May 24, 2019

Málamót í Føroyum ella: Meðan vit bíða 3

Hjalmar P. Petersen hevði eina áhugaverda framløgu í Málráðnum á fundinum 23 mai. Hjalmar er málfrøðingur og hevur skrivað "A Language Course for Beginners", hann undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.
Framløgan var um málamót í Føroyum. Møti millum mál og tær broytingar, slíkt møti hevur við sær. Talan er sjálvsagt um føroyskt øðrumegin og dansk og enskt hinumegin.

Í talvuni sæst, at donsk ávirkan ger seg galdandi í 19. øld og ensk í 20. øld. Av fyrstantíð var tað hábærsligt at tosa danskt, men seinni bleiv føroyskt hámál. Føroyingar vandu seg við at tosa føroyskt við danir, sum skilja føroyskt. Øðrvísi er við enskum, tað sær út til, at enskt hevur hámálstatus millum serliga ungar føroyingar. Tey ungu tosa ofta enskt sínamillum, og børn heilt niður í barnagarðsaldur duga ensk orð og vendingar. At skifta millum mál verður kallað koduskifti. Tað er fínt at duga at koduskifta, vanliga duga fólk bæði málini væl, tá ið tey koduskifta. Men koduskifti er eitt, eitt annað er málskifti.
Hjalmar: Men spurningurin , ið vaknar er, um vit standa yvir fyri einum málskifti í framtíðini. Knoohuizen (2019) sigur, at hetta hendi í Hetlandi, tá ið 25% av fólkinum tosaði skotskt-enskt (hetta vóru skotskir tilflytarar, ið komnir vóru). Hetta svarar til, at vit hava 12.500 tilflytarar í Føroyum. Talið er kanska ikki heilt órealistiskt, tá ið vit hugsa um tilflytarar + ungdóm, sum fer yvir til enskt.
Møguliga kann tað fara at síggja soleiðis út (Lindquist 2018):


Tað ið Hjalmar vísir á í hesi talvu er, at føroyskt fer at gerast gestur í egnum húsi. Enskt verður tað hábærsliga, og føroyskt verður til húsbrúk. Tað er nokk ikki bara ein "úlvurin kemur" støða nú. Vit vita tað, vit hoyra tað rundan um okkum. Hjalmar hevur eisini uppskot til loysn í evstu løtu. Skipa undirvísingina í føroyskum til útlendingar, børn og vaksin!! Setið krøv til teirra, sum koma higar!! Setið pengar av til at skapa eitt digitalt málkorpus at arbeiða við!  Men hvussu ber tað til, at okkara politikarar, sum altíð siga seg elska okkara mál, sum er okkara fremsta tjóðareyðkemnni, ikki vilja raðfesta tað? Vit hava eitt stórt málráð við nógvum kompetentum persónum, men alt ov lítlari játtan. Vit hava fólk, sum vilja í gongd við at gera tilfar, vit hava granskarar, sum fegin vilja arbeiða við hesum. Men vit vita, at tað er ikki smápengar talan er um. Nú ið val stendur fyri durum og tunnilslyftini koma á breddan, eiga veljarar at spyrja sínar politikarar, hvat tey ætla at gera, so at føroyingar eisini tosa føroyskt um 100 ár.

May 23, 2019

Mikumorgun í Havn

Tveir dagar um vikuna er fimleikur fyri tey tilkomnu í Havn, tey yvir 67. Tað er mikumorgun og fríggjamorgun, og vit halda til í badmintonhøllini.
Vit hava professionellar venjarar, og tey syrgja fyri, at allir vøddar fáa ein umgang. Tað er ikki neyðugt at vera í góðari venjing fyri at koma. Tú gert ikki meira, enn tú orkar. Tað er góður felagsskapur og frukt omaná. Tað kostar bara peanuts: 130 kr. um mánaðin fyri eina ferð um um vikuna og 170 kr. fyri tvær ferðir. Eg haldi pensionistarnir í Havn hava góðar umstøður.




