Sep 14, 2010

..gomul kona í inniskóm.

Er Havnin ein gomul kona í inniskóm, sum tað stendur í yrkingini hjá Jóanesi Nielsen? Hvat eyðkennir eina slíka? Er tað hugni, nossligt fyriklæði og angi av vaflum? Ella er hon avgomul, giktplágað og eru inniskógvarnir skeivir og slitnir og hava feittblettir? Havnin í dag var hugnalig, gott veður og nøkur fólk í býnum.  70 % av hasum HH jakkunum hjá Thomas Dam, óluksáliga bíligt…men tíbetur keypti eg ikki ein HH jakka.

IMG_1908 IMG_1899 IMG_1901 IMG_1902 IMG_1903 IMG_1904 IMG_1905 IMG_1907

Sep 5, 2010

Gangi gøtan tær á møti

Vikuskiftið 4-5 sept. var skipað fyri pílagrímsferð á Sandoynni. Vit gingu úr Skopun til Skálavíkar, og úr Skálavík aftur til Skopunar. Á vegnum vitjaðu vit kirkjur og prestur hevði andakt og vit sungu sálmar. M.a ein heilt nýtýddan. Randi Meitil segði eisini frá ymsum á leiðini. Tíverri kom mj'ørki á okkum, so at ferðin gjørdist ikki heilt eftir skránni, men sum prestur segði, lívið gongur ikki altíð, sum vit ætlaðu.

Vit gistu í Kelduni í Skálavík, og Laura serveraði ein fantastiskan bíbilskan døgurða fyri okkum.

Ganfi gøtan tær á møti

veri lotið svali vinur tín

vermi sólin eymliga tín kinn

væti milda regnið tína jørð

inntil vit hittast

haldi Gud tær

haldi tær í síni hond.

pílgrímsferð 103 pílgrímsferð 135 pílgrímsferð 100 pílgrímsferð 102 pílgrímsferð 104 pílgrímsferð 105 pílgrímsferð 106 pílgrímsferð 109 pílgrímsferð 110 pílgrímsferð 112 pílgrímsferð 114 pílgrímsferð 115 pílgrímsferð 116 pílgrímsferð 117 pílgrímsferð 119 pílgrímsferð 120 pílgrímsferð 121 pílgrímsferð 122 pílgrímsferð 123 pílgrímsferð 124 pílgrímsferð 125 pílgrímsferð 130 pílgrímsferð 131 pílgrímsferð 132 pílgrímsferð 133 pílgrímsferð 134 pílgrímsferð 097 pílgrímsferð 050 pílgrímsferð 051 pílgrímsferð 058 pílgrímsferð 062 pílgrímsferð 063 pílgrímsferð 067 pílgrímsferð 073 pílgrímsferð 075 pílgrímsferð 078 pílgrímsferð 082 pílgrímsferð 083 pílgrímsferð 091 pílgrímsferð 095

Sep 2, 2010

Pollamjørki

Havnin var ótrúliga vøkur í morgun, eg mátti fara ein lítlan svipp niðan á oyggjarvegin at taka myndir. Tað gjørdi , at eg mundi aldrin sloppið aftur á ringvegin, so nógvir bilar vóru. Eisini komu nógvir bilar eftir oynni í tí góða veðrinum í morgun.pollamjørki 004 pollamjørki 001 pollamjørki 002 pollamjørki 003