Nov 12, 2023

Bókadagar í Keypmannahavn nov. 23

 Lisa keypti bilettir til allar tríggjar dagarnar. So vit vóru ímillum tey næstan 40.000 , sum vitjaðu Bogforum í ár.

Barnabøkur serligan áhuga beint nú


Vit høvdu granskað skránna og gjørt okkum eina ætlan:

Tre redaktører på Den danske ordbog.

Den vrede kvinde og hendes plads i litteraturen. Alberte Winding og Katrine Marie Guldager tosaðu við Kamillu Løfstrøm. Bøkur: Hvad jeg tænker mens du taler og Birgithe med h

Besættelsestidens dilemmaer og konflikter. Kirsten Thorup tosaði við David jacobseb Turner. Bók: Mørket bag dig

Knit it out. Lærke Bagger og Christine Feldthaus. Bók: Lærke Bagger 2

Rundt om Tove Ditlevsen. Anne Lise Marstrand-Jørgensen og Lise Munk Thygesen (ommudóttir Tove)

Ukraine i fokus. Victoria Belim i samrøðu við Jørgen Herman Monrad. Bók De røde sirener

Intet er som vi troede. Iben MOndrup og Jonas Eriksson. Bøkur: Bjørn og Vejen hjem.

Modne kvinder i litteraturen. Vigdis Hjorth og Alberte Winding v/ Puk Dansgård.

Valerie Perrin tosaði við Tore Leifer um bókina Trois (Tre)

Ian Livingstone : Sværd og trolddom.

Lise Munk Thygesen





Valerie Perrin

Bergtóra Hanusardóttir

Torført at siga, hvat ið var mest spennandi. Kirsten Thorup hevur eisini skrivað Indtil vanvid indtil døden, og tað var ein fantastisk bók. Í samrøðuni kom hon nógv inn á, hvørjar keldur hon hevur, hon er fødd 1942, so keldurnar eru sera tætt við. Iben Mondrup kenna vit frá bókadøgum í Føroyum, sjálvandi keypti eg og las hesa 3. bókina alt fyri eitt, hon er góð, men hevur ikki sama spenning og nerv sum hinar. Vígdis Hjorth er sera nógv umrødd eftir at hava avdúkað sína familju og fingið rættarsak burturúr, ex maðurin og hon kappast at skriva um hvørt annað..so ...áhugavert. Hennara nýggja bók var tíverri útseld. Valerie Perrin er fronsk, og samrøðan var á fronskum, men spyrjarin umsetti so hvørt. Tey trý eru vinfólk, bókin tekur við tá ið tey eru 10 ár, og so fylgir mann teimum ígjøgnum okkurt ræðuligt keypti bókina, men hon er 671 síður, so eg má taka renningarlop.

"Den vrede kvinde" og "den modne kvinde"  er ofta sama kvinna, hugsi eg. Tað var okkurt við at viðganga og síggja í eyguni, at tú ert beisk. Tað enska tiltakið "coming of age" var nú "COMING OF MIDDLE AGE" well...hurra fyri tí!

Vigdis Hjorth

Iben Mondrup
Victoria Belim



Victoria Belim hevur skrivað eina bók um Ukraina við støði í síni egni familjusøgu. Sera hugtakandi at hoyra hesa ungu kvinnu siga frá.



Men tað allarbesta við hesum døgum er, at eg sleppi at vera saman við Lisu í frið. Bara ganga og browsa og práta og skoða bøkur. Hesa ferð var eg so heppin at sleppa at gista hjá henni og Nicklasi. So lívjáttandi at síggja hesa lítlu familju fóta sær og trívast.


Nov 7, 2023

Sjónleikur í Skuespilhuset

 Sá tveir sjónleikir á míni Keypmannahavnarferð hesa ferð.

Tann fyrri var Richard II hjá Shakespeare, ein søguligur leikur við Olaf Johannesen í høvuðsleikluti. Tað er ein gamal leikur  (uml. 1595), men hetta var ein modernað uppseting. Eg sá hann saman við Lisu.

Tað fyrsta at bíta merki í er pallurin. Sera einfaldur, minimalistiskur, gráar briksir, ein í part til teir gráu menninar, sum allir vóru í vanligum jakkasettum. Veggir gráir og gólvið grátt. Bara menn vóru á pallinum. Tríggjar kvinnur spældu við í sera fínum kjólum, men tær bóru bara monnunum mat og drekka, høvdu onga replikk. Tað var ikki so nógv fyri eygað at njóta, vil eg siga, men sjálvsagt nógvir tulkingarmøguleikar.