Seinasta mikudag var so vælsignað gott veður, at vit vóru á vøllinum. Spæl og látur. Hvat kann vera betri?

May 15, 2019

Týsmorgun í Havn


Vesturkirkjan

Teitur syngur Havnin er ein lítil bygd, so er spurningurin er tað ein fyrimunur ella ein vansi, at býurin er so lítil, trongur, avbyrgdur, øll kenna øll og slatra. Er hann ikki eisini so tryggur, hugnaligur og fevnandi, har tú kennir fólk og fært vinarlig orð og hjálpandi hendur frá øllum, tí tey vita alt um teg.

Tilhaldið í Havn er ein havn hjá pensionistum, felagssangurin týsmorgnar er væl vitjaður, og øll eru samd um, at sangur er gott fyri títt innanmenniskja. Sum onkur segði, tað ber ikki til at syngja og samstundis vera ill ella gronut, hugsi hon hevur rætt.














Í Tilhaldinum syngja vit nógvar ymiskar sangir og sálmar, tey sum spæla undir seta sín dám á úrvalið.  Vit brúka Føroya fólks og Tilhaldssangbókina. Henda týsdagin spældi Beinta Háberg fyri okkum. Eilif Samuelsen stýrir sanginum saman við klaverspælaranum.



Og so er at fáa sær drekkamunn 

Ansgar, altíð blíður og væl til passar




Í harraverilsinum orna teir heimin, val og annað








.
Alt er væl skipað, tiltøk verða lýst við uppslag og á FB




høvdingar hittast

Apr 18, 2019

Jórunn 70

Mín kæra vinkona Jórunn. Avmyndað í sjeytiárunum, tá ið vit búðu í somu uppgongd á Sólbakkanum. Jórunn er tann, sum oftast minnir okkum á, hvussu gott vit høvdu tað, og hvussu sermerkt tað er, at vit enn eru bestu vinir øll. Men nú er tað Jórunn vit heiðra, og nú er tað mín túrur at vera nostalgisk. Á fyrstu myndini situr Jórunn og ger skúlating, hon skrivar enskt. 



Í bindiklubbanum Gantesu eru vit 8 konur, sum hava hildið saman síðani sjeytiárini. Vit eru eisini saman í einum bowlinghøpi eina ferð um árið. Altíð festligt har sum Jórunn sleppur framat. Og nú er tað eplafestivalur á Sandi, sum eisini savnar okkum. 

Jórunn er listakvinna og saman við Jóan Paula hevur hon skapað eitt heim merkt av list og anda. Tey hava havt framsýningar, og tað síðsta nýggja er, at Jórunn er við á várframsýningini í ár.

Men tað er eingin sak at gera penar húgvur, tá ið tú hevur so fínar modellir.


 Ein av Jórunnsa mongu vinkonum er listarkvinnan Astrid Andreasen, og vit eru mong, sum fegnast um, at Jórunn og Jóan Pauli bóru so í bandi, at øll sluppu at síggj hennara verk á framsýning. Niðanfyri sæst ein gomul mynd av hjartavinkonunum, hon er tikin í húsunum á trøðni hjá Kartna Winther.






Hattadamur í baðikarinum hjá Sólveig í Stoffalág


Av og á hittast vit á Skálafjørðinum hjá Sonju, hon búði eisini á Sólbakkanum tann tíð tað var.




Í Eiriksgøtu eina fastalavint.

Vit hava sæst til rundar føðingardagar og aðrar merkisdagar øll árini, nógvar minniligar veitslur. Nú hava veitslurnar lyndi til at byrja fyrr á degi, vara stutt og enda tíðliga. Men tað er enn fjálgur hugni at koma saman. Seinast vit sóust var á Landavegnum, har Mads og Anne Lise rundaðu eitt krapt horn.
Og nú er so 70ára rundan.


