Dec 28, 2014

Tordis fyllir 80

P1050429

Ja, hvør skuldi trúð tí? Hon ber seg so væl sum ein 60 ára gomul. Snakkaði við Tordis fyri jól, tá segði hon, at hon visti ikki petti, um hon fór at halda nakað. Og so jú jú, uppi hjá Hallu og Kenneth var døgurði og kaffi at fáa. Stuttligt at síggja familjuna. Sjálvt um vit eru nógv eldri enn onkuntíð, eru vit enn systkinabørn. Og sjálvandi vóru eisini systkinabørn úr Snikkarastovuættini eisini. Magna kom við til at lækka meðalaldurin nakað.

P1050433

Eilif Samuelsen fortaldi um eina dramatiska hending í báti, eg veit ikki um hann hevði fingið ein stóran kalva á ella hemara kanska. Men eg haldi ikki tað var ein brimil, tað var í einari aðrari søgu.

P1050439P1050441P1050442P1050440

Tað var so sera hált at ganga í dag, serliga undir berginum í Hoydølum, so Símun og Sigrid høvdu havt eina váðaferð.

P1050444

Tað er fyrstu ferð eg eri inni hjá Hallu og Kenneth, tað var stuttligt at síggja, hvussu tey búgv og njóta teirra blíðskap. Takk fyri meg!

P1050449

Dec 27, 2014

2. jóladagur

Vit ivaðust leingi, um vit skuldu fara til Gjáar, sum vit høvdu ætlað okkum. Serliga tá ið eg mundi ikki sloppið úr aftur Eiriksgøtu við bilinum, hann fekst simpulthen ikki at flyta seg í hálkuni, gleið bara spakuliga inn ímóti garðinum hjá Alvildu. Men so kom Turið við salti og fekk meg burtur haðani.

á jólum 2014 037

Tað gekk fínt norður, har var so væl grivið. Vit fóru til jólatræ í dansistovuni,  og tað var so sera hugnaligt. Stuttligt at síggja ta lítlu hjá Ástu Mariu, Kristfríð, hon er ein ordilig dukka, so fín og nett.

á jólum 2014 060á jólum 2014 063á jólum 2014 066

Vit fingu okkum so ræst kjøt og rótfruktir í Hoygarðinum, og vit siga bara mangatakk Sólrun

á jólum 2014 069

Síðani fóru vit inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjani Jákup, sum høvdu opið hús. Har sóu vit sjónvarpssendingina frá útoyggjastevnuni við Gjógv, og verturin, Kristjan Jákup, bleiv væl fagnaður, tá ið hann trein á skíggjan. So varð farið húsagongd, og leiðin lá inn til Óla Jákup og Katrin í teirra nýsmíðaðu hús. Stórur blíðskapur.

á jólum 2014 072

Tá ið vit fóru til hús, var heldur frægari geingi, men beista hált kortini. Men vit vóru ikki ráðaleysar.

á jólum 2014 055á jólum 2014 056

Fagurt veður at koyra til Havnar aftur um hádagin í dag, løgdiu at landi í Funningi, har Elsa borðreiddi við kaffi og køkum, koppastell úr Zurich og lampa úr Leynum, sum breiðir hugnaljós yvir Floru Heilmann og okkum.

á jólum 2014 099á jólum 2014 094á jólum 2014 091

Frálíkur jólatúrur, má eg siga.

á jólum 2014 050

Dec 25, 2014

Jóladagur

O the touch of a vanished hand

and the sound of a voice that is still

P1050338

Tá ið vit vóru smágentur plagdi omma at hava okkum við út á kirkjugarðin sunnudagar. Vit vitjaðu grøvina hjá abba, eg hugsi nú um, hvat omma mundi hugsa tá. Abbi doyði longu í 1942, omma var einkja í 36 ár.

P1050350

Tá var bara navnið á abba á grøvini, og tað var á hasum stóra steininum. Nú eru fleiri nøvn, og ein nýggj pláta er komin. Vit gingu har og runnu, og tað mátti mann ikki í kirkjugarðinum, mann mátti heldur ikki nerta við kirkjugarðsmold, og vit skuldu beinanvegin vaska okkum um hendurnar, tá ið vit komu heim.

 

Sum tú eldist kennir tú fleiri og fleiri av nøvnunum á steinunum í kirkjugarðinum., tað setir tankar í sving at ganga sær ein túr ein jóladag, í góðum kuldaveðri.

P1050334P1050335

Takk fyri ljósini Inga Rósa, sum tú sært , havi eg givið tey víðari.

Gleðilig jól

Havi hildið jólaaftan hjá Turið og Halli, og Magnus og Turið systur vóru eisni við. Tað var stak hugnaligt.  Eg fekk eina bók at lesa í og eina at skriva í, so fekk eg hillaknektar og eitt turriklæði og oyraringar og eina húgvu og tvey útiljós, og so fekk eg rundstokkar í øllum støddum, seti her eina mynd av teimum:

P1050328P1050331P1050326

Vit sóu sovorðnar Pro-knit rundstokkar á Fanø, tá ið vit vóru á bindifestivali. 8 ymisk nummur frá 3½ til 8 í flottari dós og so sjálvandi stykki millum stokkarnar, sum hoyrir til. Sólrun er fín, tað skuldi ikki undra meg, um hon hevði keypt tað tá í heyst longu.

Frida S. hevur bundið húgvuna sjálv, og við hillaknektunum fylgir ókeypis uppseting. Ein onnur gáva var kalendarin hjá ommu, við myndum av børnunum til hvønn mánað.

Eg kann saktans.

