Jan 22, 2012

Árið ið fór - juli

Tað var í juli, at Michel og Frida Sofía hildu sína fantastisku veitslu í Oyes. Tað stuttliga var, at so nógv fólk komu langvegis frá, Leyvoy, Marita og so vit úr Føroyum. Eva giftist í juli og ólavsøkan hon er altíð í juli, men ikki altíð eru við í føðingardegi hjá Binu í Malthúsi .

FRANKARÌKI 2011 029FRANKARÌKI 2011 073FRANKARÌKI 2011 086FRANKARÌKI 2011 134FRANKARÌKI 2011 316FRANKARÌKI 2011 030FRANKARÌKI 2011 036FRANKARÌKI 2011 038FRANKARÌKI 2011 044

 

 

2011 005

009011025042175

Jan 20, 2012

Árið ið fór - juni

2011 var árið, tá ið Bókmentasøga 1 kom út, eisini árið, tá ið eg og Anna vóru á søgustevnu.  Fólkafundur var í Skúvoy.

 

2011.06.12 søgustevna 031

IMG_0139

Skúvoy 006

Skúvoy 064Skúvoy 033Skúvoy 031

 

2011.06.02 Gjógv 0112011.06.02 Gjógv 032

Jan 18, 2012

Kristin Lavransdatter eftir Sigrid Undset

Bókastev Skole Skole

Lesikonurnar hittust i kvøld, sjálvt um tað var næstan útideyðaveður. Eitt avboð var norðaneftir. Hinar vóru allar staddar í Havn, so vit vóru 7 . Altso bókin er 1000 síður í 3 bindum, og flestu hildu , at bókin er góð, onkur helt, at ættarbondini, sum skuldu greinast hjá hvørjum persóni, vóru nakað fløkjaslig. Men hetta hevur verið eitt ódnartak hjá Sigrid Undset í 1922. Allir staklutirnir á gørðum og í kirkjum og í náttúruni. Høvuðsevnini eru: samskifti millum hesi bæði , sum eru í miðdepli. Sterk, treisk bæði, óloysiliga samanbundin í erotiskum dráttri; men eisini altíð ósamd, altíð í kapping, altíð misnøgd. Kirkjan og hennara rolla í samfelagnum, hennara prestar og munkar; kirkjan sum letur fyrigeving, men krevur angur og bót. Kvinnuleikluturin í samfelagnum, Kristin fekk 8 dreingir, ein doyði sum nýføðingur. Kvinnan, sum gerst við barn undan hjúnabandi, kvinnan, sum ikki aktar faðir sín; pátrúgv; svartideyði; tríkantsdrama; politikkur. Summar hava notið at lisið bókina á norskum, aðrar í danskari týðing.SkoleSkole

Ein síðuvinningur í kvøld var at fáa ferðafrásøgn úr India, Bergljót M og Randi hava verið í India við SHARON TOURS Smiley med åben mund. Bergljót M. hevði eina lítla India tinganest framsýning.

009001010

014

011

Jan 17, 2012

Opið bræv (2) til Mentanarnevndina hjá Tórshavnar býráð.

 

Summarskúli fyri útisetabørn.

Fyrr æt Tórshavnar kvøldskúli, júst soleiðis. Nú eitur hann Tórshavnr kvøld- og ungdómsskúli. Og hann er ikki bara um kvøldið, og hann er ikki bara fyri ung, minst líka nógv fyri gomul. Eitt hugskot er at kalla hann Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og summarskúla ! So kundi býráðið stovnað enn eitt frálíkt , mennandi tilboð í kommununi. Ein summarskúla til útisetabørn, har tey skuldu lært føroyskt, mál og spøl og siðir og sangir. Hetta kundi verið eitt incitament hjá onkrum at komið aftur til Føroyar, ein stuðul hjá foreldrum, sum royna at geva børnum sínum móðurmálið, hóast tey eru langt av landi skotin. Foreldrini skula sjálvsagt gjalda eitt gjald. Skúlarnir standa tómir um summarið, so høli eru tøk. Mentamálaráðið hevði ivaleyst stuðlað. Vit, sum hava havt henda summarskúla nøkur ár (2008, 2009), høvdu fegin givið okkara royndir og ráð víðari.

