Mar 16, 2014

Grækarismessurøða

 

Símun av Skarði helt røðu á Sandi á grækarismessu:

Góðu øll, sum her eru komin saman at halda Grækarismessu 2014.

Grækarismessa verður hildin aðrastaðni eisini at minnast pávan Gregor Stóra, sum var føddur umleið ár 540 og andaðist 12. mars 604.

Í 1943 var fyrstu ferð Skótafylki Sigmunds Brestisonar og Sverre Paturson hildu fuglanna dag á Vaglinum í Havn, og nú er vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi ymsa staðni í landinum.

Í Føroyum halda vit Grækarismessu at heilsa tjaldrinum vælkomnum úr fremmandum londum. Um veturin halda flestu teirra til í Skotlandi og Írlandi.

Vit heilsa tí millum annað við sanginum ”Tjaldur ver vælkomið”, sum Jákup Dahl, sum livdi frá 1878 til 1944, yrkti í Vági um várið 1907.

Sangurin var fyrstu ferð prentaður í ”Tingakrossi” 11. mars 1908 við yvirskriftini ” Á Grækarismessu” undir dulnevninum ”Tormaður”.

Í trimum teimum fyrstu ørindinum fáa vit eina sjáldsama vakra náttúrulýsing, har vit gleðast um at tjaldrið er komið langa leið sum fráboðan um ljósari tíð, og at summarið nærkast. Enn er kalt, men títt ”klipp” boðar frá góðum.

Og í 7. og 8. ørindi vendir hann sær aftur til tjaldrið og summarfráboðanina. ”Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól vónandi sælari tíðir” - hugsar ivaleyst á bæði ein og annan hátt.

Men í miðjuni á yrkingini, í 4., 5. og 6. ørindi, vendir skaldið kikaranum móti fólkinum. Og har sær hann fáar glottar: Til dømis: ” fólkið enn svevur sín vetrarblund – trekir at fara á gongd og fylkjast í frímannaliði – av myrkri og iva er fólkið sjúkt, einki álit á egnari megi.

Og hvussu er støðan í dag? Hugsið um regluna ” einki álit á egnari megi”. Í farnu viku frættu vit, at til tess at menna stoltleika okkara Atlantic Airways var neyðugt at bjóða hesa uppgávuna út einans uttanlands, tí í Føroyum megna vit ikki at menna flogfelagið. Hava tit hoyrt so skapt, og hetta verður sagt 107 ár eftir at sangurin varð yrktur.

Og her havi eg hug at taka 4 reglur úr einum øðrum sangi sum Hans Debes Joensen yrkti: ” Pinkalítla Føroyaland”, har hann í seinasta ørindi sigur:

” At ein lús hon sýgur ryggin upp og miklan skriða ger,

men tað er eitt ”fornøjilsi”, bert lúsin útlendsk er.

Og so – og so – so siga allir føroyingar :” Gott, gott”

teir skuldu allir fingið tátt.

Kunnu vit við virðing móti okkum sjálvum siga, at vit liva í einum mentaðum samhaldsføstum samfelag? Meðan politikkarar royna at finna út av, hvar fátækramarkið skal setast, hava teir ikki ráð at lata fólkapensionistum eina grundupphæddarhækking á 250 krónur um mánaðin, samstundis sum landsstýrið ikki blúgvast við at bera uppskot um at hækka egna løn við umleið 30 0/0 av einari frammanundan høgari løn.

Og hvussu taka vit ímóti og bera okkum at móti útlendingum, sum leita higar at arbeiða? Vit hava øll havt høvi at fylgja við málinum um garnabátin Anitu. Minsta krav má vera, at teimum, sum starvast í Føroyum, á landi og á sjógvi, verða tryggjaðar sáttmálaavtalur. Annað er óvirðiligt og kann kanska onkuntíð koma undir heitið ” nýmótans trælahald”.

Og sova vit enn okkara vetrarblund?

Nú fór eg burtur frá høvuðspersóninum tjaldrinum, tjóðfugli okkara. Lat okkum vísa honum virðing, og tað gera vit millum annað við at ansa so væl eftir sum gjørligt, at fuglurin fær ikki lesull um beinini, og lat okkum annars ansa væl eftir at fara væl um náttúruna alla.

Sverre Paturson sigur so inniliga: Føroyafólk. Hugsa høviskt, djarvt og høgt. Ver fegið um tær vænu Føroyar, sum tú eigur. Legg oyra títt inn til Føroya bankandi hjarta, lýð á føðilandsins biðjandi bøn – og svík ikki.

Lat sólina skína um dalar og fjøll,

grønkast lat heiðar og líðir!

Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,

vónandi sælari tíðir.

 

Mar 13, 2014

The Times They Are A’Changing

Havi ofta brúkt handa sangin hjá Dyllibobbuni í skúlanum, hann er fínur at brúka, tí at myndamálið er so eyðskilt. Hann sigur, nú fløðir, og um tú ansar ikki eftir so kanst tú drukna, og lívsins eydnuhjól melur, og eingin veit hvat nummar vinnur næst. Ein av myndunum er: …. flyt teg úr durinum tingmaður….
Come senators, congressmen
Please heed the call
Don't stand in the doorway
Don't block up the hall
For he that gets hurt
Will be he who has stalled
There's a battle outside
And it is ragin'.
It'll soon shake your windows
And rattle your walls
For the times they are a-changin'.

Hitti Eiler í tinginum í morgun, tað var so stuttligt at sita og síggja øll hesi ungu koma inn, tey komu so andbráð og sóu út, sum tey áttu tingið, og tað gera tey eisini. Vit prátaðu um, at tíðir skifta, Eiler segði, at hann føldi seg sum Don Quijote í bardaga við vindmyllur
P1000832
Tað føroyska várið kemur nokk ikki beint nú, men skjótt. So fór eg heim í sólini. Hoyrdi ein part av tingfundinum í sjónvarpinum. Rigmor helt eina so vakra, myndaríka og persónliga talu. Men eingin av samgongulimunum talaði eitt orð. Tað er løgið, tað skuldi ikki verið loyvt. Teir fáa løn fyri at vera á fundi og taka orðið, og hava meiningar, teir skuldu versogóð greitt frá síni støðu fyri opnari mikrofon.
P1000837P1000838
There’s a battle outside.
Várblómur á Tinhúsvøllinum á Vaglinum.



Mar 12, 2014

SUMMARSKÚLIN 2014

summarsk. týsdag 010

Tann vælumtókti summarskúlin fyri útisetabørn verður aftur í ár!!! JA!!! Skúlin er fyri 5-12 ára gomul børn, sum búgva uttanlands, og sum vilja brúka eina viku at læra seg føroyskt saman við øðrum børnum.

summarsk.mánadag 001summarsk.mánadag 005

HVØR: Føroysk børn, sum búgva uttanlands.

NÆR: Skúlin verður 21.-25 juli 2014

HVAR: Skúlin er á Føroya fólkaháskúla í Havn

KOSTANAÐUR: 1000 kr. fyri barnið

TILMELDING: um FB síðuna “Summarskúlin”

Mar 8, 2014

Frida Sofía fyllir í dag, ein megnarkvinna!

P1000775

Tá ið Frida Sofía skuldi koma í verðina, spurdi Marner Simonsen, nær eg vildi, at hon skuldi koma, eg segði so 8. mars. Hann smíltist og spurdi, um onkur abbi ella omma fylti tá. Nei, segði eg, tað er altjóða kvinnudagur, tá froysti Marner sum gamal útliløgukattur og segði okkurt um fjas og kvinnufjant.

PICT0711PICT0344

 Men Frida Sofía kom 8. mars fyrrapartin, og Hans Marius fór niðan í Hoydalar at boða frá um kvøldið, har kvøldseta og ball var í samkomuhøllini , og har okkara vinfólk vóru og hildu sær á gleim. Sum fyrsti nýføðingur í Putlhúsi í 38 ár var FS so sera vælkomin, og eisini abbi í Leivsgøtu pjátrar við hana. Men eingin var so steinbýttur av henni sum babba.

PICT0331PICT0339

 P1000785

Frida Sofía var sera skjót at læra at  lesa og skriva, tiktikið er tá ið hon rættaði stavivillur á uppsløgum í barnagarðinum. Hon hevur so sera gott máloyra. Tá ið hon fór til Íslands at arbeiða eftir studentaskúlan lærdi hon íslendskt beinanvegin, okey tað gera føroyingar, men tá ið hon flutti til Hollands stutt eftir lærdi hon hollendskt upp á no time, og nú ið hon býr í Belgia hevur hon pussað tað franska, sum Rólant lærdi hana so væl, at tað er púra flótandi.

P1000789P1000791

Tað er ikki sørt, hon hevur havt brúk fyri sínum stóra málkunnleika, nú ið hon hevur arbeitt á sendistovuni hjá Føroyum í Bruxelles nøkur ár, og hon hevur týtt bøkur úr hollendskum m.a. Dagbókina hjá Onnu Frank.

Í ungdómsárunum spældi Frida S. við Kyndli, tær kláraðu seg væl, bæði sum unglingar og sum kvinnulið, tær vunnu m.a. gull í 1998 og 1999.