Jórunn og Marita
Marita bleiv búgvandi í Danmark, har Tove eisini býr. Men vit hava hana ofta i huga, síggja hana onkuntíð, ikki ofta. Vit sótu mangan væl hjá Maritu.


Vit ganga túr á Tinganesi, eg havi eitt blómutyssi. Tær góvu mær døgurða og blómur á føðingardegnum í 2010.
Bólinur

Á eplafestivali, Laura sæst fremst vinstrumegin, tíverri er hon blivin burtur á bólinumyndini. Men Laura er grundarlagið undir vællevnaðinum í slíkum samkomum.



Marita er eisini blivin 70, hon beyð okkum í Skeiva pakkhús.

Góða besta Jórunn, vinkona og sálarhirði. Mann kundi sagt so nógv afturat, eingin mynd av Barcelonatúrinum ella øllum listaverkunum hjá tær, men bloggar hava sínar avmarking. Eg ynski tær hjartaliga tillukku og blíðan byr. Samstundis ynski eg Esther Mariu tillukku og tykkum øllum alt gott framyvir. KLEMM

Apr 16, 2019

Gamlir pílagrímar - kirkjur og list.

Turið, Bergljót og Inga Rósa í høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen 8.apríl 2019

Nello og Patrasche (Batist Vermeulen), drongurin og hundurin liggja og sova undir steinsetingini framman fyri dómkirkjuni í Antwerpen.

Vit keyptu ferðaseðlarnar í august, so vit hava havt góða tíð at gleða okkum at vitja Fridu Sofíu og familjuna. Vit høvdu vónað, at várið fór at vera komið í Champagne, men har var ísakalt. Men hiti var innanveggja og manna millum. Frida S. var guide og bilstjóri, og Michel kyndi í peisini um kvøldið.
Fyrsta stopp var í Antwerpen í íbúð á Turnhoutsebaan í Borgerhout. Sera áhugavert - ein býarpartur við fult av marokkanarum.

Ein serhandil við knøppum í milliónatali, broderíum, tógvi og nógvum øðrum, sær gamaldagsur út.
Vit tóku sporvogn inni í býnum. Sum gamlir pílagrímar høvdu vit fragd av at vitja Jákupskirkjuna, har er forrestin Rubens grivin. Vit fingu eitt sindur av tí gamla adrenalininum, tá ið vit sóu jákupsskel og tilsiping til Jákupsvegin.

Kanska í so langt at ganga hjá hálvgomlum konum


Sjálvandi vóru vit í dómkirkjuni í Antwerpen eisini, har var júst nú ein stór listaframsýning, m.a. við Rubens málningum. Men tað sum hugtók okkum mest var listarverkið DIASPORALIA , ein listarlig áminning um dagsins flóttar og tilflytarar. Nógvar madrassur við lutum á , ein lega fryst í tíð, eingi fólk, men lutirnir tey áttu - ein taska, ein vasi ein bamsa, ein telefon osfr. sera hugvekjandi

Koen Theys Diasporalia 2018, málað bronsa.







Alma Mater hjá FS, universitetið í Antwerpen.

Vit nutu góðan blíðskap í Reet í Antwerpen, áðrenn vit fóru til Oyes í Champagne. Frida S. vísti okkum dómkirkjuna í Reims á vegnum.

Gotiski katedralurin í Reims

bodnar til døgurða í Reet, Emil vísir blíðskap

Nú vóru vit komnar til Oyes í Champagne, til paradísið hjá FS og familjuni. Sólin skein, men tað var ísandi kalt. Tey hava altíð okkurt at gera í tí stóra garðinum.Vit vóru í Oyes í 4 dagar.
Tvær ferðir fóru vit sjálvar útferð. Vit koyrdu til Sezanne til handils, og vit fóru til Villeverde, Epernay og Montmort Lucy. Allastaðni eru smáar bygdir, og ofta ein kirkja. Landið er slætt, lágt heyggjalendi við vínøkrum allastaðni.
 Kirkjan í Villeverde er meiri eyðmjúk og fátækslig enn katedralarnir. Men hon hevur kálkmálningar, so hon er kanska avgomul.

