May 16, 2013

Dr. Jekyll and Mr. Hyde (1886)

Klassikarin hjá R.L.Stevenson var ársins síðsta bók. Høvuðstemað fingu vit til at vera ‘leita eftir javnvág millum tað góða og tað ónda’, sum finst í hvørjum menniskja – tað ónda, sum eg ikki vil, tað geri eg.
013
Tann parturin av tær, sum verður dyrkaður og trenaður, verður sjálvandi styrktur. Einki konufólk er í bókini (uttan gentan, sum verður traðkað og arbeiðskonan, sum sær morðið), høvuðspersónarnir eru allir menn, og teir eru vinmenn, hugna sær saman, drekka vín saman til seint á kvøldi. Eingin beinleiðis tilsiping er til kynslív ella kynsliga girnd, men harra Hyde fær tíðina at ganga í Soho millum heilt annað fólk enn teir vælpoleraðu akademikaravinmenninar, og líkindi eru til, at Dr. Jekyll hevur burturskotraða girnd eftir sambandi við menn. Slíkur hugur er tabu í dag, hvat tá í 1886.
011
Stættarmentan og heiðurligur atburður er sera umráðandi partur av lívinum hjá enskum gentilmanni, og hamskiftið vísir, at Dr. Jekyll er ‘niðurfarin til heljar’ sum harra Hyde bæði í stætt og heiður.
008
Hesin freudski tvískinningur, sum verður lýstur langt áðrenn Freud, er jú vanligur okkara millum, tak t.d. ein alkoholikara, sum kann skifta persónsmensku totalt, bókin minti okkum eisini á “Du forsvinder”, sum er um ein mann við heilaskaða, sum eisini broytist totalt.
007
Sum altíð eitt deiligt kvøld. Vit tosaðu um mangt annað, filmar og leikir, sum vit hava sæð síðani seinast. Onkur hevði sæð Annu Kareninu í Havnar bio, onkur Myrkursins børn og onkur Regn. Vit senda Gunnvør og Bergljót M. eina heilsan. Síggjast!

May 14, 2013

Make love not herverk

var boðskapurin hjá 3.s í dag. Men tað var rættiliga óruddiligt uttanfyri, vil eg siga. Men festligar ballónir prýddu vegin og túnið, og lærarar vórðu heilsaðir við blómum og sleikisneis. So gleðilyndi var tað ráðandi huglagið í dag.

2.s skilhaldsreglur 0142.s skilhaldsreglur 0152.s skilhaldsreglur 0212.s skilhaldsreglur 0222.s skilhaldsreglur 0272.s skilhaldsreglur 032

May 12, 2013

Familjutúr í Saksun

Um  í gjár og í dag eru tekin um, hvussu summarið verður, so skal eg ikki klaga. Aftur ein deiligan túr í dag. Vit koyrdu til Saksunar og spákaðu heilt út á Lógv, tað eru einir 2,5 kilometrar. Herbert (4) og Magna (2) vóru so røsk at ganga. Vit høvdu kaffi við og Homeblessed sjokokeks.

DSC_0019Turið 192Turið 178DSC_0037

Eg haldi ikki, at eg havi verið har fyrr, jú í Saksum og Dúvugørðum og tað, men ikki á sandinum og eftir øllum sandinum. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu flóð og fjøra arbeiða har. Tá ið vit komu, fóru vit úr um føturnar og vóðu, men tá ið vit komu aftur, fingu vit gingið akkurát sum einki. Forundarliga náttúra.Turið 234Turið 211

Nú ið mammaudagur er, fóru vit á Hafnia og ótu mammudagsdøgurða, tað var deiligur matur. Vit fingu loyptan laks við royktum osti, fenniku og radisum, rib eys búff, og so eina serliga dessert við dildolju, eg las nakað skjótt og hugsaði: wau hetta er avanserað, hvat slag av dildo er tað?  og hvussu verður tað serverað? men dild oljan smakkaði ok.  Turið var eisini nakað knøpp, tá ið hon las bernaise á barnaskránni og hugsaði, hvat fáa tey til dessert, so var tað barnaís. Kanska vit høvdu fingið ov nógv fríska luft.

DSC_0041

May 11, 2013

Vallaraferð til Kirkjubøar

Yvir 80 fólk vóru komin niðan tilHoyvíkar, har vallaraferðin byrjaði í kirkjuni kl. 9 í morgun. Hjúnini Sonja Klein og Holger Arnbjerg stóðu fyri túrinum. Vit gingu fyrst oman í Havnar kirkju, stutttligt, at tað ber til at ganga heilt oman til Sjónleikarhúsið og næstan ikki ganga á koyriveg. Veðrið var fínt allan dagin, eg skilji, at tað regnaði ymsa aðra staðni í dag.

DSCN2093

20013.05.12 055

DSCN211320013.05.12 05620013.05.12 058

Vit steðgaðu á í Vesturkirkjuni og sungu ein sálm og síðani til gongu út eftir Landavegnum. Vit hvíldu okkum og sungu ein sálm í Reynsmúlalág og síðani við róligari ferð til Kirkjubøar, har vit eisini fóru inn í kirkjuna at rinda møðina.

20013.05.12 06220013.05.12 06320013.05.12 069

Fínt hugskot hjá Sonju.

May 9, 2013

REGN - 30 ára føðingardagur

Skráin í NLH var sera flott og fjølbroytt. Eg fór niðan seinnapartin við Herbert og Magnu. Vit fóru at leita eftir ævintýrlandinum hjá Jóhonnu av Steinum, og sanniliga funnu vit tað, tað var so gott at síggja tað aftur. Vár B. Jacobsen segði ævintýr fyri børnunum, og tað dugdi hon so serstakliga væl.

