Í dag er “dagin eftir” hjá brúdleypsgestunum. Vígslan í Gøtu kirkju var væl úr hondum greidd og aftaná finfgu vit ein drekkamunn í teimum góðu hølunum í kjallaranum. Í morgun vóru vit á costa del Sandagerði, stuttligt at síggja Herbert uppliva alt: eina fliðu, sum søkkur tí hon er á hol, aldurnar, sum sleikja fótunum, turran sand at síla og vátan sand at byggja við. Í gjár blásti hann sápubløðrur í vesturskini.
Jul 24, 2011
Jul 23, 2011
Leygarmorgun í Havn
Av allarbesta veðri. Í dag er brúdleypsdagur Evu og Árna. Vit fara øll til Gøtu til brúðarvígslu, og í kvøld verður brúdleypsveitsla. Børnini verða passað í Eiriksgøtu í kvøld. Í gjár fylt Herbert bloggin, so í dag fáa tit myndir av systur hansara Magnu. Herbert hevur sovið hjá stóru Turið í nátt, tey eru so væl – og so eigur hon ein traktor.
Jul 22, 2011
Aftur ein summardagur
Vit f´foru at hyggja at himmalsplinum hjá Guðrið Poulsen, tað er flott, so fóru vit í viðalundina at geva dunnunum. Herbert hevði hundin hjá Madeleine við í berisela á búkinum, hann sær at Magna verður borin so, so tað dámdi honum so stak væl. Stóra Turið hevur keypt sær súkklu, so nú er lagamanni at súkkla. Børkubóndin hevur funnið sær eitt pláss beint við trappuna millum húsini.
Jul 19, 2011
Summarmorgun í Havn
Hvat kann vera betri enn at fara at geva dunnunum í sólskini. Herbert tók tað sera álvarsliga, allar skuldu hava, men hann tveitti bert ein lítlan bita hvørja ferð, og annanhvønn bita stakk hann í munnin. Í plantasjuni møttu vit Bergljót, og aftaná fóru vit á spælipláss og síðani at keypa frukt at fáa okkum til ábit.
Summarmyndir
Børnini eru eisini altíð eitt flott motiv, ja Herberti dámar ikki so væl at verða avmyndaður, men onkrar myndir eru eisini av honum.