602326_10200560051803404_539656473_n

 

P1000776P1000778P1000780

Hon er enn ítróttargenta, spælir hokki, tennis, súkklar og rennur.

Frida Sofía er gift við Michel og tey hava trý børn, hesa myndina hava te lagt á FB í dag, tey hava vist góðar tenn í familjuni Smile

Mynd hjá Frida Johannessen.

Frida Sofía er útiseti, men hennara samband við Føroyar er tætt og gott, men eisini kritiskt, sum útisetar flestir sær hon veikleikar í samfelagnum, sum vit, sum liva her, kanska ikki varnast. M.a. hevur hon sæð, at børn, sum búgva uttanlands hava brúk fyri stuðli til at læra føroyskt og halda føroyskt við líka, so hon fann upp á at gera summarskúla fyri útisetabørn. Skúlin er til 5-12 ára gomul og verður hildin eina viku á hásumri. Hon er vist eitt sindur av tí tey kalla íverksetara ella kann mann kalla hana eina íverksetu kanska ein slíkan kvinnudag?

2013.12.31 129

Góða besta Frida Sofía hjartaliga tillukku á føðingardegnum frá okkum í tí gamla landinum!

Mar 4, 2014

Tórðartúrur og Túratórður

Ein so sera væl umtókt sending við einum so misháttum heiti. Tá ið vit fara túr, so fara vit túr, ganga okkum ein túr ella koyra ein túr niðan á Sund. Bátar fara sín fyrsta ella síðsta túr, onkur var ein túr á Suðurlandinum og ein norðanfyri,  onkur siglir ein túr undir Vestmannbjørgini. Eingin fer á ein túr uttan Tórður og útvarp Føroya, og so sjálvandi tey, sum hava lært hesa málisku við at lurta eftir Við Tórði á túri. Spell, at Útvarp Føroya skal ganga á odda í hesi fyrisetingarspillu. Og næstu viku “fara vit aftur á túr við Tórði” – serstakliga mishátt. Hvaðani málspillan er, skal eg einki siga um, tað kann ein og hvør hugsa sær til.

tordur-a-turi02

 

Eitt akkurát líka snøgt heiti hevði verið : Vit fara túr við Tórði nú er Túrur við Tórði á skránni ella Nú fara vit túr við Tórði. Ikki longri, og bókstavarímið er har…so come on Tórður. Nú ert tú so túraður, men vónandi nóg vaksin og vitandi til at taka hetta til tín

Feb 26, 2014

Nøvn – høggin hæl og sniðin tá

Fólkanøvn ella sernøvn bendast eins og onnur navnorð ella felagsnøvn .

Lat meg hugleiða nakað um nøvn, áðrenn vit tosa um bendingar: eitt navn er sera persónligt, tin persónligheit er knýtt at navninum. Tað eru nógvar gamlar sagnir og trúgv knýtt at navni. Navnið hevði eina serliga makt ella var ein verja onkusvegna. Vit minnast Høgnanavnið, sum Heðin Brú skrivar um í Lognbrá og Fastatøkum, mamma Høgna helt, at navnið bar deyðsvanda við sær. Summi eru kallað upp eftir abba ella ommu og skula liva upp til eitt navn. Í gamlari tíð vórðu nøvn sum Ørn ella Úlvur givin til tess at útvega barninum góðar eginleikar. Tað er kanska hetta, sum ger, at fólk halda sítt navn vera omanfyri vanligar reglur, akkurát sum um tey eiga navnið og rættin til at siga hvussu tað skal stavast, bendast, úttalast. Havi havt næmingar, sum ikki vilja finna seg í at tú bendir teirra navn, um tú sigur t. d. – og so spyrja vit Teit, kann Teitur finna uppá at siga – eg eiti ikki Teit, og hetta er væl at merkja sami drongur sum ikki hevði funnið uppá at sagt, “so spyrja vit ein drongur” ella: “nú síggja vit báturin”.....eisini t.d. nøvn sum Sigmundur, Finnur vera stundum søgd ...eg eiti Sigmund...ella eg eiti Finn....og so hugsar tú, okey kanska foreldrini eru donsk..men eitt navn er ikki sum einar buksur, sunm tú kanst klippa brøkurnar av, um tú vilt hava knæbuksur ella seyma eyka lummar á, um tú manglar lummar. Eitt navn er eitt orð, sum hoyrir til málið,  og málið eiga vit øll við tess reglum og bendingum. 

untitled

Viðvíkjandi bendingum so hevur orðabókin og www.fmn.fo eina rúgvu av fólkanøvnum, har tú kanst sláa upp bending, staving osfr. Og tað er akkurát líka natúrligt at sláa eitt sernavn upp sum onnur orð.