Jan 16, 2012

“- og dog er det sandt” eftir Sunneva Sandø

Sunneva Sandø búði og arbeiddi í París, men var heima í Danmark og ferðaðist, tá ið kríggið byrjaði. Hon fór beint aftur til Fraklands og bjóðaði seg fram til at hjálpa við evakuering av børnum, og hon arbeiddi fyri Reyða kross og hjálpti jødum at flýggja.

Í 144 bleiv hon tikin saman við øðrum og sett í fongsul og seinni flutt til eina legu uttan fyri París. Seinni bleiv Sunneva førd til Týsklands við einum av teimum illa gitnu fangatransportunum. Størsti partur av bókini er ein óhugnalig frásøgn frá týningarleguni Ravensbruck.

 

images

Hon greiðir frá viðurskiftunum heilt niður í staklutir: koyggjur, klæði, vesi, píning, lukturin og roykurin frá ovnunum. Hon lýsir fangavørðir, barakkovasta og læknan, sum als ikki gjørdi sítt læknaarbeiði. Skrivistílurin er sera beinleiðis og bersøgin, men ikki bara uppgevandi. Ein speisamur tóni er stundum at hóma, sum vísir, at hon ongantíð heilt gav upp. Hon royndi at hjálpa upp á tær, sum vóru verri fyri. Royndi at arbeiða, tí at tær, sum arbeiddu, vóru meiri verdar enn tær, sum antin vóru gamlar ella sjúkar og bara vóru sæddar sum útreiðsla og tí vórðu fyribeindar.

 

Modstandskvinder1

 

Aftur ein vitnisburður, frá eygnavitni,  frá krígnum og tess ræðuleikum. Av 500 fronskum kvinnum, sum vórðu sendar til Ravensbruck vóru undir 30  á lívi, tá ið kríggið var av, ein teirra var Sunneva. Hon slapp burtur haðani í apríl í 1945 og longu í juli 1945 kom bókin út.

Sunneva Sandø var fødd í Todnesi á Sandi, har pápi hennara var prestur.

Jan 15, 2012

Mt. Rushmore við Gjógv


Gjógv 042

Høggmyndirnar í gjónni við Gjógv eru flottar, síggja út, sum søgnin um risan og kellingina, kundi havt eitt framhald her.

Gjógv 050

Vit vóru ein góðan tú við Gjógv um vikuskiftið. Menninir vóru farnir eftir brundseyðinum.

Gjógv 025

Gjógv 028

Vit fóru stuttar túrar í bygdini, fjøruni og rundan um gjónna. Útsýni av Nasa er gott. Vit skoðaðu bygdina, nýbýli á Fornagørðum – har var fólk og arbeiddi. Rættiliga nógv av húsunum eru svørt, penari hevði tað verið meiri litfagurt, sum bygdin annars. Tey nýggju húsini niðan fyri Hoygarðin eru ein long reyð lon, hevði riggað væl høvdu bæði húsini havt hvør sín lit, so sá tað út sum tvey hús og ikki so líkt einum samkomuhúsi, sum nú. Stuttligt, at húsini hjá Óla Jákupi og Katrin eru so væl á leið komin.

Gjógv 066

Gjógv 101

.

Á vegun noður sóu vit skyldmannin Dánjal Jákup mitt í sínum ríki. Vit vóru inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjan Jákupi og Hanna og Dorthe hugdu inn á gólvið í Hoygarðinum. Vit báðar Turið drukku eina skál fyri dr. Holm Johannessen Smiley Og ein gamal broderaður koddi er vorðin veggjaprýði. Og Tjaldursmyndina hevur Sjúrður pápabeiggi teknað. Og vit høvdu ein nýggjan stól norður við, ein hvíldarstól, kvøldarstól til kvøldarsól, ógvuliga hóskandi eitur sniðið OTIUM.

Gjógv 003

Gjógv 008

Gjógv 019

Gjógv 022

Gjógv 086

Gjógv 031

 

 

Gjógv 075

Gjógv 077

Gjógv 079