Jun 18, 2013

Føðingardagsheilsan – 18. juni 2013

Nú fyllir hon runt, lítlasystir.
mamma glad
Inga Rósa er 3 ár yngri enn eg. Gentan við súreplakjálkunum skuldi altíð við, tá  ið eg fór onkustaðni, men hon skuldi ikki berast ella leiðast, tí hon var so røsk og sjálvbjargin.
ir2ir
Men ein stóran part av ævini í ungdóms- og mandómsárum lógu okkara leiðir sundur, tí IR bygdi sítt heim og virki í Reykjavík, har Guðný býr við síni familju.
P2010150
Vit hava tó altíð vitað hvør av aðrari og fylgt við. Enn er Ísland hennara annað heim, har góðir vinir og familja eru. Í 1974 – tá ið mítt lív skakaðist í sínum grundvølli – hvar skuldi eg fara annað enn sjálvandi til Íslands, har eg hevði tvær systrar, tað vóru góðir dagar hjá mær og Sólrun.
1974
P1310118
Tað var okkum til eydnu lagað, at Inga Rósa flutti aftur til Føroya eftir ein mansaldur í Íslandi.
súkkla til Gjáar aug.05 013
Her eru vit á veg til Gjáar á súkklu báðar.
Hon er initiativrík. Hvør var tað, sum hevði Ból og bita í Leivsgøtu eitt árið? Arbeiddi, sum ein hestur alt summarið við at skifta á songum, vaska seingjarklæði, borðreiða morgunmat, royna at fáa morgunmatin bíligan og lekran. Tá ið hon varð spurd, um nakað lá eftir á kistubotninum, svaraði hon, at tað var stuttligt at hitta fólk. Ellla hvør skipaði fyri súkkluferð til Bornholm summarið 05 og sendi hetta stuttliga brævið at hava at gleða seg við:
004
Og tá ið vit súkklaðu á Gotlandi , var tað eisini IR, sum ornaði gisting og slíkt frammanundan.
Gotland 2012 209
Tá ið Inga Rósa fylti 50 helt hon føðingardag í Íslandi og yvirtalaði nógv av okkum at koma. Hesin sangurin varð sungin tá:
sangur
Tað var fantastiskt, og henni líkt skipaði hon fyri umhvørvisvinarligum túri og aktivitetum fyri gestirnar, eins og innivist var útvegað. Tað eru góð minni. Ella hvør fann uppá at fara pílagrímsferð? í 2010?
camino 2 050

Umhvørvistur er hon um ein háls. Inga Rósa hevur – sum eittmanstoymi – plantað runnar um alt hatta gigastóra økið hjá Barnagarðinum í Øksnagerði. Á myndini er hon í holt við eina plantasju við Gjógv.
038
Í barnagarðinum á Velbastað útvegaði hon ein kassa til sankutøð. Hon vil helst ikki koyra bil, brúkar súkklu ella apostlarnar. Í Øksnagerði hevur hon eisini hønur, so tey fáa vistfrøðilig egg. Hetta náttúrurák hevur fest seg sera fast í Ingu Rósu, tað er so, at tú fært illa boðið henni reyða saft (liting), speypylsu (nitrit) ella annað, so fært tú ein fyrilestur um vansan við júst hesum mati, sum nýggjasta gransking vísir. Pápi mátti mangan rista við høvdinum, tá ið IR byrjaði við síni prædiku um, at hann búði í ov stórum húsum, tey kundu verið brúkt til barnagað ella barnaheim, og tað sigur hon enn, nú um 4 hús (hjá okkum systrunum), men nú hevur hon selt síni, so er tað oyðslið burtur!
temp 070
Inga Rósa er ósjálvsøkin og hjálpsom, tað eru óteljandi maskinur við klæðum , hon hevur vaskað og hongt á snór fyri meg, tá ið børnini vóru smá, hjálpti hon altíð við húsi og passing. Á hesi myndini er hon farin at reinsa takrennuna í Dali.
Dalur 086
Og tá ið Hans Marius bleiv sjúkur, var Inga Rósa beinanvegin klár sum heimahjálp, stuðul og terapeutur.
temp 014
Hon var tað, sum gjørdi at eg fór at arbeiða fyri Reyða kross. Og Inga Rósa hevur eitt ‘ættleitt’ barn hjá SOS barnabýunum.
Inga Rósa er praktisk heldur enn teoretisk, meðan summi greina og tulka og skriva um yrkingar, lesur hon tær og nýtur tær. Hon skipaði fyri bindiklubbi ein dagin og ornaði øllum konunum at hava eina yrking við, sum teimum dámdi.
Inga Rósa er ikki materialistisk, hon vil helst eiga so lítið sum møguligt, og skalt tú geva henni gávu, er best, at gávan kann etast, slítast ella blíva uppi onkusvegna, sjálvandi er eisini gott, um gávan kann seljast Smiley, so gera vit ein loppumarknað.
DSC03882
Hjartaliga tillukku og hjartans takk, góða systir!