Bloggurin ynskir øllum lesarum sínum gleðilig jól!

Dec 23, 2014

Tá ið NIko fór til Havnar 24

Tá ið Nikolina kom aftur til Viðareiðis var tað jólaaftan. Øll bygdin var pyntað við granni og ljósum. Eitt stórt jólatræ stóð mitt í bygdini. Sum tað var vakurt, Niko var glað at vera heima aftur eftir sína longu ferð. Hon skundaði sær til hús, men tá ið hon nærkaðist teirra húsum, hoyrdi hon so merkiligan grát, okkurt higstraði undir trappuni. Hon fór at hyggja, tá sá hon ein svarthvítan unga, hon helt fyrst, at tað var ein gásarungi, men so sá hon, at tað var ein svanaungi. –Hví grætur tú? spurdi hon –Tí at mamma mín hevur sparkað meg úr reiðrinum, hon er einki góð við meg – huhhuu, uhuu- nú sita allir brøður mínir og eta jóladøgurða –huhh,huuhhu. Niko bleiv illa við, eingin mátti gráta og vera keddur á jólum. –Hvar býr mamma tín? Spurdi hon. –Yviri í Stórutjørn, segði ungin. Niko tók til beins, hon ætlaði at fara at spyrja mammu ungan, hví hon var so ljót við hann. Hon kom púra pøst yvir til Stórtjørn og fór at leita eftir svanamammuni, men hon sá bara eina dunnumammu, sum sat við ungum sínum og át jóladøgurða. Niko fór yvir og spurdi, um tey vistu, hvar svanamamman mundi búgva, og hon segði frá tí grátandi unganum. –Er hann svarthvítur, spurdi dunnumamman. –Ja, segði Niko. –Á tann grátisurran, nei hann hoyrir ikki til her, tú kanst vita longri niðri. Og niðri við tjørnina, fann Niko svanamammuna og svanapápan, sum sótu og syrgdu sín unga, sum var burtur, og hann hevði verið so øgiliga leingi burtur, heilt síðani hann var í eggi. Niko fór nú eftir unganum, og so fingu tey í svanafamiljuni eini hugnalig jól.

Loysn 24: Tann ljóti dunnungin (H.C: Andersen)

Dec 22, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 23

Loysn 22: Dólgarnir í Kardamummu

-Á góða Nikolina! Nú ert tú her. Omman var tann einasta, sum ikki kallaði Nikolinu Niko. Omman æt eisini Nikolina, og hon helt, at Niko ljóðaði sum eitt hundsnavn ella kettunavn. -Omma hevur longu keypt bilettir til sjónleikin, men kom nú fyrst inn og fá tær vaflur og mjólk. –Niko hugdi púra býtt at Nikolinu ommu, hon hevði litaðar perur í hárinum og aftanfyri hana stóð abbin so smílandi við fult upplýstum skeggi.. – Inni í stovuni hjá ommuni og abbanum var alt pyntað til jólar, perur og kúlur og einglar og jólamenn allastaðni, tað var heilt ringt at finna ein stól at seta seg, tí allastaðni sótu jólamenn og jólakonur og jólabørn. Og so var omman farin at kóka kleynur, tað var tað besta Niko visti: at sleppa at kóka kleynur við ommuni, men hennara kleynur vóru ofta bæði dukkur og kettur og hestar. – Omma, hvør býr við síðuna av hjá tykkum? – Á teir! Segði omman, tað eru tríggir beiggjar, har er eitt verri hússetur. Teir skuldu fingið sær konu, skuldu teir, ella skuldu teir í minsta lagi ruddað til jólar. Nú fór Niko at siga ommuni frá øllum, hon hevði sæð á vegnum, og omman lurtaði og spurdi. –Sum tú hevur gingið langt, og so fórt tú ein avstingara til Eiðis eisini, tað meini eg. Men í morgin er jólaaftan, so tú mást heldur fara norð aftur við bussi.

Dec 21, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 22

Loysn 20+ 21  Petur Pan og Klokkublóma

untitled

Húsini hjá ommu Niko vóru í mitt í býnum, Niko sá tað stóra jólatræið á Vaglinum, og hon sá alt jólapyntið í handilsvindeygunum. Men tá ið hon kom til húsið hjá ommuni, tá sá hon tað flottasta: omman hevði litaðar perur allastaðni: á altanini, í vindeygunum, á takinum, um skorsteinin, rundan um úthurðina, rundan um postkassan sjálvt gummistivlarnir hjá abbanum, sum stóðu uttanfyri vóru pyntaðir við litaðum perum. Meðan Niko stendur og hyggur at øllum hesum vakra, nú hoyrir hon onkran, sum tivar og.......Tað eru tríggir menn. –Hússj! Segði ein, hon vaknar! Teir tríggir gingu og bóru eina heingikoyggju í millum sín, og Niko sá, at onkur lá í heingikoyggjuni. Hetta var løgið, mundi onkur vera sjúkur og skula berast heim. Tá ið teir fóru berandi við heingikoyggjuni sveiggjaði hon aftur og fram, og sum teir skotrast fram við húsavegginum hjá ommuni, nú sleingja teir heingikoyggjuna so, at hon rakar húsini. –Av, av , ljóðaði úr koyggjuni. –Hon vaknar. Hon vaknar! Segði ein av monnunum. Nú vóru teir komnir á trappuna á grannahúsinum hjá ommuni, og teir smoygdu sær inn. Niko stóð uttanfyri, meðan hon stendur hoyrir hon eina snjalla kvinnurøddd innanfyri og so djúpar mansrøddir, sum svara.

LOYSN 20+21 Petur Pan