Mar 11, 2013

Ein mánað seinni

Mánadagin 6. feb – 76,0 – bindiklubb mikudagin, karrirætt frá KOKS leygardagin.

Mánadag -segði nei takk til súreplaku. Týsdag - nei takk til fastalávintsbollar. Mikudag – ‘gloymdi’ at viga døgurðan , bindiklubb, át bara gularót og agurk. Hósdag – 75,7-segði nei takk til breyð og ost etc. (frá Bjørn); ræst kjøt til døgurða.Fríggjadag – etið kaku frá Annu. Leygardag – hvítleyksmargarin í meiria lagi + waldorfsalat. Sunudag – dunnu frá Turið – át eisini skinn..tut-tut.Nei takk til takeway; neitakk til sjónvarpssjokolátu;

Mánadagin 11. feb – 75,8 ikki imponerandi Trist smiley

Fríggjadag 8. mars 74,3

 

í dag  mánamorgun 11. mars  –74,4

What can a girl do? Hetta gongur ikki fyri seiðamurt! OK, look on the bright side, eg eri ikki farin fram! (Framfarin merkir tjúknað, fitnað. Afturfarin merkir klænkað ella lætnað.Orð, sum eru á veg í grøvina.) Men tað hevur ikki speedað nakað upp at halda uppat at rapportera hvørja viku….men okey enn frægarin enn henda myndin….jeeweez!

Mar 10, 2013

Í hoygarðinum

untitled

Ásfinnur stakk inn á gólvið, og ørindini vóru at taka eina mynd av hoygarðsfólkunum til bygdarsíðuna hjá sær bygdin.fo

VIt høvdu tað fínt i kuldanum, gingu túr, lósu bøkur. Trøini hjá Ingu Rósu blivu inspiserað. Og skjøldurin og hoyggjhúsveggurin eru gjørd av nýggjum, Pætur Debes hevur smíðað.

002004009

018

026Og tá ið vit komu til Havnar, var føðingardaghald fyri Magnu, hon gouteraði vist at vera í miðdepli og fáa bomm og gávur.IMG_1231

Mar 8, 2013

8. mars

Ein merkisdagur, ein dagur at steðga á og hugsa um, dagurin tá ið dreymar gingu út, og nýggir spónar ella spønir vórðu settir í greytin. Dagurin tá ið lívið fekk eitt nýtt sjónarhorn og nýggja eggjandi megi.

Eg hugsi sjálvandi umgit eina mynd1 8. mars í 1979, tá ið FS eisini kallað Bía sá dagsins ljós, ein deilig genta, tey kallaðu hana skúlagentan á føðideildini, tí hon var so stór. Eitt premiubarn. Hon var heima í eini 18 19 ár, so flutti hon burtur, burtur úr Føroyum, burtur úr havgosi og summarmeðalhita upp á 12 stig, burtur úr bygdasliga býnum við heimføðiligum sjeikum……og ja, tú lesur nokk nakað av sorgblídni millum reglurnar…men hey..hon er enn í Evropa, so segði hann. Og hon er røsk at ferðast. 

1 ár nýggjan stól

á konfirmatiónsdegnum

PICT1110

Góða FS, hjartaliga tillukku og ynski um greiðar gøtur og spennandi løtur. Takk fyri allar stjørnustundir higartil.

Mar 7, 2013

Hattrick í NLH

Trý hitt í eina viku, Fuglabúr, ævintýr og í dag  var tað Harlekin. Norðurlandahúsið er bara best! Børnini sótu sum undir lestri, professionelt spæl, sum stuttleikar stórum og smáum, litir, rørsla og ikki at gloyma tónleikur.

559771_10151482667799429_1189924708_n

Harlekin í sínum dreymakoti, vit blivu so glað tá ið hann kom í sínum nýggja búna. Herbert var blivin eitt sindur ivasamur, tá ið tey vóru so órein við hann, sat við fremstafingri í munninum.

006010019

Mar 6, 2013

SESAM SESAM

Ein framúr góð framsýmimg í NLH, í skálanum tey kalla. So um tit fara at hyggja at fuglabúrunum, so síggja tit eisini ævintýrheimin hjá Jóhonnu av Steinum, bundið og heklað og tøvt, ull og tógv, og allar ævintýrverurnar.

http://snar.fo/index.php?id=26843

Tað ger einki, um tú lesur uppá, áðrenn tú fert niðan, kanska ævintýrið Risans klóta, tað liggur á Snar.fo. Og har er gentan, sum fer í ánna at vaska hosur, og har stendur fuglurin fyri henni, men tað er risin, sum hevur skapað seg um til fugl….