Teksturin var um vald, trúskap, svik og so frameftir. Monologar og rímdialogur. Kongur hevur bannlýst Bolingbroke og tikið hansara jørð. Men nú kemur hann aftur at hevna seg og vupti fara allir fyrrverandi fylgjarar hjá kongi yvir til hin partin, sum sær út til at fara at vinna. Bara Bolingbroke (Henry IV) er eftir, tá ið stykkið endar, alt liggur deytt á pallinum. Sera snildisliga gjørt sum ein deyðsbalett, skot og so fall og krampi, fleiri skot og so rørslur gjøgnum kropparnar.

Humor: skemtiligt var, at drotningin hjá Richard II var ein maður, og tey høvdu síni ektaskapiligu viðurskifti har á pallinum, og hon/hann  átti eitt barn.... sera skemtiligt og absurd.

Olaf kláraði seg sera væl, sum allir ummælarar hava longu sagt.  


Hin leikurin var skemtileikurin Don Juan eftir Moliere (1665),  eisini ein gamal klassikari. Hann sá eg saman við Maritu. Also tað undrar meg, at tey brúktu pallin so lítið, ein so fínur snaripallur, við øllum møguleikum. Stórur partur av leikinum var spældur framman fyri teppið - als ikki á pallinum. Og á sjálvum pallinum var ikki ordiliga nakað at síggja. Don Juan var ein verri ein.....






Oct 27, 2023

Orð og tónar

 


Okkara elsti skaldskapur, skaldskapurin av mannamunni er íblástur hjá listarfólki alla tíðina. Vit kenna Kópakonuna sum dans, sum sjónleik, sum sang, sum kvæði og myndlist......og Risan og kellingina sum barnabók, barnakvæði......... Bókadeildin hevur brúkt sagnir sum íblástur til Krabbabøkur, eitt nú Páll fanga, og Sólrun hevur skrivað søguna Torkilsdøtur. Tær gomlu sagnirnar eru so fjart frá okkara tíð, at vit góðtaka blint gand, deyðarevsing, ótrúlig roysni og ótrúligan harðskap. Sagnirnar um Sáru Malenu eru øðrvísi, hon doyði í 1903 og er sostatt úr okkara tíð, samtíðarfólk hjá abba mínum, kanska langabba ella oldurabba tínum.  Og beinanvegin verður tað torførari at góðtaka t.d. gand, vit síggja við okkara modernaðu brillum.

Undan hvørjum kapitli, hevur Sólrun eina hugleiðing um lívið. Í lætt fatiligum myndum verður perspektiv sett á søguna um Sáru Malenu.

Heitið Sára Malena – síðsta gandakelling í Føroyum... ella undirheitið, fær tað at ljóða, sum hetta er ein greinagerð... eins og formæli, sum tosar um gransking og orðabókarorð.   Hví ikki bara Sára Malena.. ella okkurt um kvinnukúging...Sólrun sigur, at heitið er tað, sum Eyðun nýtir í sínari grein í Brá, og hon helt, at heitið skuldi siga tað, sum fólk søgdu.

Hvat tekstaslag, genra er henda bókin? Fiktiv ævisøga, hóast persónurin er veruligur, so eru hendingar og umhvørvi fiktiv, bygt á veruligar hendingar.

Eru sagnir/kvæði serliga áhugaverdar í listarligum arbeiði?  Hvat er tað við teimum? Tær tola nógv av, eru herdar, alt óneyðugt er skorið frá gjøgnum fleiri hundrað ár. Bara tann ektaða varan er eftir,

Allar sagnirnar í Brá nr. 5 (Eyðun Andreasen), eru við. Í summum førum er eitt heilt kapittul, sum eru sagnir t.d.  kap. 9 hevur 4 sagnir við, kap. 12 , 2 sagnir.  Hugsi um høvundurin følir seg bundna av sagnunum upp á góðan ella minni góðan máta. Sólrun sigur, at hon bleiv sera hugtikin av Sáru Malenu og hennara lagnu, og tað torført at sálda nakra søgn frá, tí eru allar sagnirnar úr Brá við, uttan ein.  

Persónslýsingin Sára Malena.... dugir hon gand ella ei?.hon er sjálv í iva, eg haldi tað er væl klárað av Sólrun at halda henda iva – eisini í lesaranum - allan vegin.