Vertsparið. Farvæl og takk fyri blíðskapin og væl tilrættislagdan túr.




Apr 1, 2019

Sjónleikaraskeið jan-mars 2019



Kvøldskúlin og Sjónleikarfelagið í Havn hava á fyrsta sinni boðið sjónleikaraskeið út til tey eldru, tey vaksnu ella tey gomlu, hvat ein nú vil kalla okkum. Vit vóru 9 fólk í mínum bólki, í leikinum vóru eisini fólk úr +45 bólkinum og nøkur børn.

Sóleyð Danielsen var lærari og leikstjóri. Og hon dugir alt, hon hevur eitt so fínt eyga fyri logistikki, casting og sjálvandi øllum tí sjónleikarliga, hugsi mær, at hon hevur havt ikki so lítið heimaarbeiði hesa tíðina! Hon ornaði rekvisittir og ljóðfílar og hevði í øllum, hon gjørdi, fakligan førleika og ungdómsligan myndugleika. Takk Sóleyð.


Skeiðið vardi 12 vikur, frá januar til mars 2019. Fyrstu fundirnir vóru í Sjónleikarhúsinum, og síðani vandu vit á Sanatorium í Hoydølum. Vit vandu tveir seinnapartar um vikuna og ímóti endanum vandu vit um kvøldið.
Bygningurin, størsta hús úr viði í Føroyum, spældi høvuðsleiklutin. Fólk, sum komu at hyggja, vóru nú á Sanatorium, (onkur áskoðari føldi seg, sum var hann á kostfeildini), trappurnar eru tær somu, rúmini eru tey somu, høgt til loftið og sera ljóst inni.
frá vinstru aftast: 1. Karsten Olsen, Mikkjal á Ryggi, mammudrongurin Jákup, Jørgen Frantz Jacobsen,
2.Anna Olsen kona Karsten. Birita. Marita, gentan hjá Jákupi. 3. Bedda, vaskikona. Mamma Jákup, í hatti. Fina frúa Ann Charlotte. Pirkan.4. Klemman. Per, sonur Karsten og Annu. Rasmus, sjúklingur. Marjun, dóttir Biritu. Lea, sjúklingur. Dr. Magnussen

Tann fyrsta sýningin var serstøk, tí at so mong av áskoðarunum høvdu tilknýti til húsið ella tíðina. Tað var sera gott at hoyra, at tey høvdu fingið nógv burturúr. Onkur segði, at eg líktist akkurát Klemmuni (sum var sjúkrasystir á Sanatorium), nógv søgdu, at Hilmar líktist akkurát dr. Magnussen.

So nógvar lagnur blivu avgjørdar har í Hoydølum. Vit hava lisið um tað hjá Karsten Hoydal, SVF hevur gjørst dokumentarsending um tað, og nú er ein leikur eisini spældur um tuberklatíðina. Heil hús doyðu av tuberklum, foreldur doyðu frá smáum børnum. Menn sluppu ikki til skips og mistu sína inntøku. Og í øllum hesum var eisini ein mótstøðurørsla, sum nørdist av eini vanlukku í Týsklandi, har fólk doyðu. Týðiligur paralellur til anti-vaccinatións tosið í dag viðvíkjandi MFR koppseting.

Sjónleikur er eitt ítriv, sum øll kunna vera við í, tað er ein edil list, sum gevur møguleika at granska menniskju og hendingar innanífrá. Sera spennandi skeið og lívsjáttandi 12 vikur. Tá ið sýningarnar vóru av sunnudagin, vóru øll við til at rudda, og Sanatoriið sá betur úr, nú ið vit fóru, enn tá ið vit komu, fóru vit oman í Sjónleikarhúsið at eta døgurða. Ein hugnalig stund við góðum fólki.