoticon Avmarkað tal av plássum!!

Summarskúlin verður í ár eins og undanfarin ár á Føroya fólkaháskúla í Havn.

Feb 13, 2015

Børnini

Børnini halda teg normala. Havi bæði nú sum omma og fyrr sum mamma upplivað, at tá ið alt er av h.. til, alt gongur ímóti, tú ert kanska sjúk, móð og hitt eksistensialistiska spøkilsið stendur aftan fyri hurðina og ætlar at vitja teg. Tá kemur barnið við síni ljósu rødd og treingir ígjøgnum…omma, hvar er…omma, skula vit…omma hví….osfr. Og so er alt normalt aftur, tú ert enn forkølað og enn móð, men nú ert tú í hesum vanliga gerandisheiminum við vanligum spurningum, sum tað ber til at svara uppá.

dansistevna grýlur 001dansistevna grýlur 071dansistevna grýlur 073dansistevna grýlur 076

spæla í NLH 007spæla í NLH 012

Feb 7, 2015

BARNALANDSDANSISTEVNAN 2015

Stevnan í ár var í Leirvík, og Eysturoyar dansifelag hevði skipað fyrimyndarliga fyri. Dansiskrá, døgurði til øll og útferðir.

Kl.  10.00 Rasmus Joensen setir stevnuna. Skrá fyri dagin.

Kl.  10.15 Øll dansa saman. Drekkamuður.

Kl.  11.30 Bólkur A fer útferð  við 2 bussum til  fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur B fer útferð í Lorvík til gongu

Kl.  11.30 Bólkur C og D eta døðurða og so upp á gólv kl. 12.15

Kl.  12.45 Bólkur C fer útferð við 2 bussum til fornminnissavnið í Gøtu

Bólkur D fer útferð í Lorvík til  gongu

Kl.  12.45 Bólkur A og B eta døgurða og so upp á gólv kl. 13.30.

Kl.  14.00 Øll dansa saman

Kl.  15.00 Vit fara til hús aftur

dansistevna grýlur 040

Feløgini høvdu sína ásettu tíð í skránni at skipa, og aftaná var frítt hjá einum og hvørjum at skipa.

dansistevna grýlur 028

Øll vórðu boðin til borðs, og útferðirnar vóru til Gøtu, bátasavnið í Leirvík og til víkingatoftirnar á Toftanesi. Mítt felag var við í Toftanes útferðini, og tað var sera áhugavert. Fyrst fingu vit nakað at vita um Føgrulið og háskúlan, sum sást hinumegin Leirvíksfjørð, síðani sóu vit bønhústoftina, og tá ið vit høvdu sæð eina framløgu um víkingatoftirnar, fóru vit at síggja rekonstruktiónina av garðinum á Toftanesi frá víkingatíðini. Sera áhugavert og góð frásøgn hjá Fríðfinni, skúlastjóra í Eysturkommunu.

dansistevna grýlur 054

dansistevna grýlur 062dansistevna grýlur 064dansistevna grýlur 066dansistevna grýlur 069

Børnini vóru sera røsk at dansa, og tann stóri ringurin dansaði við sama stevi (næstan alla tíðina). Okkara felag Tøkum lætt hevði kvæðið “Risin og kellingin” á skránni, tað gekk væl, og tað var sera stuttligt at hoyra sítt egna kvæði kvøðið í so stórum ringi.

dansistevna grýlur 034dansistevna grýlur 036dansistevna grýlur 041dansistevna grýlur 051dansistevna grýlur 048

 

Risin og Kellingin (at kvøða saman við børnum)

Lag: Tøkum lættar,
og lundum leikar, for mann
latið váran dans væl falla.

1. Risin er í Íslandi
undir grønum vølli,
kellingin í sama stað

hjá sínum stóra trølli.

2. Sita tey og keða seg,

hvat skulu tey spæla,

risin sprakk í loftið upp:

“Kom! Vit fara at stjala!

3. Kom vit fara náttartúr!

tað skal eg tær lova!

Arga vit so lítlabeiggja,

meðan hann man sova.

4. Kom vit fara náttartúr

vitja Føroyaland,

draga landið hendanveg

so oyggjar koma í bland!

5. So stuttligt verður um morgunin,

tá fólkið er farið í troyggju,

at Eysturoy hin føroyska

er partur av Vestmannaoyggjum.”

6. Tá ið dagur liðin var,

sólin fór í kav,

fóru bæði í gummistivlar,

at ganga tvørtur um hav.

7. “Skunda tær,” vóru risans orð,

“Her er eingin vandi,

kolmyrk nátt og einki ljós,

vit seta kós móti landi.

8. Eysturoy er so norðalaga,

hon er okkara mál,

Kollurin er ein góður krókur,

vit gera so gott eitt hál.”

9. Koma tey til oynna fram,

steðga í brimi væl,

Kellingin fær bandið tað,

um Kollin bindast skal.

10. “Klúgv nú upp, men skunda tær

leggja fetil á!

tú ert kvik og løtt á føti,

tú krøkir við stórutá!”

11. Kellingin rokast á Kollinum,

roynir eitt pelastikk,

“Toga nú!” rópar hon hvassliga,

og risin ger harðligt rykk.

12. “Eyameg!” skríggjar Kellingin,

“Hví leikar tú so í,

fjallið skrædnar, tín dummi hundur!

tað hoyrist í Kolslíð!”

13. Soleiðis gekk tá Ytri Kollur,
fekk sítt snið og skap,
kellingin royndi á øðrum sinni,
men Risin illa læt.

14. Risin stendur í bylgjuni,

leingi er at bíða,

“Skunda tær náttin líður nú,

brátt sólin upp man stíga.”

15. Kellingin stríðist við bandinum,

nú sæst ljós í eystri,

Risin rópar í heilum nú:

“Kom skundið okkum mót vestri!”

16. Kellingin tveitir band frá sær,

loypur í havið út,

ljósrípa sæst á himlinum,

sterkari en krút.

17. Tá sólin rísur himni á

trøllini missa makt,

bæði Risin og Kellingin,

verða av ljósinum rakt.

18. Standa tey sum drangar tveir,

hyggja vestur í hav,

og Eiðiskollur vann í stríð,

meðan alt fólkið svav.

Bergljót av Skarði yrkti 2. nov. 2014.