Jul 15, 2013

Summargestir 3

 

P1000078

Alla vikuna hava vit fylgt við á atlantic.fo síðuni. Hallur var seinkaður gott og væl eitt samdøgur, og í gjár sá út til, at alt var komið í rættlag hjá AA. Tey vóru so bara 40 minuttir seinni enn ætlað, børnini hjá FS. Á sum tað var deiligt at síggja tey, smíæandi og væl til passar, hóast farið var um midnátt, tann stóri so vaksin, tók sær av kuffertinum, miðlingurin so stillur og lítladiddan so køld í berari blusu. Tann stóri dugir so væl at konversera, túrurin hevði gingið fínt, tey vóru ikki svong, tey gleddu seg at fara at svimja og at fara í Skort, tað er handilin hjá Biritu Krossteig.

IMG_1420

 

Eg eri so glað.

Og Turið og Hallur hava 7 ára brúdleypsdag.

P1000026

Og Sólrun v. fam. er farin avstað aftur.

P1000045

Jul 12, 2013

Ókeypis rullandi skýli til heimleys

Eitt er at hava javnrættindi, eitt annað at hava serrættindi.

Tey heimleysu, ella drankararnir í Havn, nýta býbussarnar til dagheim, og tað er ikki tespiligt at koma inn í býbussin í Steinatúni, tá ið teir júst hava verið ein rundtúr og fara aftur á beinkin. Har luktar av gamlari kenning og órøktum monnum. Stoppistaðið í Steinatúni hava teir lagt undir seg, sita har tætt í tætt, til næsti bussur kemur.

Aquavit-Aquavite-Akvavit

Eg skilji væl, at hesi menniskjuni mega vera onkustaðni, men hetta er ein vána loysn, bæði fyri drankararnar og hini, sum brúka bussar og beinkir.

Jul 11, 2013

Summargestir 2

Aftur eina ferð kunna vit gleðast um at síggja summargestir í Eiriksgøtu. Elin hjá Firouzi býr í løtuni í Keypmannahavn og er heima og vitjar ommu sína, Sólrun og Lars og Lisa og Símun eru heima í eina viku.
018
Lív og Simona vóru eisini við og so vit sjálvi.
026
036
038
039

Jul 9, 2013

Á fjalli í Sáttarenni

Tey fóru norð við degnum, Sólrun og Lars og Símun. Eg og Lisa fóru aftaná við børnunum hjá Turið og matpakka. Veðrið var til vildar, tá ið vit komu norð, vóru tey akkurát komin í rætt við øllum.
001 003 007 016 019
So var at fara til arbeiðis, tey skiftust at klippa, og Símun fangaði lomb inni í rættini.
028

033

041 042
Eg fór til Gjáar saman við Herbert og Magnu, har vit spældu eina løtu í góðveðrinum. Herbert teknaði eitt flagg á vegin.
060 066

074

083

088

096

Kl. 4 vóru tey liðug á rættini
109

Jul 7, 2013

At kippa kráku

Løgið navn á einum spæli, sum vit plagdu at spæla fyrr. Tað skal ein vaksin/stórur persónur til at venda einum barni í luftini. Barnið stillar seg framman fyri tær andlit til andlits, bendir seg niður og stingur hendurnar út millum beinini, tú tekur so í hendurnar og syftir barnið runt. Tað er umráðandi at ansa eftir, at høvdið ber ikki við gólvið.

082

Man hetta vera vanligt spæl, og navnið ‘kippa kráku’ ??

Jul 5, 2013

Det som ein gong var eftir Magnhild Bruheim

003

Ramman er, at ein kvinna ruddar sítt barnaheim, og tá rulla minnini fram, hon finnur dagbøkur, sum hon skrivaði, tá ið hon var illsintur mótmælandi tannáringur. Familjan – mamma pápi og tvær systrar – býr á bygd í Noreg, og tíðin er fimmtiárini. Gomul sár og skuldarkenslur koma til sjóndar.

Bókin er ikki serliga undirhaldandi, rættiliga nógv skriving um gerandisting, sum ikki fremja søgugongdina. Tað miðstillaða er pápin og hennara samband við pápan, sum hevði ringar nervar, og sum hon fryktaði fyri fór at taka lívið av sær, sum hin sum fór út í skógina við einum bandi og hongdi seg.

Bókin fekk ikki tikið meg rættiliga við ella ballað meg inn í hesar lagnur.

Jul 3, 2013

Grótmosaikkur

Eli Smith er ein originalur í tí føroyska listaumhvørvinum, originalur upp á tann góða mátan! Eg møtti honum í býnum, hann var á veg til Íslands. Far og hygg, segði hann, eg havi akkurát hongt tvær myndir upp, tær eru av gróti.

Myndirnar eru flottar, tær eiga at vera nokso tungar. Myndevni eru: Tann burturvilsti sonurin og Tann miskunnsami samáriubúgvin .

 

Hygg tann avindsjúki beiggin, hvussu avindsjúkur hann sær út! Og tann gráhærdi pápin hevur ein veldigan favn….