Lýsingin av Sáru M. ger, at lesarin skilur, at hon brúkar tað vald, sum fólkini sjálvi hava givið henni...niðurundirkomin og eyðmýkt  (s.41,67,71,75,89,91,117,173). 

Tá ið prestur leyp Sáru Malenu um við altarborðið, tá var ovboðið. Sára Malena (og hini í bygdini ) vóru heilt skelkað. Vit síggja í ymsum førum, at Sára Malena er gudsóttandi, og altarins sakramenti er tað heilagasta og tann ultimativa fyrigevingin. Sostatt hevur prestur dømt hana til glatan.. 

Frásøgufólk, sjónarhorn......   Sára Malena tosar ikki nógv gjøgnum alla bókina, kortini er hennara 1. Persónsfrásøgn tann mest áberandi..t.e. hon tosar við seg sjálva (og hønurnar) og hevur tó ofta rolluna sum alvitandi frásøgufólk við einum modernaðum hugburði. Sólrun skiftir millum 1. persóns og 3. persónsfrásøgn

 Í sagnunum hevur Sára Malena aldrin sjónarhornið, tó at hon verður siterað viðhvørt. So, sum Sólrun sigur, hon vildi geva Sáru Malenu eina rødd.

Hugsi, hvussu torført ella lætt er at halda sínar 2023 feministisku meiningar fyri seg sjálva, tá ið nú Sára Malena livir í slíkari tíð sum hasi? Kanska hugleiðingarnar kunna virka sum "ventilur". Sólrun sigur, at møguliga kemur okkurt út millum rivini við hvørt. 

Og hvussu er munurin millum at skriva um Helenu og Sáru Malenu? Helena er nakað yngri, men tær hava ymiskt í felag...prestamótstøðu, bøndur, báðar fordømdar av presti.. báðar klókar, kvinnukúgan. Sólrun sigur, at temuni í bókunum eru so ólík, at tað er líkasum hvør sítt.

Tað sum Sólrun hevur lagt afturat: Sagnirnar hava einki um heimalívið hjá Sáru Malenu, tá ið hon var barn, og ung og forelskað, har hevur Sólrun skapað eitt heim við mammu og pápa og seinni hjúnafelaga. Sólrun hevur givið Sáru Malenu eina góða vinkonu. Sólrun skapar motivatión til tað, sum stendur í sagnunum. Grundin til, at tey vildu drukna hana sum ein kettling. Grundin til, at hon ikki syrgdi, tá ið maðurin gekk burtur,  grundin til at hon endaði undir borðinum hjá gandakallinum Pæturi. 


Eitt flott vovið teppi av søgn og skaldskapi. Henda bókin fer at liggja undir nógvum jóltrøum í ár.

 

 

 

 

 

 

Oct 6, 2023

REYKJAVÍK (4)

 29.09

Áin uttanfyri hjá Laxness , ein gøta er gjørd, so at gestir kunna ganga túr har. Vit fóru ta longu leið til Laxnes savnið í Mosfelssveit. Fyrst strætó 13 á Hlemmtorg, síðani 15 niðan í Mosfelssveit, og haðani var meiningin at taka 27, sum er ein taksa í samstarv við Strætó, men har var okkurt kukk í, so tað bleiv til ein taksa-taksa. Húsið hjá Laxnes eitur Gljúfrasteinur. Har er sera flott inni. Hugnaligt við klaveri og designaramøblum.

Tvær damur passa savnið. Tann fyrra selir bilettir og vísir eitt video, tað er í garaguni. Tann seinna tekur í móti í húsinum og letur oyrasniglar við frásøgn, hon er á ymsum málum. Í mínum oyra hoyrdi eg bæði Laxnes sjálvan og Auður konu hansara.

1. Gljúfrasteinn

2. borðstovan

3.arbeiðsrúm

4. kamar

5. stova

6. stova









Í arbeiðsrúminum sæst pulturin, har Laxnes stóð og skrivaði og stólurin og skrivimaskinan, har Auður sat og skrivaði alt upp á maskinu.