018

Hesin risin er svenskari, hann hevur hurðar á búki og baki, og ,mann sær tað, hann hevur slúkað, men tær eru eisini rýmingarvegur. Magna sær út til at styðja hann.019

Hetta húsið við heklaðum takplátum, ella er tað kakur, er ótrúliga flott og væl dimensionerað. Tað hvíta sum sæst er omman, vit síggja niður á høvuðsjalið, har hon fer gangandi.020021

023

Har vóru eisini ævintýramyndir úr Svøríki.024

Magna situr pinnastill, hon hyggur at børnunum, sum hyggja  at Katrin, sum sigur Risans klótu fyri teimum.482567_10151443255400275_250588955_n

Á hesari myndini sæst Giljanna í ánni og fuglurin við tí stóra nevinum.

Herligt, herligt, má fara niðan við Herbert sum skjótast!

Mar 5, 2013

MAGNA 2 ár!

Í dag fyllir Magna 2 ár. Og foreldrini hava hildið morgunball fyri henni, hon dugdi sjálv at blása ljósini í smørkakuni. Herbert gav henni ein bil í føðingardagsgávu, tey hava jarðberjamýs við í barnagarð. Og tað besta av øllum, nú fyllir Herbert fyrst, tí øll hini í húsinum hava fylt.
005010013014001003

Mar 3, 2013

Yes! konuvikuskifti!

Fríggjadagin hildu vit P-dag á Café Kaspar; páskabryggj og tapas við kaffi omaná. Herbert var við, og so komu Magna og Turið eisini,til hugnaløtuna.. Seinni var eg í bowlinghøllini, og TAÐ var annað lívið,, yvir 20 garvillar konur, onkur hevði golfkøllu við, hon hevði tikið feil og hevði verið á golfvenjingarlegu undan bowling kappingini. Ná, aftaná fóru vit at fáa okkum ein góðan bita, og vinnarin varð útnevnd, hon fekk diadem og steyp.
027
Ná eg var ikki sein til hús, men eg var mega sein upp leygarmorgun. Eg mátti royna at restituera meg til leygarkvøl, nei ikki kvøl, men kvøld. Tí tað var sanniliga ikki kvøl, men stór gleði og frøi  og gaman, tí tá var KONUBALL, - again!  Vit vóru yvir 30 konur, sum hittust í einum spildurnýggjum arkitektteknaðum húsum uppi í Hoyvíkshaganum. Eg tók bil niðan, og helgens tað er langt niðan hagar!
imagesCAKYNQK4
Allar høvdu okkurt etandi við, og vertskonan hevði borðreitt við fínasta stelli og serviettum. Vit fingu eisini undirhald, skemt, nýyrktar tættir og hjartanemandi solosang. Eg elski konur! Tær eru so kreativar, góðar at práta við og láturmildar. Also, also rætt skal vera rætt, vit eru dupult so nógvar í tali, sum vit vóru, tá ið vit hildu ball í Eiriksgøtu á sinni, ella Frammi við Gjónna í Leynum,  og eg tosaði nokk mest við nakrar gráhærdar madammur, hvørs áhugamál vóru fyrst og fremst pensión, gomul foreldur og ommubørn…..herligt.
Nú er tað sunnudagur, og vit systrarnar hava verið og sæð Kára Øster sum Krapp. Eg og Kári eru javngomul, vit gingu í flokki saman í Hoydølum, og Kári P eisini.. Kárarnir høvdu altíð okkurt fyri, báðir listamenn og skemtarar. Kári Øster var við í Grímu frá fyrsta degi, og hann hevur stórt talent. Krapp er ein sera krevjandi leiklutur, nógv av spælinum er mimikkur og smáar handakeipur. Leikurin er um lívið, sum bert er dust, um hvat stendur eftir, tá ið lívið endar. Aftur og aftur kom hann til gentuna, sum hann róði við á ánni - eros. Hasin bandupptakarin hjá honumer spennandi, bondini eru hansara dagbók, hansara bloggur, hugsa sær at skrivað ein tekst, sum so verður ‘seinasti bloggur hjá Bergljót’ (tíbetur eiti eg ikki frú Skarn),… hvat er eftir…Krapp – ógvuliga hóskandi navn, um tú hugsar á enskum og hevur tað rættiliga dapra huglagið í huga.
imagesCAYMGF00
Super vikuskifti......
.....eehhhh...eru ikki øll tíni vikuskifti konuvikuskifti? Nær hevur tú mannfólkavikuskifti?  Nú , nú ongar frekkheitir!