Jun 16, 2013

Summargestir 1

Í ár eru tað Guðný og Markús og Kári, sum eru tey fyrstu at vitja. Tey komu við tí góða veðrinum í gjár. Herbert og Kári sampakkaðu væl beinanvegin, tað er tað besta av øllum. Teir práta og skilja hvønn annan. Vit hava longu havt fleiri familjuhøld. Í gjár vóru vit í Hósvík og hátíðarhildu Brand, og í dag eru vit í Leivsgøtu og “ballast”. Allarbest at Hallur er eisini heima.
007011039042053060061

Jun 11, 2013

Um kappan í góðum veðri

Magna situr og kleimir um teskeiðina, nú ið dessertin nærkast, hygga eynabráið!

008

Tað kennist eitt sindur vandamikið hetta hornið, ikki tí at tað er runt, ikki so mikið sum hálvrunt. Kanska vandin er í tí vantandi restituering ella regeneratión, sum tú ert so pínufult vitni til. Tú ert nærmasta vitni, tí tú ert sjálv prøvakaninin. At krímsjúka skal sláa teg út í 9 dagar er óhoyrt! Tað er nú alment: eg eri deyðilig, ja  tað hevði eg nú aldrin trúð!

Síðsti triðingur av leiðini byrjaður, hugin gerst stillur og væntin.

003005

Jun 8, 2013

Tey lagnuleysu eftir Imre Kertész

Frásøgufólkið er ein fimtan ára gamal drongur úr Budapest. Hann er jødi og gongur í studentaskúla. Men so broytist alt, fyrst verður pápi hansara innkallaður til arbeiðslegu, og síðani verður hann tikin, fyrst til verksmiðjuarbeiði og síðani saman við øðrum unglingum førdur til Auschwitz og seinni til Buchenwald og Zeitz.

Tað mest sermerkta við bókini er hugburður frásøgufólksins, hann er alla tíðina positivur, hann sær tað vakra í øllum, roynir at finna logiska frágreiðing til alt, hann sær og upplivir. M.a. heldur hann, at portrið til leguna í Auschwitz er so vakurt og flott, og hann sær blómubedini. Hann livir í fangalegu í eitt ár og upplivir  mannminkandi viðferð og gjøgnumlivir pínu, hungur og tosta. Men líka til seinasta dag, rationaliserar hann og sigur, at hetta er bara ein natúrlig gongd, og alla tíðina finnir hann okkurt at gleðast um, kanska bert eitt sindur av luft.  Menniskjans eginleiki at venja seg við og laga seg til umstøðurnar, Stokholmsyndrom ella hvat. Menniskjans undurfullu evni til at taka lívið og liva lívið.

IMG_5127[1]

Tað er áhugavert, at lesarin veit so nógv meiri enn frásøgufólkið, og tað ger tað so syrgiligt, tí tú hugsat, á nei, nú fara tey at gera so og so við hann! Men kanska er tað tann besta verjan, einki at vita. Nógv hevur verið skrivað um, hvør vist hvat undir krígnum. Men hesin 15 ára gamli drongurin hevur ikki lisið tær søgubøkur, vit hava lisið.

Bókin minnir nakað um Dreingin í stríputum náttklæðum, tað frásøgufólki er 10-12 ár og La vide est bella, har ein lítið barn er við og ikki veit og einki má vita um ræðuleikarnar, sum tað er mitt í.

Bókarheitið er av tí heimspekiliga slagnum, bókin er ungarsk, men bæði tann enska og tann danska týðingin siga lagnuleys, tað ljóðar sera negativt, sum um tey onki lív hava, og tað vísir bókin eisini, har fangarnir ganga og mala og bíða og bíða. Men tá ið drongurin er komin heim aftur og verður spurdur um ræðuleikarnar og fær at vita, at nú er hann endiliga “fríur”, tá greiðir hann frá heitinum, tí um tú hevur ‘lagnu’, so hevur tú ikki frælsi. Sum tá ið vit uppgevandi siga, hatta var hansara lagna, hvør skal siga, har var einki at gera. Hann skilur  ikki, hvørjar ræðuleikar  tey meina. Hann sá ongar ræðuleikar, og hann hevðí verið fríur alla tíðina, og onkuntíð leingist honum aftur í leguna. Tað má so vera allastaðni frælsur ‘inst í sjálvum sær’.

Ein døpur bók, ikki nógv hendir, ein holocaust bók afturat.

