Jórunn hevði ein rætt við svínalundum og rís afturvið, eisini var rákostsalat afturvið. Omaná var Marysa special: rís og abrikos við róma. Afturvið var kilskt (=chilenskt) vín.
Mar 20, 2011
Mar 19, 2011
R.I.P.
RIP
Nógv orð og orðafelli standa undir børu, og nógv eru longu farin undir grønu torvu. Eg harmist, men góðtaki tað sum tá ið vit góðtaka annað lívlát.
1. at fara í ella lata seg í t.d. ”eg haldi, eg fari í frakka”, ”lat teg í troyggju, tað er kalt úti”
2. at fara úr ella lata seg úr t.d. ”hon fór úr skónum í gongini”, ”hon læt seg úr hvørjum tráð og leyp á bláman”
Hvørja ferð eg flúgvi við Atlantic, fái eg ein lítlan skelk, tá ið tey siga: ”tak fyrst egna masku uppá, áðrenn tú hjálpir øðrum”, somuleiðis er við bjargingarvestinum.
3. at krógva (seg) sum er horvið, alt er nú at goyma, spell, at okkara fjølbroytta orðatilfar verður javnað við danskt, sum brúkar gemme fyri krógva og goyma. At krógv er tað sama sum at fjala, tú leggur okkurt burtur, so at eingin annara skal finna tað. At goyma er bara at leggja til viks, til tú skal brúka tað aftur.
4. síður- sítt , lýsingar orð, sum verður brúkt um tað sum hongur langt niður (onkuntíð uppeftir), sítt hár, síðar brøkur, sítt skjúrt, sítt gras, ”síðar aldur, stríður streymur um Føroya land”. Nú siga tey bara langur- langt, aftur eitt orð, sum má lúta, kanska tí at á donskum eitur onki so, har er alt langt.
Tá havi eg ikki nevnt tey orðini, sum eru “degraderað” til bara at merkja tað gamla føroyska og ikki eru komin við inn í nútíðina t.d.: súpan, skjúrt, sópa
Mar 17, 2011
Mar 16, 2011
Bókastev í Eiriksgøtu
Vit hava lisið Hamlet eftir Shakespeare í Heðin Brúsa týðing. Bergljót M. hevði kortini valt eina danska útgávu, sum hon helt var lættari at lesa enn tann føroyska. Prátað varð um, um týðingin er tung og kanska eitt sindur gamaldags. Tær flestu hildu ikki at hetta var eitt lívsins upplivilsi, uttan Bergljót M., hon helt , at leikurin gjørdist sera spennandi, sum út leið. Vit saknaðu Marjuna, sum vandaði veður.
Mar 15, 2011
Fat kid rules the world eftir K.L.Going (2003)

Høvuðspersónurin vigar 269 pund og hevur eitt sorgarlív, gongur í sjálvmorðstankum, hóast hann hevur ein góðan pápa, sum hevur roynt at brúka alt, líka frá klænkikurum til fitnesscentur og meditatión, til at hjálpa dreinginum. Hann hevur eisini ein yngri beiggja, sum er væl fyri kropsliga, dyrkar ítrótt og argar Troy...
Men so fær hann ein vin...Curt McCrae er víðagitin guitarspælari, also víðagitin og øvundaður í skúlanum W.T.Watson High. Men Curt er eisini rúsevnismisnýtari og heimleysur. Bókin er um teirra vinarlag, sera skinklandi og broytiligt. Men teir hjálpa hvørjum øðrum...Curt biður Big T (sum er fyrsta kelinavn hann nakrantíð hevur havt) vera trummuspælara hjá sær, Curt sær møguleikar, har hin sær forðingar. Troy biður pápa sín lata Curt búgva hjá teimum, tað er nú ikki bara sum at siga tað...
Hendingar fara fram í New York, málið er ungdómsmál, "street slang". Ólukkulig børn og ung, sum hava ein Hugsaðan vin, sum hjálpir í øllum førum, ein dreymavin, er rættiliga vanligt motiv. Curt er næstan ósjónligur, hvørvur viðhvørt í dagavís, men kemur altíð aftur í aftur. Ein gátuførur vinur.
Ship Breaker eftir Paolo Bacigalupi
Ungdómsbók.
Bókin er ein dystopi, hendingarnar fara fram í eini framtíð, tá ið okkara lívsstílur er horvin, í hvussu er fyri ein stóran part. Hendingarnar eru í USA, býurin Orleans er ein sokkin býum, og Orleans II er eisini sokkin, og nú er Orleans III bygdur. Á havsins botni standa hús og skýskavarar og tornini peiggja til stóran ampa fyri skipaferðslu. Vit fáa ikki at vita, hvat ið hendi, men tsunami er heilt vist ein partur av tí vanlukkuni.
Høvuðspersónarnir eru arbeiða sum ”scavengers”, tað er ránsfuglar ella ræfuglar, í hesum førinum fólk, sum livir av at finna brúkiligt tilfar í gomlum tangaskipum, kopar, stál og annað, ofta er so trongt at arbeiða innan í skrokkinum, at bara børn fáa verið í arbeiðssjakkinum. So selja tey tað til teir ríku, sum búgva onkra heilt aðrastaðni. Tey liva sera fátæksliga og allir hentleikar eru horvnir.
Høvuðspersónurin kemur í samband við eina gentu úr tí ríka partinum, hann bjargar henni, tey flýggja, tí at hon verður jagstrað av kappingarneytum hjá pápa hennara, sum vilja taka valdið í hansara vinnuliga imperium. Og tey flýggja eisini undan pápa hansara, sum er rúsevnisvrak viðongum fyriliti, harðligur, drápsmaður og hevur sera ljótan munn. Spennandi. Endar væl.
Mar 13, 2011
Vikuskifti í Herlev 2
Diddan er ein rólig genta, svevur nógv, men hon er eisini fús at eta, tá ið hon onkuntíð vaknar. Sólrun og Lars og Símun komu ein tur í gjár, og Lisa vitjaði Herlev í dag. So eg sá tey øll (ja ikki Berg).