30.09 ótu vit morgunmat á Gráa køttinum, eitt lítið men sera væl umtókt morgunmatarstað á Hverfisgøtu. Har var bíðrøð uttanfyri. Síðani spákaðu vit í býnum, onkur keypti okkurt í Hørg, onkur okkur í Gjafir jarðar".
Um kvøldið fóru vit út at eta fínt. Tað var á "Fiskfelagnum" í Vesturgøtu. Og so var tað Harpa fyri 3. ferð. Ein sjónleikur, skemtileikur um ein mann og ein eldri mann, sum tosaðu um sítt hjúnaband, sínar trupulleikar við tøkni osfr. Ikki sooo spennandi.
Seinasti dagur var sunnudagur, og vit fóru í Landakotskirkju, tað sum eg minnist best er, at prestur frá prædikustólinum bað um pengar til 5 ella 6 verkætlanir, sum stóðu fyri framman. Landakotskirkja fyllir 100 í 2029, og hon skal hava nýtt tak, á Selfossi skula tey byggja eina kirkju osfr.
Seinnapartin vóru vit á Tjóðsavninum. Tað er flott.
2. oktober fóru vit heim.

Fiskfelagið



Inga Rósa og Kári



Gudbrandsbíblian 1584



á Tjóðsavninum




Oct 5, 2023

REYKJAVÍK (3)

 27. sept. fóru vit á Ásmundardavnið. Tað er hús og arbeiðspláss hjá myndahøggaranum Ásmundi Sveinsson. (1893-1983). Har er stórur garður uttanfyri við nógvum standmyndum, og húsini eru sum ein standmynd eisini. VerK hjá Ásmundi síggjast ymsastaðni í býnum, t.d. er Vatnsberin í Lækjargøtu og "Fýkur yvir hæddir" í garðinum uttanfyri Hallveigarstaðir í Túngøtu.






fýkur yvir hæddir

Um kvøldið ótu vit døgurða saman, hesa ferð bjóðaðu Malena og Bergljót M . Tað sjáldsama við kvøldinum var, at ein kendur íslendskur sjónleikari gekk uttanfyri, tí at tey tóku upp til filmsrøðina Ráðherra, og hesin ráðharrin gekk við ávísum uttanfyri.

28.sept. møttust vit í Túngøtu á føroysku sendistovuni.Hanna í Horni greiddi frá - bæði síni familju og sínum arbeiði. Sera hugnaligt. Myndina tók Maria, sum er lesandi og arbeiðir sum hjálparfólk á sendistovuni.


Um kvøldið fóru vit í Hørpu, nú var tað stóra kvøldið. Symfoniorkestur við solosangara. Stórbært.





Oct 4, 2023

BÓKASTEV; REYKJAVÍK (2)

 Vit høvdu jú eina skrá 😀, so tað var lagamanni at vita hvat ein skuldi gera hvønn dagin.

25. sept
Var dagurin, tá ið vit skuldu vitja Kjarvalsstaðir. Har eri eg næstan hvørja ferð eg eri í Reykjavík. Jóhannes Kjarval (1885-1972) var ein av trettan systkjum. Hann var av fátækum fólki, so foreldrini sendu hann til fosturs hjá góðum fólki á Eysturlandinum.  Hann sá ikki foreldrini aftur, fyrr enn hann var 17 ár . Hann lærdi í London og Keypmannahavn. Hann var fátækur tað mesta av lívinum. 
Tríggjar sýningar vóru, tvær vóru atkomiligar. Tann fyrra var sýning við listarverkum, sum fólkið, savnsgestir høvdu valt, og tað stóð við hvørt verk, hvussu nógvar atkvøður tað hevði fingið. Hin sýningin var "Kjarval og 20.øldin. Tá ið nútíðin kom." Sera hugtakandi at síggja nógv av teimum bestu og kendastu listafólkunum í Íslandi. Um kvøldið ótu vit døgurða saman á Bárugøtu, Ásvør og Brynhild bjóðaðu.

Inga Rósa og Marentza









26. sept var okkara stóra dagsútferð. Tíverri var veðurmaðurin nokso gronutur. Men tað vísti seg at regna mest, meðan vit vóru í bussinum. Útferðin eitur Golden Circle, tað er trý stoppistøð á hesum gylta ringi: Tingvøllir, Geysir og Gullfossur. Ein dámlig dama, Jóhanna var ferðaleiðari. Vit fóru kl. 10 og vóru aftur í Reykjavík kl. 16.30. Eitt sindur seinkað, tí vit bíðaðu eina góða løtu eftir einum av ferðafólkunum. Sera flott at síggja lyngheiðarnar í heystlitum, og Gullfossur er stórbærur, men Strokkur var eini soleiðis.