Jun 1, 2013

Tey fækkast


Tann skarin av ungun fólki, sum settu búgv í Grønlandi síðst í 40 og fyrst í 50 unum, er farin at fækkast.
Hósdagin var Frida ´borin út í góðveðrinum. Og var tað kanska symbolskt , tí hon var blíðheitin sjálv. Hon var ein virksom dama, sum hevði sína meining um tingini. Eg minnist sum barn, tá man kom inn í hitarúmið, og morgunfrúurnar sótu har og prátaðu. Eg var still og smæðin, kom spakuliga inn í hitan og turkaði mær. Og har sótu allar konurnar og diskuteraðu eitt og annað. Ofta var prátað um, hvat tær skuldu finna upp á til døgurða. Og tá kundi Frida vera nokso harðmælt. Hetta var jú av týdningi fyri eina húsmóðir, og allar vóru hesar konur húsmøður, sum fingu sær eina fríløtu í svimjihylinum. Bæði tað sosiala og so at fáa rørt kroppin hevur havt alstóran týdning fyri hesar konur.
Herbert 4 ár 025
Mangt kundi verið sagt um Fridu, tó fari eg her at minnast ein várdag, eg komi oman  eftir Grønlandsvegnum, og møtti eg har Fridu. Hon var í einum penum gulum jakka. Tá hevur hon verið langt uppi í 80unum.  Eg fór yvir til hana, og segði, at hon hevði so penan jakka. Ja, segði hon, tá man blívur gamal, so skal man fara í sterkar litir, tí hár og húð, alt er so grátt og bleikt. Og rætt hevði hon, eg minnist ommur mínar, tær vóru í smáblomstritum kjólum, og var liturin ógvuliga mattur. Einki við at lýsa upp.
Tá eg nú hugsi um hetta  ættarliðið úti í Grønlandi, so er tað konurnar, sum traðka týðiligast fram í minninum: Klóka og stuttliga Sammelina,sum kendi og hevði stóran áhuga fyri náttúruni. Sofía við sínum látri, og sum peilaði í vindeyganum, tá vit spældu rundbolt á Grønlandsvegnum.Vit vóru bangin fyri Jóanes, tí um bolturin kom inn á hansara garð, so bleiv hann illur. OG Guddid, sum bleiv kallað Grønlandsørnin. Hví veit eg ikki rættuliga. Jú, nokk tí hon var eitt sindur ornut. Og so Jona, sum sat við køksvindeygað og peilaði av, einaferð , eg kom seint heim við sjeiki eina leygarnátt klokkan 4, minnist meg rætt.  So ekspederaði eg í bakarínum hjá Margi og Erling. Har var fult av fólki, ofta kø langt út á vegin. So kemur Jona, og skal keypa eitt fransbreyð, og sigur hart og týðuliga: Nå, tú komst seint heim í nátt við sjeiki. Og eg rodnaði upp um bæði oyru, ógvulig flov. So má eg nevna Sigurð, sum dámdi so væl at arbeiða við steinum. Tað man hava verið sera avslappandi fyri hann, tí nógva  tíð brúkti hann við bara at standa og fundera yvir, hvar nú hesin ella hasin steinum skuldi vera. So minnist eg eina episodu við  Sigrið av Skarði. Eg man hava verið 8-10 ár. Vit báðar møttust á Grønlandsvegnum, og sigur hon so blíð: hvussu hevur tú tað Sólveig? Ein slíkan spurning hevði ongin nakrantíð spurt meg fyrr. Um vaksin spurdu meg um nakað, so var tað um, hvussu gekk í skulanum. Eg man hava følt meg virðismetta sum eitt orduligt fólk, tí hendan hending stendur so týðuliga í minninum.
Nú eru ikki nógv eftir í Grønlandi av hesum ættarliðnum. Ella og Poul eru á Boðanesheiminum, Katrina er á einum sambýli, og mamma og pápi eru á Tjarnagarði. Unga ættarliðið er komið í húsini.
Skrivað: Sólveig Sørensen

May 31, 2013

Frida farin

Vit fylgdu Fridu til gravar í gjár. Ein so praktfullur dagur, tað er sjáldan, at einki lot er í kirkjugarðinum í Havn, men í gjár var stilt. Frida var partur av mínum lívi. Frida búði í Leivsgøtu, har ið eg vaks upp, tey bygdu hús í 1950, og eg varð fødd í 50, sama ár, sum mamma og pápi keyptu hús í Leivsgøtu.

Herbert - Dópur-9054
Herbert 4 ár 025

Frida var 95 ár, nú ið hon legði eyguni saman, tað er ikki øllum unt at slíta so høgan aldur. Sum ein av morgunfrúunum, var hon og svam í  svimjihylinum heilt til ellisár, hon kavaði av vippuni til hon var 92. Frida var lívlig og prátingarsom og familjukær fram um alt. Hon bjóðaði til døgurða alla tíðina, og børn og barnabørn nutu gott av hennara blíðskapi alt árið í ring.031
Tað var vakurt at síggja teir ungu menninar, sum bóru ommu sína tey seinastu fetini her á fold.035

May 30, 2013

á morgun skín maisól, það er maisólin hans

Ja, kanska í morgin eisini, men í dag og í gjár. Ein herligur morgun, próvtøkuaftan. Sóljur í royðugrøvum vaða, hevja síni høvur, so føgur, breiða út hvørt blað, ogtey lítlu mæ, eru nú so glað…020022

Og so gleði eg meg til framsýningina í NLH. Okkurt nýtt.

012014

Og so má eg vísa tykkum, hvussu hugnaligt tað var í vesturskininum í gjár Smiley og MESSI, tá ið hann fór í barnagarð í morgun.

003005009

024