Feb 14, 2014

Gera seg út til summarið

Við Gjógv er stórarbeiði í gongd, teir gera eitt kampingpláss við øllum henteikum og við framúrskaradi útsýni, líkindini at grava vóru ikki góð, vátaslettingur og kalt, men hýrinum bagdi einki.

020

Erling var har hjá teimum. Eg royndi at taka eitt selfie av mær og Erlingi, men eg noyddist at royna 5 ella seks ferðir til at fáa bæði uppá, ná tað er lættari við telefon.

019

Ásfinnur arbeiðir við sama lag í húsunum, nú er hann næstan liðugur, tað er blivið megapent, tey hava sama slag gardinur sum eg í mínum nýggja býli. Eg fekk Ásfinn at kanna, um kjøtið mundi ikki vera turt at taka inn nú.

006

007

Á heimleiðini var nógv vakurt at síggja:

031037

036

Feb 12, 2014

…a life of its own


Fyri eini viku síðani var eg í Louisiana og sá Asger Jorn og Jackson Pollock, sum eg eisini bloggaði um 4. feb. Lítið visti eg tá, at partur av framsýningini og tí stóra sýniskataloginum var blivið fyrireikað í Føroyum ella úr Føroyum. Lotte Nishanthi Winther, listasøgufrøðingur, var við til at seta framsýninginas í Louisiana upp, og hon býr í Suðuroy, har hon arbeiðir, sum hon segði í sínum Skypekontóri.P1000340
Hon segði, at framsýningin var ein roynd at fáa hesar báðar at hittast, teir hittust ongantíð í lívinum. Tað var dupult stuttligt at hoyra um framsýningina, tí at eg havi sæð hana og fingið nógv burturúr. Fyrst sóu vit ein film, har Pollock arbeiðir við einum stórum málningi, sum liggur á jørðini. Pollock fær arbeitt frá øllum síðum, og hann fær nýtt tyngdarmegina, tá ið hann stoytir og slettir máling á.  Lotte N. Winther greiddi frá, hvussu listamenninir arbeiddu, at Pollock var einspennari og arbeiddi við sær sjálvum, og Jorn var partur av fleiri listafelagsskapum og tjakaðist um list og samfelag altíð tá ið tað bar til.
Pollock segði, at málningurin livdi sítt egna lív, og hann royndi at lata hann liva.
P1000336P1000338P1000342

Feb 11, 2014

Lagnustundin 1814

 

baardfr

Kringlan í NLH var fullsett, tá ið søgufrøðingurin Baard Frydenlund helt sín fyrilestur um 1814. Hann tosaði nakað um tíðina undan og um avleiðingarnar av Kielersáttmálanum. Til at lýsa neyðartíðina í Norðanlondum við sjórænarum, hungri og kríggi nevndi Baard Terje Vigen, sum hann vísti eina tekning av. Hann bar Nólsoyar Páll saman við Wedel greiva, sum eisini royndi at útvega korn til Svøríkis.

Norðmenn hátíðarhalda í ár 200 ára dagin fyri norskum sjálvræði. Hann kallaði hendingina eina kollvelting, tí at samstundis sum Noreg fekk grundlóg, var henda grundlóg ein frælsislóg. Støðan í Noreg eftir 1814 bleiv heilt øðrvísi enn í Danmark, sum enn hevði sín einaveldiskong.

Áhoyrararnir høvdu serstakliga áhuga fyri avtaluni í Kiel, sum segði, at Svøríki skuldi hava Noreg, men ikki Føroyar, Ísland og Grønland. Hvussu mundi leikur havt farið, um vit fylgdu við Noreg tá? Og hví mundi hetta koma í lag?

Bogi Godtfred segði, at hann hevði lært í skúlanum, at teir gloymdu Føroyar, men tað helt Baard ikki vera, kanska Bretland og Proysen hava ikki viljað latið Svøríki gerast so stórt, ella Svøríki hevði ikki áhuga at hava tey  londini, tí so skuldi man hava ein dýran flota at verja tey.

Serstakliga spennandi at fáa ein tíma í norskari/norðurlendskari søgu, glað at eg fekk upp í lag at fara.

Feb 7, 2014

Ung list

Tá ið vit høvdu verið í Norðurlandahúsinum og perlað í Mumistovuni í ein tímas tíð, segði eg, at nú fóru vit á istaframsýning.

 

Tá ið Herbert hoyrdi, at tað var at hyggja eftir myndum, helt hann, at tað tímdi hann ikki, tí at tað var so keðiligt, men tá ið vit høvdu verið og sæð myndirnar í Innova, segði hann, at hasar myndirnar vóru ‘nokso stuttligar’.