DSC_0014

VIt síggja á myndini, hvussu børnini súgva hv'ørt orð til sín. Ævintýrini vóru Risans klóta, Kongsdóttirin, sum varð burturtikin av sjótrøllinum og annað. Vár vísti børnunum, hvar á listaverkinum ævintýrverurnar vóru at finna, og Magna hjálpir til.

DSC_0009

Tað bar eisini til at tekna og skriva inni á skrivistovuni hjá Rakel Helmsdal, og ikki at gloyma matin – har var alt gott, bæði til stór og smá.

Um kvøldið sóu vit leikin Regn, sum er ein dansleikur, við ljóði og rørslum. Tey vóru fýra í hópinum, men tvey høvdu høvuðsleiklut, tað vóru Kjartan Hansen og Kristina Ougaard Sørensen. Á myndini, sum er tikin av FB síðuni hjá NLH, síggja vit tey saman við Annfinni Heinesen.

477336_443151539112442_1893683274_o

Leikurin var ein søga um tvey gentu og drong, stóran part av samanhanginum má áskoðarin sjálv fáa í lag, og tað var spennandi. Tey brúktu kroppin sum skulptur og talaðu kropsmál.

466327_443364949091101_1358014356_o

Myndir, sum sita eftir eru: ástarleikurin, sum var so serstakliga expressivur uttan at gerast vulgerur, fín fín koreografi; hann situr deyður (?) , og hon situr ovast í stiganum, meðan svøvnligur tónleikur ljóðar;

464162_443364532424476_360179155_o

 tey arbeiða saman við spannunum, tveita tær sínamillum; og so tann síðsta myndin av brúsubað í reyðum kjóla vakti áhuga av nýggjum, tí vit visti ikki at vatn var í nakrari av øllum hesum spannunum.…ta myndina havi eg ikki tulkað liðugt enn, tann reyði kjólin er við í leikinum alla tíðina, men liggur fyri tað mesta í eini spann……

901110_443364785757784_1134876382_o

Sera sera flottur og áhugaverdur leikur, nýtt, eksperimenterandi, sera lítið av teksti ella dialogi og tað, sum var, var á enskum. Eftir leikin hoyrdist fólk tosa um, hvat hetta nú var, og onkur spurdi meg, um gjáarmenn vóru so serliga harðir. Hon spurdi, tí at leikurin skuldi byggja á eina søgn frá Gjógv, og tá kom fram úr mínum gamla heila søgnin um mannin, sum egndi við systur síni og síðani fekk nógvan fisk. Óunnilig frásøgn, men nú aftaná síggi eg væl, at maðurin í leikinum, sum var til útróðrar fekk fyrst einki, men síðani stóð á at draga hjá honum, men eg minnist ikki søgnina ordiliga.

Í øllum førum fínur leikur, og kanska fult so góður, um tú IKKI kennir søgnina.

May 7, 2013

Ódámlig vitjan í Hoydølum

Hvørt ár er síðsti skúladagur, bæði hjá okkum og á øðrum skúlum. Skuldi verið ein gleðidagur, men nú í fleiri ár hevur tað verið ein syrgiligur dapur dagur. Er tað struttligt at tveita eina sofu gjøgnum trappurnar, díkja fólk undir í øli og bróta hurðar? Ja, tað hildu ivaleyst hesir handilsskúlanæmingarnir, sum vitjaðu okkum í morgun. Vit vóru klár at bjóða teimum morgunmat og vera blíð, men vit fingu brúk fyri løgreglu og læstum hurðum. Tú verður eitt sindur kedd og tung í huga.
002003004
Tey eru eisini ílatin sum harðskapsfólk, má ein siga.005006
Og skaðin skal umvælast og gjaldast og skúlin skal vaskast eyka – stuttligt?
022023024
Hurðakarmar skræddir frá í lonini.
Hesaferð var tað so okkum tað gekk útyvir, men hetta er ein stuttleikamentan, sum finst ymsastaðni. Óhugnalig!

May 3, 2013

Stjørnudust í Hoydølum

Hans Pauli, Zacharias og Hans Olivur hava gjørt tað aftur. Teir hava latið eina konsert, kvøldsetu við frálíkum tónleiki og sangi. OG listaflokkurin hevði framsýning í gongini. Tíverri var eingin sjónleikur og filmur hesa ferð, men rektarin lovaði, at komandi ár verða tæt listagreinirnar við.

Teir dugnaligu næmingarnir á miðstigi sýna fram eitt úrval av myndum og skitsum, sum eru gjørdar á pappír. Tey hava arbeitt við foto, málaríi, klippi, installatión, tatovering og við leiri, men hesar verkætlanir eru ikki heilt lidnar. 

 

Erika

Tað liggur væl fyri hjá fleiri av næmingunum á tekniøkinum, t.d. hjá Eriku Andersen, hvørs portrettmyndir eru áhugaverdar bæði psykologiskt og í litavali.

005

004

003

Konsertin var sum vanligt, kórsangur a capella og bólkar við ymsum ljóðførum, serstakliga áhugavert var at hoyra tað jazzuta orkestrið, eg skilji, at fleiri av næmingunum eru við í orkestrum í býnum, tað hoyrdist, at hesi ungu taka tónleikin í álvara. Fyrstuflokkarnir sungu eisini til at vísa, hvat tey hava lært í sangtímunum. Café við kaffi og kakum og øðrum drykkivørum var eisini, tí partinum stóð 12u fyri. Eitt deiligt kvøld, og í ár eydnaðist at halda skránna, so at tað var liðugt í hampuligari tíð.

026

Eitt sindur av fólki var, tað kundu gott verið fleiri.023

Tónleikalæraranir, Hans Olivur var tíverri farin.013

á Café008