Vit síggja eitt individualistiskt rák, við nøvnum eins og við øðrum. Sjónvarpið hevði eina samrøðu við ein pápa, sum segði, at tey høvdu viljað givið børnunum nøvn, sum vóru serstøk og minnilig, og tvey av hansara børnum itu Malaki og Sadie Sigurrós, einki varð sagt í sendingini um, hvussu tey bendast.

 

Feb 24, 2014

Mister Pip eftir Lloyd Jones

Tað yvirskipaða evnið í bókini er, vil eg siga, tað at siga søgur, hvussu søgan kann brúkast, hvussu hugflogið fær flutt teg til eitt betri stað. Endurnýtsla av tekstum er altíð aktuelt, góðir tekstir eldast ikki, og teir brenna ikki, hóast bøkur og fløgur kunna fara upp í royk. Í hesum sambandi komi eg í tankar um kvæðini og sagnir og ævintýr, at duga uttanat er eitt varandi virði, sum vit gáa alt ov lítið um í okkara tíð. Ein sangur, tú hevur lært sum barn, kann ikki fara upp í royk. Hann er í eldvardari boks.
Høvundurin Lloyd Jones (f. 1955) er úr New Zealandi, og hendingar fara fram á Kyrrahavsoynni Bougainville. Ikki visti eg, at fyrrverandi Norðursolomonoyggjar førdu frælsiskríggj í nítiárunum og gjørdust sjálvstøðugar 1997 undir navninum Bougainville við hesum flaggi.
Flag_of_Bougainville_svg
Júst frælsiskrígggið í nítiárunum er baktjaldið í hesi søgu, stjórnarhermenn koma til bygdina at oyðileggja og týna, og uppreistrarmenninir, sum eru teirra egnu dreingir, koma rivnir og skræddir úr frumskóginum. Oyggin verður fyri blokadu, og tey mega hjálpast við, ja ongum.
BougainvilleBukaandNeighbourhood
Í fyrstani hava tey tvær bøkur, Dickensa Great Expectations og Bíbliuna, seinni hava stjórnarhermenninir brent alt, men søgurnar liva framvegis.
Frásøgufólkið er Mathilda, hon er trettan ár, tá ið søgan byrjar og fimtan við søgulok. Mathilda fær eitt heilt serligt samband við Pip og við læraran hjá sær Mr. Watts. Pip – høvuðspersónurin í Great Expectations – er hennara einasti vinur, og Watts er hann, sum letur henni henda vin og henda undurfulla heim. Søgan hjá Dickens er einasta skúlabók tey hava, og øll børnini duga hana uttanat. Tá ið bókin er horvin, endurskapa tey hana í felag, og Mr. Watts lærir tey at finna “sína egnu rødd”.
Mr. Pip/Watts kemur í andsøgn við bíbliutrúnna hjá mammu Mathildu. Hon er ein strong sterk kona, uppvaksin við missionerum og trýr fult og fast upp á helviti, mr. Watts er sera diplomatiskur og fær at enda við hjálp frá Dickens eisini virðing frá henni.
Mr. Watts er einasti hvíti persónur í bygdini, og rasuproblematikkurin er allatíðina ein tráður í søguni. Vit hoyra nakað um forsøguna hjá mr. Watts og nakað um familjuviðurskiftini hjá Mathildu, men bókin er sera einfalt skrivað, ikki fløktar hendingagongdir og nógvar persónssøgur.
Tað serliga við bókini er eisini frásøguhátturin, Mathilda er herlig. Hon og mamma hava eitt trupult, tætt samband, men tónin í bókini er framligur og skemtiligur og frekur. Mathilda er vaksin og farin av oynni, tá ið bókin endar, men Pip er enn hjá henni sum ein trúfastur vinur.
_Pip's_a_gentleman_of_fortune,_then__said_Joe,__and_God_bless_him_in_it!_8991813_orig
Serstakliga áhugaverd bók úr hinum endanum av verðini, men fast plantað í okkara mentan – saman við Cj´harles Dickens. Ivaleyst er høvundurin uppvaksin við vesturlendskari mentan á Wellington universiteti…..so ja okey postkolonialisma….eingilskmenn í New Zealandi , romantisk ung svørt genta, hvussu relevant er tað hjá henni at samanbera seg við gentleman Pip……. og hvat veit hann um at búgva á Bourgainville í krígstíð, havi ikki kannað alt hatta…so don’t even go there!