P1000278P1000279

Eg má siga, eg var samd við hann, hygg hesir frískligu litir og episku formatiónir. Herbert føldi sjálvur, at hnn hevði tvey sovorðni bein í hondini, sum stinga út á hasi hondini. Herligt at síggja okkurt nýtt og ungdómsligt.

P1000275

Børn spæla

DK jan 14 190

 

M: eg var mamman

H: nei, tú var systirin

M:okey

H: eg finni ikki handa grøna pinnin

M: her, mamma hevur funnið hann

H: takk mamma. Nú skuldi tú til arbeiðis

M: okey

H: ja, tú fert í miðlon

M:nú eri eg aftur

H:arbeiddi tú uppá sjúk fók?

M:ja

Ótrúliga stuttligt at hoyra tey byrja at spæla saman, also ordiliga saman. H (5 ár) ornar og hevur tær stuttligu rollurnar, M (næstan 3) rennur aftaná, mega nøgd. Men sum sæst omanfyri, dugir hon at útvega sær sína rollu. Eitt kvøldið spældu tey doktara, H var lækni, og M sjúklingur, hann vavdi hana inn, stakk eina skeið í munnin á henni, og so hevði hon eitt hvítt pappír í munninum, tað var so stuttligt, at tey vóru í skellilátri, so flenti eg við, og so mátti H eisini fáa sær eitt sovorðið í munnin.

DK jan 14 244

DK jan 14 249

DK jan 14 228

Feb 4, 2014

LOUISIANA

Altíð eina vitjan vert. Mín sunnudagsútferð var norður til Humlebæk á Louisiana. Lars var so beinasamur at koyra meg norð við mínum matpakka. Eg sá ikki færri enn tríggjar sýningar og sjálvandi tað, sum altíð er at síggja har, m.a. útiverkini.
DK jan 14 121
Bromberjakakan var frálík dessert. Myndin niðanfyri er tikin við fullum zoomi av Oyrasundsstrond.DK jan 14 127
OG SÆR SO NÓGVAR MUNNAR
Fyrsta sýningin eg sá var Asger Jorn og Jackson Pollock, ein einastandandi framsýning. Teir umboða báðir eina nýggja ekspressionismu eftir kríggið. Líkir og tó ólíkir. Har vóru eisini so sera góðar frágreiðingar á donskum og enskum um háttalag, tøkni, motivskapan og um, hvussu listamenninir sóu sambandið ímillum listaverk og ‘veruleika’.
DK jan 14 153
Myndir av postkortum, Asger Jorn omanfyri og Pollock niðri undir.DK jan 14 167
Onnur sýningin var ARKTIS. Hana dámdi mær ikki so væl. Afturlítandi og folkloristisk. Og listin var næstan bara fotomyndir, og fá grønlendsk ella arktisk listafólk vóru umboðað. Geologi og etnografi, kajakkir og ein ovurstór útstappað ísbjørn. Eitt videoverk fangaði meg: ein dokumentarfilmur um grønlendskar fangar í Danmark. Blaðungir menn, drápsmenn. Teimum leingist heim, og einki fongsul er í Grønlandi, londini bæði kunna ikki semjast um, hvør skal gjalda.
DK jan 14 134
Tann triðja sýningin eitur Det arabiske nu. Hon var fyri tað mesta um húsabygging fyrr og nú, m.a. vóru myndir av háhúsabygging í Dubai. Ein fjølbroytt framsýning við videosýningum, fotomyndum og nógvum húsamodellum.

Feb 1, 2014

Gódur leygardagur


Fór saman vid Turid Halli og børnunum í Den blå planet. Tad nýggja sjósavnid her í býnum. Fór í Metro til Kastrup statión, hetta Metro byggjaríid óruddar illa, men tokini eru fantastisk, skjót, koyra ofta og lyfta er nidur á perongina. Sjósavnid er øgiliga flott, stór fiskabúr og ein glastunnil, so at tú hevur havid alla stadni rundan um teg. Hávar og skøta fóru spakuliga fram vid beint fyri nøsini á tær. Og so vóru fiskabúr vid hesum ótrúliga, óveruliga fagurlittu fiskunum.

Eitt, sum vit gleddu okkum til, var at síggja fuglabergid - The far north. Hesi bjørg vórdu nevnd í reklamum og í bladgreinum, tá id savnid læt upp í 2013. Men tad var eitt stórt vónbrot, reydligir steindeydir betongstabbar og fýra lundar, sum krógvadu seg. Myndir úr Føroyum vóru ymsastadni, postkortmyndir. Men fuglabergid var ein vánalig umbodan av Føroyum, ein rædumynd, heldur enn ein brellbiti. Tad var betri ógjørt, savnid er so flott annars.