Aug 15, 2024

I Champagne august 2024

 Eg fylgdist við Turið og Halli og Magnu og Kristinu. Vit flugu til París ein mánadag og komu aftur eina viku seinni. Hetta var meðan olympisku leikirnir vóru í París, ja og í Lille. Tey fóru til ein hondbóltsdyst, og hann var í Lille, tað var ein langur koyritúrur.

Øll hjá FS vóru har, men tey ungu fóru heim nakað skjótt, og Michel fór til arbeiðis. 

Louis og Cloé

Emil

Frida Sofía hevur summarbústað í Oyes í Champagne, tað er eystanfyri París. Húsini er ein gamal bóndagarður. Tey hava moderniserað okkurt, men sum heild er tann gamli dámurin væl varðveittur. Um húsini er ein stórur urtagarður við frukttrøum og stórum vølli, og tey hava fingið sær svimjihyl. 















Veðrið var gott alla tíðina, uml. 20-25 stig. Genturnar Madeleine, Magna og Kristina vóru í hylinum hvønn dag. Tey vóru súkklutúr, og eg og børnini vóru gongutúr. 



Eg sat mest í skugga, har tað var frálíka passaliga heitt.



Vit vóru ein túr í Reims, skoðaðu dómkirkjuna og hugdu at hondbólti í einari sportsbarr. Holm Johannesen familja fór til rundvísing og skeið á eini sjokolátaverksmiðju.









Og ein dag vóru vit á loppumarknað í Boissy-le-Repos. Har kostar næstan alt 1 evru.










Tann mánadagin, vit komu heim, kom stormur um kvøldið, og flogferðslan órógvað. Men vit lendu tíðliga og vórðu ikki ávirkað.

Jul 11, 2024

Nýtt knæ, enn einaferð

Mítt vinstra knæ er frá 2014, og nú 10. juni 2024 fekk eg nýtt høgraknæ. Tað var ein góð føðingardagsgáva at fáa. Á Landssjúkrahúsinum boða tey fyrst til kunnandi fund, og Gerda greiddi frá, hvussu knæið sær út.

Eg varð innløgd í tann nýggja partin av LS, tey sóu beinan veg í pappírunum, at konan hevði jú føðingardag, so flagg kom á borðið. Men veggjarprýðið inni á tí fínu einastovuni var so syrgiligt at hyggja at, tveir litleysir fýrkantar



Tá ið skurðviðgerðin var av, kom fysioterapeutur  at fáa meg upp úr seingini , og Lo and behold! eg fekk slett ikki ilt og hugsaði, hetta var einki fyri. Men eg skuldi fáa annað at síggja! Má rósa teimum á LS fyri teirra perfektu pínuviðgerð..

Næsta stopp var Hvíldarheimið Naina. Har var eg eisini seinast. Og eg hugsi, at er tað nakrastaðni ella nakrantíð , at orðið RETRO hóskar, so er tað á NAINU. Har er gott at vera, friður og greiðar reglur, reglur um, nær tú etur, og hvar tú situr og gongur.  Og  retro hús og møblar og prýði, retro reglur, retro vasking, enntá retro matur. Men veggjarprýði (Torbjørn Olsen, Hansina Iversen, Ingálvur) var avgjørt ikki bara retro. Sera fitt og hjálpsamt starvfólk, sum hevði ein góðan koordinerandi leiklut. Vit fingu venjing í boði á LS 8 ferðir, 2 ferðir um vikuna. Tað var gott at kunna fara hagar í felag.

Á NAINU fekk eg vitjan, og tað er so hugaligt.
















Vit styttu okkum stundir við at binda og hyggja ar EM í fótbólti.

Og ikki at gloyma umhvørvið í Gundadali, stuttan ella langan túr, viðarlundin tekur ímóti tær við opnum ørmum. 


VENJING

Á LS er ein knæ/mjadnar skúli. Tað var sosialt gevandi at hitta onnur í somu støðu og meta seg ímóti. Venjingar á gólvi, stóli, briks og súkklu. Tað er pínufult at skula liða eitt nýskorið knæ, men við eggjan og góðum orðum fekk mann nøkulunda gjørt venjingarnar. Sólfríð og Gerda eru góðir hóvligir lærarar. Tú kanst spyrja tær um alt, og tær hava gott tol. Takk.




Gerda og Sólfríð


  

 

May 31, 2024

List



Norðuratlantsbryggjan

Hviids vinstue er ikki tað ringasta á vári

Jórunn og Jóan Pauli vóru í Danmark samstundis sum eg, vit hittust ein dag. Og vit fóru út á Atlantsbryggjuna. vit sóu Havið hjá Hansinu, og har var ein stuttlig litføgur framsýning hjá Hallgrími Helgasyni. Tað vóru sjálvsmyndir, hvørt andlit var fleiri andlit. Frágreiðingin, hann hevði, var, at hvørt menniskja hevur fleiri síður ella persónligheitir.













Gøtulist. Kann man eiga ein lit? Hava patent uppá ljósablátt ?  hugsaði um Trónd, sum hevur ein bláan lit, sum hann sjálvur hevur blandað, Tróndablátt. Men tað kann ikki vera bannað at blanda ein slíkan bláan lit. 

Maersk og Grundfos hava fingið patent upp á ljósablátt og reytt ávikavist. Hannibal Andersen hevur málað henda húsaveggin í Gothersgade við hesum litunum sum eitt mótmæli ímóti, at man kann eiga ein lit. Motivið er spurnartekin og dollartekin.




May 29, 2024

Vitjað listasøvn og onnur søvn

 


Ordrupgaard








Lisa hevði langt ssíðani fortalt mær, at ein spennandi serframsýning var á Ordrupgaard.  Tað vóru listarverk hjá kvinnuligum impressionistum, sum hava staðið í skugga av monnum. Framsýningin skuldi vera til 20. mai, so vit fingu akkurát tíð at njóta hana.

Impressionismen og dens oversete kvinder

Framsýningin er 150 ár eftir fyrstu impressionist framsýningina í París í 1874. 

Nøvn sum Berthe Morisot, Eva Gonzales og Marie Bracquemond og onnur. Saman við myndunum var tekstur, sum segði frá teirra lívi og virki og teirra stríði fyri at sleppa upp í part.


Mary Cassett 1880

Berthe Morisot



Eg var ein túr á arbeiðarasavninum í Rømersgade. Har havi eg verið nakrar ferðir. Framsýningin er ikki so lætt atkomilig, tí hon er í einum gomlum húsum við smølum trappum og smáum rúmum, men tað sjálvandi samstundis partur av arbeiðarasøguni.


Nógv av innbúnum var úr 50 árunum, so tað var heilt heimligt.  Var eisini á einum savni, sum var ein ríkur bóndagarður á Samsø, og so var er á Rosenborg, har ið Chr. firtal hevði kátt sítt lív. Munur á monnum, má man siga.


















teak hillar til sína smiku og kamb

Samsø museum, heim frá 1900 talinum


Rosenborg slott frá 1600 talinum



rav ljósakrúna

Bukkan hjá kongi, flísarnar eru úr Delft